fríggjadagur 30. august 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 165 - 30. august 2002
Nr. 165 - 30. august 2002
5
– Sáttmáli er gjørdur
um tað mesta av
teknisku útgerðini og
nú verður samráðst
við ymsar rásir, sum
ætlanin er at senda
SJÓNVARP
Áki Bertholdsen
Ætlanin hjá Føroya Tele at
senda sjónvarp, gongur
eftir ætlan.
Tróndur Djurhuus, stjóri
í felagnum hjá Føroya Tele,
sum arbeiðir við ætlanini,
sigur, at sáttmálar eru
gjørdir við at kalla øll tey,
sum skulu levera tað tekn-
isku útgerðina.
– Vónandi er tann tekn-
iska útgerðin sett upp og
fingin at virka tíðliga í
oktober og vónandi eru vit
til reiðar at fara undir send-
ingarnar stutt eftir.
Tróndur Djurhuus sigur,
at í fyrstu atløgu verða tað
tey, sum nú síggja Rás
Tórshavn, sum fara at
síggja nýggju rásirnar hjá
Føroya Tele.
Men harumframt er ætl-
anin at senda av Støðlafjalli
og av Brúnaskarði, helst
beinanvegin.
– Hetta ber so í sær, at
tær stóru kommunurnar í
Eysturoynni og Klaksvíkin
eisini koma upp í netið
beinanvegin.
Hvussu sendinetið síðani
verður bygt út, veldst um,
hvussu undirtøkan verður
og um umstøðurnar annars,
men Tróndur Djurhuus
leggur dent á, at ætlanin er
at byggja út so hvørt, so at
tey allarflestu í landinum
fáa møguleikan at síggja
sjónvrpið hjá Føroya Tele,
men hvussu verður við hes-
um, fær hann onki sagt um
enn.
– So skjótt sendinetið er
fingið at virka, fara vit at
gera eina útbyggingarætl-
an. Men hetta er nýggj
tøkni og vit vita hvussu
nógvir sendarar skulu set-
ast upp fyri at røkka størri
part av landinum, sigur
hann.
Einar 20 rásir
Tróndur Djurhuus sigur, at
teir vita eisini sum heild,
hvørjar rásirnar verða, sum
skulu senda.
Samráðst verður við tær
ymsu rásirnar, men avtalan
er við rásirnar um ikki at
almannakunngera nøvnini
á teimum, fyrenn sáttmálin
er undirskrivaður.
Hann sigur, at fyribils av-
talur eru við 23 ella 24 rás-
ir, men tað er ikki vist, at
allar vera við, men at einar
tríggjar, fýra verða sáldaðar
frá, tí tað er ikki vist, at
tøkniligar avmarkingar fara
at forða fyri, at allar verða
sendar.
Tó sigur hann, at talan er
um rásir, sum føroyingar
kenna væl frammanundan
og at ongar av teimum heilt
fremmandu rásunum eru
við, so fólk verða neyvan
bilsin av valinum.
Talan er bæði um rásir
sum senda tíðindi, ítrótt,
sendingar úr veruliga lívin-
um, undirhald, vísindaligt
tilfar og náttúrusendingar,
barnasendingar, eina anda-
liga rás, so úrvalið er rætti-
liga fjølbroytt.
Ein rás verður eisini, sum
sendir filmar burturav. Í tí
sambandinum eru tvær rás-
ir kendar í Føroyum, TV
1000 og Canal plus og
Tróndur Djurhuss sigur, at
Føroya Tele er komið nakað
langt í samráðingum við
aðra av teimum báðum.
Prísirnar kann hann ikki
siga nakað um enn, men
hann sigur, at ætlanin er at
vera rímiliga kappingarfør-
ir við teir veitarar sum eru.
– Tað er avgjørt ætlanin
at leggja so til rættis, at
Føroya Tele verður sjón-
varpsstøðin hjá føroying-
um, sigur hann.
