Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-31, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. august 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 166 - 31. august 2002 Nr. 166 - 31. august 2002 9 Toll og Skatt hevur kravt, at Canaldigital skal betala mvg fleiri ár aftur í tíðina FYLGISSVEINA- SJÓNVARP Áki Bertholdsen Canaldigital, sum sendir sjónvarp um fylgissvein til túsundtals føroyingar, fær nú ein álvarsligt fíggjarlig- an smeit frá Toll- og Skatt í Føroyum. Toll og skatt krevur nevniliga, at Canaldigital skal betala mvg av tí teir senda í Føroyum. Og hetta er ikki nakað nýtt. Óli Heinesen, leiðari á Toll- og Skatt sigur, at teir fara at krevja Canaldigital eftir mvg so nógv ár aftur í tíðina, sum teir sleppa. Hann leggur afturat, at fæst peningurin ikki inn við góðum, verður farið til danska toll- og skatt eftir hjálp og hjálpir tað heldure ikki, verður sjálvsagt farið í rættin. Óli Heinesen avsannar sostatt avgjørdur, at talan er um eina avtalu ímillum Canaldigital og Toll og skatt, sum upplýst varð í Sosialinum fyrr í vikuni. Hann avsannar eisini, at hetta er ein avtala, sum kemur í gildið 1. oktober í ár. – Vit hava als onga avtalu gjørt við Canaldigital. Tvørturímóti hava vit gjørt teimum greitt, at tænastan, sum teir veita í Føroyum, er mvg skyldug, og at tað hevur hon altíð verið. Tað er ikki toll og Skatt, sum ásetur mvg, tað er Føroya Løgting og tað hevur onki hald í veruleikanum, at vit hava gjørt eina avtalu, sum gongur frá 1. oktober. – Vit hava tí kravt, at Canal Digital betalir mvg av sínum tænastum í Føroy- um og at teir gera tað við afturvirkandi kravt, so nógv ár aftur í tíðina, sum vit sleppa eftir lógini. Óli Heinesen var ikki upp á standandi fót greiður yvir um tað eru fimm ár, ella enn longri. Á umboðum fyri Canal- digital skiltist annars í Sosi- alinum fyrr í vikuni, at tal- an var um eina avtalu við Toll og Skatt um mvg, sum var gjørd. Ein orsøkin til hetta var, at Føroya Tele fer at senda og tað skal betala mvg og tað var hildið at vera rættast, at Canaldigital eisini betalti mvg fyri at kappingin ikki skuldi vera ójøvn. Óli Heinesen sigur, at síð- ani hetta kom fram, hava nógv fólk vent sær til Toll - og Skatt og víst sína mis- nøgd við at Canaldigital er sloppin undan mvg, sam- stundis sum tey hava betalt. Hetta eru fólk, sum veita føroyingum tænastum utt- anlands og sum halda seg hava verið fyri ójavnari kapping. – Men tað er greitt, at Canaldigital hevur skula betalt mvg alla tíðina. At teir ikki hava gjørt tað, er eitt mál, sum vit nú fara at forfylgja, sigur Óli Heine- sen. Ímeðan allir hinir peningastovnarnir taka gjøld fyri at flyta pening fyri fólk, ger landsins minsti tað ikki PENGAFLYTINGAR Áki Bertholdsen Tað elvdi til ávísa misnøgd, tá ið peningastovnarnir fyri eini tíð síðani fóru at taka pening fyri at flyta pening fyri fólk. Leingi kundu fólk gjalda rokningar ókeypis ígjøgn- um peningastovnarnar, men hesa seinastu tíðina hava teir altso lagt gjalda á hesa tænastuna. Og gjaldið merkist, tí tað er heilt upp í 10 krónur fyri eina flyting innanlands. Annars hevur tað heilt leingi kostað at flyta pening uttanlands. Viðmerkjast skal tó, at peningasovnarnir eisini hava eina skipan í nevnist V&T, tað er ein skipan, har fastar rokningar verða flutt- ar ókeypis, eitt nú SEV, Olja, Sjúkrakassi, Telefon o.s.fr. og hendan tænastan er ókeypis. Tað er sostatt bert tær vanligu flytingarnar, sum verða gjørdar við kassarnar, sum kosta. Men tað hevur eisini vakt ans, at landsins minsti pen- ingastovnur hevur hildið, at hann hevur klárað seg uttan hesi tænastugjøld. Suðuroyar Sparikassi tekur nevniliga onki gjald fyri at flyta pening fyri fólk, heldur ikki fyri tær vanligu flytingarnar, sum verða gjørdar innanlands. Einastu flytingar, sum Suðuroyar Sparikassi tekur tænastugjald fyri, er fyri at flyta pening uttanlands. Og tað skilst, at tað hevur elvt til misnøgd hjá við- skiftafólki hjá hinum pen- ingastovnunum, at teir kenna seg noyddar at taka avgreiðslugjald fyri at flyta pening fyri ymsar rokning- ar, samstundis sum landsins minsti og peningaveikasti peningastovnur ikki heldur tað verða neyðugt- í hvussu so er ikki fyribils. Og samstundis er útláns- rentan hjá Suðuroyar Spari- kassa kappingarfør við rentuna hjá hinum peninga- stovnunum, í hvussu so er, hvat í sethúsalánum til 1. veðrætt viðvíkur, er rentan í Suðuroyar Sparikassa tann sama sum í hinum peninga- stovnunum. Og av øðrum lánum er rentan yvirhøvur tann sama. Mikkjal Sørensen, stjóri