Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-07-17, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. juli 1982síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 tíðindablaðið Utgevari: p/f sosialurin Fyritaksstjóri og blaðstjóri: Térfinn Smith (ábyrgd) Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Miller Lysingar: Årni Joensen Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981 Høvdini oddagrein Í summarhitanum hava vit upp- livað hvort av sínum, sum kundi verið vert at nomið við, um ikki til tí annað, so til at taka við læru av. EITT av evnunum í heimliga blað- tjakinum hevur verið um høvd. Um hvørji høvd áttu at rulla — um tey høvd, sum vit áttu at fingið okkum til landið, men sum av áum tíðindablaðið Postsmoga 76, 3800 Argir, telefon 11820 heilsa løgmanni og biðið hann út- virkad, at EF aftur gav honum loyvi at selja føroyingum seyðar- høvd. heima á var felagsmarknaðarinnar, hóast av- høvdad, ikki fingust til landið. EIN blaðmaður staddur í deen hevði hitt sølumenn, sum harmaðist, tí hann ikki longur fekk høvi at selja føroyingum seyðar- høvd. Hann hevði árini framman- undan selt 100.000 seydarhøvd til MEN imedan OPINBARLIGA mundi hetta ynski sølumansins ikki verða komið av høvdasnakki, mundid var i mesta tjaki sum um sama her klettunum. Neyvan mundi hann vita, at løgmadur, sum heilsuna skuldi hava, als íkki heima, millum húsaveggirnar í Tunis at finna sær ein svala í sólarhitanum. men spákaði sær rullaðu hevdini heima. Tað skuldi ikki henda, at Aber- føroyingar. Men nú hevði eitt EF- direktiv forða honum í hesum út- merkaða handli, og tað var hann harmur um. HANN hevði tí bidid blaðmannin persónar, sum ikki hóvaðu sitandi stýrið, fingu sess í almennum starvi. So heldur lata fara — og sektin á, um tað so verður blóman av Føroya fólki, sum kemur at kenna sviðan. MEÐAN landsstýrið sólar sær í hitanum sunnanfyri, ganga menn høvudleysir heima, vit hava bartút stýra. Grundlógarfest rættindi, men... - I dagbladnum i gjår skrivar blaðstjórin viðmerking til lesarabræv hjá „Einum, ið fylgir viða. Dagblaðið hevur funnist dugliga at USA, serliga medan vingliskølturin Jimmy Carter sat forseti og gjerdi vesturheiminum fyri skommum ferð eftir ferð. Brot úr blaðstjóraviðm. í Dagblaðnum 16/7 — 82. Jú, Dagblaðið fanst at fyrrverandi = amerikanska forsetanum Jimmy Carter, ti hann royndi at bøta eitt sindur um tey vánaligu sosialu vidurskiftini i USA, ynskti skerjingar í verjuút- reiðslunum, ynskti frið og awvápnað og steðgaði amerikanskari våpnasølu til fleiri lond í Latínamerika við harðrendum einaræðis- stýrum, tí tey nýttu vápnini at kúga sínar egnu íbúgv- ar. sosialurin heldur: Tilikt ljóðar ikki væl á Dagblaðnum. Nei, burtur við sosialum ábótum, latið heldur peningin fara til vápnaframleiðsluna, so generalarnir, ið antin ongantíð = eru vorðnir vaksnir ella eru farnir í barndømi, hava okkurt at spæla sær við. Seljið fleiri vápn til einaræðini í Latín- amerika, fólkið har hevur einki at siga, hví skulu tey hava rætt til teir pengar, sum annars klirra so væl í teim djúpu amerikansku multinationalu | peninga- lummunum. USA var fyrsta land í 1776 tók sær og sín- um borgarum fult ligt frælsi. Bert eini 25 lond í heiminum í dag geva sínum borgarum somu persóniigu rættindi, sum USA vissaði sín- um fyri 200 árum síð- ani. eingi høvd, sum hesum landinum Bort úr blaðstjóraviðm. í Dagblaðnum 16/7 — 82. Amerikanska grundløgin er víttfevnandi, men spell er, at hon enn ikki virkar eftir ætlan stívliga 200 ára gomul. Grundlógin nevnir eins rættindi fyri oll, tað var kanska tí FBI skuldsetti amerikanska borgararætt- indamannin, baptista- prestin Martin Luther King fyri at vera kommunistisk- an ófriðarkropp, ti hann vildi bøta um korini hjå teim littu i USA. Sovje- tíska grundlógin nevnir eisini eins rættindi fyri oll. t.d. bæði trúar- og mein- ingsfrælsi, men hvussu tey rættindini í verunleikanum virka, vita helst øll. Eitt er, hvat grundlógin sigur, annað