Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-07-15, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. juli 1982síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Utgevari: p/f sosialurin Postsmoga 76, 3800 Argir, telefon 11820 Fyritaksstjóri og blaðstjóri: Tårfinn Smith (ábyrgd) Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Møller Lýsingar: Árni Joensen Uppseting : p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981 Samrådingar frægasta loysnin EET er) Samrådingarnar at bjarga vestara parti av Beirut undan oydilegging halda fram. Ynski eru frammi um, at allar fremmandar herdeildir t.v.s. sýrar, ísraelar og palestinar skulu úr Libanon oddagrein Tá ein meiriluti í ST í 1947 sam tykti at seta á stovn statin Israel, varð hetta av flest øllum hildið eitt rættvíst stig at taka til frama fyri jødiska fólki. Í aldir høvdu jødar verið kúgaðir og jagstraðir, serliga í Europa. Jagstranin kom í hædd ina við ræðuligu týðingini av seks milliónum jødum, sum nasistarnir framdu undan seinna heimsbardaga og undir Tey vóru fá, sum í samband við stovnanina av ísraelska statinum sóu, at nú var eitt annað fólk fyri órætti. Hví skuldi hetta fólk líða undir, at europear ikki toldu at hava onnur fólk inni hjá sær, og at ein nýggj útlendsk hugsan hevði sæð dagsins ljós. Tí settu palestin- ar seg hart ímóti statinum Ísrael. Staturin Ísrael hevur nú verið til í skjótt 35 ár og vildi tað verið ein nýggjur órættur móti jødiska fólk- inum, um Ísrael hvørvur av kort- inum. Men samstundis má ásannast, at staturin Ísrael, sum FN's delingsplan 1947 FA Jøder [0] Arabere MIDDELHAVET hann nú er skipaður, i sær sjålvum er ein forðan fyri eini rættvísari loysn í Miðeystri, sum gevur palestinska fólkinum tey rættindi, sum ein og hver fræls tjóð eigur Hóast Israel hernaðarliga hevur vunnið á PLO, so er tann politiski sigurin alt annað enn vísur. Israel verður alt meiri og meiri avbyrgt, EEC-londini hava harðliga átalað ísraelska ágangin móti Libanon og Beirut, og USA førir sum ongantíð áður óbeinleiðis samráðingar við PLO Fyri at verja sína ávirkan í Mið eystri og umdomið í heiminum fer USA, nú PLO hernaðarliga hevur tapt, at leggja trýst á Ísrael at fáa gongd aftur á samráðingarnar við Egyptaland um sjálvstýri fyri teir 1,3 milliónir palestinararnar, ið liva vestaru megin Jordan og í Gaza Hesar samráðingar eru partar av Camp David-semjuni, ið sum kunnugt førdu við sær frið millum Ísrael og Egyptaland. Ísraelska umdømid í heiminum er dalandi, og ikki verður tað frægari, um teir gera av at taka vestara part av Beirut, so sakleys í tús undatali lata lív umframt tey higar til minst 10.000 deyðu í Libanon innrásini. Samráðast ísraelar nú, verður tað til teirra fyrimun og ein stór hjálp til varðveitan av heims friðinum. LIBANON ARABIEN - 4 AN S0Sja)UPjN Nr. 66 — 15. juli 1982 Ílogan til vatnorkuútbyggingina rættiliga stór í mun til tað, ið fæst burtur úr Oll mugu medvirka til, at vandalisman móti umhvørvinum held- ur uppat, segði Vilhelm Johannesen m.a. í røduni hann helt á midnáttarsamkomuni leygarkvoldið á vestanstevnu. Hernaðardubbingin, ótálmaða troytanin av rávorunum og orkukeldunum seta mannaættira í stóran vanda. Gott stevnutólk! Fyrst á hverjum sumri stevna fólk úr ollum land- Klaksvíkar at inum til halda nordovastevnu. Nordovastevnan er sum kunnugt tann fyrsta av summar- og itrottarstevn- unum. Stutt eftir eru vit á Skaålafjørdinum til stevn- X håsumri halda Suðuroy una har vit jóanseku í Nakað vestanstevnan verður so seinni hiidin her ovnni ella hinumegin { < 1 il i. JUNI fil