Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-30, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. august 2002síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 165 - 30. august 2002 Nr. 165 - 30. august 2002 11 Landsstýrismaðurin í umhvørvismálum heldur, at vit eru væl fyri umhvørvisliga. Tað segði hann í øllum førum við Sjónvarp Føroya á veg til Johannesburg í Suðurafrika, har tann stora ráð- stevnan er í hesum døgum um umhvørvi og burðar- dygga menning. Men tann ágrýtni formaðurin í Føroya Umhvørvis- verndarfelag Kári Thomsen er ikki samdur við Eyð- un Eltør, og eitt innslag í somu Degi og Viku gjørdi orðini hjá landsstýrismanninum fullkomiliga til skammar. Í tí innslagnum avdúkaði tann framskygni og um- hvørvistilvitandi stjórin á IRF, Poul Andreas Joen- sen, at nærum einki rusk kemur aftur frá teimum føroysku skipunum. Meginparturin fer í tann stóra ruskdugan - havið. Havið, sum øll okkara tilvera er bygd á. Havið - Heimsins reinasta hav - sum ávarp- ið, tá vit selja okkara fiskavørur. Eyðun Eltør, tú hevur okkurt at gera, tá tú kemur heimaftur. Fundurin í Johannesburg verður hildin 10ár eftir fundin í Rio. Landsstýrismaðurin heldur, at nógv er hent síðani. M.a. nevnir hann, at vit hava fingið brennistøðirnar, skiljing, tyrving, oljumóttøku o.a.fr. Víst so, men hetta vóru sjálvfylgjur, sum skuldu verið komnar langt frammanundan, so hasum kunnu vit ikki reypa okkum av, hóast vit eiga at fegnast um øll tey framstig, sum serliga IRF hevur slóðað fyri. Men hevur Eyðun Eltør, landsstýrismaður í olju- og umhvørvismálum, gloymt, at hvørki brennistøðin á Sandvíkarhjalla ella brennistøðin á Hagaleiti lúka føroysku ella altjóða umhvørvistreytirnar? Stjórin og starvsfólk á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni hava í fjølmiðlum greitt víst á, at brennistøðirnar dálka so illa, at ov nógv av tí eitrandi og krabbbameinsel- vandi evninum dioxin er í seyði, sum gongur í høg- unum nærhendis støðunum!!! Gjørdi Heilsufrøðiliga Starvsstovan rætt, gav hon IRF og KOB eina avmarkaða tíð at fáa viðurskiftini í rættlag. Megnaðu støðirnar, og teir politisku mynd- ugleikar, sum varða av teimum, ikki at fáa viður- skiftini í rætt lag, skuldu tær verið stongdar. Tá høvdu myndugleikarnir helst - ella kanska - rakna við. Men tað er ikki vist. IRF hevur staðiliga víst á trupulleikarnar, men okkara góða landsstýrið vildi ikki vera við at taka eitt tak fyri at dagføra støðina á Hagaleitið. So umhvørvistilvitandi er landsstýrið, sum nú hevur tvey politisk umboð og eitt embætis- umboð á ráðstevnuni í Johannesburg!!! Vónandi fær Eyðun Eltør onkran íblástur í Suður- afrika, men hann skal eisini fáa okkurt meira at hugsa um á hesum stað, tí nógv kann nevnast afturat, sum vísir, at vit eru umhvørvisligur eftirbátur við lít! DAGSINS MEINING Sosialurin Umhvørvisligur eftirbátur! VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Anja Weihe anja@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Rúnar Reistrup runar@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliassen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Páll H. Johannesen pall@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Finnur Justinussen finnur@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 4449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Rullandi redaktionin: tel. 220507 Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Sambandsflokkurin - ætlaða útbyggingin á Eiði – og okkara støða sum heild viðv. NATO Johan Dahl, næsta- form. í Uttanlandsnevndini Tað skal ongin ivi verða um, at Sambandsflokkurin altíð hevur verið fyri NATO og tí, sum hesin felagsskap- ur stendur fyri - hann er eisini okkara trygd og verja, um kríggj skuldi brostið á í okkara parti av heiminum.