Hasar báðar rásirnar, tú
nevndi, sum senda filmar
døgnið runt, senda eisini
pornofilmar?
– Vit standa ikki til svars
fyri innihaldinum í tí, sum
verður sent. Men vit hava
altíð
ábyrgd
mótvegis
landsins lógum og tað skal
ongin ivi verða um, at vit
altíð fara at fylgja landsins
lógum. Annars hava tey
ikki viðgjørt innihaldið í
teimum ymsu rásunmu so
gjølliga, men sakførarar
felagsins kanna eftir, hvat
landsins lógir siga á økin-
um.
Annars leggur Tróndur
Djurhuus dent á, at sjón-
varpið hjá Føroya Tele skal
helst verða ein fyritøka,
sum øll hin føroyska fam-
iljan kann fáa gleði av.
– Hann vil hava
fakfeløgini at halda
aftur í lønarkrøv-
unum afturfyri at fáa
skattalætta
LØNARKRØV OG
SKATTALÆTTI
Áki Bertholdsen
– Tað, sum hevur týdning,
er, hvussu nógv fólk hava
eftir í lønarposanum, tá í
skatturin er goldin. Og tað
er ikki bara ein máti at
hækka lønina uppá.
Karsten Hansen, lands-
stýrismaður í fíggjarmál-
um, ætlar sær aftur í holt
við fakfeløgini.
Men hesuferð verður tað
ikki sum mótstøðumaður
tvørtur um eitt samráðing-
arborð.
Hesuferð
ætlar
hann sær at leggja á annan
bógv og at fáa í lag sam-
starv við fakfeløgini, sum
allir partar kunnu fáa gagn
av.
Fíggjarmálaráðharrin
ætlar nevnliga at fáa í lag
eina avtalu við fakfeløgini
um, lønar- og skattapolit-
ikkin í framtíðini.
Hann sigur, at endamálið
er at gera livikorini hjá løn-
takarunum betri.
– Tað vanliga er, at fak-
feløg leggja krøv fram um
eina ávísa lønarhækking og
so verður samráðst um ein
nýggjan sáttmála.
Men fíggjarmálaráðharr-
in sigur, at tað ber til at
hækka lønina upp á fleiri
mátar.
– Tað, sum hevur týdning
hjá fólki, tað er, ikki,
hvussu nógv, tey fáa í løn,
men, hvussu nógv tey hava
eftir, tá ið skatturin er
goldin.
– Og tað, vit hava sæð
mong dømi um upp ígjøgn-
um tíðirnar, og eisini sein-
astu árini, er, at lønirnar eru
hækkaðar, men tað gongur
bert stutt tíð, so er øll lønar-
hækkingin, og kanska meiri
enn tað, etin upp av prís-
hækkingun. Sostatt er løn-
takarin ikki betri fyri, hóast
hann hevur fingið lønar-
hækking og tað førir so
aftur til fleiri lønarkrøv og
soleiðis er tað skrúvan við
ongum enda.
Gongdin vendast
Og tað er hesari gongdini,
lanndsstýrismaðurin ætlar
sær at venda.
Tað, sum hann ætlar sær,
er at fáa eina avtalu í lag
við fakfeløgini um at tey
skulu fáa skattalættar, men
at tey so afturfyri halda
aftur í lønarkrøvunum.
Karsten Hansen leggur tó
dent á, at tað liggur fjart frá
honum at brúka hetta til at
gera Føroyar til eitt lág-
skattasamfelag, tí hann
heldur tvørturímóti, at løn-
takarin í Føroyum ikki
verður afturútsigldur aftur-
ímóti grannalondum okk-
ara.
– Tað taki eg á ongan hátt
undir við, og hetta hevur
onki við tað at gera. Men
vit mugu velja í hesum
spurninginum:
Antin
fremja vit fleiri skattalætt-
ar, ella halda vit á at trýsta
lønirnar í veðrið.
