Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-30, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. august 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 165 - 30. august 2002 Nr. 165 - 30. august 2002 7 Til Belgia at hoyra 50.000 hestakreftir súsa framvið Í gjár fór eitt ferðalið, sum taldi eini 40-50 føroyingar, niður til Belgia. Hesir hálvt- hundrað føroying- arnir fóru avstað við eittans endamálið: At síggja Formel 1 í Spa í Brússel FORMEL 1 Ingrid Bjarnastein Teir munnu verða nógvir í tali. Føroyingarnir, sum eru áhugaðir í Formel 1. Teir, sum fara upp á miðjari nátt at hyggja eftir 22 bilum, sum súsa avstað í ring í eini tveir tímar. Og teimum sum dámar tað halda tað er spennandi, meðan teimum, sum ikki dámar tað, halda tað er eitt av tí mest óáhugaverda, sum er til. Nakrir av Formel 1 áhug- aðu føroyingunum hava nú tikið seg saman, og viku- skiftisætlanin hjá teimum er pakkað við bilum, kapp- koyring og hestakreftum. Spa-breytin Hetta umfarið í Formel 1 verður í Brússel í Belgia, og verður tað Spa-breytin, sum verður karmur um larm og gang av motorum og hvínandi dekkum. Ragnar Joensen úr Kolla- firði er ein av teimum, sum fór niður til Belgia í gjár. Hetta er onnur ferðin hann er og hyggur eftir Formel 1. Fyrru ferðina var hann niðri í Monza í Italia. – Eg havi verið áhugaður í Formel 1 í eini 6-7 ár, og tað er tí eg fari við, sigur Ragnar Joensen, sum sam- an við vinmanninum Vagni hava verið við til at skipa fyri ferðini, sum Flogfelag- ið annars er fyriskipari av. Ragnar og Vagnur hava í Kollafirði ein bilverkstað, so áhugin fyri bilum er ikki stokkin burturúr heilt ongum. – Nú eri eg sjálvur bil- mekanikari, og tað hevur altíð verið mín dreymur. Eg fór í læru tá eg varð liðugur í 10. flokki, og í 1987 varð eg útlærdur. Eina tíð ar- beiddi eg sum sølumaður, men nú hava Vagnur og eg so eitt bilverkstað í Kolla- firði, greiðir Ragnar á. – Áhugin fyri bilum og motorum hevur altíð verið stórur, og fyri at siga tað heilt erligt, sum hevur áhugin fyri ferð eisini altíð verið til staðar. Schumacher Kappkoyringin verður sunnudagin, og er tað tá Schumacher, sum stendur hjartanum næst hjá Ragn- ari. – Eg haldi altso við Schumacher. Tað havi eg altíð gjørt. Hann er ein ótrúliga góður førari. Kanska eitt sindur arro- gantur, men hann dugir heilt ótruliga væl at koyra. Hinir duga eisini væl, men als ikki eins væl, sigur For- mel 1 fjepparin í Kollafirði. – Fólk siga, at hyggja eftir fótbólti er ein heilt ser- lig atmosfera, men hetta er nakað heilt annað. Stemn- ingurin er heilt ótrúliga góður, og sjálvt um tað er 22 ymsir partar at halda við, so sært tú ongantíð nakran bardaga ella at nak- ar fer til hendurs. Ragnar greiðir frá, at hann hevði ikki kunnað funnið uppá at tikið sonin við til ein fótbóltsdyst niðri í Onglandi, men at taka hann við til Formel 1, er ikki nakað hann er bangin fyri. Rúni, sum sonurin eitur, er 12 ára gamal, og er bil-genið hevur hann fingið frá pápan- um, tí eisini hann er ógvu- liga áhugaður í Formel 1. – Men hann, denn kúllur, heldur við Montoya, tekur Ragnar til og flennir. Sjálv kappkoyringin er um tveir tímar til longdar. Ein kappkoyring verður ongantíð longri enn tveir tímar og tjúgu minuttir, tí tað hevur nakað við troytt- heitina hjá førarunum at gera. Um koyringin ikki er liðug tá tveir tímar og tjúgu minuttir eru farnir, so steðgar hon. Umframt sjálva kapping- ina sunnudagin, sleppa