- og tí er tað eisini ein sjálvfylgja í okk- ara verð, at vit skulu ar- beiða saman við hesum fel- agsskapi og stuðla honum í tiltøkum, sum eru við til at fremja trygdina í heimin- um, og hesum er ætlaða SSSB støðin á Eiði eisini ein nátturligur partur av. Tað at hetta mál ikki er avgreitt í uttanlandsnevnd- ini enn er heilt einkult tí, at vit sum eru limir har, or- sakað av teimum enn gald- andi samtyktunum hjá løg- tinginum viðv. Føroyum og hernaðarligu støðu tess ikki meta, at vit kunnu gera nakað við hetta mál, fyrr- enn aðalorðaskifti og upp- datering/broytingar av ver- andi samtyktum er farin fram í Løgtinginum. Tó er neyvan nakað at iv- ast í, at broyingar koma at verða gjørdar, og at flestir flokkar á løgtingi fara at taka undir við hesi ætlan. Heimurin er nógv broytt- ur, síðan kalda kríggið, tá hesar samtyktir vórðu sett- ar í gildi av løgtinginum og meta vit, at tíðin er vorðin búgvin at nútímansgera hesar samtyktir og gera okkara støðu upp, hvar vit vilja standa verjupolitiskt í framtíðini. Eisini er umráðandi, at vit gera brúk av okkara møguleikum í ríkisfelags- skapinum, og at vit verða við sum ein virkin partur framyvir, tá ið tað um Før- oyar og føroyskt landa- og sjóøki ræður á verjupolit- iska økinum. Tað er bert at gleðast yv- ir, at Fólkaflokkurin eisini hevur lagt á okkara bógv og vil nú virka fyri, at NATO fær gjørt hesa út- bygging - teir hava annars verið ímóti at NATO virk- aði í Føroyum áður. Partapolitisku propa- gandaina hjá formanninum í uttanlandsnevndini sum fór fram uppundir vitjanina hjá Anders Fogh Rasmussen skal eg lata fara aftur við borðinum hesaferð, men vil heita á hann um eina arðu fer at halda seg til tað, sum er felt niður í gerðabókina – og sannleikan. Peter O.K. Olofson, Klaksvík Accept af homoseksuelt samliv, registreret partner- skab, kirkelig velsignelse, adoptionsmuligheder, osv., sådan kender vi udvikling- en fra andre lande. I flere af artiklerne i Dimmalætting på det sidste, har der været gjort ihærdige forsøg på at fortælle os, at spørgsmålet om registreret partnerskab ikke skal ses som et re- ligiøst/kristeligt spørgsmål men et juridisk. Det er et spørgsmål om arveret. Og er det ikke rimeligt, at f.eks. to mænd eller to kvinder, der bor i samme hus med fælles husholdn- ing kan arve hinanden? Det korte af det lange er, at selvfølgelig kan de arve hinanden, og hvis der er politisk flertal for, at to-tre eller fire mænd eller kvind- er eller to-tre eller fire søskende, der bor sammen og har fælles husholdning, skal kunne arve hinanden på samme vilkår som ægte- fæller, så er det blot at ved- tage en lov, der siger, at det kan de. At det så beskærer indtægterne fra arveafgift- erne er så en anden side af sagen. Men sagen handler netop ikke blot om arv, for så havde der ikke været nogen grund til at tale om registreret partnerskab, og så havde der ikke været nogen grund til, at det kun skulle handle om to mænd eller to kvinder, sådan som loven om registreret partn- erskab gør. Kald dog en spade for en spade og en skovl for en skovl. Sig dog åbent og ærligt: Vi ved godt, at vi på dette punkt indtil nu, har bygget landets lovgivning på kristen grund, og dermed på den gudgivne skaber- orden, at mand og kvinde er skabt til at leve sammen i ægteskab. Men vi tager med åben pande opgøret med dette grundlag, og ønsker ikke længere, at landets lovgivning på dette punkt skal være funderet i f.eks. de ti bud. Hele sagen er jo netop en kamp mellem hedenskab og kristentro. Men ligesom