– Tað ber illa til bæði at
lækka skattin munandi,
samstundis sum lønirnar
verða trýstar í topp, sigur
Karsten Hansen.
– Tað einasta, vit fáa
burtur úr einum áhaldandi
lønartrýsti, er ein fløðandi
inflatión við príshækking-
um og tað ber ikki til at
brenna ljósið í báðum
endum.
Eitt annað amboð, sum
kann brúkast at økja um tað
tøku lønina, ella keypiork-
una hjá fólki, er at lækka
skattin. økja um tað tøku
lønina, ella keypiorkuna
hjá fólki, er at lækka skatt-
in.
– Hetta er tann betri mát-
in, bæði fyri kappingarførið
hjá vinnuni og fyri roynd-
ina at tálma teimum al-
mennu útreiðslunum.
Karsten Hansen sigur, at
býðst eitt høvi, fer hann at
tosa við fakfeløgini um
málið.
– Men fyri at gera sam-
ráðingarnar smidligari og
fyri at gera tað lættari at
føra ein yvirskipaðan lønar-
og skattapolitikk, hava vit
samráðst soleiðis, at 1.
oktober komandi ár ganga
allir sáttmálar ímillum tað
almenna og tey ymsu fak-
feløgini út.
Og í hvussu so er til tað
tí, fer landsstýrismaðurin at
leggja málið fyri fakfeløg-
ini, men vit fara skjótast
gjørligt at tosa við fakfel-
øgini um hetta.
– Tað hevur fleiri ferðir
verið tosað um hetta sama,
men
fakfeløgini
hava
hvørja ferð ført fram, at
lønarsamráðingar
og
skattapolitikkur eru tvey
ymisk mál, sum ikki skulu
balndast saman?
– Ja, tað eri eg ikki
ósamdur um, sum so og
sjálvsagt skulu vit ikki
samráðast við fakfeløgini
um skattapolitikk. Men eg
ætli mær kortini at royna og
skal hetta eydnast, er tað
sjálvsagt av størsta týdn-
ingi, at fakfeløgini taka
undir við tí og eg haldi, at
tað hevur stóran týdning at
samskifta við fakfeløgini
um hesi viðurskiftini.
– Og fara vit undir eitt
slíkt samstarv, er tað eisini
neyðugt, at hetta verður
gjørt í størsta álvara og at
fakfeløgini hava álit á, at
landsstýrið eisini heldur sín
part av avtaluni.
– Og eg ivist heldur ikki
í, at nakað fruktagott kann
spyrjast burturúr einum
slíkum samskifti, serliga nú
lønirnar eru hækkaðar nokk
so fitt seinastu árini, tí tað
hevði verið øllum samfel-
agnum at frama og sostatt
eisini løntakarunum sjálv-
um.
Føroya Tele miðjar eftir
at senda sjónvarp í oktober
Karsten Hansen ætlar at
gera avtalu við fakfeløgini
Føroya Tele hevur gjørt fyribils avtalur við 23-24 sjónvarpsrásir og nú verður samráðst um
ítøkiligar sáttmálar. Ein av teimum er antin Canal Plus ella TV 1000
–Tað ber ikki til at brenna ljósið í báðum endum, sigur
Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Hans Andrias Sølvará
og Knud Simonsen
vórðu heiðraðir fyri
teirra lut í føroyskari
gransking av Føroya
Sparikassa. Báðir siga
teir virðislønina
stimbra áhugan at
halda fram við
granskingini
GRANSKING
Heri á Rógvi
Í sambandi við, at tað 24.
august vóru 170 ár liðin
síðani Føroya Sparikassi
byrjaði sítt virksemi, so
valdi Sparikassin hósdagin
at geva tveimum føroysk-
um granskarum Gransking-
argáva Sparikassans. Gáv-
an var í hesi sambandi latin
Hans Andriasi Sølvará og
Knud Simonsen.
