leygardagur 31. august 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 166 - 31. august 2002
Nr. 166 - 31. august 2002
5
Ingun Gaardbo, deildarleiðari á B6:
–Eitt stórt stig
–Hetta er eitt stórt
stig á leiðini. Eg eri
samd í teimum
niðurstøðum, ið eru
kanningini, sigur
Ingun Gaard,
deildarleiðari á B6
B6
Heri á Rógvi
Tað er eitt ár síðani, at vit
seinast hoyrdu frá B6. Sum
partur av semjuni 1. januar
2002 vórður fleiri starvs-
fólk sett á B6 í eitt hálvt ár.
Hesi fólkini eru komin og
farin, og nú er alt við tað
gamla á B6. Ein munur er
tó: Nakað av nýggjari út-
gerð er komin til deildina.
Ingun Gaardbo, sum er
virkandi deildarleiðari á B6
og starvsfólkaumboð, sig-
ur, at hon er samd við nið-
urstøðunum
um
B6
í
røktarfrágreiðingini. Nið-
urstøðan hjá DSI, sum hev-
ur skrivað frágreiðingina,
er, at B6 hevur ein lága nor-
mering og eina minni
nýtslu av røktarstarvsfólki
til hvønn sjúkling – saman-
borið við sjúkrahúsini í
Svendborg og Sønderborg.
Tilmæli hjá DSI er, at
fleiri sjúklingar skulu við-
gerðast ambulant, og fer
hetta væntandi at lætta nak-
að um arbeiðsbyrðuna.
–Hetta er eitt stórt stig á
leiðini. Vit vilja nú hyggja
frameftir og saman við
leiðsluni (á Landssjúkra-
húsinum, blðm.) finna fram
til, hvussu vit betra um arb-
eiðskorini, sigur Ingun
Gaardbo. Ein trupulleiki
við B6 var, at deildin ikki
fekk hildið seg innanfyri
teir fíggjarligu karmarnar.
Eisini var talan um hópin
av
sjúkradøgum.
Bæði
leiðslan og sjúkrasystrar
eru tó í góðari vón um, at
tað fer at eydnast at betra
um karmar og trivnað.
Í frágreiðingini stendur
annars, at útgerðin á deild-
unum er avoldað og niður-
slitin.
Ingun Gaardbo heldur, at
hendan frágreiðingin, sum
hon hevur bíðað eftir, kann
seta ferð á betringarnar av
arbeiðsviðurskiftunum á B6
Mynd: Jens Kr. Vang
Soleiðis ljóðar ein av
niðurstøðunum í
røktarfrágreiðin, sum
danskur stovnur hev-
ur gjørt fyri Lands-
sjúkrahúsið. Eisini
hevur Landssjúkra-
húsið verið merkt av
leiðslutrupulleikum
seinnu árini. Sjúkra-
hússtjórin lovar, at
frágreiðing ikki fer at
at savna støv
LANDSSJÚKRAHÚSIÐ
Heri á Rógvi
Fyri einum góðum ári síð-
ani varð semju gjørd mill-
um sjúkrasystrarnar á B6
og leiðsluna á Landssjúkra-
húsinum. Áðrenn semjuna
vóru sjúkrasystrarnar á B6
ovast á breddanum í at kalla
øllum fjølmiðlum, tá tær
mestsum allar søgdu seg úr
starvi, tí arbeiði hjá teimum
kendist alt ov møtumikið,
og kreftirnar vóru brúktar
upp.
Í kjalarvørrinum á hesari
ósemjuni valdi leiðslan á
Landssjúkrahúsinum
at
seta eina kanning í verk.
Kanningin – óheft – skuldi
siga leiðsluni nærri um
støðuna á sjúkrahúsinum.
DSI (Dansk Institut for
Sunhedsvæsen) hevur stað-
ið fyri kanningini. Kann-
ingin skuldi siga nakað um
røktaruppgávurnar
og
starvsfólkanýtsluna
á
Landssjúkrahúsinum.
Tríggjar medisinskar deild-
ir vórðu umrøddar í frá-
greiðingini, t.e. B6, B8 og
E2/E3. Eisini varð saman-
borið við sjúkrahús í Sønd-
erborg og Svendborg.
Ambulant
Í frágreiðingini eru ymsar
niðurstøður. Ein er soljóð-
andi:
–Røktaruppgávurnar
verða fakliga loystar eins
væl á Landssjúkrahúsinum,
sum á teimum donsku
sjúkrahúsunum.
Manna-
gongdirnar eru sum heild
væl
gjøgnumhugsaðar.
Samanborið
við
hini
sjúkrahúsini (Svendborg og
Sønderborg, blðm.), so
liggja sjúklingarnir inni í
longri tíð á Landssjúkra-
húsinum, men tað eru góðir
møguleikar fyri at fremja
umleggingar, so fleir sjúkl-
ingar kunnu verða við-
gjørdir uttan innlegging.
Sum heild eru fysisku
karmarnir ikki góðir og
tørvurin á nýggjari útgerð
er stórur, stendur at lesa í
frágreiðingini.
Tá tosað verður umlegg-
ingar, so verður hugsað um
umleggingar frá innleggjan
til ambulantan viðgerð.
Anni Ankjær, sum um-
boðaði DSI á tíðindafundi
fríggjamorgunin, segði, at
júst hetta við ambulantari
viðgerð var stóri munurin á
Landssjúkrahúsinum
og
øðrum donskum sjúkrahús-
um.
Frágreiðingin sigur eis-
ini, at á tveimum deildum
eru ov fá starvsfólk. Eisini
verður sagt, at fíggjarstýr-
ingin er ikki nóg góð.
Leiðslutrupulleiki
Skiftandi leiðslan og vant-
andi støðutakan hevur eis-
ini verið ein trupulleiki hjá
Landssjúkrahúsinum, sam-
bært DSI.
Núverandi leiðslan á
Landssjúkrahúsinum hevur
tó góðar vónir til, at hendan
frágreiðing fer at geva posi-
tiv úrslit.
–Vit eru sera fegin um
hesa frágreiðingina. Hon
fær ikki loyvi til at savna
støv. Í henni eru fjúrtan góð
tilmæli, sum vit ætla okk-
um undir at seta í verk.
Summi kunnu eisini gerast
uttan øktan fíggjarkapasi-
tet, sigur Poul Geert Han-
sen, sjúkrahússtjóri.
Sjúkrahúsleiðslan fer í
næstum at seta fleiri bólkar
at arbeiða við betringum,
sum eru tilmælt í frágreið-
ingini. Okkurt verður longu
sett í verk við ársbyrjan
2003.
–Umleggingarnar fara at
krevja tíð og pengar. Vit
mugu eisini í framtíðini til-
laga okkum eftir teimum
pengum, vit fáa játtaðar,
sigur Poul Geert Hansen.
Røktarfrágreiðing um Landssjúkrahúsið:
Nógv meira ambulant
Anni Ankjær frá DSI, segði á
tíðindafundi, at støðan á
Landssjúkrahúsinum var ikki
verri enn á øðrum sjúkra-
húsum, men tað var eyðsæð,
at kreppan hevði sett síni
spor
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
5
4
Ger vakurleika til veruleika
Vitjan av ORIGINS SERFRØÐINGI
í húðrøkt og make-up
frá 03.-07. september
RING OG FÁ TÍÐ
Einaumboð
í Føroyum
Bøgøta 15 • Boks 24
Tel. 314811 • Fax 314877
Drós
parfumarí
Sosialurin 311820