Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-07-24, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. juli 1982síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| i Hetta hendir eisini i føroyskum heimum! -Ongin tol finnast. Men kortini kann sigast við vissu, at eisini í Foroyum buka menn konur sínar. Hóast tað ikki er í so stóran og álvarsligan mun sum í londunum uttan um okkum. Ella er tað ? ?? Eftir Hegna Djurhuus bangin fy hann for á ia hana Rosa Petersen frá Gre Stiftelse Keypmannahavn greiðir trá Mettustovu i Havn. Tær eru 300, sum uttan samsyning brúka frítíðina til at hjálpa kvinnum. sum eru rýmdar frá mani og heimi. Rymdar frå tí manni, sum gjerdi lív teirra til eitt helviti. Tær fáa inni- vist og hjálp í Grevinde Danner. Har eru tær tryggar. Tí menn sleppa ikki inn í tað stóra, vakra gamla húsið við Nansensgade. vinde Danners Kvinnurnar, sum koma til, Grevinde Danner, eru so bangnar fyri monnum, at hava tær synir, eldri enn 13 år, vid, tå tær koma, fåa tey, ella hann, åvist eitt annad stað. Dømid vid læknanum sigur nógv. Í tríggjar mánaðir komu 112 kvinnur í Grevinde Dan- ners Stiftelse og bóðu um hjálp. Tann yngsta var 15. Tann elsta 72. Her hjá okkum Frágreiðingarnar hjá Rosu undirstrika bert tað. vit dag liga síggja donsku bleð unum: maður bukar kvinn una, hann býr saman við Viðhvert er harðskapurin so ráur, at kvinnan doyr. Tey sum lesa donsk dagbleð kenna orðið »hustruvold«. Og so er tað, spurningurin stingur seg fram: hvussi er vorðið her hjá okkum? bukar føroyski maðurin konuna hjá sær? Vit hava roynt at kanna hetta. Svarið er avgjert ja. Tosar tú við fólk, so vita tey ofta frá nógvum at siga. Men hvat er slatur og hvat veru- leiki? Vit fara heldur at halda okkum til teir stovnar og ein- staklingar, sum í dagliga starvi sínum hava við slíkan harðskap at gera. Í vár tók politiið í Havn ein mann og skuldsetti hann fyri at hava tikið kverkratak á kvinnuni, hann húði saman við, hótt hana við knívi og sligið hana. Slíkt kemur undir yvir- gangsmisbrot og í versta lagi manndráp og royndir til tess í yvirlitinum hjá fútanum yvir revsilógarbrot. Saman við eðrum brotum av slíkum takið »hustruvold«. Men tær eru heilt fáar. fingu Vit upp lýst á fútaskrivstovuni Húsarumbul A politifrágreiðingunum eitur tað »husspetakler«, ella húsarumbul, tá maðurin bukar konuna. Men undir húsarumbul kemur eisini annar ófriður í heimum. Eitt nú, um eitt ball endar í slags- máli, ella tvey systkin fara upp at berjast. Niclas Akraberg Poulsen á politisteðini í Havn sigur, at tað er í mesta lagi eina ferð um vikuna í miðal, at politiið verður boðsent í samband við húsarumbul. Men í flestu ferum er bert talan um tví- dratt, ikki harðskap. Politiið tosar fólkini til rættis og tað eydnast yvirhevur. Meétir politiið hinvegin, at tví- drátturin kann enda við harð- skapi, til dømis, tá brennivín er uppi 1, sum tað aloftast er, verður maðurin tikin við á steðina. Niclas Akraberg Poulsen er tó vísur í, at húsarumbul dir nógv av hasum slagn- Kki Vita um, sum Vit Slettis Á skaðastovuna Ein kanning. sum bleiv gjørd á skaðastovuni á Borgarspit- alanum í Reykjavík í 1979, vísti tað óhugnaliga úrslit, at av teimum 1179 fólkunum, sum komu á skaðastovuna tað árið, vóru 62 kvinnur, sum maðurin hevði bukað. Í Føroyum er ongin slík kanning gjørd. Tvær skaða- stovur eru í Feroyum, á Landssjúkrahúsinum og Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Jan Jespersen, lækni á Landssjúkrahúsinum, hevur í 6 ár arbeitt á skaðastovuni har. Hann mintist bara eftir einum demi um, at kvinna kom á skaðastovuna og segði, at maðurin hevði sligið seg. Jan Jespersen hevur eisini starvast á skaðastovu í Danmark. Har er tílíkt van- ligt. Men her hendir tað so sjáldan, at ein heftir seg ikki við tað. Tað hevur ikki fingið læknarnar at hugsa sum so: her er okkurt galið á vási. Vit Jákup Petersen, la (laksvíkar Sjúkrahúsi sigur, at heita fyribrigdi er hevði varhugan av hann byrjaði at arbeiða í sjúkrahúsverkinum Tey tvey árini, hann hevur arbeitt á skaðastovuni í Klaksvík eru kvinnur komnar hagar, eftir at maðurin hevur sligið tær. Tað vanligasta er, at tær eru slignar í hevdið. Ongin hevur kortini verið í lívs- vanda. Ikki allar siga, hver or- sekin til snuddirnar er. Jákup Petersen sigur, at hann í onkrum feri hevur havt ill- gruna um orsekina, uttan tó at fáa hann váttaðan. Tað vil siga, at tað eisini her, sum í eðrum londum, kemur fyri, at kvinnan sigur seg hava dottið ella gingið á eina hurð, hóast sannleikin er ein heilt annar. Solveig Bærendsen, sosial- ráðgevi á Tveroyri, veit um nakað tað sama at siga. Ofta merkir ein og sær, at ein kvinna líður undir harðskapi í hjúnabandinum. Men tær Leygardagur 24. juli 1982 enn so 3 Drot a re vs É bíta tað í seg og felrra gel um ein ] ? T yr 4 i p i eð » % a « Ma S x Havn ava starvast sosialrådgevar nøkur ár Hvørgin ivast i, at »hustr vold« finst i Førovum eisin Tad er serliga, tá fólk fara hvert frá eðrum, at harðskap urin ger vart við seg Marjun Sigurðsdóttir sigur seg vita um kvinnur, sum blíva verandi hjunaband- inum, hóast tað er vánaligt og harðskapurin nogvur, tí tær hava onga aðra staðni at fara Niðursteðan av ti, vit komu til eftir at hava tosað við fólk sum í arbeiði sínum fáa kunn- leika til harðskap móti kvinn- um, er tann, at hetta er í Ferovum. Bæði psykiskur og fysiskur harðskapur. Og tað er meira enn vit vita um. Tí oftast roynir kvinnan at halda tætt um ta viðferð, hon fær í heimi sínum. Sum Sol- veig Bærendsen sigur: hon bítur nógv í seg fyri ikki at gera sterri gelu burtur úr enn hon kundi gjert í slíkum feri Ella sum Rosa Petersen sigur: hon torir ikki, ella' vil ikki, melda mannin, ti hørt elskar hann kortini!