leygardagur 31. august 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 166 - 31. august 2002
Nr. 166 - 31. august 2002
3
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri hjálpsemi og sýnda samkenslu,
tá mamma, vermamma, omma og langomma okkara
Herborg Petersen
andaðist og fór til gravar.
Ein serlig tøkk til starvsfólkið á Lágargarði,
til prestin Sonju Klein og til sangararnar.
Tøkk fyri blómur og kransar, og tøkk til tykkum øll,
sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað.
Fyri tey avvarðandi
Noomi,Vigdis, Bibi og Carlo
Kunngjørt verður fyri ætt og vinfólki at góði maður,
pápi, abbi og langabbi
Johannes H. Samuelsen
(Hannis í Horni)
doyði 28. august 95 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Dómkirkjuni
sunnudagin klokkan 16.00.
Vegna tey avvarðandi
Petra
Tøkk
Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu og hjálp,
tá kæra mamma okkara
Elsebeth Malena Rasmussen
(Espelena)
doyði og varð jarðað.
Tað fløvaði at síggja tykkum mongu, sum vóru til
jarðarferðina í Vesturkirkjuni og sum stukku inn á
gólvið í heiminum á Argjum.
Vit takka eisini presti, tykkum á Hvíldarheiminum
og á Landssjúkrahúsinum, sum vóru um hana,
og tykkum, sum vitjaðu hana drúgvu sjúkraleguna.
Tøkk øll somul
Heilsan
Sigga, Niclas, Malan, Mona og Finn
PRÆDIKUMAÐUR
Jústinus Leivsson Eidesgaard
Eg elski muslimar og sum
kristin kann eg ikki gera
annað, men eg góðtaki ikki
teirra læru, sigur Moses
Hansen, kristin stríðsmað-
ur, sum í løtuni vitjar í Før-
oyum og boðar Guds orð.
– Eg eri kallaður, eg eri
kallaður eins og Jóannes
Doyparin, og tað besta eg
kann gera er at boða Guðs
orð til fólkið.
Vit sita í hugnaligu íbúð-
ini omaná salinum í sam-
komuni Filadelfia í Havn.
Leðrið í hornasofuni brakar
so alsamt og tolið, meðan
vit ressa okkum og práta og
her eru stór evni, sum koma
fram á borðið. Maðurin í
sofuni hevur ikki altíð itið
Móses. Hann er doyptur
vanliga
danska
navnið
Mogens. Og langt áðrenn
hann fór at prædika, langt
áðrenn hann gjørdist kend-
ur sum krossberari, funnu
jødar upp á at kalla hann
Moses.
– Eg var í Ísrael, hetta var
í sekstiárunum og har niðri
er so at siga ómøguligt at
siga Mogens. Einaferð sá
ein jødi mítt navn á skrift.
og hann segði: á Moshe, tað
er Móses á jødiskum, og
síðan varð eg kallaður
Móses. Seinni keypti eg
mær navnið, men navnið
hevur einki at gera vit mítt
prædikuvirksemi í dag. Eg
gjørdist ikki frelstur fyrr
enn eini fimm ár eftir hetta,
sigur Móses Hansen.
Móses merkir tann sum
varð bjargaður. Og okkara
Móses varð eisini bjargað-
ur. Hann var alkoholikari
og evnismisbrúkari, men
ein veking fekk hann at
leggja rúsin á hillina.
– Kirkjan í Danmark er
veik. Tá eg sigi kirkjan so
meini eg ikki bara við
fólkakirkjuna, men kirkj-
una sum heild. Tað snýr seg
nógv um at fara í kirkju
sunnudag klokkan 12, og so
er liðugt við tí. Kirkjan er
alt ov ósjónlig. Fólk tora
ikki at viðganga sína trúgv,
sigur Móses Hansen og
tekur um Davidstjørnuna,
ið hann hevur hangandi á
hálsinum í eini ketu.
– Eg vil vísa, at eg eri
kristin og at eg trúgvi. Eg
vil bera hesa stjørnu, til hon
verður rivin av mær, og so
vil eg hanga eina nýggja,
sigur hann.
Ófriður á Nørrebro
Móses er kendur sum boð-
ari av Guðs orði. Nógv hev-
ur hann verið frammi sein-
astu tíðina í samband við
eitt tiltak á Nørrebrø, har
hann boðaði evangeliið á
Nørrebro, býarparturin í
Keypmannahavn við so
nógvum muslimum. Rættu-
ligur ófriður stóðst av hes-
um tiltaki og politiið tók
Móses av trygdarávum.
