Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-31, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. august 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 166 - 31. august 2002 Nr. 166 - 31. august 2002 7 Tað er ikki rætt, at eingin høgguslokkur er fingið á firðum og sundum í Føroyum síðan 1985, tí í 1995 skrivar Sosialurin um avmarkaða høgguslokkaveiðu, sum verður avreidd til Kósina í Klaksvík FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Sosialurin hevur fregnast eftir, um nakar hevur borið við høgguslokk í Sundun- um ella á Árnafirði, nú høgguslokkatíð er. Men líkt er ikki til, at menn hava havt varhugan av høggu- slokki á hesum leiðum. Í gjár ringdu vit til Kós- ina í Klaksvík og til Norð- urfisk í Árnafirði, men í báðum støðum søgdu tey seg ikki hava hoyrt graml um høgguslokk, og enn minni er nakar høgguslokk- ur avreiddur til virkini. – Nei, her hevur einki verið, og vit hava einki hoyrt, søgdu tey bæði á Kósini og á Norðurfisk. Men so løgdu tey aftrat, at »Guð viti, um nakar hevur roynt...« Í samrøðu við Sosialin herfyri, segði Hjalti í Jákupsstovu, at tey árini, høgguslokkur er fingin inni á firðum og sundum, er hann altíð fingin norðan- fyri fyrst. Síðan kemur hann inn á Fuglafjørð, Gøtuvík og at enda eisini inn á Tangafjørð. Ikki heilt rætt Hjalti visti eisini at siga, at eingin høgguslokkur er av- reiddur í Føroyum síðan 1985. Hagstova Føroya før- ir hagtøl yvir veiðina, og somuleiðis hevur Fiski- rannsóknarstovan leitað í gomlum bløðum, eitt nú Norðlýsinum fyri at finna út av, nær høgguslokkur er fingin. Men at eingin høgguslokkur er veiddur undir Føroyum síðan 1985, er ikki heilt rætt. Av tilvild duttu vit í vikuni á ein lítlan greinastubba í Sosialinum, 6. september 1995, sum ber heitið "Fáa ikki meira høgguslokk". Sum skilst, er talan bert um smáar nøgdir hetta heystið. Í greinini stendur, at bátarnir, sum hava roynt eftir høgguslokki og avreitt til P/F Kósina, eru givnir at royna, tí nú er einki at fáa. "Teir vóru úti seinastu ferð leygardagin, og tá fekk besti báturin 250 pund", sigur greinskrivarin. Kósin verður endurgivin fyri at siga, at tann føroyski høgguslokkurin er betri til agn enn tann útlendski. Eingin høgguslokkur fingin norðanfyri Hvørki á Norðurfisk í Árna- firði (mynd) ella á Kósini í Klaksvík hava tey hoyrt orð grett um høgguslokk í heyst Umstøðurnar hjá teimum, ið royna við snellu norðanfyri, eru ikki góðar. Leiðirnar eru einki serligar, og eisini verður lína sett allastaðni FISKISKAPUR Rúna Sivertsen Tá talan er um útróður við snellu í norðanfyri, kann ikki sigast, at talan er um nakra stóra vinnu – uttan, tá ið várróðurin er. Tá gýtingarfiskurin er komin á várgrunnin, er ein stórur floti av størri og smærri fiskiførum úr øllum Føroyum, ið leitar á Norð- havið at royna eydnuna við snellu. Og okkurt árið er heilt væl av stórum og góð- um toski komin upp á land. Tá ið líður út á summar- ið, fækkast teir, ið hava hug at royna við snellu. Tó so, eru altíð nakrir, sum royna so gott sum alt árið. Hesir eru fyri tað mesta menn, ið eru komnir nakað upp í árini og somuleiðis yngri menn, ið hava starv sítt á sjónum, men eru heima í feriu. Árið í fjør mundi vera eitt av teimum allarbestu hjá snellubátunum. Veðrið var til vildar, og eisini teir minstu bátarnir fingu roynt stóran part av árinum. Í ár hava teir smærru bátarnir verðið tarnaðir av veðr- inum. Snella oyðir ikki Útróðrarmaður, sum Sosi- alurin skifti orð við, sigur, at tað er heilt vist, at snellu- fiskiskapur oyðir ongan fiskastovn. – Heldur ikki rokni eg við, at vit nakrantíð fara at kunna siga, hvussu nógv kann fiskast árliga. Tað er náttúran alt ov viðbrekin til. Sjálvt ikki bóndin, sum hevur seyðin fyri eygunum hvønn dag, er vísur í, hvussu nógv hann sker um heystið, sigur útróðrarmað- urin. Snellumenn norðanfyri siga, at umstøðurnar til snellufiskiskap hjá teimum eru alt annað enn góðar. Leiðirnar eru einki serligar, og eisini verður nógv lína setta allastaðni. Og har, ið lína er sett, fæst ikki nógv við snellu, siga teir. Hótta ongan fiskastovn Tá ið líður út á summarið, fækkast teir, ið hava hug at royna við snellu. Tó so, eru altíð nakrir, sum royna so gott sum alt árið. Tá bátarnir koma av útróðri, fara menn á støð at forvitnast, hvussu hilnast hevur. At hesin parturin av okkara mentan, hevur ein stóran sosialan týdning, er lítið at ivast í. C M Y K 7 6