Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-06-29, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. juni 1982síða 11

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Leygardagin fór føroyska dreingjalandsliðið í fótbólti við flogfarinum til Íslands. Við á føroyska dreingja- landsliðnum, ið sæst á mynd- ini, eru Regin Jacobsen, HB, Jens M. Knudsen, NSÍ, Zac- harias — Thomassen, HB, Svend Jacobsen, KÍ, Gordon Midjord, ÍF, Jan Poulsen, Sumba, Ib Olsen, B7I, Trygvi Mortensen, NSÍ, Jeff rei Joensen. Streymur, Óla- vur Høghamar, EB, Leivur Holm, HB, Petur Klein, HB, Kaj Hovgaard, VB, Nivlas Johannesen, NSÍ, Olgar Danielsen, Kl, og Bergur Magnussen, Streymur. Venjari hjá dreingjalands- liðnum er Bjørn Árnasson og ferðaleiðarar = eru Sverri Trend Hansen, Christian Olsen og Torleif Sigurðsson. Dreingjalandsliðið skal á vitjanini í Íslandi spæla tveir dystir. Tann fyrri varð leikt- ur á Akranesi sunnudagin, og endaði hann, hóast gott fer- oyskt spæl og partvísa yvir- våg, við javnleiki 0—0. Seinni dysturin varð leikt- ur í Reykjavík í gjårkvøldi, men ikki eydnaðist okkum at frætta úrslitið áðrenn blaðið fór til prentingar. Feroysku dreingirnir koma aftur við rutuflogfarinum í morgin. Síða 1' Ítróttaraðalskrivarafundur Hedin Mortensen til Helsinki ÍSF verður umboðað á norrønum ítróttaraðal- skrivarafundi í Helsinki í næsta mánað Í degunum 5.—6. juli verður norrenur itróttar- aðaiskrivarafundur hildin í Helsinki. Feroyar ella rættari Ítróttarsamband Feroya, verður á hesum fundi um- boðað av Heðini Morten- sen, ÍSF-formanni. Á fundinum verða frá- segnir um arbeiði hjá teimum ymsu ítróttarsam- ÍSF-bóklingar: bondunum framlagdar og verður doping-spurning- urin eisini umreddur. Av málum, ið kariska hava serstakan áhuga fyri Ítróttarsamband Føroya kunnu nevnast m.a. átt- anda greinin í skránni, »Sponsorship« t.v.s. pen- ingaligur stuðul til ítrótt- ina, grein 7, ið er um sam- starv millum ítróttarsam- bond og sjón- og útvarr og grein 5, ið er um sam starv millum norrenu itråttarsambondini i al- tjóða spurningum. Á fundinum verður eis- ini greitt frá ymiskum í samband við fyrstu kapp- inganar um heimsmeist araheitini i frælsum ítrótti, ið verður i Helsinki tann 7. til 14. august 1983 Nýggja navnabók ÍSF hevur nú givið út nýggja navnabók. Eisini eru komnir tveir bóklingar við ÍSF-lógunum, ein á foroyskum og ein á enskum Ítróttarsamband Feroya hevur nú givið út tríggjar nýggjar bóklingar Ein av hesum er nýggja lógin fyri ítróttasamband Føroya, ið varð samtykt í februar í ár. Annar bók- lingurin er eisini lóg fyri ÍSF — men á enskum máli. Ein av orsekunum til at ISF gjørdi av at geva ut henda lítla bókling er, at oftast verður kravt at fáa lógir og reglugerðir fyri ÍSF, tá ymsu sersambond- ini sekja um altjóða viður- kenning ella um altjóða limaskap. Triði bóklingurin er ÍSF-navnabókin, ið nú kemur út á eðrum sinni. Í hesum bóklingi er megu- leiki at finna at kalla aliar upplýsingar um ÍSF og sersambondini. Um skriv- stovutíðir og nevndar- limir, um nevndir undir ÍSF og yvirlit hvussu ítróttarsambandi er upp- bygt, hvussu nógvir limir