ENdans stevna ørovingar 1 storum tal ti Havnar at halda olavsøku eini summar- og irottar stevnu so kann ein illa lata vera við at gera sær eina meting um itrottarstevnurnar sum heild bera fjant og fjas ella hava tær nakað veruligt virði? Hetta er ein spurningur sum fleiri fólk seta sær ødrum summar- og Eru stevnurnar tað sjálvum og Sjálvur meti eg, at stevn urnar hava verid og fram- vegis eru karmurin um eitt og annad, sum eftir minum tykki er av sera stórum týdningi. Her hugsi eg t.d. um kappróð- urin. Hendan okkara tjóð- arítrótt hevur fingið fast innivist á stevnunum, og vóru stevnurnar ikki, hevði tað verið eitt ivamål um hesi ítróttargrein var lív lagað. Somuleiðis hugsi eg um fólkafundirnar, sum eisini hava fingið fast inni- vist á stevnunum, og so tað, at fólk á hesum stevn- um hava møguleika fyri at hitta gamlar vinir og gamlar kenningar. Hóast nógv gott soleiðis kann sigast um stevnur so kann eg kortini ikki lata vera við at endurtaka nakað av tí, sum reðarin, ið setti jóansekuna fyri tveimum vikum síðani, dróg fram. Hesin vísti á tann vandan, at stevn- urnar fara at kódna í plas tikkmentan og bensinosa og vísti á at tað menniskjaliga og viðkomandi er við at hverva. Her lúrur ein vandi, ið vit eiga at vera sera vakin yvir fyri, um vit vilja okkara summar- og ítróttarstevnum tað besta. Stevnurnar eru ein partur av tí sidaarvi, sum 3 okkara ættarlið fekk frá fedrunum og verður tað sostatt okkara skylda at flyta eisini hendan partin av arvinum víðari til tað komandi ættarliðið. Og her eiga vit at ansa væl eftir. at tað. sum vit flyta víðari. ikki verður van- skeplað. Vit kunnu á ongan hátt vera negd við. at tey komandi ættarliðini skulu arva nakrar summar- og itrottarstevn- ur, sum eru kvaldar í plas- tikkmentan og bensinosa og har tað menniskjaliga og viðkomandi er horvið. Hendir hetta, so er orsek- in tann, at vit ikki hava megnað at umsiti hendan partin av arvinum. Og tað kunnu vit ikki lata sita á okkum. Tá summar- og ítróttar- stevnur verða hildnar leggja vit gerandisbúnan eina letu og vit taka veitslubúnan uppá. Vit gloyma tað dagliga og ger- andisliga strevið og stríði. Vit hittast til leik, til gaman og til álvara. Í tí alvarsama partinum av eini stevnu eru fólkafund- irnir. Her er tað ikki av leið, at vit tríva í eitt og annað av tí, sum leikar á í okkara dagligu tilveru, burturi sum heima, og sum er av týdningi fyri okkum og tey komandi ættarliðini, ið skulu bú- leika her á hesum klettum. Á eini stevnu sum hes- ari luttaka ungfólk í sunnum og so at siga vandaleysum ítróttar- kappingum. Men sam- stundis mugu vit ásanna at øll mannaættin luttek- ur i fleiri sera vanda- miklum kappingum. Stór- veldini kappast um at framleiða vápn. Tey luttaka í tí sonevndu kappdubbingini. Longu í dag eru meira enn 60.000 kjarnorkuvápn í heim- inum. Hetta er nóg mikið til at gera av við okkum oll fleiri ferðir. Tað er bæði meiningsleyst og vitleyst at hendan kappdubbing skal halda fram. Tað er einans eitt fátal av ein- staklingum, sum luttaka í hesi kapping við vilja og av áhuga fyri kappingini, meðan tað stóra talið av fólki er partur í hesum óhugnaliga leiki, uttan at tey sjálvi vilja tað, og summi enntá uttan at tey vita av tí, men hesi vera oll rakt um tann vanlukka hendir, at bara ein partur av hesum óhugnaligu vápnum verður tíkin í nýtslu. Meira enn nakrantíð áður er tað ti neyðugt og av heilt av- gjørdum týdningi at savna eina sterka fylking ímóti framhaldandi her- naðardubbing. Vit hóma ein lítlan ljósglotta, tá vit av og á hoyra tíðindi um, ADR Al Í LA POON — g* RA A rr