Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-08-03, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. august 1982síða 6

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Utgevari: p/f sosialurin Postsmoga 76, 3800 Argir, telefon 11820 Fyritaksstjóri og blaðstjóri: Térfinn Smith (ábyrgd) Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Miller Lysingar: Årni Joensen Uppseting : p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981 Folkaflokkurin og rektarin oddagrein Í Í málinum um 'rektarasetan í Eysturoynni hevur mest verið funnist at sjålvstyrisflokkinum, tí hann ikki hevur vikið frá stødu síni at seta ein umsøkjara, sum ikki er beinleiðis kvalifiseraður, og sum eisini fakfelag- ið hjá studentaskúlalærarum hevur noktað at góðkenna. Tað er neyvan skeivt gitt, at tað sum hevur talt mest her er at viðkomandi er ein tann fremsti stuðulin hjá hesum flokki. Hetta er so sínar sakir. Tað er ikki nakað ókent fyribrigdi í politikki, hvorki í Føroyum ella aðra staðni at politikkarar royna at livga sínum, og her hevur neyvan nakar nakað at briksla nøkrum. Tað sum tó er minst lika marghått- ligt í hesum máli er stødan hjá fólka- flokkinum, soleiðis sum hon er komin fram í Dagblaðnum. Her hevur blað- stjórin heilt greitt sagt frá, at einasta orsøk til, at teir ikki vilja góðkenna ein umsekjara,s um má roknast sum tann best kvalifiseraði, tí hann umframt at hava pappirini í lagi, eisini hevur ta longstu praktisku erfaringina er, at viðkomandi er limur í einum and- støduflokki. Og blaðstjórin hevur sligið fast, at hann er ímóti at and- stødumenn hjá landsstýrinum fáa al- menn størv, sum teir eru kvalifiseraðir ella ikki. Nú er tað so, at blaðstjórin á Dagblaðnum ikki er nakar hvor sum helst í skúlamálum. Hann er nevniliga formaður í løgtingøsins skulanevnd, og hevur sum slíkur fremstu ábyrgd av ti lóggávuarbeiði, sum verður gjørt í løgtinginum í skúlamálum. Í skúla- nevndina er hann valdur av fólka- flokkinum, so tað kann eingin ivi vera um, at hann tosar vegna fólkaflokkin, tá hann beinleiðis gongur inn fyri »berufsverbot«, tá talan um slíka So tað hevur ongan týdn- ing at fáa greiðu á, hvat skattatrýstið verður eftir eina loysing? Kanska íkki og Fólkaflokkin, Fólkaflokkurin og 3013 men tad hevur sanniliga starvssetan, sum her er talan um Hetta meta vit sum enn eitt prógv fyri hvussu ódemokratiskur fólka flokkurin veruliga er. Aðrenn fólka flokkurin valdi Óla B. sum formann í tingsins skúlanevnd hevði hann nevniliga eisini eina greiða stoðu hvat starvssetan í skúlaverkinum viðvíkti: At vera ikki-fólkafloksfólk merkti, at ein ikki hoyrdi heima har! og sum fólk minnast var tað ikki beinleiðis ein demokratisk mannagongd, sum varð nýtt at náa hetta mál. Vit ivast heldur ikki í, at fólkaflokkurin aftur nú fer at bakka hesa støðu upp við at afturvelja formannin í skulanevndini og sostatt staðfesta, at politisk stoðutakan kann vera ein forðan fyri at fáa starv í Føroyum, og tað sjálvsagt um politiska stødan er »skeiv«. Tað kundi verið áhugavert at fingi at vita hvat fólkaflokkurin meinar við, tá hann sigur seg verja demokratiið. Eisini kundi tað verið av áhuga at fingi at vita, hvat fólkaflokkurin meinar við, tá hann sigur seg vera liberalan ella frísinnaðan. At vera liberalur skuldi merkt, at ein verjir rættin hjá ollum borgarum frítt at hava sina åskodan og merkir hetta sjálvsagt, at ein ikki skal verða »revsadur« um ein hevur aðra áskoðan enn ein sjálvur. Men her hevur Eilif Samuelsen og enntá »Dimmalætting« eina greida stødu, sum veruliga kann kallast liberal, og hon er tann, at sjålvt tå best kvali- fiseraði til eitt starv er tjóðveldis- maður, sum annars er tann áskoðan, sum liggur sambandsmonnum fjarast, skal hann hava starvið. HEtta er ein liberal áskoðan, sum vit kunnu taka hattin