leygardagur 24. juli 1982síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
-
F $ Í * - ') ; C }
Le ygardagu: 24. juli 1982
S/ða Í
st
Joannes å Kjalnesi 80 år
Jóhann Morten-
sen hevur havt
samrødu vid
Jóannes á Kjal-
nesi
Hann var ein av teimum, sum vóru á =
Bankanum, tá sluppirnar blivu skotnar
niður. Í 1925 hoyrdi hann um henda
merkiliga politikkin »sum skuldi taka alt
frå øllum« — men síðan hevur hann hildið
seg til henda politikkin. Eisini er hann
ein teirra, sum hevur lært grenlendingar
at handfara og viðgera fisk. Ja, hann er
ein av teimum mongu feroyingunum, sum
hevur livað í hungurstíðini og hevur upp-
livað gulltíðina, sum hann málber seg.
Fríggjadagin næstu
viku. tann 30. juli, fyllir
Johannes Hansen, ella
lóannes á Kjalnesi, í
Kollafirði, 80 ár
Hóast henda hega aldur
er Jóannes raskur
fáur og í góðveðrinum her
fyri var hann útrógvin í
fleiri dagar í 51 ára
sum
gamla
báti sínum
Vit —
eg hava verið her eyst-
anfyri. Men hetta er ringt
einki
beiggi min og
útróðrarpláss
fiskipláss. Alt er so smátt
Men hesar dagarnar vóru
vit hepnir. Vit hava ligið
millum 400 og 500 pund
og alt hevur verið toskur
— nei, fyrr bar betur til
her eystan fyri og tá var
nógvur fiskur í Nólsoyar
firði og ikki sum nú
Avreitt hava vit á Nyki.
Teir eru so makaleysir.
- Men tað er ein langur
teinur?
Jú, tað er langt.
Kollafjørdur liggur ikki
væl fyri í so máta. Men
núgv hevur verið róð av
Kollafirði. Eg minnist at
hava verið útrógvin eina
heila viku við árum og av-
stað aftur mánamorgun...
— Og nógv havi eg veitt
við hesum bátinum. Tað
var gott hjá húsarhald-
inum at fáa bátin í 1931, tí
tá vóru ringar tíðir tá í 30-
unum, tá vit giftust.
— Eg róði dúgliga út tey
fyrstu árini. Men ikki bara
tað. Eg fangaði eisini
nógv sild og tá plagdi
eisini nógvur fuglur at
koma inn á fjarðirnar og
eg skeyt nógvan fugl, sum
vit saltaðu niður til at
hava at taka til.
— Og eg brúki sama
bátin enn. Men eg havi
brúkt tvær maskinur í
honum. Fyrst hevði eg ein
Wickman-motor til blási-
lampu. men tað var ikki
so eg fekk mær ein
FM, 1947.
Hann hevur gingið væl og
gott,
annan, ein
gongur enn.
Sum hjå so mongum
aðrum føroving! hevur
báturin verið álitið hjá
Jóannesi á Kjalnesi
Fiskaði á bonki
Jóannes hevur búð
sína tíð á Kjalnesi.
Barnaheimið var Norð-
uri í Sundunum — norðan
fyri Kjalnestanga. Har
vaks hann upp, gekk í
skúla inn við Sjógv. og
setti seinri búgv á Kjal-
nesi
alla
Pápin var Hans Fr.
Hansen. av Miðgerðar-
fólkunum Kollafirði,
meðan mamman var slekt-
að úr Vestmanna. Hon æt
Anna Jacobina Jacobsen.
Pápi var fiskimaður,
men tiværri bleiv hann
sjúkur so tíðliga í tíðini,
greiðir Jóannes frá. Hann
fekk tuberklar í beinini.
Teir høvdu verið í grind í
Vestmanna. Hann bleiv
sjúkur, lamin, og eg haldi
hann lá trý ár á hospital-
inum. Men so beginnti
hann aftur at fara til
skips. Men hann mátti
hava ein bonk við sær at
sita á. Tað er nú altíð so
logið — tey kallaðu bonkin
fyri Grani. Hann bleiv so
bundin í onkran konga á
dekkinum, so hann ikki
skuldi glíða. Pápi var ein
raskur maður — góður út-
róðrarmaður og fiskaði
væl.
— Tað var so óheldugt
við pápa — hann doyði so
knappliga. Ein dagin, vit
vóru útrógvnir — ja, tað
var á barkastokkatúrinum
hjá bátinum hjá mær — at
hann fekk heilableðing.
Vit fingu hann til hospi-
talið, men hann doyði um
kveldið.
Skúlin
Um skúlaskapin sigur
Jóannes:
— Tað bleiv ikki hugsað
so nógv um skúlan. Var
ikki veður at fara, so fór
man ikki. Og var liggjandi
illveður, kundi vit vera
heima fleiri dagar.
— Tað var bara tann eini
lærarin, Bernhard Mag-
nussen, og hann hevði
skúlan við Sjógv og so
skuldi hann inn í Fjerð.
Inn. í Firði hevdu tey
nakrar skulastovur. So
hann hevði nógv at gera.
Man kundi ikki læra nógv
við einum lærara og lítil
tíð var, men summi lærdu
heilt væl. Serliga tey, sum
búðu tætt við skúlan.
Blivu ávaraðir
Eftir at vera blivin konfir-
meraður fór Jóannes til
skips í 1917, meðan fyrra
verðinskríggj leikaði á, og
eitt 40-ara langt sjólív var
beginnt.
— Eg var á sjónum bæði
kríggini. Tá skipini blivu
niðurskotin á Bankanum
var eg við Victory, sum
Garðamenninir i Vági
áttu. Men vit sluppu heil-
skapaðir. Seinra kríggið
sigldi eg við fiski bæði úr