leygardagur 17. juli 1982síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
TS R
Norsku skipararnir fingu greið boð
— Tit kunna
halda fram
við sama lag!
Noyðast ikki at taka kalvahúkarnar undan
ella minka um toskaveiðuna
Norsk skip sleppa at
halda fram við at brúka
kalvahúkar í feroysk-
um sjógvi. Tey sleppa
eisini at 15—20% av
toski sum hjáveiðu. Í
hvussu so er hetta árið
Um Landsstýrið, tá tað
fer at samráðast við
norðmenn um sátt
málan fyri 1983, fer at
krevja, at tað í sáttmál-
anum verður tilskilað,
hver reiðskapur skal
brúkast og, hvussi
stórt hjáveiðiprosentið
må vera, er enn Óvist
Sáttmálin millum
Føroyar og Noreg
hevur verið í fokusi nú,
tí Maagen hevur givið
tveimum norskum
skiparum ávikavist
ávaring og átekning í
veiðubókina. Talan er
um, at Færøernes
Kommando og Lands-
stýrið tulka såttmålan
hvør å sin hått
Fundast hevur verið
um málið og seinasti
fundurin var í gjár. Tað
einasta, sum spyrst
burtu rúr, er, at Lands-
stýrið hevur biðið
norska fiskivinnustjór-
an skipa so fyri, at
norsku skipararnir út-
greina, hvat kemur
undir sannað“, tá teir
geva upp, hvussi nógv,
teir hava fiskað. Olaf
Olsen, landsstýris
maður, sigur, at hann
hevur ikki frætt aftur
úr Noregi. Men hann
roknar við, at ynskið
hjá Landsstýrinum
verður eftirlíkað
Skiparin á Nystrøm
fekk ávaring, tá fyra-
fimm kalvahúkar vóru
í hverjari línu hjá skip
inum. Á onkrari vóru
sjey kalvahúkar
Skiparin á Aspirant
fekk viðmerkt í veiðu-
bókina, at hann hevði
ov nógvan tosk. Hann
heðvi 14% av toski og
5% í saltaðum toski.
Færøernes Kommando
heldur hetta er brot å
såttmålanum. Tad
heldur Landsstýrið
ikki.
K. Flykshol, næst-
ovasti á Marinusteðini,
sigur, at Færøernes
Kommando hevur ikki
aðrar viðmerkingar til
málsviðgerðina enn, at
teir nú vita, hvussi
reglurnar eiga at vera.
— Og teimum fylgja
vit so, sigur hann.
Norsku skipararnir
báðir fáa at vita, at
hendingin 23. juni fær
ikki avleiðingar fyri
teir.
hd.
Meistarin vendir plátum
Peter í hugnaligum umhvørvi
Danmarkarmeistarin,
ella ársins Disc-joykey
í 1981, tann 19 ára
gamli Peter L. Holm er
í Feroyum. Í arbeiðs-
erindum. Hann leggur
plátur á í dansihøl-
unum kring landið. Í
kveld er hann í SUF-
Disk í Servági, sunnu-
kveldið í Havnar
Klubba, týskveldið og
mikukveldið í Dallas,
hóskveldið og fríggja-
kveldið í Kl-hellini og
næsta leygarkveld og
sunnukveld í Tver-
oyrar Klubba.
hd.
Leygardagur 17. juli 1982
Rópi ikki hurra!
Tidarritid
Brå
1. érg. nr. I 1982
Blaðstjórn:
Hanus Andreassen,
Eyðun Andreassen,
Heini Davidsen, Jógvan
Ísaksen, Turið S. Joen-
sen, Astrid Luihn, Rói
Patursson, Kári Peter-
sen, Malan Simonsen,
Rógvi Thomsen.
Lay-out:
Ingi Joensen
Perma:
Rannvá Djurhuus
Kostnaður:
70 kr. í leysaselu. 60 kr
at halda.
Neyvan er nekur tjóð í
heiminum, sum nú í hesi
hendingaríku tíð skrivar
so lítið, ja, yvirhevur
viðger so lítið samtíð sína
sum vit feroyingar.
Hetta var nakað tað
fyrsta, mær rann í hug, tá
eg hevði lagt nýggja tíðar-
ritið BRA frá mær.
Í tíðarritinum eru til
demis tveir greinar um
skrivandi kvinnur. Onnur
íslendsk. Hin feroysk.
Tann íslendska, eftir
Helgu Kress, viðger eisini
tær kvinnur, sum skriva
nú í fýrsunum.
Tann feroyska, eftir
Malan Simonsen, er um
Mariu Skylv Hansen
(1877-1974) og Súsonnu
Helenu Patursson (1864-
1916).