før- oyingarnir eisini við til kvalifikatiónsumfarið, sum er leygardagin. Tá verður avgjørt hvør førari skal byrja fyrst. Leygardagin verður eisini eitt, sum eitur Formel 3000, og tá verða eisini onkrir danir við í kappkoyringini. Larmur Henda kappkoyringin niðri í Brússels er 44 umfør. Hvør kapping liggur um 306 kilometrar. Men tá eini 50.000 hestakreftir seta spitaran í botn í senn og fara súsandi framvið, verð- ur ikki sørt av larmi. Men hetta er ávirkar ikki Ragnar. – Larmurin er ein partur av tí heila. Tað, sum er mest stuttligt er, tá bilarnir súsa framvið, og tú merkir í kroppinum, hvussu tú ristist. Og so lukturin aft- aná. Av bensin og dekkum. Hetta er nakað heilt serligt, greiðir bilmekanikarin frá. Ragnar er ein av teimum heilt stóru Formel 1 til- hangarunum. Ein av teim- um, sum fer upp á miðjari nátt at hyggja. – Formel 1 er tað, sum eg prioriteri fyrst. Um eg skal út onkrastaðni ella gera okkurt, so leggi eg tað til rættis soleiðis, at eg sleppi at síggja Formel 1. Formel 1 er tað, sum eg prioriteri fremst, sigur Ragnar Joen- sen at enda. Maria Justinussen, Vagnur Johannesen, Ragnar Petur Joensen og Rúni Joensen, sum er sonur Ragnar, vóru nøkur av teimum, sum í gjár fóru niður til Brússels at hyggja eftir Formel 1 Mynd: Jens Kr. Vang Tað verður spennandi hjá teimum um 50 føroysku Formel 1 fjepparunum at síggja Schumacher og allar hinar súsa framvið. Henda myndin er tikin fyri tveimum árum síðani, tá Ragnar og Vagnur vóru niðri í Monza í Italia og hugdu eftir Formel 1 FORMEL 1 Ingrid Bjarnastein Tað er Flogfelag Føroya, sum skipar fyri ferðini til Belgia at hyggja eftir Formel 1. Og hevur áhugin verið so stórur, at hetta verður aftur á skránni komandi summar. – Jú, áhugin hevur verið ógvuliga stórur. 50 pláss vóru, og til endans vóru 47 pláss bíløgd. Men nøkur hava meldað frá, so ferðaliðið, sum fór avstað í gjár, taldi 42 fólk, sigur Theodor Joen- sen frá Flogfelag Føroya. Theodor Joensen sigur, at áhugin hevur verið so stórur, at okkurt líknandi verður heilt vist aftur á skránni komandi ár, og helst verður tað aftur Belgia. – Belgia er áhugavert, tí tað er forholdsvíst bí- ligt at fara hagar, tí tað er so nær við. Við í ferða- pakkanum er sjálv ferðin aftur og fram, hotell, siti- pláss til Formel 1 kapp- koyringina, og atgongd til Spa breytina allar tríggjar dagarnar. Ein slíkur ferðapakki kostar beint undir 9000 krónur. Ferðaliðið, sum fór av- stað í gjár, kemur aftur mánadagin. Stórur áhugi fyri Formel 1 Leys størv í Føroyum & uttanlands Fyritøkur og stovnar kunnu nú keypa pláss til starvslýsingar sínar á fø føroyska portalinum - www.portal.fo og í bla í ðnum Sosialinum Føroyski Portalurin, ið er nýggja navnið fyri Oliv fy ant.fo hýsir starvslýsingum hjá fyrit fy økum og stovnum, sum hava áhuga í, at í, starvslýsingar teirra skulu røkka enn fleiri lesarum. Vanliga vitja Va upp í 10.000 br í úkarar www.portal.fo hvønn dag. Lýsingarprísur pr ís . starvsl r. ýsing, galdandi frá at lýsingin er løgd út á fø føroyska Portalin: 1 viku kr. 1.000, r. - 2 vikur kr. 1.500, r. - til freistin er úti kr. 2.000, r. - Tekstur (word-f Te ílur) og møguliga búmerki skal sendast viðheft til teldupostadressuna: lysing@sosialurin.fo Lýsi sið ýsingarnar s singarnar síggjast ggjast Eru spurningar og/ella ivamál, eru tit altíð vælkomin at senda teldupost til: lysing@sosialurin.fo ella ring til Finnbjørg ella Anju Sosialurin 311820 C M Y K 7 6