Vísindagrunnurin varð
settur á stovn í 1986 av
nevndini í Føroya Spari-
kassa, sum helt tað hava al-
stóran týdning, at vitanar-
støðið í Føroyum alsamt
megnar at fylgja støðinum,
sum er í londunum kring
okkum. Á henda hátt fekk
Sparikassin ein virknan
leiklut í at fremja hetta í
verki. Endamál grunsins er
at veita fíggjarstuðul til vís-
indaliga gransking av før-
oyskum evnum, til fyrireik-
ing av útgávu av vísinda-
verkum um somu evni og í
aðrar mátar at stuðla før-
oyskt vísindastarv. Fram til
dagin í dag hevur grunnur-
in játtað út móti 2 mió. kr. í
stuðli til smærri og størri
vísindaligar verkætlanir.
–Føroysk gransking hev-
ur ment seg nógv gjøgnum
árini, og í dag er ikki óvan-
ligt at frætta, at føroyingar
fáa doktaraheiti bæði á
Fróðskaparsetri Føroya og
á lærdum háskúlum uttan-
lands. Føroysk gransking
fevnir víða, og tí er grunn-
urin fegin um at kunna lata
Granskingargávu
Spari-
kassans til tveir granskarar,
ið virka á heilt hvør sínum
granskingarøki. Báðir hava
teir megnað at framleggja
sína gransking á ein slíkan
hátt, at hon er vorðin við-
komandi fyri at kalla allar
føroyingar: Knud innan
náttúruvísindina við sínum
teldumodelli fyri sjóvar-
falsrák í Føroyum og Hans
Andrias við at vera við til at
skriva søgu Løgtingsins frá
uppruna tess fram til í dag.
Vísindagrunnurin vónar,
at Granskingargáva Spari-
kassans kann vera ein stuð-
ul til Knud Simonsen at
halda fram við at gera
gransking, sum annars er
sera torskild fyri leikmann,
beinleiðis nýtiliga í tí før-
oyska gerandisdegnum, og
vera ein stuðul til Hans
Andrias Sølvará at fáa høvi
til at fara undir grundleggj-
andi gransking av føroysk-
ari politiskari søgu við
støði í nútímans í metodu
og vísindaástøði, segði
Bjarni Olsen, stjóri fyri
Føroya Sparikassa í røðu
sínari, tá gávurnar vórður
handaðar hósmorgunin.
Granskingargávurnar eru
50.000 kr. hvør. Pengarnir
eru ikki oyramerktir. Báðir
søgdu teir seg vera fegnar
fyri at hava fingið gávuna
frá Sparikassanum.
Hans Andriasi Sølvará
helt fyri, at talan var um
eina moralska áheitan at
halda fram við gransking-
ini. Hendan gávan kom
fullkomiliga óvart á Hans
Andrias. Hann nevndi øki í
politisku søgu Føroya sum
økið, hann hevur stóran
áhuga fyri at granska í. Eitt
nú tíðarskeiðið undir fyrra
heimsbardagar og búskap-
arkreppurnar báðar í hálv-
trýssunum og hálvfemsun-
um. Hans Andrias starvast
sum lærari á Studenta-
skúlanum á Kambsdali.
–Arbeiðið hjá mær setir
stór kvør, men eg vil fram-
vegis arbeiða víðari við
granskingini, sigur Hans
Andrias Sølvará, sum eisini
nýtti høvið at takka konuni
fyri holla stuðulin.
Knud Simonsen var eis-
ini ógvuliga fegin um at
hava fingið hesa virðisløn-
ina. Hann vísti á, at tað
hevur stóran týdning at
geva av sínari vitan. Sjálvur
hevði hann notið gott av
vitanini hjá øðrum havfrøð-
ingum í havfrøðingum, og
hann vildi fegin geva sína
vitan víðari. Hann vísti eis-
ini á, at tað hevur stóran
týdning, at granskingarfólk
sleppa út um landoddarnar
eftir vitan.
