Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-30, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. august 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 165 - 30. august 2002 Nr. 165 - 30. august 2002 9 Brúkararnevndir ársfund í Føroyum Í komandi mánað koma norðurlendsku brúkararnevndirnar til Føroya at halda ársfudn og ráðstevnu RÁÐSTEVNA Heri á Rógvi Norðurlendska Brúkara- nevndin fer í døgunum 12. og 13. september at halda ársfund og ráðstevnu í Før- oyum. Norðurlendska Brúkara- nevndin er samstarvs- nevndin hjá brúkararáðun- um í Norðanlondum. Her luttaka umboð fyri Brúk- araráðini í Íslandi, Grøn- landi, Danmark, Noregi, Svøríki og Finlandi. Av góðum grundum eru Før- oyar ikki við í hesum sam- starvi, tí enn hava vit onki brúkararáð og onga skipan fyri brúkararnar her. Men tað kann kanska broytast, og m.a. tí hevur Norður- lendska Brúkaranevndin (NBN) avgjørt at halda sín ársfund júst í Føroyum. Umframt at NBN heldur sín regluliga ársfund fund her, vil hon eisini nýta høvi at greiða føroyingum frá, hvussu arbeitt verður fyri brúkaraáhugamálum í Norðanlondum og frá aktu- ellum brúkarapolitiskum høvuðsmálum. 16 fólk koma til landið í sambandi við ársfundin og ráðstevnuna. Enska heitið á seminari- num er »Digi-tv - television as a consumer platform«. Hetta snýr seg m.a. um, at við digitalu ella teldutøkni- ligu menningini av sjón- varpinum, hendir ein grundleggjandi og álvarslig broyting í samskiftinum millum hyggjararnar (ella brúkararnar) og sjónvarps- støðirnar. Umframt vøkst- urin í útboði av ymsum rás- um, koma sonevndar inter- aktivar tænastur (har hyggj- arar kunnu samskifta bein- leiðis við ein útbjóðara), spøl og ítriv, og elektron- iskur handil sum beinleiðis søla og keyp av vørum og tænastum. Á berum Tað er Hans Pauli Strøm, fyrrverandi tingmaður, sum er føroyski kontaktpersón- urin í sambandi við ráð- stevnuni. Í sínum politiska yrki arbeiddi hann nógv við brúkaraviðurskiftinum. Hann heldur, at vit kunnu læra nógv av hinum norð- anlondunum. – Í Føroyum standa vit so at siga á berum hesum við- víkjandi. Tí kann tað verða hugvekjandi at hoyra, hvussu brúkarapolitikkur, brúkaraverja og brúkara- upplýsing er skipað í Norð- anlondum. M.a. hvørji til- tøk eru neyðug frá almenn- ari síðu viðvíkjandi lóg- gávu og stovnum. Og týdn- ingurin av at brúkararnir eisini sjálvir eru skipaðir í felagsskap at tala teirra søk, sigur Hans Pauli Strøm. Áhugaði fyri ráðstevnuni kunnu seta seg í samband við Hans Paula. Tað er Hans Pauli Strøm, fyrrverandi tingmaður, sum er føroysku kontaktpersónur í sambandi við ráðstevnuni og ársfundin hjá Norðurlendsku Brúkararnevndini í Føroyum 12. og 13. september. Tórbjørn Jacobsen natoja@ft.dk Komið er nú fram at teim- um mørkum, harið landsins fíggjarlóg fyri komandi ár verður drigin oman eftir lunni. Politiska kremið, við fylgisneytum, hevur í eitt heilt vikuskifti verið á bud- getlegu norðuri á Viðareiði. Ivaleyst eitt skilagott átak tá ið so nógvir nýggir stjórnaroddvitar eru, ið skula samansjóvast og lær- ast hegnið, at flyta fíggjar- orku yvir um ósjónlig stik, fyri samfelagsins frama, og at fíla burturav, har tað er neyðugt, skal stabiliteturin í samfelagnum vera sum frægastur frameftir. Vøksturin í landsrakstri- num hesi seinastu fýra árini man nú samanlagt kjálka upp ímóti milliardini, og tað sum higartil er komið út ímillum ryvjabeinini á monnum, er at fíggjarlógin fyri komandi ár helst fer at kvinka nakað væl uppeftir eisini. Í fyrsta yvirslagnum frættist frá fleiri hundra milliónum krónum í meir- rakstri í mun til verandi ár. Okkurt er tó, sum bendir á, at nakað av køldum vatni er sligið í blóðið á teimum ráðandi, og at tey eru áveg- is at nærkast jørðini aftur. Verandi fíggjarlóg er snikkað til í einum valári, harvið