enhver krist- en skal adlyde øvrigheden, hvis ikke den tvinger os til at handle imod Guds bud, sådan vil enhver kristen også fastholde øvrigheden (herunder de 7 lagtings- medlemmer, der siger ja til registreret partnerskab, og de, der siger, at de er i en ventesituation) på, at deres myndighed til styre er gudgiven, og det er kun det menneske, der forkaster Gud og sætter sig i hans sted, der vedtager love imod Guds vilje. Kald en spade for en spade - om registreret partnerskab VIÐMERKINGAR Áðrenn vit fara undir ein føroyskan parta- brævamarknað, mugu vit gera okkum greitt hvat vit vilja á tí til- feingispolitiska økin- um. Verða tað parta- brøv, ella ræðisrætt- indini yvir tilfeingin- um, sum skulu handlast? Nøktandi lóggáva á tilfeingisøkinum er ein avgjørd fyritreyt, áður enn vit fara und- ir at handla partabrøv alment. Sjúrður Guðjónsson Tosið og skrivingin um ein føroyskan virðisbræva- marknað hevur í stóran mun snúð seg um handil við partabrøvum - at fáa føroyingar og møguliga út- lendingar at keypa parta- brøv í føroyskum fyritøk- um, soleiðis, at fyritøkur- nar á tann hátt fáa størri eginfígging - og harvið í minni mun lána pening úr eitt nú teimum føroysku peningastovnunum. Láni- brævamarknaðurin (obliga- tiónismarknaðurin) hevur ikki fingið líka nógva um- røðu, tá tað snýr seg um føroyskar fyritøkur. Spurningarnir eru tí: • Er tað betur fyri ta før- oysku fyritøkuna at hava ein stóran eigaraskara at fíggja fyritøkuna, enn at læna kapitaltørvin úr pen- ingastovnunum? • Hvørji motiv hava føroy- ingar - tað verði seg privat, fyritøkur, peningastovnar, tryggingar, eftirlønargrunn- ar og tað almenna - at keypa partabrøv, heldur enn at hava peningin standandi í peningastovninum ella í lánsbrøvum? • Er ætlanin at útlendingar skulu hava fría atgongd til partabrævamarknaðin, og hvørji motiv hava teir? Tað eru tveir fíggingarháttir fyri eina fyritøku (parta- felag): 1.Eginfígging (partapen- ingur og yvirskot, sum ligg- ur eftir í fyritøkuni). 2.Lánsfígging (frá pen- ingastovnum, frá veitarum ella sum lánsbrøv). Um hugt verður nærri at hesum báðum fíggingar- háttum, eginfígging - láns- fígging, eru nakrir grund- leggjandi munir. • Tað er partapeningurin, sum eigur og stýrir fyritøk- uni. •Partapeningurin kann ikki vera afturgoldin, uttan lán- veitarin gongur við til tess. • Lánspeningurin hevur óavmarkaðan rætt til aftur- gjalding - umframt rentu. Eginfígging Her sæst týðuliga at parta- peningurin hevur ein størri váða knýttan at sær enn eitt nú lánspeningurin. Har bankin sigur við eina fyritøku, at nú vilja vit ikki læna tykkum meira pening, tí vit meta váðan vera ov stóran, hevur fyritøkan bert at kalla ein møguleika eftir, og tað er at hækka parta- peningin við nýtekning. Um nú illa veit við, og felagið fer á húsagang, verða tað fyrst og fremst lánsveitarnir, sum fáa sín pening aftur. Um nakað leypir av, fáa partaeigarnir tað. Spurningurin er so, sum eg byrjaði við, er tað betur fyri virkið at vera fíggjað við eginfígging heldur enn lánsfígging? Hesin spurningur er sjálvandi ikki lættur at svara, men tað, sum hevur størstan týdning fyri virkið er, hvør av hesum báðum møguleikunum er tann bíligari. Heldur ikki her er nakað eintýðugt svar. Her velst um hvørji motiv íleggjararnir hava. Um teir hava sett partapening í fyri- tøkuna við tí fyri eygað at fáa størri avkast enn t.d. at hava peningin á bók ella í lánsbrøvum, kann fyritøkan fáa ein trupulleika. Parta- eigarnir kunnu í prinsipp- inum drena fyritøkuna fyri gjaldføri ígjøgnum stórt vinningsbýti. § 112 í partafelagslógini roynir tó at forða hesum, við tað, at tað er nevndin í felagnum, sum