fríggjadagur 30. august 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 165 - 30. august 2002
Nr. 165 - 30. august 2002
3
Svárt kennist tað, tá ið deyðin ger skilna okkara
millum. Saknurin nívir, nú omma ikki er millum
okkara longur.
Leygardagin 17.august 2002 andaðist Herborg
Petersen - 91 ára gomul á Lágargarði. Omma var
ættað úr Skopun - í Búri, og foreldur hennara vóru
Magdalena og Jens Marius Poulsen. Hon vaks upp í
Skopun saman við systrunum, Tove, Kinne, Fíu,
Brynhild, Sigrid og bróðrinum Kristoffuri. Einans
Kristoffur og Sigrid eru eftir á lívi í dag.
20 ára gomul giftist hon við Sigmund Petersen,
listamálara, og settu tey búgv í Havn í 1939. Saman
fingu tey 4 børn - Noomi, Vígdis, Bibi og Carlo.
Omma var eitt satt lívsstykki. Hon var ógvuliga
fyrikomandi og blíð, tá vit ommubørnini komu inn á
gólvið í Sílagøtu. Hon var glað fyri at fáa vitjan, og
tað sum vekir serlig minni var hennara gestablídni
og so tey heimabakaðu skopunarvinabreyðini, ið
hon plagdi geva okkum. Hon var eisini góð við djór
- hon átti bæði kettu og hund. Ja, hjá ommu var altíð
gott at vera - eitt heim sum tað eigur at vera hjá eini
ommu - við hjartarúmi og blíðskapi. Eitt heim, við
málningum hjá abba okkara, Sigmund Petersen,
sum sýndi náttúruna á ein so vakran hátt, sum fáur
listamaður kann lýsa. Hennara skemtingarsomu - og
til stundir heldur rámandi viðmerkingar til tað, sum
vit onnur umrøddu, var tað, sum í mínum eygum
eyðkendi ommu. Hon dugdi ótrúgliga væl at siga frá
hendingum í hennara lívi, var hittinorðað og hevði
ofta sína meining um dagligu viðurskiftini hjá okk-
um ommubørnum. Eisini var hon kreativ og dugdi
væl at spæla klaver. Omma var fastur kirkjugangari,
og seinastu árini fylgdi hon við í gudstænastu í
útvarpi og sjónvarpi, tí áhugin til kirkjuna var ein
nátturligur partur av hennara trúgvandi lívi.
Seinastu 5 árini hevur omma búð á Lágargarði, og
hevur hetta verið karmur um hennara lív. Har treivst
hon sera væl og segði okkum, at starvsfólkið gav
henni 'góðanátt koss' hvørt kvøld áðrenn hon legði
seg, so tað føldist sum at vera heima. Her minnist eg
stundum tær sangløtur, ið vóru fyri íbúðarfólkunum
á Lágargarði, og vóru hetta hugnaligar løtur vit
høvdu saman við ommu. Síðan omma var farin um
tey 90 árini, var minni hennara av álvara farið at
bila, og gav hetta sjálvandi munandi broytingar í
hennara verimáta. Til tíðir gramdi hon seg um at
heimið var blivið ov stórt at halda reint.
Tað má sigast, at omma hevur verið ein av teimum
hepnu at hava búð tey seinastu árini á Lágargarði.
Stóra tøkk havi tit fyri tað, og eisini ein stór tøkk fyri
stuðulin í sambandi við jarðarferðina hjá ommu.
Eisini ein hjartans tøkk til Sonju Klein, prest fyri tey
vøkru orð undir jarðarferðini. Takk fyri øll somul.
Við hesum fari eg at lýsa frið yvir minnið um
ommu mína, Herborg Petersen.
Boði
Góða omma
Síðani tú fylti 90 ár í fjør, havi eg mangan hugsað um,
at næstu ferð tú fyllir, fari eg at bera tær eina heilsu, tí
eg havi so nógv at takka tær fyri.
Tú hevur altíð havt og hevur framvegis eitt opið
heim, sum vit altíð hava verið vælkomin í. Gestablídni
trýtur ikki. Sjálvt nú tú verður 91 ár, tekur tú við einum
smíli ímóti langommubørnunum, sum renna út og inn
hjá tær dagliga. Tað er aldri ov lívligt ella ov nógvur
gangur rundan um teg. Tú hevur tó sjálv skemtiliga
sagt, at tú hevur tann fyrimunin, at tú kanst skrúva
hoyritólið fyri, um larmurin gerst alt ov nógvur.