er hon ikki rætta undirlendið, tá ið fíggjar- lógin fyri komandi ár skal smíðast og fáast at standa uppi. Tað er eftirhondini vorð- in ein óskrivað sátt, ímill- um sjálvstýrisfólk og sjálv- stýris-politikarar, í hvussu so er, at fíggjarligt sjálv- bjargni og politiskt frælsi eru at meta sum siamesiskir tvíburðar. Óskiljandi bæði so og so. Lítið høpi man vera í hesi fatan. Filosofiskt eru hugtøkini sum eldur og vatn. Hetta er tað sama sum at siga, at alifiskurin á Lambavík skal venja seg til frælsi í aliringunum, at hønurnar hjá Brekkstein skula venja seg til frælsi í høsnarhúsinum á Velbastað og at tær smáu hvítu mýsn- ar í lokaðu karusellunum í djóragørðunum skula venja og styrkja seg til frælsi und- ir vardum umstøðum. Hetta er heimastýri, sum tú ong- antíð sleppur burturúr, tí at tú sært ikki út um girðing- arnar. Frælsi er ókent og harvið so trupult at fata. Bara tey søguligu gapini hjá Voltaire eru løðarstein- ar, sum kunna brúkast í royndini at trýsta seg út ígjøgnum girðingarnar. Kreppan var eitt slíkt gap. Hvat ónt ið hon annars var, so opnaði hon eyguni hjá teimum flestu. Lættari var at skoða út ígjøgnum meskarnar tá ið nótin var skræðnað. Politiskt frælsi kom aftur á dagskrá. Í ring- astu búskaparligu heljar- gongd hetta landið hevur upplivað. Tað mest ítøkiliga úrslitið hjá fyrru samgong- uni mundi vera niðurlag- ingin av blokkinum við sløkum 400 milliónum krónum. Í grundini eitt bragd. Serliga í mun til ta søguligu gongdina líka frá stríðsárunum, har ið bú- skaparliga heftni bara stóð við og vaks, nærum ótálm- að fram ígjøgnum árini. Og nú er tað at ryggur krevst av tí politiska establishmentinum. At ganga strekkmarsj á ólav- svøku, vitja almennar mót- tøkur og drekka djús og alkoholiseraðan berjaløg úr Maipo-dalinum afturvið hurrárópunum fyri allari landsins herligheit og at spenna bringuna fram úr sær við einum MP-visit- korti frá føroyska koloni- parlamentinum, verður ikki nógmikið. Tað skal annar og sterkari lútur til, skal endaligt skil fáast á búskap- arligu og stjórnmálsligu støðu Føroya. Vit hava sum er eina av heimsins rúgvismestu fíggjarlógum pr. íbúgva, búskapurin er farin at gløða, tað vænta einar 5- 600 milliónir í, áðrenn landshúsarhaldið stendir uppi av egnum mátti og skuldin hjá tí almenna er framvegis alt ov stór. Ein fyritøka sum ikki hevur sær tað fyri eyga, at rationaliseringsátøk helst skula fremjast hvønn dag, ber ikki boðini. Sami frym- il man vera galdandi fyri al- mennar stovnar, skal ikki metasenturhæddin falla so- mikið, at kjølfestan sleppur yvirbygningi-num og alt holvist í einum, - einaferð enn. Kynið í øllum er vøkstur, eisini í almenna sektorinum, tí er tað al- neyðugt áhaldandi at vera á varðhaldi, og lúka tað burt- urúr, sum onga nyttuna ger. Longu fyri fýra árum síðani var róð framundir, at farast skuldi inn á almennu røkur- nar at lúka, men tað hendi einki. Absolut einki. Tað seinasta er so at 9 kolonibe- stýrarar eru settir eftir Nor- man-doktrinini, at røkja donsku ognirnar í norður- høvum, hvør við sínum megahala av stjórum, full- trúum, juristum, skriv- stovukallum, pedellum, konsolentum o.s.fr. Ør- kimlandi fyri fleiri kanska, tá ið hetta er sama politiska skipanin, sum áður var røkt av trimum ella fýra, oftani ólærdum monnum, í eina hálva øld. Ímeðan eru fyrstu indika- torarnir komnir, ið boða frá, at vøksturin í inntøkum landsins fara at stagnera. Vøksturin í exportvirðinum hevur mist ferðina. La belle epoqe, tíðin við rúkandi vøkstri, støðugum búskap- arligum sólskini, er link- andi, tí ræður um at hava fyrilit, so tað stendur eftir. Fyri ein leikmann er tað einki tekin í sól og mána, sum sigur honum, at karm- urin á fíggjarlógini fyri komandi ár skal víðkast ella hækka, - yvirhøvur. Kanska tvørturímóti. Ser- liga um málið, einar