av fyri. Tað kunnu vit ikki fyri fólkaflokki- num, men nú hann hevur fingið dóm fyri ikki at vera fasistiskur kundi hann kanska eisini roynt at bjarga sær ein dóm fyri at vera liberalur og frísinn- aður! Fólkaflokkurin hevur lítla virðing fyri veruleikanum. Somuleiðis vísir hon, at skriving Dagblaðsins og Fólkafloksins um »sjålv- bjargni« og »sjålvstyri« er ein moldblakan í eygu fólk- møguliga fyri Dag- orðaskifti um tydning fyri hitt vanliga sins. Vil flokkurin ikki loysing fólkið! luttaka í einum kjaki um, Fólkið, sum hevur eina hvussu búskaparligu »Javnadar- og tjóð- »vanliga« kanska mis- viðurskiftini gerast eftir veldissosialistar kjak- ast í hesum degum um skattatrýst eftir loysing frá Danmark... Drátturin javna urtøku ikki hevur meguleikar fyri ikki vinnuligum avskriving- um, frádráttum o.s.fr. Bert spell, at eitt seriøst eini loysing, vísir flokkurin sama ábyrgdarloysi, hann hevur sýnt seinastu árini við ollum landsstýriskrepp- unum. — og sum millum javnaðar- og orðaskifti um spurningin Nei, sjálvstýrisneistin i tjóðveldissosialistar skal enda í kegli ella i meira Fólkaflokkinum er er til fulnar eitt aka- og minni persónligari kølnadur. Eftir stendur demiskt kegl, sum als skriving. bert ein verji hjå kapitali- ognan tydning hevur Eisini er spell, at Dag- num — ein flokkur sum fyri gerandisdagin hjå blaðið ikki vil luttaka í stríðist ímóti teimum flestu vanligum fólki.a (brot hesum orðaskifti. Men demokratisku kreftum og úr oddagrein í Dag- henda nidurstøda Dag- rerslum, sum bylgjast i blaðnum 21.7.) blaðsins vísir bert, at samfelagnum! Nr. 73 — 3. august 1982 Vissuliga teir rettu til at tala um kvalifikatiónir: Afturkomin av ferð siggi eg at meðan eg havi verið burtur, er mær fallin ein næstan óbegrýpulig æra í lut, ein heiður so stórur. at hann næstan er ov tungur at bera: at verða vidgjørdur í oddagrein i sjålvari socialpressuni hin 1. juli. Sum tit eru tykkum sjálvum líkir. Vissuliga eru tit teir rettu til at kas- ta við gróti. Ég skilji væl, at tit und- rast yvir. at tað fellur landsstýrinum so trupult at seta rektara við stu- dentaskúlan í Eysturoy, tað hevði fallið javnaðarlandsstýri so ómetaliga nógv lættari, tá hevði bert ein kvalifika- tión verið neyðug. einum Realkredit- fekk nýggjan stjóra, ta gekk leikandi lætt har fekk als ongin høvi at sækja. Tit settu nýggjan lands- skjalavørd — tit megnaðu sum onki at goyma starv- »Færøernes institut« id i meir enn eitt år til ávðisan persón, til tað eydnaðist at fáa lagt fleiri slitmannalenir omaná lønina, sum frammanundan var (All animals are equal but some an!- ríkiliga stór mals are more equal than other). Vønandi gloymir hann ikki at arkivera alt hann hevur skrivað um javna og brødralag og um bjálving til pensionistar, so hesir ikki dovyggja í kulda í vetur! Tit settu yvirlækna á Suduroyar sjukrahusi. Tad demokratiskt valda sjukrahusstyrid innstill- aði vælkvalificeraðan før- oving til starvið tit settu ein ikki innstilladan útlending, sum hverki skilti ella talaði foroyskt mål. Fylgjurnar kenna øll! Hetta var bert ein evarska lítil úrdráttur av tykkara kynstri í at seta almenn sterv. Viðvíkjandi landsskúla ráðnum, so var javnaðar- flokkurin tann fyrsti til at skifta sín lim út; var tað eisini ein spurningur um kvalifikatiónir?? At tit skulu kasta við gróti — ja, tit eru tykkum sjálvum so líkir. Jákup Mortensen Israelskt >fólkaræði og frælsi« Í Dagblaðnum hevur Levitturin nú eina greina- rød um rættin til Ísrael — ein hálovan og halgan av zionistiska brotsmanna- stýrinum og tess óbóta- gerðum. Tá eg bert havi tann fjórða partin av greinarødini eftir, varð- veittan (Db. nr. 54) — hinir fara jú skjótt sama veg sum alt annað rusk skal hesin tó ikki sleppa so lætt. Serliga í hesum parti verður dúgliga reypa av frælsi og fólkaræði í Ísra- el; eg siteri: »I Ísrael er veruligt fólkaræði. Val er fjórða hvert ár... Tað eru fleiri politiskir flokkar...