Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-07-17, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. juli 1982síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Norðurkorea i dag: Leygardagur 17. juli 1982 Eitt afturlatið land vit mugu læra at skilja Hevur eina syrgiliga fortíð — fólkið varð trælkað og kúgað av japanesarum Tíðindablaðið Sosialurin hevur tosað við Jákup Lindenskov, sum júst er heimafturkomin úr Norður- korea. Jákup greiðir frá, at ferðin kom í lag eftir eini al mennari innbjóðing frá norð urkoreansku myndugleik unum. Tað stóð ellum poli tiskum flokkum í fólkating inum í boði at senda eitt ella fleiri umboð avstað ; up sigur vidari, at allir flokkar tóku av innbjóðing- ini, og fóru teir síðani við flogfari til hevuðsstaðin í Norðurkorea Pyongyan Millumlent var í Sovjetsar veldinum. Sjálv ferðin vardi í 14 dagar og vóru fólkatings- menninir vístir runt í land- Afturlatið land Vit lata Jákup Lindenskov sjálvan greiða frá vitjanini Tá mær stóð í boði at fara á slíka ferð ivaðist eg ongantíð í at fara, tí Norður- korea ber orð fyri at vera eitt sera afturlatið land. Tí helt eg, at rætt var at nýta hevi Vitjan á eini aldargamlari kongagrev. Jákup Linden- skov: Korea hevur retur nógv túsund ár aftur í tíðina Politikarar hittast Frágreiðing frá ferð, sum Jákup Lindenskov, fólkatingsmaður gjerdi í Norðurkorea í summar r Á myndini síggja vit Jákup Lindenskov og við hansara lið, nordurkoreanska forsetan, Kim Il Sung nú at síggja nakað av land- inum. Tað var áhugavert at síggja, hvussu landið er bygt uppaftur eftir Koreakríggið. tá rættiliga nógv varð bumb- að av amerikanarunum. Í dag eru norðurkoreanarar ferir fyri at breydføda seg sjálvar Teir framleiða nærum allar verur í sínum egna landi og innflyta so gott sum einki Landbúnaðurin er helst tann vinnan, sum hevur mest at siga, men fiskivinnan og íd naðurin eru eisini nógv út bygd Eg skal ikki fara at greiða frá einkultheitum her, men kanska heldur siga frá. hvat eg sum heild fekk burtur úr Tað er nú so, tá tú vitjar eitt fremmant land, sum hevur eitt heilt annað stvyrislag enn okkara egna, at fólk heima eru forvitin og spyrja hvussu hetta og hatta er landinum Lat meg siga beinanvegin at tað er avmarkad, hvussu nógv tú kanst fáa burtur úr eini ferð í 14 dagar í einum landi, sum tú lítið og einki kennir til frammanundan. Í einum landi, sum er ógvuliga ymiskt frá tínum egna. Og so hetta sum kanska hevur mest at siga: í einum landi, sum hevur eina heilt oðrvísi fortíð enn títt egna land hevur Korea er eitt aldargamalt ríki. Tað hevur retur 5000 til 6000 ár aftur í tíðina. Landið hevur verið merkt av kríggi og stríði Serstakliga japanesarar hava gjørt seg inn á land og fólk. Taka vit nýggjari tíð, so var Korea hersett og undir japanskum eki frá 1905 til endan av seinna heimskríggi Hetta var eisini nakað ein legði til merkis á ferðini har yviri: haturið til japan- esararnar og nú eisini til ame rikanararnar. Eftir seinna heimskríggj varð Korea sundurbýtt í tvey ríki eins og Týskaldn var tað. USA fekk valdið yvir syðra partinum, og sovjettsam- veldið yvir norðara partinum av Korea, og síðani hevur hetta býtið verið. Í dag eru tvey sjålvstødug lond, Norðurkorea og Suðurkorea ein veruleiki Persónsdyrkan Tað er týðuligt at Norður korea, sum hevur kommunis- tiskt stýri, er eitt afturlatið og einsrættað land. Men Kim IL Sung. sum frá ungum árum var við til at berjast móti japanesarum og seinn móti amerikanarum, er í dag virdur sum eitt stórmenni í Norðurkorea Sjálvur dámar mær ikki slíka persónsdyrkan. Má bert isanna, at slík persønsdyrk an er galdandi í Norðurkorea Øll hava myndir av leidaran um, og hann verður tikin 1ppå tungu alla staðni Men tá so hetta er sagt, so má eg eisini viðganga. at ! andið er væl útbygt. Hóast 1 livifóturin ikki kann javnmet ast við hann her heima hjá okkum, so fær ein varhugan av, at eingin lýður neyð í Norðurkorea. Bernini eru væl | % I [ | „ | + | | , i . P Få Få Få - > Minnisvarði yvir »JUCHE«-læruna hjá Kim Il Sung. Hann er bygdur av 25.500 steinum og varð vigdur á 70 ára degi leiðarans. Hver steinur symboliserar hvenn dag í lívi Kims ilatin, tey eru sunn og tey ganga øll í skúla. Millum tey vaksnu er arbeiði til allar hendur, og ell hava nakað at búgva í. Kriminalitetur er næstan eingin! Samanumtikið má sigast, at Kim IL Sung hevur megnað at lyft hetta samfel- ag, sum lá í grúsi eftir Korea- kriggid, og sum var undir ja- ponskum eki í 50 ár, upp til tað er í dag, har fólk tykjast at hava tað gott So kann ein vera samdur við teirra stýrislag ella ikki Vit, sum hava aðrar siðir og traditiónir og sum hoyra til eina heilt aðra skipan. tað demokratisku, kunnu vera ásamt um, hvussu eitt sam- felag skal byggjast upp Aðrenn vit leypa á leistum og dema teirra stýrishátt og teirra leiðara eiga vit at hava í huganum ta fortíð, sun landið og fólkið hevur havt At vera trælkaður undir fremmandum oki í so nógv ár hevur merkt hetta samfelag ið. og kanska tí er tað so afturlatið í dag og kanska tí eru tey so varðin fyri fremm andari ávirkan, og vilja sleppa at standa á egnum beinum 3 flokkar Um stýrislagið har er annars at siga, at har eru tríggir flokkar. Stersti flokkurin er tann hjá Kim IL Sung og hevur hann 570 av limunum í »parlamentinum«. 21 eru síð- ani úr einum buddistiskum flokki og 9 úr einum javn- aðarflokki, har tey kristnu eisini eru limir. Vit tosaðu við leiðarar í hesum flokkum. Vit fingu m.a. tað burtur úr, at vælskipanin líkist nógv teirri bretsku, tvs. at tann, sum hevur mest atkveður eitt stað fær mannin meðan allar hinar atkveðurnar fara fyri skeyti Sum eg segði, so er land búnaðurin nógv útbygdur Har eru nytimans amboð men eisini gomul amboð vera nýtt. Teis fiska nógv við stør um trolarum og eisini verður nógvur fiskur etin har. Hetta eru onnur fiskasløg, enn vit Førovum eru von við at eta Arbeidsvikan sigst vera 10 tímar, men ein legði til merkis, at fólk arbeiddu frá tíðliga á morgni til seint á kveldi. Lenin liggur millun 90 og 200 Won sum svarar til millum 500 og 1000 krónur um mánaðin. Annars eru prísirnir lágir. EIngin rindar skatt. Íbúðir kosta lítið og einki at búgva í. Heilsuverkið og útbúgving er eisini ógvu liga frammaliga, og tað er alt ókeypis.