sjálv- berandi Føroyar, framvegis er tað sum stremba verður framímóti. Og sjálvt um tjóðskaparpolitiska grund- støðið hjá sitandi sam- gongu er sum kranavatn afturímóti tí hjá undanfarnu koalitión, so má man loyva sær at vænta, at skil og fyri- lit vera hornasteinarnir, tá ið fólksins fíggjarorka skal umsitast, - eisini uppá sikt. Sagt verður, at breiðar herðar skula til í góðum tíð- um, at stjórna einum sam- felag. Nakað man vera um tað. Men hinvegin krevst so sanniliga sterkur ryggur, skal tú koma tær snikka- leysur ígjøgnum minni góðar tíðir. Nú velst alt um politiska kremið í Nesinum og so sjálvandi atkvøðu- neytini uppi á Vaglinum. Tað eigur og skal bera til, yvir hetta 4 ára valskeiðið, at skerja allan blokkstuðul- in burtur úr føroyska lands- rakstrinum, soleiðis at vit tá kunna fáa staðfest, um nú nakað hald var í hesum vit- leysa flosklinum, um at bú- skaparligt sjálvbjargni og politiskt frælsi, neyðturvi- liga skula vera ein alin av sama vaðmali. Loyvi mær at ivast. Hugsi at hetta held- ur er eitt uppfunnið alibi hjá politiskum trygdar- narkomanum, fyri fram- haldandi at sleppa at dusa sær í politiskum alringum, høsnarhúsum og karusell- um, sum fremmandir menn hava sett seg á, stjórna og eiga. Tjóðveldisflokkurin situr við lyklinum úti í fíggjar- málastýrinum. Nógv stend- ur og fellur við hansara leikluti. Um tað ber ella brestur, nú gleivið í gapi- num hjá Voltaire ikki er so vítt sum tað var fyri fýra ár- um síðani. Vísa vit rætta dirvið og hegnið og kanska ofra bara eitt evarska lítið petti av yvirflóðini, sum nú herjar hetta landið, so hugsi eg at tað fer at bragda, - annars ikki. Annars mega vit bíða eftir næsta gapi- num. Hvør ið tá stendur uppi, - ella liggur undir moldum. Allur útreiðsluvøkstur nú, er sum ístur, feigdar- gull, ið Grani neyvan stend- ur undir, tá ið hann ríður heim av heiði. Vit eru komnir framat eini lagnu- stund, har ið føroyskir sjálvstýrispolitikarar skula vísa mansevni, skula prógva um skapta tesan, samanflættingin av hugtøk- unum búskaparligt sjálv- bjargni og politiskt frælsi, hevði nakað uppá seg, ella bara var blektað bluff fyri at tekkjast einum parti av fólkinum og fyri at røkja klistrið á politisku taburett- unum. Nú spyrst sum livst. VIÐMERKINGAR Feigdargullið Nógv ørari at tosa um tunnil Tað hevði verið nógv ørari at tosa um at bora tunnil undir Vestmannasund, sigur Vilhelm Nielsen, sum í 1978 var við til at leggja uppskot fram um heingbrúgv um Vestmannasund FASTA SAMBANDIÐ Eirikur Lindenskov Tað var tann 4. september í 1978, at Halldor Hansen og Vilhelm Nielsen, tingmenn fyri ávikavist Javnaðar- flokkin og Fólkaflokkin í Vága valdømi, løgdu fram á ting uppskot um »Heingi- brúgv um Vestmannasund, samanbundin við bergholi og vegi til Vatnsoyrar«. Talan var ikki um eitt lógaruppskot, men eitt upp- skot til samtyktar. Teir skutu upp, at løg- tingið skuldi áleggja lands- stýrinum at kanna og pro- jektera hetta arbeiðið. 1.350 metrar long brúgv Teir høvdu eisini latið gjørt kanningar á staðnum, sum m. a. søgdu, at festini skuldu liggja í umleið 120 metra hædd, nakað tað sama sum el-spennið hjá SEV. Brúgvin skuldi verða 1.350 metrar til longdar og 1.100 metrar av vegi skuldi gerast hvørju megin við. Brattleikin á vegunum er teknaður til 125‰, sum er 35‰ brattari enn tað bratt- asta av Oyrargjógv og nið- an á Háls. Vegirnir, sum gerast skulu í sambandi við brúnna skuldu verða um 5.150 metrar til longdar, og bergholið til Vatnsoyrar skuldi verða 1.350 metrar – eins langt og brúgvin. Hetta skuldi stytta vegin av Vatnsoyrum til brúnna við sjey kilometrum. Tingið samtykkir Tingið beindi málið í vega- og havnanevndina, sum 8. september 1978 leggur fram álit. Nevndin var samd um at taka undir við uppskoti- num, tó við teirri broyting, at løgtingið