er, hvussu hon virkar. | Fr” Nr. 67 — 17. juli 1982 Renovatiónsmálið i Eysturoynni ———————————— Til tann partin av bygdar- ráðnum sum sat í Nes kommunu og gav LR.F. byggiloyvi til eina felags kommunala brennisteð eyst- antil á Høganesi i 1980, eru komnar áheitanir um, at geva eina almenna frágreiðing um hvussu tey hava vidgjørt hetta mál og hvussu byggi- loyvi ljóðar. Tað vilja vit hervið gera, men við tað at hettar er eitt ógvuliga drúgfert mál við nógvum skrivligum tilfari at fara igjøgnum, verður her næstan ikki fari út í detaljir ella argumentir, og tí verður henda frágreiðing mest bert at umfata gongdina í hevuðs- heitum. Tað byrjaði tann 31. juli 1980, tá LR.F. hevði boða bygdarráðnum saman við býráðnum í Runavíkar kommunu til fundar á Runa- víkar Sjómansheimi, har um- boðini fyri I.R.F. legdu fram eina ætlan um at byggja eina felags kommunala brennistoð yviri á Mýrum, omanfyri Fjallmannagil, á oki hjá Nes kommunu. Hitin frá brennistødini skuldi nytast til upphitingar- endamål i Runavikar kommunu. Umboð fyri Nes kommunu fordu fram millum annað, at um teir skuldu geva byggi- loyvi til eina slíka stød á sínum eki, sóu teir gjarna, at teir eisini fingu part í teimum fyrimunum sum meguliga lógu á nýtsluni av spillhit- anum 0.ø. I.R.F. lovaði at kanna meguleikarnar fyri at nýta spillhita í Nes kommunu Nes kommuna fekk skriv- liga umsókn frá I.R.F. dag- fest 5. august 1980, um byggiloyvi til brennisteð, antin yviri å Myrum ella omanfyri Saltnes, og søgdu frå, at teir kannadu møguleik- arnar at leggja hana oman- fyri Saltnes, við ti fyri eyga at kunna endurnýta hita í Nes kommunu. Hjálagt var projekt dag- fest juli 1980 »Forundersø- gelse for forbrændingsanlæg på Østerø« gjørt av Rambøll & Hanneman. Teir førdu eisini fram, at henda umsókn var at skilja sum ein formlig umsókn, fyri at fáa eina prin- cipiella steðutakan til byggi- loyvi ella ikki. 12. august bleiv umsóknin vidgjørd í bygginevndini, og álit latið bygdaráðnum. 14. august bleiv umsóknin vidgjørd í bygdaráðnum, hvar henda samtykt einmælt var gjerd: At Nes kommuna prin- cippielt kann geva tilsegn um byggiloyvi, men kann uppá núverandi (tåverandi) tíðs- punkt ikki binda seg til eitt ávíst stað. fyrr enn nærri kanningar av vansum og fyrimunum greitt siga okkum, hvar best egnaða staðið er, heruppi í eisini økid á Fossdalsbakka 22. august viðgerð náttúru- friðingarnevndin umsókn frá I.R.F. um bygging av brenni- stød á Mýrinum, ella oman- fyri Saltnes, náttúrufrið- ingarnevndin dámdi betur plássið omanfyri Saltnes, og góðkendi at hon kundi byggj- ast har. 9. oktober staðfestir Fære- ernes Overfredningsnævn. avgerðina hjá náttúrufrið- ingarnevndini í Eysturoy. 11. og 12. november var bygdaráðið í Danmark fyri sjålvt at síggja slíkar brenni“ steðir í rakstri, og kunna seg við hverjar treytir, vóru álagdar slíkum brenni- stødum og hvussu um- hvervið var har brennisteð- irnar stóðu. 29. november hevði bygda- ráðið almennan fund fyri borgarum í Nes kommunu, umboð fyri I.R.F. og serkenir í málinum vóru við. Boðnir við vóru eisini mill- um aðrar Runavíkar býráð, landstýrið, F.N.U. og komm- unulæknin. Á hesum fundi fingu bygdaráðslimirnir handa eitt mótmælisskriv við 268 undir- skriftum í vóru soljóðandi: Undirritaðu Borgarar í Nes kommunu, mótmæla hervið harðliga at »Rusk á Brenni- stødin« verður bygd, mitt í utstykkingsøki »Undir Høga- nesi«. Hvat vid Fossdals- bakke? Hvi byggja hana mitt i ein- um framtíðareki vidv: Sethúsabygging? Hvat við barnum okkara??? 