leygardagur 10. juli 1982síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Utgevari: p/f sosialurin
Fyritaksstjóri og blaðstjóri: Térfinn Smith (ábyrgd)
Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Miiller
Lýsingar: Árni Joensen
Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981
Hvat er OF-mi?
oddagrein
EITT AV teimum merkiligastu fyri-
brygdunum í okkara samfelagi er
tann felagsskapur, sum kallast
Oyggjaframi — marx-leninistar, og
sum gevur út blaðið »Arbeidid«.
Tann sum ikki veit betur heldur
kanska at hesi nøvn merkja, at her
er talan um ein bólk sum hevur
nakað við sosialismu at gera og
sum røkir áhugamál hjá arbeið-
arum. Einki er tó meira skeivt enn
hetta.
AT SJÓNARMIÐINI hjá OF-ml eru
margháttlig sæst best av tí, at ein-
ásta »paradis« á jørð eftir teirra
uppfatan er Albanien, fyrsta land í
heiminum sum hevur útnevnt seg
til »ateistiskan stat«, har øll guds-
dyrkan er bannað. Eitt annað
»paradis« hevur verið, og tað var
Sovjet undir Stalin! Allar søgur um
forfylging av annarleiðis hugsandi
í Sovjet meðan Stalin sat við
róðrið er bert útspilling.
FREMSTU fíggindar hjá hesum
felagsskapi her á landi eru javn-
aðarflokkurin og fakfeløgini. At
javnaðarflokkurin verður rokn-
aður sum fíggindi kann vera sín
sak, og satt at siga halda vit
okkum ikki hava nógv til felags
við nakran sum hevur nevndu
sjónarmið. Men tá feløg fiski- og
verkamanna, og tær leiðslur sum
løntakararnir sjálvir hava valt sær,
verða roknað sum erkafíggindar,
má siga alt um áhugan fyri at bøta
um vælferðina hjá verkafólki.
Feløgini hjá verkafólki verða í
hverjum einasta blað miðvíst ut-
spilt. Tað er íkki fyrikomið enn
eina tað einastu ferð at nevnt
hevur verið um nakað positivt
sum føroysku fakfeløgini hava
fingið av skafti. Sjálvsagt eru okk-
Postsmoga 76,
3800 Argir,
telefon 11820
ara fakfelog ikki lýtaleys, og
okkurt kundi kanska verið ødrvisi,
men at tey ikki gera eitt gott
arbeiði fyri at verja åhugantålini
hjá limum teirra, og at einki úrslit
sæst burturúr hesum, tað kunnu
vit í hvussu er ikki skriva undir
uppá. Í útspillingini av fakfelogun-
um verður miðvíst nýtt beinleiðis
ósannindir. Føroya Arbeidarafelag
kundi herfyri vísa á, hvussu ésann-
indi vórðu nýtt í samband við tíð-
indi um ósemja á einum flakavirki.
Og tað er ikki langt síðan, at Fiski-
mannafelagið eisini kundi vísa å,a
hvussu ósannindi vóru nýtt móti
teimum.
ÚRSLITIÐ er sum rímuligt tað, at
verkafólk ikki vilja vita av hesum
teirra »verjum«. Teir hava ferð
eftir ferð roynt at troðka seg framt
leiðslunum í ymsum fakfeløgum,
men við sera vánaligum úrsliti. So
skjótt sum verkafólkið finnur
útav, hvat veruliga endamálið hjá
hesum fólkum er, nevniligt bert at
bróta niður, verða teir varpaðir á
dyr, og tað vísir, at verkafólkið er
meira búgvið enn teir sjálvir rokna
við. Tað var tað sama sum hendi
við Sjómannafelagnum sum
hesin felagsskapur royndi at
skipa. Tá sjómenn funnu útav, at
teir skuldu nýtast sum reiðskap til
at náa teirra endamál, bakkaðu
teir út beinanvegin. At so fiski-
mannafelagið varð gjørt til synda-
bukk, kann hetta felag taka sær
lætt. Sannleikin er, at einasta
orsøk til, at sjómannafelagnum
ikki var lív lagað, var tann, at tað
var OF.ml, sum stóð aftanfyri, og
at sjófólk ikki høvdu áhuga at
verða stýrd av hesum felagsskapi.
TÍ ER tað kanska ikki ilt at skilja,
at tað kemur okkum als ikki illa
við av hesum felagsskapi og tess
blaði, at vera koyrdir í bólk við
fakfeløgini, tí her rokna vit okkum
í góðum selskapi.
landinum skal vera undir
Vit vilja sleppa at ==:
— Og tá vit, FK, umseta
rættuliga stóran part av
- samlaðu smáseluni
landshúsarhaldinum
Sosialurin
gjalda skatt!