ásetur vinn- ingsbýti. Aðalfundurin, har allir partaeigarnir kunna verða umboðaðir, kann ongantíð seta vinningsbýti hægri enn nevndin hevur tilmælt. Hetta kann tó vera ein stokkutur uggi fyri nevnd- ina, sum roynir at halda sum mest av yvirskoti eftir í fyritøkuni, tí partaeigarnir kunna altíð á aðalfundum, velja nýggja nevnd, sum so vónandi - fyri partaeigarnar - er meira ”villig” til at lata størri vinningsbýti. Lánsfígging. Lánsfígging - fígging úr peningastovni ella við láns- brøvum kann í flestu før- um, vera líka góð. Tann, sum fíggjar hevur stórt sæð bara eitt motiv, og tað er at læna pening út fyri ein ávísa rentu. Fíggingar- stovnurin hevur ongar ætl- anir um at ogna sær ræðis- rættindir á t.d. fiskiloyvum, aliloyvum v.m. Men sum trygd taka teir veðhald í ognunum hjá fyritøkuni. At hava ein ella heilt fáar lánsveitarar, er fyri fyritøk- una lættari at umsita enn nógvir ónøgdir partaeigar- ar. Rentan, sum verður ásett fyri ávís tíðarskeið, kann tó svinga nakað, avdrøgini falla tó eftir einum skema. Á sama hátt er tað við láns- brøvum. Virkið veit nær lánsgjøldini falla og hvussu nógv gjaldast skal hvørja ferð. Sum skilst hava føroysku peningastovnarnir sera gott gjaldføri, tí kann lánsfígg- ing vera minst líka góð fyri fyritøkuna sum eginfígg- ing. Tó skal viðmerkjast, at avdrøgini ganga út yvir gjaldføri hjá fyritøkuni. Ongin avdráttur skal gjald- ast av eginfíggingini. Ikki siðvenju fyri eginfígging Føroysk virkir hava havt lítla siðvenju í at vera fíggjaði bert við eginfígg- ing. Fyri nøkrum árum síð- ani var at kalla øll fígging lánsfígging. Seinni árini er tó ein ávís vend komin í. Henda vend er tó helst ikki tilætlað. Heldur er tað tí at fleiri fyritøkur hava havt stór yvirskot tey seinni árini. Tá so fyritøkurnar lítið og onki vinningsbýti hava goldið út, hevur meginparturin av yvirskot- inum ligið eftir í fyritøkuni. Konoslideringin er tí ikki komin av, at fyritøkurnar hava økt um partapeningin og harvið nýtekning av partapeningi. Heldur øvugt - tað eru ivaleyst færri partaeigarar í dag í teimum føroysku partafeløgnum enn tað vóru fyri nøkrum árum síðani. Tíansheldur kunna vit ikki vænta, at partaeigarar, væl at merkja partaeigarar í teimum fyritøkum, sum geva yvirskot, fara at bjóða partabrøvini út í fríari sølu. Tað vildi jú verið tað sama sum at slakta hønina, sum varp gullegg. Um íløgur skulu gerast, ber næstan altíð til at læna peningin, soleiðis at tað ikki verður neyðugt við nýggjum partaeigarum. Tær føroysku fyritøkur- nar eru ofta familjufyritøk- ur við fáum partaeigarum. Eisini eru fleiri fyritøkur, har partaeigarnir rokna partabrøvini sum eina trygd fyri teirra arbeiðsplássi. Hesir partaeigarar vilja, umframt at varðveita bæði arbeiði og partabrøv, heldur ikki drena felagið fyri vinn- ingsbýti. Heldur eina sterka trygga fyritøku og trygt arbeiðspláss, enn at taka vinningsbýti úr felagnum. Hetta merkir, at tey parta- brøv, sum fara at verða skrásett á einum føroyskum virðisbrævamarknað, verða partabrøv í teimum heldur ivasomu fyritøkunum, also teimum, sum ikki geva ser- ligan vinning. Harumframt partabrøvini á teimum al- mennu fyritøkunum, um politiskur vilji er til tess. Politiska samansetingin verður helst altíð soleiðis í Løgtinginum, at tað ongan- tíð verða meira enn 49% av almennu partabrøvunum, sum verða umsetilig. Hvørji eru keyps- motivini? Hvørji eru so keypsmotiv- ini. Tað keypsmotivið, sum uttanlands hevur størstu drívkraftina á partabræva- marknaðinum er uttan iva møguleikin fyri stórum av- kasti til íleggjarnar. Í minni mun ræðisrættindini í teim- um ymisku feløgunum. Hetta tí at gjøgnumskygni er so