– Eg havi stóra virðing
fyri muslimum, eg elski teir
sum kristin, men eg kann
ikki góðtaka teirra læru. Eg
skilji millum anda og
religión. Eg haldi, at kristin
hava nógv at læra av
muslimum. Eg kann ikki
lata vera við at virða teirra
ídni í trúarsakum. Tú sær
teir allastaðni, enná úti á
landinum framvið vegun-
um, har teir breiða sítt biði-
teppi og kasta seg niður at
biða, tá løtan er komin til
tað. Høvdu vit víst sama
ídni. Muslimar tora at við-
urkenna sína trúgv, vit kris-
tin eiga at vera enn meira
frímóðig enn muslimarnir,
sigur Moses Hansen.
– Muslimska læran er
vandamikil fyri kristindóm-
in og neyðugt er at ávara
fólk. Eg keypi ikki, at mus-
limarnir bara eru ein minni-
luti, sum vit kunnu gloyma.
Teir eru sterkir, og tí eiga
vit at ansa eftir, sigur hann..
Víttgangandi
Móses Olsen er kendur fyri
at vera sera víttgangandi.
– Hvør er normalur. Eg
rokni meg sjálvan fyri at
vera normalan. Kanska eru
tað meginparturin av mín-
um landsmonnum, sum
sova andaliga, ið eru teir
sum
eru
víttgangandi.
Kanska eru tey víttgang-
andi tey normalu. Vit taka
okkum sanniliga av løttum
sum kristin og vit eru ikki
serliga dugnalig til at verða
Guðs ambassadørar, sigur
hann.
– Í mær sjálvum eri eg
sum øll onnur. Men eg havi
fingið eitt kall frá Gudi og
hesum kalli má eg fylgja.
Hetta kall er mong ár gam-
alt og er eins sterkt enn, og
tað taki eg sum eitt tekin
um, at Gud vil nakað við
mær. Eg vil vekja fólk, eg
vil hava tey út úr kirkjunum
út á gøturnar at boða guds
orð. Kristin skulu ikki bara
byrgja seg inni í kirkjunum,
sum í eini getto, tey skulu
út at gera øll til lærusveinar
hjá Gudi.
Óttast ikki
Móses fær ofta hóttanir.
Enn tá verður hann hóttur
við lívinum.
– Tað ræðir meg ikki, eg
havi mítt kall og ongin
kann hótta meg frá at boða
Guðs orð. Vit kristnu hava
stóra makt, eisini politiska.
Eitt nú er tað eitt beinleiðis
úrslit av okkara bøn til Gud,
at Mogens Lykketoft ikki
longur er ráðharri í donsku
stjørnini. Hann var ein so
stór hóttan móti Ísrael, at
hann mátti burtur, sigur
Móses Hansen.
– Tað verður ongin friður
í Ísrael, fyrr enn Jesus
kemur aftur og tað verður
ongin friður í Ísrael so-
leingi sum politikkararnir á
kós móti Gudi.
Hví berir tú krossin, er
hann ikki borin einaferð
med alla niðan á Golgata?
– Jú tað er satt. Eg beri
heldur ikki krossin í fluttari
merking. Eg beri krossin
sum reklamu fyri Jesus, at
minna á, at hann bar hann
einaferð med alla. Hetta er
sum við reklamunum um
Coka Cola.
– Um eg ikki var kallaður
av Gudi, so var eg ein
døgnfluga. Eg trúgvi at
Gud kallar meg. Eg havi trý
H frammanfyri mær í tí
dagliga, sum eg ansi eftir.
Hovmod, Hor og Håndøre
ella pengar. Gerist eg ov
stoltur, so eru eg á skeivari
leið, felli eg á tí seksuella
og drívi hor, so gangi eg frá
Gudi, og gerist eg ov
grammur eftir pengum, so
gloymi eg Gud, sigur
Móses Hansen.
– Eg eri komin til Føroy-
ar, serliga at blíva stimbrað-
ur av Guds fólki her, føroy-
ingar eru sera trúgvandi og
síðan at fáa íblástur til mína
djúphugsan í hesi vøkru
náttúruni,
sigur
Móses
Hansen.
Móses: Eg elski muslimar
Móses Hansen frammanfyri krossinum í Filadelfia
Mynd Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
3
2
Sosialurin - 311820
Leygardagin er stongt!
útsølan byrjar
mánadagin
2. september
kl. 9.00
EURO SKO
EURO SKO
Pf.