Grundgevingarnar
hjá
Føroya Sparikassa og fleiri
upplýsingar
um
Hans
Andrias og Knud eru prent-
aði aðrastaðni á síðuni.
Knud Simonsen, ið er
føddur 5. mai 1964, tók
BS-prógv í alis-/jarðalis-
frøði á Náttúruvísinda-
deildini á Fróðskaparsetri-
num í 1989. Hann helt
fram at lesa havfrøði á
Geofysisk Institutt á Uni-
versitetinum í Bergen, har
hann í 1992 skrivaði høv-
uðsritgerð um flóð og
fjøru á føroyska land-
grunninum. Ein partur av
arbeiðinum snúði seg um
at lýsa sjóvarfallið við
støddfrøðiligum teldumo-
delli. Síðani starvaðist
hann sum granskari á
Nansen Sentrinum í Ber-
gen, og í 1996 vardi hann
Dr. scient. ritgerð við
heitinum Heat budgets
and freshwater forcing of
the Nordic Seas and the
Arctic Ocean.
Knud Simonsen arb-
eiddi á Nansen Sentrinum
til hann á heysti 1999 varð
settur í starv sum lektari í
havfrøði á Náttúruvísinda-
deildini á Fróðskaparsetri-
num. Í hesum starvi hevur
Knud Simonsen fram-
haldandi arbeitt við at
gera eitt sjóvarfalsmodell
fyri Føroyaleiðini, serliga
nær landi, m.a. við atliti til
at finna fram til nýggj ali-
øki. Arbeiðið hevur verið
gjørt í samstarvi við Fiski-
r a n n s ó k n a r s t ov u n a ,
Landsverkfrøðingin,
,
Fiskaaling, Vaktar- og
Bjargingartænastuna , Fa.
Telduráðgevin og Vinnu-
málaráðið.
Knud Simonsen er virk-
in granskari, og hann hev-
ur verið við til at skriva
eina røð av vísindaligum
greinum og frágreiðing-
um. Eitt nú hevur hann
saman við øðrum skrivað
tvær vísindagreinar í høgt
metta altjóða tíðarritinum
Nature.
Knud Simonsen leggur
eisini dent á at kunna leik-
fólk um síni granskingar-
úrslit, m.a. hevur hann
staðið fyri at menna eina
telduskipan, sum kann
geva metingar um, hvussu
hart sjóvarfalsrákið kann
verða á innara landgrunn-
inum. Í somu skipan fáast
upplýsingar um botn- og
alduviðurskifti. Ætlanin
er, at menna skipanina til
eisini at veita metingar av
sjóvarfallinum til ávísa
tíð, t.d. um ein ætlar sær á
flot og, saman við Fiski-
rannsóknarstovuni, Tórs-
havnar Bátafelag o.ø., at
fáa til vega upplýsingar
um fiskimið við í skipan-
ina. Telduskipanin er part-
víst atgongilig á interneti-
num (www.streymkort.fo)
Tikið samanum hevur
Knud Simonsen í sínum
virksemi sum granskari
sýnt dugnaskap, áræði og
samstarvsvilja.
Hann
megnar
at
gera
síni
granskingarúrslit gagnlig í
einum tvørfakligum høpi
og atkomilig hjá bæði ser-
frøðingum, vinnulívi og
leikfólki
–
í
einum
granskingarøki, sum hev-
ur stóran týdning fyri før-
oyska samfelagið.
Hans Andrias Sølvará, ið
er føddur 11. november
1962, tók BA-prógv í
søgu og siðsøgu á Søgu-
og samfelagsdeildini á
Fróðskaparsetrinum
í
1990. Hann helt fram við
lestrinum á Århus Uni-
versiteti og gjørdist cand.
phil. í søgu í 1992, og í
1994 varð hann cand.
mag. í søgu við hjágrein í
heimspeki.