Tú hevur altíð verið sera tolin við ommu- og lang-
ommubørnini. Vit sluppu at “hjálpa” tær í handlinum,
hóast hetta kanska eisini mangan gjørdist spæl.
Kærleiki tín til familjuna er stórur. Tú minnist hvønn
føðingardag hjá ommu- og langommubørnunum, og
munur verður ikki gjørdur á føðingardagsgávunum til
børnini.
Vit minnast við gleði aftur á 90 ára føðingardagin í
fjør, tá tú bjóðaði allari familjuni, tilsamans 73 fólk, til
Selatraðar eitt vikuskifti. Hetta gjørdust ógloymandi
dagar, sum vit við takksemi minnast aftur á. Tað eru
ongar smáligheitir, tá tú hugsar um onnur.
Hvør er tað gott, at tú í ungdómsárunum gavst títt lív
til Jesus Kristus. Tað hevur longu fingið ævigan týdn-
ing fyri eftirkomararnar, at tú og abbi valdu hesa leið,
tí harvið eru vit eisini komin at kenna frelsuvegin. Tað
er so gott hjá okkum, sum standa tær nær at vita, at tú
hvílir trygt í Jesu ørmum og kanst gleða teg at koma til
tað himmalska heimið.
At enda vil eg ynskja tær hjartaliga tillukku við 91
ára føðingardegnum og Harrans signing í komandi tíð-
um.
Heilsan
ommudóttirin Durita
Minningarorð um
Herborg Petersen
21.08.1910 - 17.08.2002
Til Doru Nielsen á føðingardegi hennara
DEYÐADÓMUR
Tíðindi frá Amnesty
Amnesty International heit-
ir á øll um at mótmæla av-
gerðini hjá Sharia-dómstól-
inum í Nigeria í málinum
um 30 ára gomlu Amina
Lawal. Hon er dømd til at
verða steinað til deyðis, tí
hon hevur fingið eitt barn
uttan fyri hjúnarlag.
Amnesty stúrir fyri lagn-
uni hjá Amina Lawal og
fordømir
nýtsluna
av
kropsligari revsing, píning,
amputatión og deyðarevs-
ing. Samstundis minnir
Amnesty International á, at
stjórnin í Nigeria hevur
viðtikið og tikið undir við
fylgjandi altjóða manna-
rættindasáttmálum:
ST-sáttmálanum móti pín-
ing, ST- seminginum um
borgaralig og stjórnmálalig
rættindi og ST- sáttmálanum
um útihýsing av øllum mis-
muni móti kvinnum.
Harvið er dómurin í stríð
við innanlendis og altjóða
lóggávu.
Amnesty
savnar
inn
undirskriftir í fleiri londum
– listin kann takast niður á
h e i m a s í ð u n i
http://www.amnesty.fo ella
fáast við at skriva til
chair@amnesty.fo. Til ber
eisini at lesa nógv meira
um málið á heimasíðuni.
Jústines Leivsson Eidesgaard
Í dag er seinasti starvsdagur
hjá Marnu Debes Winth-er-
eig,
klinikkassistenti
á
barnatannarøktini hjá Tórs-
havnar Kommunu. Hon
leggur frá sær eftir drúgvar
starvsdag, heili 43 ár, og
ongin annar hevur starvast
so leingi á Barnatanna-
røktini. Hon hevur slitið
fleiri tannlæknar upp, skriv-
að í positivari meining.
Vit skrúva tíðina 43 ár
aftur, aftur til 1959, tá ein
ung gjáarkvinna fór at
ganga barnatannlæknanum
í Havn til handar. Uppkol-
aðir tanngarðar vóru daglig
sjón og tað stóðilla til við
tonnunum hjá børnunum.
Marna hevur sæð alla
menningina fram til í dag,
nú hol er rár sjón í einum
barnamunni Og tað er ikki
so galið at leggja frá sær, tá
gongdin hevur verið til tað
betra og tannaheilsan hjá
børnum er so góð, sum hon
er í dag. Og hetta hóast
Cola úr Ameriku og bíligir
sukurúrdráttir úr ES, ser-
liga herviligir, tá teir eru
kókaðir upp til karamel,
floyma inn yvir landið og
gera barnatannarøktina enn
meira neyðuga.
Dagurin verður hátíðar-
hildin. Starvsfólkið ætlar at
gera burtur úr og siga
starvsfelaganum farvæl á
virðiligan hátt, og hóast illa
er statt millum býráðspol-
itikkararnar akkurát, nógvir
eru og ferðast uttanlands,
so verður roknað við, at
onkur trínur inn á gólvið
seinasta starvsdagin hjá
Marnu.
