Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-07-27, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. juli 1982síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

nn— np JOÐ EA ILL ——— LT „gs = Nr. 71 — 27. juli 1982 Fjórðingur av grindini varð tikin upp! Millum 60 og 70 hval lógu óupp- skornir á sandinum á Sandi í gjár. Hetta er ein fjórð- ingur av grindini, sum legði beinini sunnudagin fyrra- partin. 278 hval vórðu merktir. Grindin varð sædd út fyri Skúvoynni og rikin inn á Sand. Einans sjey bátar luttóku i rakstrinum. Grindin var góð at fáast við og meginparturin fór á land. Okkum er upplýst, at tað var ringt at fáa fólk í grind. Nógv vóru ímóti, at grindin varð dripin. Fólk hava aftur reist spurningin: — Er tað rætt at drepa grind, tá hvert húsarhald hevur fleiri árs- brúk av grind í frysti- kassa, í hjalli ella hang- andi uppi? Eisini hava fólk í sam- rødu við Sosialin reist spurningin, um ikki ein skipan við einum býti av grind millum ymisk grindaøki kundi fingist í lag, tá t.d. ein stór grind leggur beinini í einum lítl- um grindaøki, sum Sand- oyggin einaferå er. Sosialinum er upplyst, at um eini 70 til 100 grindahvalir eru eitt neilt ársbrúk hjá allari Sand- oynni. Og grind doyði heim á Sandi fyri ikki meira enn hálvum ári síð- ani — á jólum ifjør — og tå varð heldur ikki alt tikid upp! Nógvar grindir løgdu beinini í fjer og fleiri staðir varð ell grindin ikki tikin upp. Tí hendi tað seg bæði norðan og sunnan- fyri, at sýslumenninir lótu vera við at gera grindaboð — og grindin kundi fara aftur í havið. Eisini hava fólk á Sandi upplýst Sosialinum, at bæði grindaformenn og virkandi — bygdarådsfor- maður heittu á sýslu- GÍ Mánadagin lógu millum 60 og 70 hval eftir á sandinum á Sandi. Á jólum i fjør vóru einir 30 hvalir ikki tiknir upp! Er tað rætt at drepa grind, tá hvort húsarhald liggur inni við upp til fleiri ársbrúkum at grind? mannin um at fáa eina lýs- ing í Utvarpið sunnu- dagin, um at fólk aðra- staðni vóru vælkomin til Sands eftir grind, men sýslumaðurin gekk íkki ynskinum á meti. Tað er ikki eydnast Sosialinum at fáa váttað ella avnoktað hesi tíðindi. Sosialurin hevur eisini roynt at fingið eina við- merking frá sýslumann- inum. Men hann var ikki við hús tá. jo-mo Fakligt samstarv takst upp í heyst Tann fakligi sam- starvs-felagsskapurin í Norðuratlantshavi skal stovnast í september mánað í Feroyum. Í síðstu viku hildu teir triggir umboðs- menninir fyri fakrersl- urnar í Íslandi, Før- oyum og í Grønlandi fund í Julianeháb í Grenlandi. Á fundinum varð av- gjørt at halda tann stovnandi fundin í døg- unum 13. til 17. sep- tember í húsunum hjá Føroya Arbeiðarafelag í Havn. Óli Jacobsen, sum umboðar ta feroysku fakrersluna, upplýsir, at á fundinum í Gren- landi varð gjert eitt fyribils-útkast til við- tekur fyri felagsskapin og ein arbeiðsskrá. Hesar skulu so koma til viðgerðar á tí stovn- andi fundinum. Tað var á eini ráð- stevnu millum fakrers- lurnar í øllum norður- londum í Íslandi sein- asta heyst, at hesi trý londini funnu saman og avtalaðu at royna at táa ein telagsskap upp á fetur. Gullfinnur fiskar væl: Men skal avreiða 15.000 tons av svartkjafti fyri at klára seg — Bakkafrost kann bert taka ímóti 7000 tonsum — Gullfinnur vísir seg at tiska væl betri, enn nakar hevði trúð, tá vit byrjaðu svartkjaftaveiðuna. Verð- ur álvara gjert av at fara undir framleiðslu av svart- kjafti til matna á landi, so rokni eg við, at Gullfinnur fer at standa seg fíggjar- liga. Hetta sigur skiparin á Gullfinni, Regin á Rógvi í samreðu við Tíðindablaðið Sosialin. Hann sigur víð- ari, at Gullfinnur i ár hevur fiskað 13.000 tons av svartkjafti og væntar hann, at teir fara t fiska eini 15.000 tons íalt í