hósdagur 1. juli 1982síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
ndablaðið
55. árg. * kr. 4,-
Nr. 60 * hósdagur 1. juli 1982
frælsi
javnaður
brødralag
Filmurin komin aftur í aftur!
Fyra sjáldsamir gestir heim
við Westward Ho
I síðstu viku skuldu vit hava eina fråsøgn frå sluppferðini til Skotlands,
men tíverri hvurvu filmirnir frá ferðini. Hóast dúgliga varð leitað á Flog-
felagnum og á Postverkinum vórðu teir ikki funnir, men í vikuni eru teir
komnir undan kavi aftur.
Frásognin er á síðu 4 og -
luttakarunum á síðu 3
Eilif Samuelsen, landsstýrismaður í skúlamálum:
Annars eru viðmerkingar frá |
føroysku
Sjålvstyrisflokkurin ford-
ar setanini av rektaranum
Sambandsflokkurin
atkvøddi fyri Hans
Jåkupi Debes, Fól-
kaflokkurin at-
kvøddi fyri Såmal i
Skorðuni, meðan
Sjálvstýrisflokkurin
atkveddi fyri
Petur Martini Ras-
mussen.
Hetta var atkveðubýtið,
tá landsstýrið skuldi seta
rektaran við tann nýggja
studentaskúlan í Eystur-
oynni. Og tí er eingin av-
gerð fallin enn og tí hevur
ein meiriluti í landsstýr-
inum avgjert at lýsa
starvið av nýggjum.
— Sjálvstýrisflokkurin
hevur við hesum forða
fyri, at eingin avgerð er
tikin. Hevði Sjálvstýris-
flokkurin viljað flutt sína
atkveðu til ein av hinum
báðum, hevði rektara-
starvið verið sett, sigur
Eilif Samuelsen, lands-
stýrismaður, i eini
viðmerking.
Avgerðin um at starvið
skal lýsast leyst av nýggj-
um fall stutt fyri dogurða í
gjár, tá tann triði lands-
stýrismaðurin — og so-
leiðis ein meiriluti í lands-
stýrinum gav boð um,
at hann tók undir við upp-
skoti um at loysa starvið
av nýggjum
At undirmeta teir
kvalifiseraðu
Sjálvur var Eilif Samuel-
sen ímóti at lýsa starvið
leyst aftur.
Landsstýrismaðurin í
skúlamálum sigur, at tveir
av umsekjarunum vóru
kvalifiseradir, og hann
heldur tí, at tað var at
desavouera — undirmeta
teir, sum vóru kvali-
fiseraðir til starvið, um
tað varð lýst av nýggjum.
Eilif Samuelsen setti tí
sum treyt fyri at lýsa
starvið av nýggjum, at ein
meiriluti var fyri tí í lands-
stýrinum. Teir tríggir
landsstýrismenninir sum
vilja lýsa starvið aftur eru
Pauli Ellefsen, Torbjern
Poulsen og Olaf Olsen
Men samstundis sum
landsstýrið hevur tikið
hesa avgerðina, hevur
landsstýrið eisini avgjørt
at seta onkran til at taka
sær av rektarastarvinum
fyribils.
Tað er ikki avgjørt, hver
skal taka hetta starvið
upp á seg, men Eilif Samu-
elsen sigur, at tað skal ger-
ast beinanvegin í samráð-
ingum við landsskúlafyri
sitingina.
Eisini royndir í
undirvísing
— Hevur stríðið verið um
kvalifikatiónir ella per-
sónar?
— Tað hevur verið so-
leiðis, at bara tveir av um-
sekjarunum hava tær for-
mellu kvalifikatiónirnar
T.v.s. akademiskt progv i
gymnasiumfaki, peda-
gogikum og eina ávísa
roynd i undirvising. Eftir
hesum eru bert tveir um-
søkjarar kvalifiseradir.
Eilif Samuelsen sigur
eisini, at i seinastu hava
tað verið tvær atkvødur
fyri hverjum av teimum,
sum eru kvalifiseraðir,
meðan ein atkveða hevur
verið fyri einum teirra,
sum ikki eru kvalifiseraðir
eftir lýsingini.
Landsstýrismaðurin í
skúlamálum upplýsir, at
Fólkaflokkurin hevur at-
kvett fyri Sámali í Skorð-
uni, meðan Sambands-
flokkurin hevur atkvett
fyri Hans J. Debes.
Grundgevingin fyri, at
Sambandsfloxkurin hevur
kunnað atkvett fyri Hans
J. Debes er hon, at hann
hevur tær formellu kvali-
fikatiónirnar, ta sterstu
royndina í undirvísing og
harafturat hevur hann
verið við í nevndararbeiði
viðvíkjandi skúlaskapi.
Hans J. Debes situr nú í tí
nevndini, sum ger eitt álit
til útbúgving fyri tey
16—19 ára gomlu.
Hin umsøkjarin, sum
hevur tær formellu kvali-
fikatiónirnar, Sámal í
Skorðuni, hevur bara
undirvíst í tvey ár. Hann
hevur ikki undirvíst á
studentaskúla, men bert á
HF-skeiði, vísir Eilif Sa-
muelsen á.
