leygardagur 31. juli 1982síða 10
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Stadarnøvnini i
Leygardagur 31. juli 1982
Kalsoynni
Lag: Av øllum londum
E Er søgu fra
Å LJ æ Få tr
x
x
= 1
ú Í g
ik
tættarnevi til Stíggin heim
þeir; ct
Barkarholið nú ikki gloym
Mundu vit hv!la
in bita at mýla
so longur heim
Av Bergsnev heim eftir gongur her
Kúhaldini bæði fyri innan er ”
og Djúpadalsgjógvin
nú øll er rógvin
til Tangan her.
Um norðaru Flesjar tað gongur best
fyri sunnan hevur tú mikladalsneyst
um frá Bergsnev í Sundi
hava tú kundi
um heimaru Fles.
Frá Streymbeinakletti, Skerið Bass vit tá
síggja Hundraðbakka og Mikladals á
og Brødrunnaklett, Gjógvin
nú suður er rógvin
til Mikladals Háls.
Frá Stóra Kneysa til Tjaldursklett
her tjøldur valt hava sær ein blett
her fyrst tey hvíla
og paring stíla
til framhald her.
Frá Brimnesi, Ritudalsgjógvin vit tá
og Eldtræið heim til Ritudalså
Og hav tá í minni
um Skákagrynnan
hon liggur norð frá
Og Bustatangin og heim við har
til Hiplingasetrið, ver ikki ov nær!
Tá trot er og alda
og brimið man valda
so brýtur har
Sjá Villingadalur, hann liggur har
og Torvkonustíggjur fyrr gongdur var
og torv teir bóru
sum her teir skóru
í bátin her
Og Nøvagrynnan hon liggur her
um tú gongur fríur, hav Bergsnev frá
tá frítt man ganga
undan Bustatanga
og suður frá.
-
Frá Skarvshellu, Lorttanga, Holið er
og Húsamannastovan, sum navnið ber
Har ofta vit lógu
um dimmið og svóvu
meðan línan stóð
Frá Aargrynnu vit fara heim
har Kópahellan tú Gjónna ei gioym
og Hattardalshella
so væl man falla
til Hattarstein.
Ain í Holi og Meragjógv
um Mjóvan eru ei staðarnevn nógv
men Mjóvarendin
hann er væl kendur
og Skákið her.
Miðardalsurðin hon liggur her
og Rúnarsteinar í bakkanum er
men gev tí gætur
at Húsa-Pætur
teir legði her.
Frá Miðardalsá og til Físubukt
og Krákugjógvin, men hevur tú hugt
at Rókarenda
Stormholið kenda
ti! Hevdabugt.
Argastíggjur og Grótrók her
og Dalshevdagjógv, sum navnið ber
Frá Dalsurð og suður
og her er ein bugur -
å Mihaldabugt.
Míhaldið, Skarvasker, Frísagjógv her
fyri norðan Lopåartangin er
So fara vit sudur
og Husabugur
hann byrjar her.
Frå Leitistanga til Leitisstein
av Désakletti og longur heim
her seidaplåss besta
tu fekk av ti mesta
ta tíð tað var.
Mortarabuktin og Garðsendin her
og Garðagjógvin so smøl hon er
og Buktin er fyri
og Fríðagilið
á vári ferð.
Siggugjogv, Gamlarætt her heim við
her fuglur eigur, og hann fær frið
og Hálvmarkagjógvin
nú teinur er rógvin
til Staraurð.
Jóannes Joensen á Húsum hevur í
71 erindum skrivað niður stadarnøvn
í Kalsoynni.
Hesi stadarnøvn vórðu nýtt i ti so-
kallaðu árabátatíðini. Tað var sera
heppið at hava so mong og tett stað-
arnevn.
Tá var mangan andróður og tað
gekk ikki um fliduna. Tá var tað ein |
lætti at hava mong stød at miða seg
eftir. Tá ið rógvið varð frá hesum
stad og komu til næsta stað, so vistu
vit, at tað gekk fram á, sigur |
|
| „Jóannes.
——— sm || m————y$m
Vártúgvusteinar og Skarnurðsá
Y Høvdanum her stóð Kranin uppiå
Hann lætti um knossið
tá her varð lossað
úr bátum tá
Og suður til Gjónna nú leiðin ber
og mangur fongur varð upplagdur her
grind og seiður
og toskaveiður
teir legdu upp her.
Um sjálva steðna eg ei sigi her
tí nógv eru staðarnevn goymd nú her
Tú óræddur sendi
tí allir tey kendu
eftir onkrum her.
Gágguflágin, Lúshylur, Gjógvará
Líkhella boð okkum bera má
frá gomlum og ungum
har uppi tey sungu
á Singili tá.
Kirkjutangin og Heimigarðsá
og Rúrarnar báðar so væl eg sá
Knævin har úti
og Gjógvin her inni
og Serðalá.
Marknagil, Seilhella, Kvíggjará
um farnar tíðir eg sigi frá
í Kvíggj teir róku
og lambamammurnar tóku
og mjólkaðu tá.
Og Flesin uttast á Buginum er
og terna og tjaldur seg fyrst hvíla her
so truføst tey eru
og summar tey bera
til landið her.
Her hvíla tey fyrst og fara síðst
tey ljóðkát eru, tað hava tey víst
tey verja sítt reiður
hvar enn tey eiga
tað er bevíst.
Imillum Fles og Skarvagjógv
frá stadarnøvnum at greiða er nógv
frá Kvernini suður
nú gongur mín róður
til Breiðufles.