“ (— Akkurát sum hetta er nekur trygd fyri veru- ligum fólkaræði og frælsi!) Hvussu hevur fram- ferðin hjá ti nýggja >fólka- rædisliga og frælsis- elskandi« israelska stýrinum verið mótvegis palestinska fólkinum upp igjøgnum árini? Eg skal triva í nekur álvarslig demi: 1) Zionistisku verka- feløgini noyddu nógvar virkisánarar at blaka pale- stinsk verkafólk úr starvi og bert seta jødar (Berufs- verbot). 2) Skúlar, sjúkrahús, sjúkrakassar o.t. vórðu stovnað, har bert jedar hevdu atgongd (Apart- heid). 3) Aftan á ríkisstovn- anina í 1948 fór ísraelska stýrið at ognartaka jerðina hjá palestinar- unum. Ognarskiftið skuldi rættvisgerast av lógum og skriftum. Til demis av- gjørdi ísraelska tingið i 1965 at ognartaka vakf- jørdina, ið taldi 6% av jørdini tå, og sum 70% av palestinska fólkinum, tey muslimsku, áttu í felag. Eisini privatar palestinsk- ar jarðarognir vórðu tiknar í stóran mun. 20 ár eftir stovnan Ísraels, vóru umleið 70%, av jerðini tá, tikin frá upprunaligu ognarunum! Ein vanligur framferðar- háttur var at kunngera eitt eki sum »hernadarligt øki«, sum palestinsku ånararnir av »trygdar- orsøkum« måttu lata stat- inum. Eftir at henda støda hevði verið eina tid, kom nýggj lóg í gildi,sum loyvdi ísraelska statinum at ognartaka jerð, sum ikki var dyrkað av ánara- num (Stuldur). Zionistiski. ognar- tekupolitikkurin varð eisini vidkadur til at fevna um býirnar og tiggjutús- und -arabiskir handlar gingu yvir í israelskar hendur á ymsan hátt. 4. Tað er rætt, sum Levi sigur, at palestinarar sam- bært israelskari lóggávu fingu rætt til at atkveða við valini; fyrr var eisini illa. Men á fleiri økjum fingu teir tillutað eina stødu sum 2. floks borgarar — imyndað við einum »B« á teirra identi- tetskorti (Diskriminatión). 5. I fyrstuni sluppu palestinarar heldur ikki at keypa fastar ognir ella at fara frítt um í landinum. Enn eru hesar »trygdar løgir« lutvíst í gildi (For- fylging). 6) Ferð eftir ferð hevur ísraelska statsvaldið koyrt arabiskar borgar- stjórar og embætismenn úr starvi, tá hesir hava vágað sær at mælt imóti harðrendu viðferðini av palestinska fólkinum (Talifræfisi?). 7) Palestinarar i fanga- legum hava verid pindir og avbyrgdir frå altj6da hjálparfelagsskapum, ið kanna kor hjá neyð- steddum. Tann alsamt ráðandi zion- istiski setningurin hevur alla tíðina verið, at Ísrael í fyrsta lagi er fyri jedar. Fyri at vinna hesum málum frama, aftrast zionistastýrið ikki fyri at seta apartheid í gildi. Levi tviheldur um, at „Ísrael varð skapt av gýð- ingum, ið hevdu búsett seg í landinum, sum hevdu broytt oydimørk og blotar til urtagarðar og viðalundir..... Hetta er aftur ein lygn. Figgjarliga steðið undir palestinska samfelagnum var ein framkomin landbúnaður. Palestina, ella Ísraei, er úr náttúrunnar hond eitt gr6drarrikt land, og zionistiska propaganda- geipiå nú á døgum um »nydyrkingararbeidid« hjá jødiska niðursetufólkinum er alt ov nógv gjert av. Ti enn í 1947 áttu jedarnir bert 8,8% av landbúnaðar- jørdini í Palestina, og av hesum var tað mesta vunnið við keypi! Rætt er, at vidgongdir palestinarar í vónloysiseði hava framt smærri snið- álop á ofta sakleys ísraels- fólk, mer ísraelsku revsi- tiltøkini hava hverja ferð verið fleiri ferðir blóðug- ari, ikki at tala um fólkamorðið, ið nú fer fram, og sum hevur kravt millum tiggju- og tjúgu- túsund sakleys fólk. Her er lítil ivingur um, hverjir ið kunnu kallast terrorist- ar og drápsmenn! Bert hin blinda ísrael- isman — ein sjúklingur alskur fyri israelskari nat- ionalismu, sum bíblian hevur jabbað niður í fólk bert henda fanatisman kann fáa fólk at standa fram soleiðis, sum Levitturin og aðrir ferð eftir ferð gera tað. Hegni av Heiði