Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-07-31, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. juli 1982síða 11

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Leygardagur 31. juli 1982 Nevið og Væturstíggjurin her og Taraboðin fyri uttan er og Absalonstorva nú at vit horva meðan róð er her. Fjallskipan, Springgjógv og Djupagrøv her og suður til Taragjógv leiðin nú ber og Tarafletan har Huldugetan til strandar fer. Og Kjalagarðsáirnar eru her og Torvklettur eisini nevndur er og Liksteinur kendur å bakkanum stendur stutt nidan frå. Áin, ið rennur í bakkanum her, hon mark millum Húsar og Syðradal er I fjøruni undir lunnindir sundur tey liggja her. Keldan, Rættarstíggj, Hundagjógv, Skerið og Gjógvin tað staðarnevn nógv og Lítlasmiðurs neystið í gjómunnan festi ogdró her bát. Syðradalskloyvin nú burtur er nú beinur dráttur frá sjónum ber og drátturin dugur norður og suður sum neystið er. Stóri Kneysi nú burtur er tí mina sprongdi hann burtur her og Mataráin og so hesin fláin sum undir er. Rekasteðin og Hevdin her og sunnanfyri Mølin og Eldtræið er her vitin stendur mangt eyga sær vendir til staðið her. Frá Fríðriksholi og suður til Stein til Hellisenda og henda tein mangt nótakast fingu upp í bátar fingu og fert teir heim. Frá Kálvhellu fara vit suður her har Teisturðin undir bakkanum er Um inn tú hyggur har Gáshylur liggur í helluni her. Gjótan, Teisturðsendi og Bukt suður til Holið hevur tú hugt tú sleppur ei longur í fjøru tú gongur enn suður her. Illistiggjur og Gjótugil og Mjólkaráin eg nevna vil úr lofti rennur og tú hana kennir tí hvít hon er. Nestangi, Brosmuloft, Mjølstykkid her Um Galvin til Skiftistanga ber hann vestfallið brýtur eyst-vestur tað skjýtur á firðirnar her. Skarðhamarsloftið og Galvsrættin her og Risasporið í helluni er her mangan er tógvið um Galvin at rógva tá vestfallið er. Frá Foringini og Eygunum er til Stóra Tanga á hesari ferð Her Buktirnar liggja vit at teimum hyggja gott skýli er. Frá Neystatoftum og Nevið her á leið undir rættini Urðin er Har Kleyvarshav liggur um tú at tí hyggur á legsteini her. Torvstíggj og Garðsendagjógv vit tå rógva norður til Tváttará og Blankaskálakloyvin er mjá og rivut at standa á. Hundseyga, Birgirsurð, Treðin har og Dárabarmur undir rættini er Ein mangan varð vátur tá fyltur varð bátur av seyði her. Svínagjógvin og Urðin her hon norður á Líðarmunnanum fer Nú endar róður og eg eri móður av hesi ferð . Hesi stadarnøvn, eg havi nevnt, tey millum manna øll vóru kend men mangur ein klettur og nevn eru eftir við landið her. Við Blankaskála bygdini fór so tað sum vit høvdu ynskt at vita í dag men hesin varðin er burtur farin og gloymdur í dag. Men vit vilja royna at bjarga tað sum enn er eftir og fáa í lag tað upp at skriva so tað kann liva við sama lag. Eg vil nú byrja at rógva her sum róður mín endaði hina ferð tá eg var givin og móður blivin av róðrar ferð. Frá Líðarmunna og norð við her til Boðan við Gilið gongur mín ferð til Stíggin við Gjónna ja Lambagjónna fyri sunnan er. Frá Lambagjógv rógva vit norð við her Hvar rættin og Breiðhella fyri innan er í Fuglastíggj niður at stinga fliður vit fóru her. Hevdin sum sunnari vangin er á Eiðisgjónni sum gongur her og Óspin og Treðin nú rennur av meðin meðan hvílt er her. Frá Rættargjógv rógva vit norður her til Líðarætt Torvu undir Nýggjaból er og Gravagilið sum nú er fyri og Stíggin her. Lágbólagjógvin undir bakkanum er og Hemildstein heimara hava vit her og onki oss forðar til Hømildstein norðar á vári ferð. Stígarnir, Pálmagil, Kvassennið her og Lyngryggur, Deildargjógv á vári ferð Vit royna at rógva og so okkum knógva til Birgið her. So eru vit komnir norður at á og ymisk segnin inan greiða frá man væl mundi falla teim gomlu at kalla hana Hegadalsá. Og Flatastíggjarnir eru her og Lítla Gjóta undir bakkanum er Við Stóru Gjótu vit útsýni njóta til oynna her. Høgadalsleiti vit koma til og Rættargjótan eg nevna vil og um tú hyggur hon sunnanfyri liggur og fyrst koma til. Vit rógva norður við landi her og beint undir Ritudalsskarði nú er har Torvmundarættin og ongin er slættin men Blástrið er her. Við Stein so nevndu teir staðið her sum mark millum Hálsin og Líðuna er vit norð eftir rógva og hava oss knógvað til Kumlið her. So eru vit komnir til hetta stað og Bjargamótið vit kalla tað og Skjaldrabedin av tara loðin er enn í dag. Drisstapi, Eindraskorð, Fløttur her fyri norðan gjónna fleygaplåss er Mong veran varð bundin og kastað í skundi í bátin her. Flatnatangi, Sandhálsar nevn eru her og norð undir bjergini gongur vár ferð Vit munna nú hyggja hvar skerini liggja her lítla Sker. Og longur norð eftir gongur vár ferð hvar stóra Sker, Sjúrðabergsurðin er og Breiðafles, Torva nú at vit horva á vári ferð. Av Torviboða tú fríður fer tá Kalsrustin undan Geirrólvi er og væl man ganga undan Kalsrustatanga á tíni ferð. Stapin og Barmurin millum er tá norð við landi vit rógva her Og Geirrevil stendur av monnum væl kendur í Várfiskitíð. Geirrevils Flesin og Kalsvík her og nú norð til Saksin so endar vár ferð og nú er rikið og hendurnar tikið um oynna her. Um staðarnevn nú eg havi sagt 212 í kort niðurlagt fyri her at goyma og ikki at gloyma sum mær varð sagt. Síða 11 Jóannes Joensen 1981