ár. — Hetta er rættiliga stór negd, og eg má bert viðganga, at skipið fiskar væl, og tað er sjálvsagt gott. Men Gullfinnur ber seg ikki við bert at fiska til ídna. Regin á Rógvi sigur vid- ari, at teir nú vóna, at Bakkafrost kann byrja at taka ímóti svartkjafti til matna frá 1. oktober í ár, tá útbyggingin skal verða liðug. Víðari sigur hann, at fer virki á landi at taka ímóti teimum 15.000 tonsum, sum Gullfinnur uttan iva fer at fiska í næsta ár, so skuldi tað farið at borið til hjá Gullfinni. Sjálvur heldur Regin á Rógvi, at tað kann veiðast til matna einar 9 mánaðir um árið. Hvat viðvíkur Gullfinni so hevur báturin víst seg at egna seg væl til fiskari og til at flyta fongin til lands. Fyrr í ár avreiddu teir nekur 100 tons til Bakkafrost til matna. Góðskan á tí var í lagi. Regin á Rógvi hevur fyrr úttalað seg um, at vit eiga at verða varðin við svartkjaftaveiðuni. Vit spurdu hann, um svart- kjafturin er við at vera ov- fiskaður. — Tað skal eg ikki úttala meg um, men eg kann bert siga, at hann verður hart fiskaður. Sjálvur haldi eg, at tað er ógvuliga harmiligt, at ein heil norsk armada av svartkjaftafiskiskipum skal ovfiska svartkjaftin, tá hann er á veg at gýta vestan fyri Irland. Hetta er ikki annað enn verulig ránsmannaveiða, sum at drepa kúnna, áðrenn hon hevur kálvað. Regin á Rógvi vísir sid- ani til ta ovfisking, sum norðmenn hava framt í Norðsjónum eftir bæði sild og brislingi og nú makrelinum. — Vit hava fingið at vita frá norð- monnum, at vit kunnu ikki veiða meira makrel fra teimum. Samstundis liggja teir og veiða allans smámakrelin inni við land. — Eg haldi tað er legið av okkara politikarum at lata norðmenn fáa heili 72.000 tons av svartkjafti á okkara eki, samstundis sum vit ikki latast um vón, at teir fiska allan gýt- ingarstovnin niður. — Hvat ætla politik- ararnir at lata afturfyri og handla við, tá eingin svartkjaftur er eftir! Regin á Rógvi vísir á, at tað verða veidd umleið 1 mill. tons av svartkjafti um árið. — Eg sigi ikki at hetta ferir til, at vit ov- fiska stovnin, men eg vil heldur spyrja, um tað ikki er rættari at loyva eini veiðu uppá 500.000 til 600.000 tons heldur enn 1. mill. tonsum! Gullfinnur er nú farir á skipasmiðju á Skála, har báturin skal reinsast o.l. Ætlanin er so at fara at royna eftir svartkjafti í is- lendskum sjógvi, um so er, at nakar hevur troffið við hann. — I fjør vóru vit ov seinir at taka nakað av íslandskvotuni, so nú mugu vit vera klárir at taka tey 20.000 tonsini vit eiga har. Regin á Rógvu sigur tó, at tað ber ikki til at leita eftir svartkjaft- inum, tí hann er á einum so stórum eki. Tí vónar hann, at nakað spyrst burtur úr royndunum hjá Magnussi Heinasyni, sum fer at royna eftir svart- kjafti í august. Annars er lodnukvotan í Barentshavinum uppá 30.000 tons. — Eg vóni, at tað fer at bera til har eysturi, men skal henda kvotan býtast millum nógv skip, so ivist eg í, um tað kann loysa seg hjá Gullfinni, endar Regin á Rógvu. Vit hava eisini biðið Hans Jacobsen, stjóra á Bakka- frost um eina viðmerking til ætlaðu framleiðsluna av svartkjafti til matna. sum skal fara í gongd á Bakkafrost í vetur. Hans Jacobsen sigur. at teir miðja ímóti at vera klárir at taka imoti fyrsta svartkjartinum í septem- ber-oktober í ár. Ait eftir hvussu tilgongdin verður av fiski verður miðjað ímóti at taka ímóti ialt 7.000 tonsum um arið Enn er tó óvist, hvussu long sesongin til matna er so talið kann gerast lægri ella hægri. tá avtornar Maskinur verða settar upp til at skera svart kjaftin til flak og mala hann til fars — Men er tað nokk. at bert eitt virki fer í gongd á landi? Hans Jacobsen Lat meg siga tað bart út. Tað er skammiligt, illa staðfarið í hesum máli Framhald á siðu 11 sum tað er