fríggjadagur 30. august 2002síða 16
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 165 - 30. august 2002
Nr. 165 - 30. august 2002
31
Fleiri ferðafólk á Kalsoynni í ár
Tað hava verið mun-
andi fleiri ferðafólk
her í ár samanborið
við í fjør.
Hetta sigur Sólarn
Isaksen, sum saman
við konuni, Fríðu,
hevur koyrt buss í
oynni, síðani 1. janu-
ar 2000
BUSSKOYRING
Orð: Solby A. Eliasen,
Myndir: Álvur Haraldsen
Húsar:
Sólarn sigur, at tað hava
verið sera nógv ferðafólk í
oynni hetta summarið, sum
nú er í ferð við at lækka.
- Tað hava verið útlendsk,
men sanniliga eisini mong
føroysk ferðafólk, sigur
hann.
Hann greiðir frá, at tey
útlendsku ferðafólkini sum
oftast steðga ein dag í
oynni. Tað vil siga, at tey
koma um morgunin og fara
avstað aftur um kvøldið.
Tey flestu fara ein túr norð-
ur til Trøllanes og ganga
síðani norður á Kallin.
Haraftur ímóti steðga tey
føroysku
ferðafólkini
longri.
- Summi koma her og
steðga eitt vikuskifti, með-
an onnur steðga kanska ein-
ar fimm dagar ella eina
viku, sigur Sólarn.
Tað koma føroyingar
allastaðni frá í landinum, so
tað er ikki bert talan um
klaksvíkingar og kanska
eysturoyingar, sum koma
ein túr á Kalsoynna at halda
frítíð.
Sólarn og Fríða Isaksen
skiftast um at koyra bussin.
Umframt ta vanligu rutuna,
koyra tey bæði hjúnini eis-
ini leigutúrar og skúlabørn
millum bygdirnar. Sólarn
sigur, at beint nú koyrir
hann bert børnini í Trølla-
nesi, sum nú eru farin aftur
í skúla í Mikladali eftir at
hava verið heima í eitt
skúlaár, aftur og fram.
Av tí at rutan ikki passar
so væl til skúlagongdina
hjá børnunum, so koyrir
hann leigutúr einar sjey
tímar um vikuna við skúla-
børnunum av Trøllanesi.
Vánaligir tunlar
Sólarn fílist á tunlarnar í
oynni. Tað eru fýra tunlar.
Tríggir eru millum Húsar
og Mikladal og tann sein-
asti er so tunnilin millum
Mikladal og Trøllanes.
- Teir eru stutt sagt í
vánaligum
standi,
og
treingja til at verða asfalter-
aðir, heldur Sólarn.
Og tað er sanniliga ikki
ov nógv sagt, tí tað eru
holur í vegnunum allan
vegin í gjøgnum tunlarnar.
Tað er líka tunnilin til
Trøllanes, sum er á einari
leið, men hann kundi eisini
verið betur.
- Vit hava gjørt Lands-
verkfrøðingin varugan við
trupulleikan. Teir siga bara
ja, men tað hendir onki
meira, sigur Sólarn, sum
dagliga koyrir einar fimtan
til tjúgu ferðir í gjøgnum
tunlarnar.
- Tað er til at blíva svakur
av til tíðir, sigur Sólarn
Isaksen.
Eitt annað, sum ein eisini
bítur merki í, tá ein koyrir
gjøgnum tunlarnar er, at tað
eru ongin endurskin ella
skelti í tunlinum, sum
kunnu lýsa eitt sindur upp
ella vísa á, hvar víkiplássini
eru. Tískil eru teir upp aftur
myrkari at koyra í gjøgnum.
Harumframt eru fleiri av
víkiplássunum eisini nær-
um full av óruddi. Tómar
tunnur, sekkir av ymsum
slag og amboð liggja í fleiri
av víkiplássunum. Onkur
kann kanska siga, at tað er
ikki so nógv ferðsla í Kals-
oynni, at tað er ein trupul-
leiki, at onkur av víkipláss-
unum eru full av ymsum
óruddi, men tá tað eru víki-
pláss í einum tunli, so má
ein kunna halda, at tey
skulu kunna tæna teirra
upprunaliga endamáli. Og
tað gera tey í ein vissan
mun ikki sum er.
Tað er ikki eingongd eitt
skelti í tí norðasta tunlin-
um, sum sigur ferðandi frá,
at tað ber til at sneiða av har
og koyra til Djúpadal. Mitt í
tí heila varnast ein bara, tá
ein koyrir, at ein tunnil er út
frá síðuni miðskeiðis í
Trøllanestunlinum.