Felagið lýsir
arbeiðsforboð
Men Sjálvstýrisflokkurin
hevur hildið fast við Petur
Martin Rasmussen, hóast
yrkisfelagið hjá lærarun-
um við studentaskúlan og
HF-skeiðini hevur sagt
sína steðu, um ein eftir
lýsingini ókvalifiseraður
fær starvið.
Eilif Samuelsen upplýs-
ir, at 24. juni fekk lands-
stýrið bræv frá yrkisfel-
agnum hjá lærarunum við
Feroya Studentaskúla og
HF-skeið.
Í brævinum sigur fel-
agið, at tað hevur samtykt
at gera landsstýrinum
vart við, at felagið noktar
limum sínum at taka við
arbeiði á Eysturoyar Stu-
dentaskúla- og HF-skeiði,
um so verður, at lands-
stýrið setir rektara, sum
ikki lýkur tey í lýsingini
settu krev.
Hevur tarnað
Hevur
steðan tarnað fyrireiking
unum til nýggja studenta
skúlan nógv?
Tað hevur tarnað, tá
tað er komið so langt út,
men vónandi kann tað
rættast uppaftur
Eilif Samuelsen vísir á
at nú er skúlin ikki heilt
nýggjur Eystur
oynni, tí tað hevur verið
HF-skeið, so lærarnir
hava eina rutinu,
men tríggir nýggir stu-
dentaskúlaflokkar skulu
takast upp og nakað av til-
rættisleggjan skal til
Tað er harmiligt, ai
landsstýrið ikki hevur
kunnað tikið steðu, eftir-
sum tað vóru kvalifiser-
aðir umsekjarar til starv-
ið, sigur Eilif Samuelsen
at enda.
Rektarastarvið verður
lýst av nýggjum beinan-
vegin.
núverandi
mni 1
VISSa
jo-mo
Mentunnarstuðul til Føroyar:
200.000 kr. til
føroyska list
Nordurlendski Men-
tunnargrunnurin hevur
latið 400.000 kr. til
Norðurlandahúsið í
Havn. Peningurin skal
nýtast til listarverk,
sum føroysk listarfólk
skulu gera, og til hátíð-
arhald, tá húsið skal
takast í brúk almennt 8.
mai næsta ár.
Fyrradagin og fyrrapartin
í gjár helt Norðurlendski
Mentunnargrunnurin fund
í Havn. Fundurin varð
hildin í samband við tað,
at Norðurlendahúsið
skjótt skal takast í brúk.
Mentunnargrunnurin
avgjerdi á fundinum at
lata 200.000 kr. til listar-
verk, sum skulu prýða
Norðurlandahúsið og
200.000 kr. til hátíðarhald-
ið í samband við vígsluna
av Norðurlandahúsinum.
Halvdan Skard, stjóri á
mentunnarskrivstovuni í
Norðurlandaráðnum segði
á tíðindafundinum, at av-
gerð eisini er tikin um at
geva plátufelagnum
»Tutl« kr. 10.000,— i
stuðli fyri symfoniina
Ravnating, sum Kristian
Blak og Philippe Carreé
hava gjørt. Framførslan
av hesum verkinum
verður á fyrsta sinni at
hoyra í Útvarpshellini
mánadagin 5. juli, men
eisini skal hon framferast,
tá Norðurlandahúsið verð-
ur tikið í brúk.
Norðurlendski Men-
tunnargrunnurin hevur í
ár 9 mió. kr. at arbeiða við.
Tað varð upplýst, at
grunnurin veitir stuðul í
peningaupphædd frá kr.
300,— til fleiri mió. kr. —
alt eftir tervi.
Umleið 600 umsóknir
verða árliga viðgjerdar í
grunninum.
Norðurlanda Mentunn-
argrunnurin hevur
tríggjar deildir, sum hver
arbeiðir á sínum eki, veitir
stuðul til gransking,
undirvising og 'men-
tunnarlig tiltøk.
Hóast grunnurin fegin
vildi stuðlað feroyingum
við mentunnarligum til-
tekum, so leggur Norður-
lendski Mentunnargrunn-
urin dent á, at feroyingar
sjálvir koma id útspæl-
inum, so Norðurlandahús-
ið í Feroyum kann gerast
til eitt fólksins hús, sum
so nógv fólk sum gjerligt
kunnu nýta gott av, segði
Halvdan Skard, stjóri
Uppá fyrispurning, um
bert ein leiðari skal skipa
fyri tiltøkunum í Norður-
landahúsinum, segði
Halvdan Skard, at um-
framt leiðaran so skuldi
setast ein vaktmeistari,
hjálparfólk umframt
annað starvsfólk, — eini
4—5 persónar tilsamans í
byrjanini. Roknað verður
eisini við, at Norðurlanda-
húsið árliga skal nýta í
stuðli og rakstri umleið 2
mió. kr. árliga.
Dag.