Høvuðsrit-
gerðin innan søgulesturin
bar heitið Historien og
historisk
erkendelse
i
Michel Foucaults arkæo-
logiske og genealogiske
analyser. Síðani 1996 hev-
ur hann undirvíst á Stu-
dentaskúlanum og HF-
skeiðinum í Eysturoy. Eis-
ini hevur hann undirvíst í
metodu, vísindaástøði og
almennari søgu á Søgu-
og samfelagsdeildini á
Fróðskaparsetrinum.
Evnini til gransking
vóru eyðsýnd longu með-
an Hans Andrias læs søgu
á Søgu- og samfelags-
deildini. Hetta kom eisini
til sjóndar í høvuðsrit-
gerðini við Århus Uni-
versitet, sum ein meting-
arnevnd skýrdi sum »et
usædvanlig kompetent og
selvstændigt arbejde med
en for en historiestuder-
ende forbavsende højt teo-
retisk niveau. Sølvará
præsenterer sig som en
lovende og original forsk-
er, navnlig i teoretisk hen-
seende«.
Eftir cand. mag.-prógv-
ið fyrireikaði hann verk-
ætlanina Det nationale
problem
og
hjemme-
styrets krise på Færøerne
– Et problems historie.
Her ætlaði hann at royna
modernað nationalismu-
ástøði og modernað søgu-
og
samfelagsvísindalig
ástøði við at kanna polit-
iska mentan í Føroyum
við serligum atliti at tjóð-
skapargongdini og við at
analýsera argumentatións-
bygnaðin í føroyskum pol-
itiskum skjølum og í
pressuni
tey
seinastu
hundrað árini. Verkætlan-
in er bæði spennandi,
kompetent og realistisk,
men enn hava umstøður
ikki verið at fremja hana í
verki.
Sum lærari á Studenta-
skúlanum og HF-skeiði-
num í Eysturoynni og sum
leysalærari á Fróðskapar-
setrinum
hevur
Hans
Andrias gjørt nógv undir-
vísingartilfar. Í gransking-
arligum høpi man høvuðs-
avrik hansara kortini vera
Søga Løgtingsins frá land-
námi til 2002 við serligum
denti á tíðina eftir 1852 í
hátíðarritinum Løgtingið
150. Hvat teirri eldru
tíðini viðvíkur hevur Hans
Andrias nýtt bókmentir og
kanningar
hjá
øðrum
granskarum, men viðvíkj-
andi tí nýggjastu tíðini er
so lítið granskað. Her hev-
ur hann nýtt Løgtingstíð-
indi, ymisk álit og frá-
greiðingar fyri at kunna
lýsa søgugongdina. Ein
reyður tráður er hvørjar
heimildir og hvat vald løg-
tingið hevur havt gjøgnum
tíðirnar, sett í samband við
hvørjar aðrar stovnar løg-
tingið hevur samvirkað
við um politiskt vald í
Føroyum. Løgtingssøgan
hjá Hans Andriasi er eitt
víðfevnt verk uppá 400
bls. við nógvum upplýs-
ingum, skrivað á lættfati-
ligan hátt, við greiðari og
hentari dispositión og
góðum málburði.
Samanumtikið
hevur
Hans Andrias Sølvará tíð-
liga í lestri sínum prógv-
að, at hann hevði teir egin-
leikar, sum krevjast av
einum granskara og eigur
at fáa møguleikan at royna
seg sum granskari. Har-
umframt er hann ein frá-
líkur lærari.Við sínari vit-
an og ástøðiligu gávum, er
hann
ein
upplagdur
granskari, ið kann gera sítt
til at endurnýggja før-
oyska søgugransking.
Knud Simonsen
Hans Andrias Sølvará
Vísindaligt takksemi
Hans Andrias Sølvará, t.v., og Knud Simonsen fingu hósmorgunin Granskingargáva
Sparikassans. Við heiðurinum fylgja 50.000 kr
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
5
4