Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-07-24, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. juli 1982síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 tíðindablaðið Utgevari: p/f sosialurin Postsmoga 76, 3800 Argir, telefon 11820 Fyritaksstjóri og bjaðstjóri: Térfinn Smith (ábyrgd) Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Møller Lýsingar: Árni Joensen Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981 Vápnagný VÍÐA hvar í heiminum fara fram hendingar, sum geva tíðuligt prógv um, at heitið friður meira er talumáti, meðan veruleikin ber prógv um ófrið, ósemju og illgruna manna millum. LURTAR tú eftir útvarpstíðind- unum, hoyrist um stríð, ófrið og manndráp í túsundtali. Eru hetta fyribrygdi, sum henda í ødrum heimspørtum — fjarløgdum lond- um — so yppa vit øksi, hugsa um so, hetta er hin ónda verð, sum vit einki kunnu gera við. VIT rura okkum so aftur í hina sælu vissu um, at hetta er tílíkt, sum ikki nemur okkum. Vit liva jú í einum samfelag, har friður og semja eru aðaltekin, har vit ikki so mikið sum kundu hugsað okkum at nortið við tílíkt, sum bar á brá orðið vápn. MEN viðhvert verða vit ørkymladi, tí tað hendir tíverri, at ræðuleikin í kjalarvgrranum av krígshendingum rakar, um íkki beint okkum sjálvi, so tó í londum nær okkara. HVØRJAR meguleikar vit eiga t beta um heimsviðurskiftini, kunnu vit sjálvsagt tjakast um. Men vit hava í hvussu er møguleikan at taka undir við teimum, sum ynskja og biðja eftir friði, sum eru hart ímóti øllum, ið elur til stríð og harðskap. OKKARA demokratiska samfelag kann ikki hvíla á tryggum stødi, um vit ikki samstundis gera, hvat vit orka fyri at doyva tær kreftir, ið vilja harðskap og valdtøku. IKKI bert eru vit hart ímóti eina- rædissamfeløgum, men vit eru samstundis í sterkari andstøðu móti gllum, ið elur harðskap og stríð manna millum. Í sera ringum skørum HERFYRI lótu vit nøkur orð falla um avhøvdingarsnakkid, tú hevur sæð í blødunum í summar — og sum satt at siga er vorðið eitt slag av eyðkenni hjá hesum landsstýr- inum. Og vit dittu okkum at siga, at løgmadur í øllum hesum av- høvdingarvasanum valdi at svala sær á onkustaðni har sunnanfyri, meðan høvdini rullaðu í ymsar ættir. Og meira skuldi ikki til. Sam- bandsurgan púrasta agurk í blekk- glasið, so tað grumsaði — um blaðetikk og um at vera fólkaligur. JA hvat skal blaðið skriva — sjálv sagt um ringa skilið í Tinganesi, í samgonguni, um hvussu 6låtadir teir eru, hvussu illa allir skikka sær uttan Sambandsmenn, so løgmaður fær illa vent sær. VIT fáa eisini endurtikið, hvussu burtur av allari leið alt er vorðið innanborða, at spurningurin er, um samanhaldið í landsstýrinum heldur til heystar. STÓRTÍÐINDI koma so. Ja so skulu tit javnaðarmenn fáa at síggja. Tá vit ikki meira skulu tiga og tola, so kma vit aftur sum á sinni, tá Dimman var í andstøðu og lítið kendi sær til afturhald. SOLEIÐIS má leiðaraskribentur Sambandsins skiljast. Vónleysa politiska støda teirra, ið landinum stýra. Heldur venda aftur í ta gamla andstødulagid ístaðin fyri hvønn dag at skula eta í seg aftur spýggjuna Dimman fyri fáum árum síðani goysti úr sær — jú etikkur, so tað munar. IKKI harmast vit, tí sambandspoli- tikkur hevur altíð verið snakk á vesalastødi — og harvið verður so tað. Tess styttri les- arabrevini eru — tess fleiri sleppa við Nr. 70 — 24. juli 1982 Er Sosialurin vorðin skizofrenur — ella eitt Brá tann vegin? Ikki tí at eg haldi, at rit- stjórin á Sosialinum hevur skyldu, at rósa einum og hverjum, ið kemur út á foroyskum. Men tað um- nælið, ið var í Sosialinum leygardagin 17. juli av nýggja tíðarritinum Brá, var undir lágmark og í besta Breckmannska stíli, grunt, súrt og merkt av jantelógini. Átti Hegni Djurhuus ikki at roynt at lisið Aksel Sandemose gjellari, so hann lærdi eitt sindur um jantelógirnar i smáum samfelegum. Í Sosialinum 13. juli stendur á heiðursplássi í oddagrein um sama tíðar- rit Brá orðarætt siterað: >Tað er tí at fegnast um at onkur er so frægur at lata okkum eitt ískot á hendan bógvin (m. a. eitt málgagn mótvegis skýmaskots- mentanini e.v.). Eitt stig á leiðini úr okkara mentun- arligu myrkurins krók- um«. Nú veit eg fullvæl, at Høgni Djurhuus og Sosi- alurin ikki eru eitt, men Høgni Djurhuus er blad- madur å Sosialinum, og må ti i hesum føri hefta fyri stødu blaðsins. Hvussu er so hansara ummæli av Brá: ógrundað, lættisoppakent, merkt av, at hann als ikki hevur skilt hugsanina aftan inn- gangin í Brá, ikki at fara aftur í fortíðini fyri at við- gera fortíðina sum so, men at knýta afturí tey bond, ið lutvíst hava verið