Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-30, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. august 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 165 - 30. august 2002 Nr. 165 - 30. august 2002 17 Í tonkunum hevur hann longu gingið túrin fleiri ferðir, har hevur hann verið í flest hugsandi støðum. Men um ein mánað gerst dreymur veruleiki hjá 27 ára gamla vestmenning- inum Johnny Joensen, tá skal hann ganga og klíva 7129 metra høga fjallið Baruntse. Tað er mín upptøkuroynd til Mount Everest, sigur Johnny FJALLAKLINTRARI Jón Brian Hvidtfeldt Eg geri túrin, bara fyri meg sjálvan og ongan annan. Eg vænti ikki, at eg broytist, eydnast tað mær at náa toppinum á Baruntse, men eg verði glaður. Tá havi eg prógvað, at eg kann, og tá eri eg klárur til endaliga málið: Mount Everest. 27 ára gamli Johnny Joensen úr Vestmanna ivast ikki, tá hann greiðir frá um sínar ætlanir. Hetta eru mál, hann hevur sett sær fyri, og tey ætlar hann sær at náa. Johnny fer í næstum av- stað. Málið er 7129 metra høga fjallið Baruntse, sum liggur í nepalsku Himma- layafjøllunum. Av fjalla- tindinum sæst yvir á heims- ins tak, Mount Everest. Fýra vikur eru settar av til túrin, sum byrjar heilt niðri í láglendinum, gangast skal um dalar og fjøll, men veruliga royndin kemur ikki, fyrr enn teir síðstu 2- 3000 metrarnir skulu klív- ast í kava og ísi. Og tá kom- ið er upp í 6000 metra hædd og tunna luftin sýgur alla megi úr kroppinum. Tunnu luftina sær Johnny sum sína størstu avbjóðing á túrinum. Eingin sleppur upp á Mount Everest, uttan fyrst at hava roynt líknandi av- bjóðingar, sum geva eitt viðmæli um, at tú ert egn- aður til eina so stóra av- bjóðing. Túrurin niðan á Baruntse skal geva Johnny sítt viðmæli – tað er hans- ara upptøkuroynd til Mount Everest. Meðalstóri, tættbygdi vestmenningurin hevur fyrireikað seg væl. So væl, at hann kundi farið avstað í morgin, skuldi tað verið. Hann er klárur. – Fysiski formurin er í lagi. Eg havi altíð vant nógv, bæði til kappróður og hondbólt, umframt at eg havi verið á ítróttarskúla og eitt ár í danska herinum, so fysisk venjing hevur ong- antíð verið nakar trupul- leiki hjá mær. Sjálvt um eg ikki skuldi henda túrin, so hevði eg helst vant kortini. Eg hevði kanska ikki ging- ið so nógv í fjøllunum, sum eg havi gjørt seinastu tíð- ina, men annars hevði eg vant tað sama. Næstsíðsta vikuskifti gekk hann við allari útgerðini úr Tjørnu- vík til Vestmanna – tað tók seks tímar. Hann leggur seg eftir ikki at ganga sama túrin alt ov ofta, heldur ganga onkra staðni, hann ikki hevur verið fyrr. Og av og á fer hann ein túr til Vágarnar at ganga. – Eg hevði næstan ikki fingið tíðina at ganga, um eg ikki vandi, greiðir Johnny frá. Tað er mín lívsstílur at vera í góðari venjing, leggur hann aftur- at. Avgerðin um einaferð at standa ovast á Mount Eve- rest varð tikin nakað áðrenn síðstu jól. Og hon stendur við. Men júst nú er tað túr- urin upp á Baruntse, sum telur. Hann er tað týdning- armiklasta júst nú. Eftir at Johnny í marts mánað var í bløðunum og greiddi frá sínum ætlanum, er ikki sørt, at áhugin fyri vestmenninginum er øktur. Fólk spyrja um túrin. Flestu eru positiv og eru spent uppá, hvussu tað fer at gangast, men onkra negativa viðmerking hevur hann eisini fingið. – Tá eg onkuntíð havi fingið onkra negativa við- merking, so vendi eg tað til nakað positivt. Eg sigi við meg sjálvan, at eg skal vísa teimum, og viljin gerst upp- aftur størri, greiðir Johnny frá. Síðan eg í januar byrj- aði fyrireikingarnar til túr- in, havi eg ongantíð havt nakran »niðurtúr«. Eg havi sett tað í meg, at eg skal gjøgnumføra túrin, og so- leiðis verður tað. Eg vil ofra alt fyri at røkka toppin- um, sigur Johnny, og and- litsbráið skúgvar allan iva til viks. Maðurin meinar tað, hann sigur. Eisini hevur hann roynt at fyrireika seg sálarliga til túrin. – Tað besta er at fara ein