Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-07-08, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. juli 1982síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 63 — 8. juli 1982 tidindabladid Torshavnar byråd fingið nytt tilboð: Grønlandsposten: Skiparin å Leiki segði ikki satt í rættinum So einfalt er prinsippið! Kvørn at mala rusk nógv biligari enn brenniovnur Førshavnar byråd fer kanska at ganga eina aðra leið at loysa ruskspurn- ingin enn ta vanligu og mest umreddu leiðina við brenniovnum! Nýggjur teknikkur og eitt nýtt tilboð úr Svøriki hevur fingið ógvuliga positiva mótteku í renova- tionsnevndini hjá høvuds- stadarkommununi. Mátin at mala rusk i eini kvørn er ikki nýggjur. Men hann er nógv betr- aður. Til domis er vunnið á trupulleikunum at fáa plastikk og jarn úr rusk- inum undir viðgerðini. Harafturat eru prísirnir fyrimyndarligir, upplýsir Finnur Johansen, virk- andi býráðsformaður. Maskinaríið til ein bý sum Havnina kostar einar tríggjar milliónir kr. Við uppseting og eðrum fer kostnaðurin at liggja um fimm milliónir. Sum er bíligt, tá ein brennistød til Havnina kanska fer at kosta einar 20—25 milliónir, sigur Finnur Johansen, sum situr saman við Arnsteini Niclasen, Dánjali Larsen, Jákup Suna Jacobsen og Peturi í Gong í tí serligu »renovationsnevndini«. G6dar royndir Ryarverkfrødingurin fekk tilfar um hesa nyggju ut- gerðina fyri stuttum. Re- novatiónsnevndin fekk til- farið á seinasta fundi sínum, so hon hevur ikki vidgjørt henda megu- leikan og hetta tilboðið enn. Men Finnur Johansen sigur, at eftir tí fundinum at døma eru fleiri limir sinnaðir fyri at kanna henda nýggja møguleikan gjøllari. Liknandi utbunadur finst longu i Svøriki og å Bornholm. Royndirnar sigast at vera góðar. Annars hava menn frå teknisku deildini hjá Tors- havnar kommunu áður Utbúnaður við tveimum kvarnum paver » H | > » | i i meg. | magre megna. í £ TR í | 4 1-4 m— | metaller | k Á í LC 21 i > { y Kk Á a í & — | | . , -— ] 8 —— m tA Á 1 4 “| — i ET Få | A | | SA + — 4 y ep ore - + Á —— y Í) vompost Tekningin visir gongdina, hvussu vidgerdin fer fram og hvussu ruskið kann endurvinnast. Vinstrumegin sæst, at t.d. pappir og spønplåtur verdur tikid burturur. Høgrumegin siggja vit, at jarn verdur tikid ur vid magnetisering. I midjuni sæst, at »slam« verdur sett til, áðrenn ruskið verður gjort til kompost kanna henda meguleikan at mala rusk i kvørn. Men tá var teknikkurin ikki so framkomin og ta bar ikki til at skilja jarn og plastikk úr ruskinum so væl sum í dag Líka nógv sum brenniovnur Ein kvørn kann ikki loysa ruskspurningin til fulnar. Hon klárar ikki tað størra ruskið bilar og tilikt Men ein kvern klárar at fáa alt tað av vegnum sum ein brenniovnur klárar. Harafturat er tað, sum kemur úr hinum endanum á kvernini, sokallað kom- post. Og kompost er eftir at tað hevur ligið í eina tid — verulig mold. Sum kann brúkast sum mold og til at tyrva við. Hetta bendir á — og tað vilja brosjurirnar eisini vera við — at mátin at mala ruskið í kvern er ógvuliga umhvørvisvinar- ligur Hvar kann ein slík kvørn liggja? Finnur „Johansen: Endalig steða er ikki tikin til nakað ávíst stad, men vit arbeiða vid møgu- leikanum at leggja rusk- stødina á plássi millum Hovvik og Hvítanes. Vit hava i løtuni einki annað stað og har liggur hon minst arent. Har sæst hon bara tra sjónum. Hesin útbúnaðurin fæst bæði við einari og við tveimum kvarnum. Finnur Johansen vísir á. at ein byur vid 26.000 ibugvum hevur tvær kvarnir. Ti heldur hann, at ein kvern er nóg mikið til Havnina við 13.000 íbúgv- um jo-mo Sum ákærdur havi eg rætt at lúgva í rættinum, segði skiparin við , ein av yvirmonnunum å vaktarskip- inum Agpa, tá tað kannaði Leik Leik urt Nuuk Skiparin á ti foroyska rækjutrolaranum, Lei- kur, sum fyri stuttum fekk 100.000 kr. í bót, tí hann hevði givið Ríkisumboðnum i Grønlandi skeiv veidu- tøl, brukti i landsrætt- inum møguleikan sum åkærdur ikki at siga sannleikan, skrivar Grenlandsposturin í seinastu viku. Undir rættarvið- gerðini upplýsti skip- arin, at Leivur í mesta lagi tók 120 tons. Seinri fór hann undan Grønlandi við 140 tons- um. Hetta ásannaðu myndugleikarnir nakr- ar fáar dagar eftir at Leikur var farin úr aftur Nuuk. Skiparin á Leiki boðaði tá Ríkis- umboðnum frá, at skipið hevði 126 tons inni — ella seks tons meira enn skipið tekur sambært tí, sum skip- arin segði í rættinum Eftirlitsskipið Agpa varð biðið um at kanna skipið. Í tíðini, sum tá var liðini, hevði Leikur boðað frá, at hann hevði fiskað upp aftur fleiri rækjur, 138 tons. Hetta talið var eisini skrivað í logbókina. Tá ein av yvirmonn- unum á Agpa umborð á Leiki spurdi skiparan, hvussu hann kundi hava 138 tons inn, tá hann hevði upplýst, at skipið bert tók 120 tons svaraði hann: — Sum ákærdur havi eg rætt at lúgva í rætt- inum. Grenlandsposturin skrivar, at fiskari ovastin við Grenlands Kommando í Grenne- dal, John váttar tíðindini og upplýsir, at politiid heldur seg ikki kunna gera meira við málið — Eghaldi tað vera harmiligt, at eitt umrådi innan rikisfel- agsskapin hevur eina slíka framferð móti einum eðrum umráði, sigur John Grusgaard við Grenlandsposten. I veruleikanum vera teir grenlendsku fiskimenninir snyttir. Kvoturnar eru settar i mun til tað. sum fiski- vinnufrødiligt er for- svarligt at fiska. Tå førovingar fiska meira, sum teir hava gjørt i seinastuni, minka møguleikarnir Um støddina å bot- unum sigur fiskivinnu- ovastin, at hann heldur ikki, at tær hava nak- ra fyribyrgjandi ávirk- an. Grusgaard, Eg haldi at ein og hver letur 50.000 kr. í bót, sum tað hendi fyri stuttum, og fer síðan avstað við 44 tonsum, sum eru verd 800.000 kr. Tað er ein góð »forrætning«, sigur John Grusgaard vid Grønlandsposten. Í næstsíðstu viku fingu Vesturland og Vesturvarði eina skrivliga avvarðing og eina átalu fyri ikki at hava givið rett boð, tá teir fóru úr grenlendsk- um sjógvi.