Og blaðstjórnin er farin
81 ár aftur í tíðina at finna
ritinum eitt steði. Gaman
í, eg eri samdur við Rógva
Thomsen, tá hann skrivar,
at orðini hjá Kristini í Geil
eru okkum ikki óviðkom-
andi. Og kanska er ikki
nakað eins viðkomandi
skrivað síðani 1901?
ifylla
Tiverri. Eg kann ikki rópa
hurra fyri hesum 72 síðun-
um undir permuni á
BRAi. Tað er so langt síð-
ani, tað frættist, at nú var
farið at arbeiða við hesum
tíðarriti. Sum ár og mán-
aðir gingu væntaði tú tær
meira og meira. Sumt til-
farið kennist sum ífylla.
Tað er ikki skrivað upp-
runaliga til BRA. A síðu
61 lesa vit hesi orð:
„Fyrilesturin er her so
at siga óbroytt endur-
givin, tó at mangt hevði
verið annarleiðis, um
hetta upprunaliga var
skrivað sum bladgrein«.
(Fyrilesturin hjá Eyðuni
Andreassen er um natio-
nalromantikk og nationa-
lismu).
Yrkingarnar hjá Carli J.
Jensen og Sjúrði Hansen
eru í bókum, sum langt
síðani eru komnar.
Kjarnorkuvápn
A teimum 72 síðunum eru
greinar, hugleiðingar,
stuttsegur, fyrilestur,
sangir, yrkingar, ljós-
myndir, tekningar og lýs-
ingar.
Ahugaverdast er grein-
in hjá Rógva Thomsen
Feroyar í kjarnorku-
vápnadubbingini. Men
hon er tíverri helst ov
subjektiv til at rína við,
har mest er brúk fyri tí.
Íslendsku stutt-
segurnar er góðar, serliga
tann hjá Svøvu Jakobs-
dóttur. Turið S. Joensen
hevur umsett báðar væl.
Hin vegin dugur Jóanes
Nielsen nógv betur at
yrkja enn at skriva segur.
Flevar at síggja, at Guðrið
Helmsdal ikki er givin
heilt.
Jógvan Isaksen rósar
Karsteni Hoydal á seks
síðum. Hanus Andreassen
hevur verið á yrkjara- og
rithevundaskeiði í Sveríki
og Regin Dahl hevur
snildisliga týtt eina nátt-
arhugleiðing hjá franska
skaldinum Baudelaire.
Kári Petersen dugur eisini
at fáa yrkingar á eðrum
málum at ljóða væl á fer-
oyskum: Gestur í hand-
verkarabarakkini eftir
grenlendingin Niels Krist-
ian Nielsen.
Av ikki umsettum tilfari
er greinin hjá John Gus-
tavsen um Alta-málið
Hon er á norskum
Útsjónd og formur
Nógvar myndir eru í rit-
inum. Ingi Joensen hevur
fýra ljósmyndir tiknar á
sandinum heima á Sandi
Ikki alla staðni stendur,
hver hevur gjørt mynd-
irnar. Myndirnar til grein-
ina hjá Helgu Kress eru
ivaleyst tiknar hiðani og
haðani úr bókum og bleð-
um. Tekningarnar hjá
Arthuri Djurhuus til
greinina hjå Rogva Thom-
sen eru gott handverk.
Men nakad »penar« til
júst hetta endamálið. Ser-
liga væl dámar mær tekn-
ingina, sum Leyvoy Joen-
sen hevur gjert til Veitslu
undir grótveggi, seguna
hjá Svøvu Jakobsdóttur.
Blaðstjórnin sigur, at
hon leggur dent á útsjónd
og form. So at innihaldið
kann fáa ein karm, sum
betur hóskar nútíðini. Eg
veit ikki, hvat hon her
meinar við. Uppsetingin
er traditionell. Hon er
stirvin og keðilig. A síð-
unum 2, 43 og 66 er hand-
skrivaður tekstur. Sum
minst tríggjar kettur úr
hevdatrog
At enda
Eftir at hava sæð BRA
haldi eg framvegis, at vit
hava brúk fyri einum
tíðarriti í Feroyum, sum
eina ferð um mánaðin
kemur út við aktuellum
tilfari um mentan, livandi
uppsett
Blaðstjórnin á BRAi
hevur avgjørt at ritið skal
koma tvær ferðir um árið
Hon hevur avgjert, at
innihald og uppseting sku-
lu vera so og so. Og tað
hevur hon sjálvandi fullan
rætt til. Og nógv taka
undir við henni. Havi eg
skilt á fólki.
Sjálvur sakni eg okkurt
annað. Okkurt frískligari.
Hegni Djurhuus