slitin, og sum gera okkum fer fyri at skilja okkara egnu fortíð, samtíðin ella nú- tíðin stendur ikki einsa- møll, men hevur retur, ið tað hevur týdning at viðgera og ikki minst við- gera rætt, alt hattar hevur Hegni Djurhuus misskilt og heldur at tað bert er ein viðgerð av fortíðini og ikki samtíðarkent. Ég seti prís uppá, at menniskjaligur = subjek- tivitetur fær sítt pláss, men er tað rætt í einum ummæli, ið er uttan objek- tivitet. Eg havi eisini sumt, ið eg kann fýlast á viðvíkj- andi Brá, men so einoygt negativur sum Høgni Djurhuus, tað hevði eg ongantíð verið, tað hevur tað ikki uppiborið. Hevur Hegni Djurhuus eins og Óli Breckmann nakað ímóti persónunum aftan fyri Brá ella er tað bert evundsjúka ella jantelógin? Aðra frágreið- ing dugi eg ikki at finna. Tí hann ummælir ikki — eins og ein åvisur persó:- ur á Traðavegi — men kemur við ógrundaðum orðavavstri. Tað tænir ongum við tilikum ummæli, ið onki ummæli er, av einum til- taki, ið hóast lýti, er ein so stórur glotti á mentunar- himni okkara, sum nýggja tíðarritið Brá. Eg veit gott, at hetta tíðarrit ikki er nakað »javnadartidarrit«, = men eitt sindur meira series kundi blaðstjórnin á Sosi- alinum havt verið her. Eg spyrji bara: >Verður Sosialurin ikki rediger- aður? Ella er onki sam- band millum tey ið skriva leiðarar og blaðfólkið? Ella er hetta hugsan Sosialsins? Spurin SVAR: Tað veldst um, hvat Spurin meinar við redigering. Alt innsent tilfar verður lisið igjøgn- um av tí blaðfólki, sum hevur hesa uppgávuna um hendi. Er nakað ivamál, ber blaðfólkið hetta upp á mál við blaðstjóran. Tá farið verður undir hvert blaðið, tosar blaðstjórnin — blaðfólk og blaðstjóri — um tað komandi blaðið, hvat hver fer at skriva, hvat vit skulu royna at fáa fatur á o.s.fr. Síðan liggur arbeiðið í hondunum hjá blaðfólkunum at fáa grein- irnar lidnar til tíðina og uppá pláss. Uppgávan hjá blaðfólk- unum er at fáast við van- liga tíðindaflutningin. Og í honum — sum vit royna at halda so objektivna, tað nú einaferð letur seg gera — kann mong áskoðanin hjá fólki, sum eru endur- givin fyri at siga ella gera eitt ella annað, víkja nógv frá tí prinsipiella og poli- tiska, sum kemur til sjóndar í oddagreinini, ella leiðaranum. Viðvíkjandi ummælum so stendur tað ummæl- aranum frítt at koma við síni — subjektivu — met- ing, um viðkomandi arbeiðir á Sosialinum ella ikki. Sosialurin hevur fleiri = rættiliga fastar ummælarar. Teimum stendur frítt í boði at koma við ummælum, sum kunnu víkja frá tí, sum blaðið meguliga heldur. Um ummælararnir ikki sluppu at skriva sína egnu meining, var talan ikki um nakað ummæli og so var heldur ikki talan um skrivifrælsi. Hugsanin hjá Sosialin- um kemur ikki fram í einum ummæli. Heldur ikki, um ummælarin starvast á Sosialinum. Hugsan Sosialsins kemur bert fram í oddagreinini ella í greinum og brotum, har hetta er viðmerkt. Blaðstjórnin Jóannes Dalsgaard og Nato Í Sosialurin 8. juli 82 har Jóannes Dalsgárd en skri- velse vedr. Nato. J. D. skriver bl. a., at styret i Tyrkiet får støtte fuldt og helt fra Nato- landene. Jéannes Dalsgård burde vide, at flere lande inden for Nato, bla. Danmark, har givet udtryk for ikke at kunne godtage forhol- dene bl.a. i Tyrkiet, — så- ledes er det ikke korrekt, når J. D. skriver, at alle Natolandene støtter det som foregår i Tyrkiet; det er nok det stik modsatte. Der er flere årsager til, at Tyrkiet stadig er medlem i Nato, bl.a. dette ved at have Tyrkiet som medlem, kan man med- virke til at få — endog fremskynde forholdene i en demokratisk retning til gavn for borgerne i Tyrki- et — en udvikling, som Nato ikke ville have nogen indflydelse på, såfremt Tyrkiet var uden for Nato. Endvidere skriver J. D. med bl.a. udgangspunkt om forholdet Tyrkiet og Nato, at Færøerne skulle slippe sig af med Nato, også fordi af herværende Natostationer ville være et af de første bombemål ved en evnt. krig mellem stormagterne. Det havde været dejligt, hvis man levede i en ver- den, hvor der ikke fandtes krige, men således er det ikke, har ikke været og bliver det nok heller ikke. Med den strategisk beliggenhed Færøerne har ved en evnt. konflikt mellem stormagterne, er der ingen tvivl om, at her kommer det gamle ord- sprog »den som komme først til møllen får først malet« til at gælde uanset om Færøerne er inden el. uden for Nato. Det er urealistisk at prøve at omgås kendsgerningerne. Jóannes Dalsgård har givet udtryk for sit syns- punkt — kun ære for det. Tilbage er at J. D. máske skal til at tage stilling til, hvem der skal have chan- cen til at komme, og fá malet ferst. Henning Christensen £ á