langan túr í fjøllini, púra einsamallur, í ringum veðri. At fara túrar, sum eg slettis ikki tími, gevur mær eyka vilja og styrkir meg sálar- liga. Eisini er týdningar- mikið at vera greiður yvir, at túrurin er vandamikil. Tú skal vera klárur yvir tað, og hava tað við í tínum fyri- reikingum, men tú mást ikki hugsa ov nógv um tað. Tú mást ikki hugsa ov nógv um, at tú møguliga gerst sjúkur, tá tú kemur í 6000 metra hædd og luftin er sera tunn, tí so verður tú sjúkur, sigur Johnny. Hann er greiður yvir vandan, men er ikki bangin. – Síðstu mánaðirnar hev- ur túrurin malið í høvdin- um alla tíðina. Eg hugsi um hann, frá tí at eg fari upp um morgunin, til eg fari í song um kvøldið. Í mínum tonkum havi eg gingið nið- Eg eri klárur 27 ára gamli vestmenningurin Johnny Joensen er klárur til avbjóðingina. Av ovasta tindi á fjallinum Baruntse sæst yvir á Mount Everest an á Baruntse fleiri ferðir, og nú gleði eg meg bara til at sleppa avstað, greiðir Johnny frá. Um tríggjar vikur fer Johnny til Danmarkar, og síðan gongur leiðin til Nepal. Umframt vestmenn- ingin skulu 11 danir við á ferðina, níggju menn og tvær kvinnur. Gongst sum ætlað verður hann burtur í fimm vikur. – Hetta verður so mín frítíð í ár – hon verður helst ikki sum hjá teimum flestu, men eg fari at njóta hana, sigur Johnny. Fýra systkin eru tey, og Johnny leggur skemtandi afturat, at hann nú fer at ganga upp í somu hædd, sum systurin, sum er flogterna við Atlantic Air- ways, hevur sítt arbeiðs- pláss – góðar sjey kilometr- ar omanfyri vatnskorpuna. Foreldur og systkini hava eisini verið ein góður stuð- ul síðstu mánaðirnar. – Familjan hevur stuðla væl. Tey noyðast at stuðla mær í tí, tí tey vita jú, at eg fari kortini, sigur Johnny. Tey eru greið yvir, at tað er vandamikið, men eg haldi, at tey eru ikki í iva um, at eg nokk skal klára tað, leggur hann afturat. Eisini hevur hann fingið mostir sína at binda føroysk undir- klæði og handskar til túrin. Tey skulu verma, tá kuldin seinasta teinin niðan á tind- in kemur niður um 25 kuldastig. Tað sæst tíðuliga, at Johnny gleðir seg. Eyguni glógva, tá hann greiðir frá um túrin, um tað nógvu og dýru útgerðina, sum hann hevur útvegað sær, og um sjálvt fjallið Baruntse, sum hann í næstum skal læra at dansa við. – Tá eg standi á toppinum á Baruntse, síggi eg beint yvir á Mount Everest, eg síggi at kalla alt fjallið, greiðir Johnny frá, og tað er, sum hann eitt sekund longu stendur har. Hann skal hava bæði mynda- og upptøkutól við sær, og myndin av Johnny í 7129 metra hædd, á ovasta tindi á Baruntse-fjallinum, við Mount Everest í baksýnin- um, er at kalla longu tikin. Hann greiðir frá, hvussu trupult tað er at útvega sponsorar til ferðina, sum tilsamans fer at kosta honum 70.000 krónur, og leggur afturat, at tað hevur verið strævnari at fáa peng- ar til vega, enn tað hevur verið at gjøgnumført fys- isku venjingina. Tó hava pengarnir ongantíð verið forðingin, tí frá fyrsta degi setti Johnny sær fyri, at klárari hann ikki at gjalda alt, so fór hann í bankan at biðja um lán. Gongst sum ætlað, verð- ur Johnny aftur í Føroyum í november. Røkkur hann sínum máli hesaferð, fer hann at fyrireika túrin nið- an á Mount Everest. – Klári eg niðan á Baruntse, so havi eg klárað fyrsta bitan. Eg veit, at tað verður hart, ræðuliga hart, men í mær sjálvum veit eg eisini, at eg klári tað. Av- bjóðingin verður tann sera tunna luftin, men eg skal klára tað. Tað havi eg sett mær fyri, sigur vestmenn- ingurin, hvørs dreymur er einaferð at standa á heims- ins taki. Fyri at klára niðan á 7129 metra høga fjallið Baruntse, krevjast serlig klæði og onnur útgerð. Útgerðin hjá Johnny Joensen til henda túrin kostar útvið 30.000 krónur Mynd: Jens Kr. Vang Túrurin niðan á Baruntse er einasta eg hugsi um. Í tonkunum havi eg longu gingið hann fleiri ferðir. Nú eri eg til reiðar at fara avstað, sigur Johnny Joensen C M Y K 17 16