Feroya Keypssamteka vil
fegin gjalda skatt. FK
hevur nú biðið landsstýrið
gera skattalógina soleiðis,
at keypssamtekur og líkn-
andi feleg koma undir
skattskyldu eftir festum
reglum.
FK vil ikki bara sleppa
at gjalda skatt, men vil
gera tað so skjótt sum tað
ber til. FK hevur tí heitt á
landsstýrið um at leggja
uppskot um broytingar í
skattalógini fyri í ólav-
sekutingsetuni.
Í einum tíðindaskrivi
sigur stjórin í FK, at tað
er hennara fatan at alt
peningaligt virksemi í
rímuligt, at FK kemur
undir hesa skipan, sigur
stjórnin.
Men stjórnin krevur, at
allar reglur og lógir eru
greiðar um hesa skatt-
skylduna. Hon vísir eisini
á, at hon áður hevur lagt
hesi sjónarmið fyri poli-
tisku myndugleikarnar.
Men higartil hava teir ikki
Nr. 64 — 10. juli 1982
Óobjektivitetur á Oyggjatíðindi
Oyggjatidindi hevur altid
ur at gera vid at siga folki,
hvussu sakligt og objek
tivt bladid er.
Men skrivingin i hesum
blaði bendir so at siga oll á
tað ovugta
Eitt dømi var síðsta
mikudag Tá skrivaði
blaðið um ein ella annan
sum skuldi hava goldið ov
mikið í skatti
Nú er tað so, at nogv av
teimum við miðal- ella lág
ari innteku gjalda ov nógv
Men tað er í sam-
svar við galdandi skatta
lóg
í skatti
Ovggjatidindi hevur
eina søgu um ein person
sum var fluttur til Havnar
og settur í skatt har, tá
viðk. flutti. Tað hevur við
sær. at hann varð settur í
skatt í Havn
Fyrr var sami persónur
fluttur úr Havn út á bygd,
men hevði tá onga lækk-
ing fingið.
Hetta fær Oyggjatíðindi
til, at Gjaldstovan ella
skattamyndugleikarnir
hava »snytt« vidk. persón.
Men veruleikin er nakar
annar. Nú kenni eg ikki til
støduna í júst hesum um
talaða
tann
føri, men tað er
kommuna, ið hesin
fluttur til,
skatta
verður
personur er
sum skal biðja
valdið um at viðk
skattaður har
Um henda bygdin ikki
hevur gjert tað,
flutti hagar. so er tað tann
kommunan, ið hevur feil
in, og ikki Gjaldstovan
Alt hetta kundi Ovggja
tíðindi fingið at vita, un
blaðið setti
ta hesin
seg í Imban
við líkningarvaldið. Men
tað hevur blaðið helst ikki
gjørt.
Tað skuldi hoyrt til
ABC-ið við allari blað-
skriving at sett seg inn í
tey mál, ið skrivað verður
um. Tað ger Oyggjatíðindi
bara ikki, og tí koma teir
við tílíkum tápuligum
»sensationum«, sum í
veruleikanum einki
upp á seg, ella í hvussu er
eru beindar ímóti skeivum
stað.
Men rætt er tað, at um
hava
hesar »tåpuligu« segur
ikki høvdu verið vid, so
var rættiliga lítið tíðinda
tilfar í hesum blaði, sum
framman undan er rætti
liga tunnligt
Objektivur
Rektarasetanin i Eysturoynni
I vidtalu vid Sosialin og
Dimmalætting sigur Eilif
Samuelsen, landsstýris-
maður, frá viðgerðini av
rektarasetanini við stu-
dentaskúlan í Eystur-
oynni.
Tað er skeivt at viðgera
i blødunum, tað ið fer fram
innanhysis í landsstyr-
inum, men tá tað verður
gjørt, er avgjørda treytin
tann, at málið verður lyst
á ein slíkan hátt, at al-
menningurin skilir rettu
gongdina. Tað varð ikki
gjørt í hesum forum.
Eilif Samuelsen upplys-
ir, hvørjir id hava søkt al-
ment starv og viðger teirr
eginleikar. Hetta er eitt
tað størsta brot. dands-
styrismadur, hevur gjort á
tað trúnaðarálit, honum er
litið til.
Verður hetta
gongdin framyvir, ta tað
almenna sekir fólk?