22. desember fyrilá ummæli frá landslæknanum. eftir åheitan frá Nes komm- unu. 30. desember viðgjerdi bygdaráðið málið, og niður- staðan bleiv at ein bygda- ráðslimur mælti til eina plase- ring av brennisteðini í Foss- dali, meðan hinir seks góðu soljóðandi byggiloyvi. (Framhald — vegna plásstrot) A —————f————[—f—[[[[[[[J[f[ff————————————Y|h8—h>7—ozl—————o——…————U——— Framhald av síðu 3 dámar teimum stoktan fisk Aftaná degurða hava tey so meguleikan at keypa eitt- hvert leskiligt og okkurt góð- gæti í eini lítlari krambúð, sum leiðararnir skipa fyri. Har kunnu tey so eisini keypa postkort og frímerki. Bernini eru annars sera fegin um at senda berv og postkort heim og tey fáa eisini nógv brev heimanífrá. Kl. 13,30 metast bern og leiðarar fyri at tilrættaleggja dagin, sum kemur. Seinrapartin halda aktivitetirnir fram og seinni á degnum metast londini hver í sær at tosa um eitthvert. Bernini úr hverjum landi hava eisini brúk fyri at vera saman av og á, at tosa um tey nú hava onkrar trupul- leikar osfr. Um kveldið hendir eisini nógv. Aftaná nátturða verður skipað fyri hugnaletu í samkomuhøllini, har londini hver í sær ella saman tilrættaleggja eitt kveld við sangi, sketcum, spæli = o.e. Mikukveldið skuldu Frankaríki og Fer- oyar skipa fyri kveldinum. Alt verður hildið loyniligt til sjálva letuna, tá tað verður ført fram. Bernini fara til songar um 21,30. Teir fyra leidararnir eru annars væl nøgdir vid leguna higartil. Tey eru sera ovfarin av, at eingin trupulleikar hava verid vid nøkrum barni. Børnini kenna seg væl å leguni, og duga øll serstak- liga væl at vera saman i felag. Hetta er aðru ferð, at lega verður hildin í Feroyum. Fyrstu ferð var á Sandi í 1979. Samstundis sum legan verður hildin í Feroyum, luttaka 20 feroysk bern á 5 ymsum legum aðrastaðni. Legan í Hoydelum fer nokk at kosta einar 100.000 kr., tá avtornar. Leigan av skúl- anum er 36.000 kr., kokkurin skal hava løn og síðani kemur maturin og lutirnir til akti- vitetirnar. Legan verður figgjad gjøgnum lutaseðla- søluna, sum hevur verið til frama fyri tiltakinum. . — Men hvør sleppur so vid á legurnar? — Tað er ymiskt frå landi til land. Onkra staðni eru tað tey dugnaligastu bernini í skúlunum, og onkra staðri eru tað bert tey, sum hava ráð til slíka ferð. Men yvir- hevur er tað so, at øll børn kunnu gerast limir í CISV og fara á legu. Talið er avmark- ad, og har fleiri søkja enn plåss er til, verdur lutakast. Hetta er m.a. galdandi i Feroyum. T.d. vóru í ár 40 umsekjarar til tey 20 legu- plássini = aðrastaðni. Vit máttu tí kasta lut. Av tí at CISV er rættiliga nýtt í Feroyum, so hevur tað verið trupult at fáa nokk av barnum til legurnar. Leið- ararnir hava verið noyddir at ringja út til fólk og biðja tey senda barnið avstað. Nú vita so foreldur meira um henda møguleikan, og fleiri og fleiri vilja lata bernini sleppa á slíka legu. Prísirnir eru ymiskir alt eftir hvar legan er. Men í meðal man prísurin liggja um einar 3.000 kr. Tað verður roynt at fáa bernini, har tey ynskja at fara. Men um t.d. foreldur halda, at tað er meira spenn- andi at senda tey til Mexico - enn til Svørikis, so kann hetta lættliga vera ein mis- skiljing. Ti endamálið vid leg- unum er ikki so nógv at læra landið at kenna sum at læra onnur bern at kenna. Legan í Hoydelum byrjaði 2. juli og endar 27. juli. Bern- ini skulu eisini búgva hjá fer- oyskum familjum tvey viku- skifti. Harumframt fara tey túr eftir oynni at síggja onkran bóndagarð og síggja alingina við Air. Eisini er ætlanin at fara túr við slupp- ini. Og meðan vit spáka uttan- fyri hoyra vit bernini syngja...Children of all over, stand with backs against the wall, now join hands with your neighbour, be united on and all...children of all over, It's up to you to set tey peace, The problem will soon be in your hands, To unite the human race...children of all over, as your lifetime passes by, so preach peace to your children, That this world will never die. Og niðurlagið... forget about your colour, forget about your creed, forget about your hatred, forget about your troubles, now are we all agreed, that a friend í need, is at friend indeed... Og hesi vekru orðini og songurin fingu meg at hugsa um orðini hjá Jákup í Skemmuni, ið stóðu í grein í Oyggjatíðindi fyrr í vikuni: »Tann einasta vón, sum vit eiga fyri framhaldandi lívi á jørdini er tann, at børnini kunnu gera alt betri enn vit og forfedrar okkara hava gjørt«.