Hinvegin eru bussførar-
nir báðir sera fegin um tann
nýggja vegin millum Húsar
og Syðradal.
- Vegurin er avbera góð-
ur, og hann hevur stóran
týdning fyri oynna, sigur
Sólarn.
Nýggi vegurin gongur
beinleiðis til keiina á
Syðradali. Bygdin sjálv
liggur langt oman fyri kei-
ina, og áðrenn nýggja vegin
var ongin vegur til keiina.
Og av tí sama, so koyrdi
bussurin ikki til Syðradals
tá, men Barsskor sigldi so
til Húsar eisini. Og sluppu
ferðafólk so við bussinum
harfrá.
Askham bussar
Tað er Olivur Askham úr
Hvannasundi, sum umsitur
allar bussrutu í Norðoyggj-
um. Og tað er ein bussur frá
honum, sum Sólarn og
Fríða koyra við til dagligt.
- Eg helt, at tað var betur
at royna eitt samstarv við
hann, heldur enn at vit fóru
at bjóða hvør sær. Eg segði
honum, hvat hetta bleiv
mett at kosta, og so legði
hann tað aftur at sínum
egna og bjóðaði so upp á
koyringina, sum tann ein-
asti. Og fekk hann tað so
sjálvandi.
Sólarn Isaksen gleðir seg
til nýggja ferjuhavnin á
Syðradali verður veruleiki.
- Tað fer ikki at verða tað
sama - serliga um bátur
fylgir við. Tað vil siga, at
um vit fáa ein bát at sigla
fast yvir um fjørðin. Tað
hevði verið avbera gott,
sigur Sólarn.
Kalsoyingar halda, at ein
ferja, sum Sam hevði egnað
seg væl til siglingina um
Kalsoyarfjørð.
Sólarn sigur, at tunlarnir í oynni eru í sera vánaligum standi
Bussurin, sum Sólarn og
Fríða koyra er ein av
bussunum hjá Olivur
Askham, sum umsitur alla
bussrutuna í Norðoyggjum
FILMSTEIGURIN
HAVNAR BIO
P
Tlf. 3119 56
P
Stórt úrval av
DVD-filmum til sølu
KOMANDI FILMUR
Frumsýning
Fríggjadagin 30.08. kl. 2115
Fríggjadagin
30.08.
kl. 2330
Leygardagin 31.08. kl. 2115
Leygardagin 31.08.
kl. 2330
Sunnudagin 01.09. kl. 2000
Sunnudagin
01.09.
kl. 2215
Fríggjadagin 30.08. kl. 1900
Fríggjadagin
30.08.
kl. 2045
Fríggjadagin 30.08. kl. 2300
Leygardagin 31.08.
kl. 1900
Leygardagin 31.08. kl. 2045
Leygardagin 31.08.
kl. 2300
Sunnudagin 01.09. kl. 2030
Sunnudagin
01.09.
kl. 2245
Billettprísur: 45,- kr.
Fríggjadagin 30.08. kl. 1700
Leygardagin 31.08.
kl. 1700
Sunnudagin 01.09. kl. 1800
Fríggjadagin 30.08. kl. 1830
Leygardagin 31.08.
kl. 1830
Sunnudagin 01.09. kl. 1815
Frumsýning
Fríggjadagin 06.09.
Til fyri seks mánaðum síð-
ani var bóndin, Graham
Hess (Mel Gibson) prestur
við episkopalu kirkjuna.
men tað hann misti høgt
elskaðu konuna við eina
ógvusliga og meinings-
leysa vanlukku, har hann
samstundis misti trúnna.
Nú býr hann á garði sínum,
har bróðir hansara, Merril
(Joaquin Phoenix) eisini er
fluttur inn, og saman taka
teir sær av garðinu og
børnum Grahams, Morgan
(Rory Culkin) og Bo (Abi-
gail Breslin).
Hetta er útgangsstøðið til
filmin, The Sign – ein
nýggjur dramatiskur gýs-
ari, skrivaður, leikstjórnað-
ur og framleiddur av M.
Night Shyamalan.
Ta Graham ein morgunin
finnur
eitt
kornsirkul-
mynstur í majsmarkini, og
onnur óforklárilgi ting
byrja at henda, er tað upp-
taktin til eitt langt samdøg-
ur fyri húsfólkið. Men eru
tey óforkláriligu tingini
navigatiónsávísingar fyri
fremmandar
verur
úr
rúmdini, sum ikki hava
vinarligar ætlanir? Ella
skal forkláringin finnast í
stríðnum hjá Grahami móti
hansara egnu innaru de-
monum?
Signs
Frumsýning
Fríggjadagin 06.09.
C
M
Y
K
31
30