Eilif Samuelsen greiðir
frá atkvoðugreiðsluni í
landsstýrinum. Tá tað
verður gjørt, hví ikki lýsa
atkvødugreidsluna fra
byrjan av? Nei, tad sam-
svaraði ikki við áhugamál
Eilifs.
Eilif Samuelsen sigur
frá atkvoðugreiðslu í
landsskúlaráðnum. Tá tað
verður gjørt, hví ikki
greiða fólki frá atkvøduur-
slitinum? Nei, tað sam-
svaraði ikki við áhugamál
Eilifs.
Eilif
manna-
Samuelsen sigur,
at Sjálvstýrisflokkurin
hevur forðað setan av
rektara í Eysturoynni.
Sjálvstýrisflokkurin kundi
bert forða rektarasetan,
um hann noktaði og vísti
til grein 13 í samgongu-
skjalinum. Tað hevur ikki
verið upp á tal at nýtt
hesa reglu. Ti verður
spurt: „Hevur Torbjørn
Poulsen landsstýrismaður
noktað Eilif Samuelsen,
landsstýrismanni, at at-
kveða, sum hann hevur
viljað?
Um Eilif Samuelsen ikki
kann svara játtandi upp á
henda spurning, so er tað
ósatt, sum hann svarar
Sosialinum.
Í Dimmalætting og
Dagblaðnum er illgitt, hví
Sjálvstyrisflokkurin hev-
ur tikið sína stødu. Tað er
ikki gjørligt at verja
okkum móti hesum illgit-
ingum, tí vit kunnu ikki
alment fara at viðgera
eginleikarnar hjá hverjum
einstøkum umsekjara til
alment starv
Síðan hetta varð skriv-
að, hevur Eilif Samuelsen
í Utvarpinum greitt frá tí
ætlaðu rektarasetan.
Spyrjarin hjá Utvarp-
inum var sera einstátt-
aður. Hann hevði framm-
anundan gjert sær eina
meining. sum hann skuldi
hava staðfest og gjerdi
einki fyri at fáa gongdina í
viðgerðini fram.
Eilif Samuelsen segði
seg at hava heitt á hinar
landsstyrismenninar um
at finna eina semju, ti åtti
spyrjarin at spurt, hvat
hann sjálvur hevði gjørt
fyri at fáa semju.
Eftir hvat Eilif Samuel-
sen upplýsir, kundi hann
loyst hesa ósemju. Um
hann atkveddi saman við
fólkafloksmonnunum, so
var annar tann umsekj-
arin, sum hann sigur at
vera kvalifiseraðan, settur
í starvið.
Tað, Eilif Samuelsen
hevur ført fram í hesum
máli, er meinlíkt gamlari
segu: »Tølv nevningar
skulu døma i sak. Teir
ellivu vóru samdir, meðan
tann eini var ikki samdur
við hinar og tosaði bara
um, hvussu forstokkaðir
teir ellivu vóru, tí teir ikki
tóku undir vid honum«.
Hilmar Kass
Viðmerking
Í brævinum skrivar Hil-
mas Kass, at Eilif Samuel-
sen upplýsir, hverjir hava
sekt alment starv og
greiðir frá atkveðu-
greiðsluni. Sosialurin skal
vísa á, soleiðis at eingin
misskiljing kemur í, at vit
vistu nøvnini á umsøkj
arunum frammanundan,
hvussu innstillingin í
landsskúlaráðnum var og
urslitid av atkvoðugreiðsl-
uni i landsstýrinum.
Hesum våttadi Eilif Sam-
uelsen og gjørdi sinar vid-
merkingar fyri at lýsa
stødutakanina hjá lands-
styrismanninum i skula-
målum.
Bladm.
latið vid seg komið.
— Nu hevur so lands-
rætturin givid FK vidhald
í, at verandi skattalog
heimilar ikki myndugleik-
unum at skatta keypssam-
tekuna. Vit meta tí, at
málið hevur fingið eina av-
gerðandi vend nú, sigur
stjórnin. Og tí hevur hon
vent sær til landsstýrið.
jo-mo
Evangeliska reddin
Feroyska sendingin frá Trans World Radio í Monte
Carlo hoyrist mánadag kl. 22,15 á millumbylgju 205 m.
(1466 kHz).
Mánadagin 12. juli talar Johs. Øregaard, Fuglafirði.
Evni: Kristi kærleiksávísing.
Dupultkvartettin í Ebenezer og Ingálvur av Reyni
syngja.