áleggur lands- stýrinum at »kanna« málið um heingibrúgv um Vest- mannasund við vegi og bergholi til Vatnsoyrar. Nógv varð sjálvandi tos- að um hetta uppskotið um heingibrúnna, sum fólk ikki tóku heilt í álvara – tey hildu tað vera luftkastellir. Um hetta mundið sótu Javnaðarflokkurin, Fólka- flokkurin og Tjóðveldis- flokkurin í samgongu. Løg- maður var Atli P. Dam, og hann umsat eisini sam- ferðslumál. Málið um heingibrúnna var ikki eitt samgongumál, tó at bæði Haldor Hansen og Vilhelm Nielsen vóru samgongu- tinglimir. Sambært løgtingstíðind- um, so fekk málið 16 at- kvøður fyri og onga ímóti – men hvør, ið greiddi at- kvøðu, meldar søgan einki um. Tveir mánaðir seinni varð løgtingsval, so tá er málið helst fallið burtur. Samgongan millum teir tríggjar flokkarnar helt kortini fram til val varð út- skrivað í 1980. Ikki fyrr enn seinni í átta- tiárunum var aftur farið at tosa um fasta sambandið um Vestmannasund, men tá sum undirsjóvartunnil, tí hendan tøknin varð nógv ment, serliga í Noreg. Nógv ørari at tosa um tunnil Vilhelm Nielsen segði við Sosialin í gjár, at hetta mál- ið hevði sera stóran týdning í hansara verð, og tí lá tað altíð frammaliga hjá hon- um. – Eg havi altíð viljað, at vinnulívið í Vágoynni skuldi hava somu treytir, sum tað hevur á »Megin- landinum«, og eg ivist ikki í, at undirsjóvartunnilin fer at hava sera stóran týdning fyri framburðin í Vágum, sigur hann. – Tá var ikki hugsingur um at tosa um at bora ein tunnil undir sundinum. Høvdu vit gjørt tað, so høvdu fólk hildið okkum verið nógv ørari, sigur Vil- helm Nielsen við einum smíli. Umframt at vera løg- tingsmaður í mong ár, so hevur Vilhelm Nielsen eis- ini verið vinnulívsmaður, hevur í mong ár havt Skinn- virkið Vilma, sum hann sjálvur hevur staðið fyri til fyri fimm árum síðani. Vilhelm er útbúgvin skó- smiður. Hann sigldi í yngru árum og hevði seinni hevði ábyrgd av fiskaturking hjá bróðrinum Zacharis Niel- sen, og seinni fór hann at handla, og var hann eitt nú tann fyrsti at selja el-lutir so sum útvarpstól, ljósa- krúnur o. a. í Vágunum. Vilhelm Nielsen er giftur við Marionnu, ættað av Válinum. Tey høvdu dia- mantbrúdleyp í apríl. Tey eiga børnini Paula, Sofus, Sólgerð og Onnu. Føroyar tódna VÁGATUNNILIN Eirikur Lindenskov Í blaðnum í gjár greiddu vit frá ferð við fyrrverandi tingmanni- num,Vilhelm Nielsen í Sandavági, gjøgnum Vágatunnilin, eini ferð, sum hann fekk í føð- ingardagsgávu frá Dáva Reinert Hansen, stjóri fyri Vágatunlinum. Vit báðir, mynda- maður og blaðmaður, vóru við á ferðini, og vit kunnu eftir hendan túrin sanna, at »Føroya tódna«. Vit møttu sum vant til arbeiðis í blaðhúsi- num á Argjum kl 8, vóru á redaktiónsfundi og fyrireikaðu dagsins blað, áðrenn vit settust í bilin kl 8:45 við kós móti Leynum. Síðani koyrdu vit, í fylgi við Dávidi Rein- ert Hansen gjøgnu tunnilin til Sandavágs. Heima hjá Vilhelmi Nielsen fingu vit kaffi og køkur og eitt prát, áðrenn vit hildu leiðina aftur til tunnilsmunnan sunna fyri Fútaklett á Vágoynni. Har varð steðgað, myndir tiknir, og so aftur í bilin. Vit steðgaðu á botni í tunlinum, sum er 105 metrar undir vantskorp- uni, tóku aftur myndir, áðrenn leiðin helt fram niðan aftur til tunnils- munnan Leynamegin. Har steðgaðu vit aftur, tóku myndir, og hildu so fram víðari til Havn- ar og út á Argjar. Á Argjum vóru vit kl 11:00. Altso, túrurin vestur til Sandavágs tók okkum alt í alt tveir tímar og eitt korter! Hesa viðmerkingina hevði Johs. Haraldsen, sáli, á baksíðuni í Dimmalætting um uppskotið um heingibrúgv um Vestmannasund Vilhelm Nielsen sigur, at um teir høvdu tosað um at bora tunnil tá – í seksti ella sjeytiárunum – í staðin fyri at tosa um heingibrúgv, so høvdu fólk hildið teir verið púra ørar… Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 9 8