Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-07-10, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. juli 1982síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Gulusó Brestur krígg-; á millum USA og Sovjett, verður Loransteðin á Eiði bumb- að longu í krigsbyrjan. Kanska longu áðrenn, kríggið veruliga brestur á. Tí amerikansku kjarn- orkukavbátarnir í Norður- atlantshavi brúka Loran C til neyvt at staðfesta, hvar í havinum, teir eru stadd- ir. Neyðugt er at vita ta neyvu staðsetingina, so rakettirnar hjá kavbát- i Á y * ttin kom úr ánni Orð og mynd: Hegni Djurhuus unum kunnu raka málini í Sovjetsamveldinum. Loran C stødin å Eidi er miðdepilin fyri Loran C ketuna millum Grenland, Ísland, Jan Mayen, Feroy- ar, Noreg og Norðurtýsk- land. Loran C steðin á Eiði er ein av knórunum í ame- rikansku álopsmegini í Norðuratlantshavinum. Hesar, fyri okkum før- oyingar, óhugnaligu niður- steðir eru at finna í grein- ini >Feroyar í kjarnorku- våpnadubbingini«, sum Rógvi Thomsen hevur i nyggja tidarritinum Brå. I greinini, sum eisini er um våpnadubbingina hjå stórveldunum báðum, friðarstríðið, steðina í Mjerkadali og SOSUS, lurtitólsketuna í havinum millum Grenland og Skot- land, roynir Rógvi Thom- sen at gera enda á ollum tosi um, at Loransteðin á Eiði bert hevur friðarlig endamál og ikki hernaðar- lig. Góð kelda Rógvi Thomsen byggir sjónarmið síni á m.e. At áir verða brúktar sum kloakkir, er ikki óvanligt í Feroyum. Og tað er heldur ikki óvan- ligt, at børn spæla við ella i hesum áum. Og tað er ikki gott. Eitt dømi um tað er at finna í árs- frágreiðingini hjá lands- læknanum fyri 1981. Nógv bendir á, at eitt barn í fjør fekk smitt- eftir at við andi gulusótt, hava spælt kloakka Landslæknin fekk í 1981 fráboðan um átta eina smittandi gulusótt Allir = sjúk lingarnir búðu ella høvdu tilknýti til sama hús. Frárenslið úr tikktanganum hjá inum rann út í barnið spældi við. tilburðir av sep hús- anna, Kanningar vístu, at ein dani, sum búði í hús- inum, hevði smittuna við sær Tey vánaligu kloakk- viðurskiftini fingu lands- læknan at heita á fútan um at skipa so fyri, at fólkið, har budi, helt seg tra eitt hd. burtur hálvt ár anni i Leygardagur 10. juli 1982 Hidani, úr ti friðarliga føroyska haganum, verða kjarnorkuvåpnini hjá USA stýrd, meinar greinskrivarin almennari frágreiðing frá amerikanska verjumála- ráðnum Pentagon. Í henni stendur: »At Loran C er neydugt, kemst fram um alt av, at eindir ur ti ame- rikansku vápnaðu her- megini kunnu vera til reiða at virka til sjós, í luftini og undir sjónum nær sum helst og hvar sum helst«. Og hetta er nakað heilt annað enn leið- arin og næstleiðarin á Lor- ansteðini søgdu við blaðið Magn í 1978. Leiðarin, Frode Thielfoldt segði tá, at Loran C varð bygt í Feroyum fyri fyrst og fremst at tæna ameri- kansku ískanningarskip- unum í Pólhavinum og Grenlandi. Næstleidarin, Selvi Jespersen, helt, at onkur hevði fingið tað skeivt í hálsin, at Loran- steðin hevur hernaðarlig endamál. Rógvi Thomsen sigur í grein síni, at tað er Ogjør- ligt at avgera, um teir báðir siga tvertur ímóti tí, teir vita, ella, um teir vita eins lítið og allir aðrir føroyingar. Rogvi Thomsen hevur størri ålit å frågreidingini ur Pentagon. Gølan i Norra Loran C gølan í Noregi í 1977 bendir á júst tað sama sum Pentagonfrá- greiðingin. Tað kom fram í 1977, at tá Loran C steð- irnar blivu bygdar í Noregi, var hernaðarligi týdningur teirra krógv- aður fyri Stórtinginum. Hóast trygdarnevndin hjá stjórnini visti um hetta. Starvsmenn hjá ameri- kensku sendistovuni ar- beiddu saman við norsk- um myndugleikum fyri at krógva hernaðarliga týdn- ingin fyri Stórtinginum og almenninginum. Kanska hevur nakað tað sama verið á vási, tá Lor- ansteðin á Eiði varð bygd fyri yvir 20 árum síðani. Rógvi Thomsen skrivar, at ongin veit, um danska stjórnin, tíansheldur fer- oyska landsstýrið ella løg- tingið, vistu, hvat tey gjørdu í 1959. Nakað, sum bendir á, at føroyskir politikarar ikki vita, ella hava vitað, hvat Loran C verður brúkt til, eru orðini hjá Finnboga Isaksen á legtingsfundi 5. desember 1979. (Hetta er ikki nevnt í greinini í Brá). Finnbogi Isaksen segði tá, at løgmadur (Atli Dam) i 1977 fekk at vita, at Loransteðin á Eiði veg- leiðir amerikanskar kjarn- orkukavbátar. Finnbogi Ísaksen, sum var í lands- stýrinum í 1977, segði eftir tingfundin við Sosi- alin, at hann ein dagin í 1977 metti fyristeðu- manninum á Loransteðini í gongini úti í Tinganesi. — Eg spurdi hann, hvat hann gjørdi her. Hann segði, at hann hevði verið og greitt legmanni frá, at Loran C steðin hevði ta uppgávu at vegleiða Polar- iskavbåtar, segði Finnbogi Isaksen. Onga ávirkan At Loran C hevur stóran hernaðarligan týdning fyri USA, ivast Rógvi Thomsen ikki í. Hann vísir m.a. til eina grein í danska tíðarritinum Forsvar í fjør. Har verður sagt, at Loran C stødirnar hava nógv størri tydning fyri USA enn ein hersteð við kjarnorkuvápnum i Karup. Vid Loran C stød- unum er danskt øki ein visur luttakari i einum strategiskum kjarnorku- kriggi. Og danskt øki i hesum sambandi er sjálvandi Feroyar og Grenland. Og antin vit vilja tað ikki, so noyðast vit at lata okkum lynda at vera ein finna í kjarnorkudubbing USA. Vit hava onga sum helst ávirkan á hernaðar- mál í landi okkara. Tað segði Hilmar Baunsgaard, forsætisráðharri, týðiliga og greitt í Fólkatinginum í 1971: »Forsvaret er et rigsan- liggende som færinger ikke har indflydelse pá — ellers má hjemmestyre- loven ændres«. Og heimastyrisløgin er óbroytt. (Vit fara í blaðnum næsta leygardag at ummæla tidar- ritið Bra).