lítið. Tað er trupult uttanlands, at fáa ræðis- rætindini á feløgunum, sum eru skrásett á børsinum. Tað ber til, men er sum sagt trupult við tað, at partaeig- araskarin er aloftast bæði stórur, spjaddur og skift- andi vegna skjóta umsetn- ingsferð á partabrøvunum. Í Føroyum verður gjøgn- umskygni nógv størri. Tað verða nógv færri eigarar, og føroyingum líkt, so verður ikki keypt í dag og selt ímorgin. Umsetningsferðin á partabrøvunum verður allarhelst væl seinni her enn uttanlands. Tað størra gjøgnum- skygni fer eisini at gera, at keypsmotivini, umframt vinningsbýtið, í stóran mun fara at snúgva seg um ræð- isrættindini, og serliga ræðisrættindi yvir avmark- aðum tilfeingi, so sum fiski- og aliloyvum. Um hugt verður eftir teimum 4 almennu parta- feløgnum, Føroya Fiska- virking, Kósini, Atlants- flogi og Føroya Tele, so vísa roknskapirnir fyri 2000 og 2001 at fyritøkur- nar tilsamans hava goldið 6 mió. kr. í vinningsbýti um árið (2,9%). Partapeningur- in í nevndu feløgum er áljóðandi 208 mió. kr. Um nevndu 208 mió. kr. t.d. vóru seldar á partabræva- marknaðinum til kurs 200 hevði avkastið verið 1,45% um árið til íleggjarnar. Leggjast skal eisini afturat, at hetta hava verið 2 sera góð ár fyri føroyskar fyritøkur. Ivasamt um nakar føroy- ingur hevði verið so blá- oygdur at keypt tílík parta- brøv, við vinningsbýti sum motiv. Heldur hevði tá motivið verið ræðisrættindi. Um hugsa verður um eftirlønargrunnar, trygg- ingar, bankar v.m. verður púrt onki at fara eftir á tí føroyska partabrævamarkn- aðinum. Hesir stovnar eru allarhelst ikki áhugaðir í ræðisrættindunum, men vilja hinvegin plasera pen- ingin har hann gevur mest og samstundis er tryggastur. Útlendingar. Her er tað at tvístøðan tekur seg upp, um vit skulu loyva útlendingum framat á tí føroyska virðisbræva- marknaðinum. Tað er givið, at útlendingar fara ikki at keypa partabrøv við vinn- ingsbýti fyri eyga, ikki uttan so at partabrøv í meira áhugaverdum feløg- um veru til sølu, so sum feløg í nótaflotanum, flaka- trolararnum, alifyritøkun- um og øðrum feløgum, sum sita á onkrum avmarkaðum tilfeingi. Heldur verður motivið hjá útlendingum, at teir í longdini fáa atgongd og síðani ræðisrættindini yvir okkara avmarkaða tilfeingi. Samanumtikið Dugi tí ikki at síggja tað neyðuga í at seta á stovn ein føroyskan virðisbræva- marknað í bræði. Í øllum førum ikki tann partin, sum hevur við partabrøv at gera. Fyri virkið er tað líkamikið um virðisbrævamarknaður- in er ella ei. Kann ganga við til, at onkrar einstakar fyritøkur kundu fingið nyttu av hesum, men sum heild fær partabræva- marknaðurin lítlan og ongan týdning fyri tær føroysku fyritøkurnar. Fyri teir potentiellu partabrævakeyparnar hevur virðisbrævamarknaðurin heldur ongan reellan týdn- ing, bert sum spekulatión í tilfeingisrættindum, og tað kann ongantíð vera ætlanin við einum føroyskum virð- isbrævamarknaði. Sum nevnt, so sær tað út til, at nærum einasta motiv- ið fyri handli við før- oyskum partabrøvum verð- ur ræðisrættindi yvir til- feinginum. Tí mæli eg staðiliga til, áðrenn vit fara undir ein føroyskan parta- brævamarknað, at vit gera okkum greitt hvat vit vilja á tí tilfeingispolitiska økin- um. Tað hevur nógv størri týdning fyri føroyka sam- felagið at hava ein skipaðan tilfeingispolitikk, enn at skunda ein partabræva- marknað ígjøgnum. Politikkur er ein spurn- ingur um raðfestingar, so her átti ikki nakað ivamál at verið. Tórshavn, 27. august 2002 Føroyskur partabrævamarknaður - ongan skund C M Y K 11 10 á Yvir- og undirvarma * Heita luft prísur fyrr 7.995,- Nú 6.995,- Høgaból • 600 Saltangará • tel. 447560 • fax 448460 -tað loysir seg