Hjálpið Amina Lawal
Marna leggur súgvirørið frá sær
Marna til arbeiðis, aftast til
høgru
C
M
Y
K
3
2
BREKAÐ
Jústinus Leivsson Eidesgaard
Leygardagin verður ein
loppumarknaður hildin í
Sjónleikarhúsinum í Havn.
Peningurin sum kemur inn
fer óskerdur til ein buss til
búfólkini á teimum trimum
bústovnunum á Eirargarði í
Havn.
Eitt paradoks, ein tvør-
søgn. Á Eirargarði búgva
fimtan búfólk millum 26 og
72 ár og har eru átta
koyristólar. Átta av bú-
fólkunum eru so illa fyri, at
tey fáa ikki gingið sjálvi,
men eru bundin at einum
koyristóli. Men tey hava
ongan buss, sum kann
koyra tey, tá tey skulu til
okkurt. Tey eru bundin at
stovnunum.
Starvsfólkini hava greitt
fingið at vita frá myndug-
leikunum, at tey fáa ongan
buss. Skulu tey hava ein
slíkan, so mugu tey skaffa
peningin sjálvi. Tað hava
tey roynt, men striltið
gongur.
Kommunurnar
hava latið eina krónu pr.
íbúgva og onkur peningar-
stovnur
hevur
eisini
stuðlað, men aðrir peninga-
stovnar hava ikki játtað
stuðul, tí teir meta hetta er
ein almenn uppgáva.
Tað eydnaðist okkum
ikki at fáa eina viðmerking
frá Bill Justinussen, lands-
stýrismanni, sum hevur
hetta øki undir sær. Hann
var ikki at hitta, men for-
maðurin í Miðflokkinum,
sum skal evna familju og
trivnaðarpolitikkin
hjá
Miðflokkinum, Jenis av
Rana, er skelkaður.
- Eg fari beinanvegin at
seta meg í samband við
Bill. Her má vera talan um
onkra skeiva raðfesting.
Hetta eru jú smápengar
talan er um. Ein bussur
kann ikki kosta meira enn
nakrar
hundrað
túsund
krónur og búfólkini á
Eirargarði hava rætt til at
bevega seg eins væl og
onnur í samfelagnum, sigur
Jenis av Rana.
Pínligur loppu-marknaður
Sólgerð Gaard er
mamma at eini
spastiskari gentu,
sum býr á Eirar-
garði. Hon heldur,
at tað er niðurger-
andi og mannmink-
andi, at Eiragarður
er noyddur at krúpa
til eina og hvørja
kommunu í landin-
um og biðja um
pening, so sjúkling-
arnir kunnu flytast
runt í býnum
BREKAÐ
Ingrid Bjarnastein
Dóttir Sólgerð Gaard í
Oyndafirði er spastikari
og býr á Eirargarði.
Sólgerð Gaard heldur
tað verða ógvuliga niður-
gerandi og mannmink-
andi við loppumarknað-
inum. Hon heldur ikki, at
tað kann vera rætt, at ein
slíkur stovnur verður
noyddur at fara niður á
knøini fyri at búfólkini
skulu sleppa at flyta seg
runt um í býnum.
– Tey, sum búgva á Eir-
argarði, eru við skerdan
lut, og eg vil fegin vita,
hvar øll vallyftini eru
blivin av, sigur Sólgerð
Gaard, sum er mamma at
Sjúrðu, sum er 26 ára
gomul, og hevur ongantíð
dugað at gingið.
– Hesi fólkini eru fang-
ar í teirra egna kroppi, og
tey eru 15 fólk, sum
mugu biðja um tíð fyri at
sleppa út. Øll í Føroyum
hava hvør sín bil í dag, og
at tey noyðast at bidda
um pening fyri at fáa ein
buss er skomm.
Og um Sjúrða skal
heim eitt vikuskifti, so
kostar hetta yvir 1000
krónur. Hetta kemst av, at
ein serligur taxa-bilur,
sum hevur pláss fyri
koyristóli
noyðist
at
koyra Sjúrðu allan vegin
inn í Eysturoynna.
Sólgerð Gaard heldur,
at myndugleikarnir áttu at
hildið seg til síni lyftir, tí
tað kann ikki verða rætt,
at ein bólkur í samfelagn-
um verður útsettur fyri so
mannminkandi
viður-
skiftum.
Niðurgerandi
Hesi trý arbeiða á Virkni og
búgva á Eirargarði.
Mynd: Jens Kr. Vang