einstaka sersambandið telur, bæði einstaklingar og feleg o.s.fr. Eisini er yvirlit yvir øll ítróttarfeleg í landinum. Í hesum yvirliti er megu- leiki fyri at síggja nær felegini eru sett á stovn, hverjir = nevndarlimirnir eru og hverji tlf. nr. teir hava. Eisini er meguleiki at finna ymsar adressur hjá útlendskum stovnum, ið hava við ítrótt at gera Stutt sagt, ein sera hentur bóklingur Bóklingurin verður sendur ymsu feløgunum, men ber eisini til at keypa hann i kioskunum, kost- naðurin er 10 kr. Nýggjar ferðaseðlaætlanir ÍSF og landsstýrið eru komin ásamt um at royndar koyra eina nýggja skipan samband við innanoyggja ítróttarferðirnar. Skipanin verður royndar koyrd fyribils í eitt ár Tað hevur verið vanligt at ítróttarfólk. ið hava ferð ast innanlanda við strand- ferðsluni hava fingið hesar ferðir ókeypis Sambært uni hava gomlu avtal ítróttarfólkini heintað ferðaseðlarnar á skrivstovum strand- ferðslunar áðrenn tey fóru til ymsu kappingarnar, men núer ein nýggj avtala gjørd millum ISF og landsstýrið. Í samband við tær samráðingar, ið hava verið hildnar millum Feroya landsstýrið og ISF við víkjandi nýskipan av frí ferðum hjá ítróttarfólki við strandferðluni er niðanfyri nevnda skipan samtykt at galda frá 1 juli i ár, fyribils sum ein roynd i eitt år: 1. Prentadir eru blokkar vid serstakum ferða- seðlum, sum bera frámerk- ið »Itrottaferdir til ISF« 2. Ferðaseðilin er ókeyn- umborð skal ferðaleiðarin í ferða innflýggj: váttaðan lista við nøvmun luttakarum « navni a itrottargrein Øil feløg innan ISF fáa 1 blokk sendandi. Í brúk fyri fleiri fáast blokk arnir við at venda sær til ISF 4. Henda skipan er bert galdandi fyri strandfara- skipini, ikki fyri Bygda- leiðina is. Tá komið er seðlaseiuni og aldri á Kunnu elva til álvars- ligar vanlukkur Ítróttarsinband Føroya hevur í hesum døgum sent út bræv til fót- og hond- bóltsfelegini við hjálegd- um riti av brævi, ið embætislæknin í Ribe Amt hevur sent til allar kommunir í amtinum. Í brævinum greiðir em- bætislæknin frá, hvussu fimm óhapp eru hend í Ribe í tíðarskeiðinum mars-juni 1981 orsaka av fót- og hondbóltsmálum, ið ikki hava verið fest í vellin. Málini, ið kunnu flytast, eru so lætt, at sjålvt vind- urin kann koppa teimum, og um yvirliggjarin rakar nakað í fallinum, brýtir hann tað, ið er fyri. Embætislæknin greiðir frá, at trý av teimum skaddu fingu brot á skinnabeinini, ein breyt ásbeini, meðan tann fimti breyt ymisk andlitsbein og fekk bleðingar í bæði eygu. Eisini greðir hann frá, at aðrar vanlukkur, eisini or- sakaðar av hesum málum, hava verið í Danmark um sama mundi, og í tveimum ferum vóru óhappini so ál- varslig, at tveir dreingir fingu deyðamein av teim- um. Embætislæknin mælir tí ellum kommunum til at kannað um mál í skúlum, hellum og á leikvellum eru fest og tey eiga, so at sleppast kann undan tilik- um vanlukkum. Tað er landslæknin í Feroyum, Hegni Debes Joensen, ið hevur gjert landsstýrið varugt við skrivið frá Ribe, og mælti hann til, at ISF og lands- skulafyrisitingin fingu upplýsing um málið, til tess at tryggja, at tey umreddu vandamiklu, leysu málini ikki verða nýtt í Feroyum.