í Suðuroyar Sparikassa, enn hevur Sparikassin gjørt av ikki at taka tænastugjøld. Hann vísir tó á, at allir peningastovnarnir arbeiða við at taka V&T skipanina av og ístaðin at seta eina BS (Betalingsservice) í verk. Hetta er ein skipan, sum fólk kunnu melda seg til, so at peningurin fyri allar fastar flytingar, SEV, tele- fon, olju o.sf.r verða fluttar av kontuni. – Hendan skipanin verð- ur ókeypis fyri viðskifta- fólkini. Og tá ið hon er sett í verk, kanska einaferð í heyst, fer Suðuroyar Spari- kassi at taka spurningin um tænastugjald á teimum flyt- ingum, sum eru eftir og sum verða gjørdar við kass- an. Tað eru tey, sum undrast á, at Suðuroyar Sparikassi hevur ráð til at lata vera við at taka hesi tænastugjøld- ini, tá ið hann er nógv minsti peningastovnur í landinum. Í fjør var yvirskotið ikki meiri enn 2 milliónir, fyri skatt og í fyrrárið var tað 2,5 milliónir. Ein skuldi tískil trúð, at Sparikassin stóð rættiliga veikur, tí samstundis fíggj- ar hann vinnulív og við so lítlum yvirskoti, skal ikki nógv ganga galið. Men hesum afturvísir stjórin. Hann sigur, at Sparikass- in er væl fyri, tí umframt yvirskotið, hevur Spari- kassin hvørt ár sett av ímóti tapi og nú hevur Sparikass- in átta milliónir til taks, sum eru settar til viks at standa ímóti við, umframt ein eginpening upp á 35 milliónir skuldi hann fingið tap av viðskiftafólkum. Eginpeningurin hjá Spari- kassanum verður eisini líka vælrentaður sum hjá øðrum peningastovnum So gongur tað galið hjá onkrum av viðskiftafólkunum, skuldi tað ikki ávirka Sparikassan, sigur Mikkjal Sørensen. Canal Digital fær millióna rokning frá Toll og Skatt Betala ikki fyri at flyta í Suðuroyar Sparikassa Canaldigital, sum sendir sjónvarp til fleiri túsund føroyingar, skal nú betala mvg fleiri ár aftur í tíðina Landsins minsti peningastovnur hevur ikki enn hildið tað verið neyðugt at taka pengar fyri at gera flytingar fyri fólk. Men tað gera allir hinir Grønlendski fiskimálaráðharrin vildi ikki tosa við Jørgen um kongafiskin Jørgen Niclasen sigur, at hann noyðist at taka í egnan barm og ásanna, at avtalan við Grønland um konga- fiskin í Irmingarhav- inum er ikki nóg greið. - Har stendur einki um, hvat skal teljast uppí, tá ið uppgjørt verður, sigur lands- stýrismaðurin. FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Tað eydnaðist ikki Jørgeni Niclasen á vitjan síni í Grøn- landi at sannføra grøn- lendskar myndugleikar um, at Føroyar sambært avtaluni eiga 500 tons aftrat av kongafiski í Irmingar- havinum. – Meðan eg var har yviri í síðstu viku, var eg at kalla í samband við allar myndugleikar í Grønlandi um kongafiskakvotuna. Jørgen sigur, at í byrjan- ini vildi grønlendski fiski- málaráðharrin, Hans Enok- sen, slett ikki tosa um málið. – Men vit búðu á sama hotelli, so umsíðir fekst hann á tal um toganina, sum hevur tikið seg upp millum londini, men hann helt framvegis uppá, at før- oyingar ikki eiga meira kongafisk í Irmingarhav- inum í ár. Í avtaluni millum Føroyar og Grønland, sum vit áður hava víst á her í blaðnum, stendur ikki, hvør skal hava fiskað tey í mesta lagi 5.000 og 8.000 tonsini pr. 15. juli og pr. 10. august fyri, at Føroyar skulu fáa eina eykakvotu uppá 500 tons. Føroyskir myndugleikar siga, at bara veiðan hjá Grønlandi og Føroyum skal teljast uppí, tá ið uppgjørt verður, meðan grønlend- ingar siga, at eisini veiðan hjá øðrum skipum, sum fiska av grønlendskari kvotu, skal takast við. Og tá verður myndin ein heilt onnur, sjálvsagt, tí bæði ES-skip, norsk skip og russisk skip fiska av grønlendskari kvotu í Irmingarhavinum. Í egnan barm Jørgen Niclasen sigur, at hann noyðist at taka í egnan barm og ásanna, at avtalan er ikki nóg greið, tí har stendur einki um, hvat skal teljast uppí, tá ið uppgjørt verður. – Sjálvur var eg ikki við til at gera hendan partin av avtaluni og veit tí ikki við vissu, hvat lá til grunds fyri henni. Men okkara fólk halda uppá, at tonsini, sum skuldu liggja til grunds fyri øktari føroyskari kvotu, bara skuldu fiskast av grøn- lendskum og føroyskum skipum. Tað er her, grøn- lendskir myndugleikar ikki eru samdir við okkum og tí- skil heldur ikki vilja geva okkum tey 500 tonsini aftrat. Jørgen sigur, at hesin parturin av avtaluni, sum nú átti at givið okkum 500 tons aftrat, er nýggjur í sáttmálanum og tískil ikki royndur áður. – Í løtuni er torført at siga, hvat endaliga úrslitið verður av hesi togan mill- um londini, men sum skilst, vilja grønlendskir myndug- leikar treyðugt slaka í sínari tulking. Í so máta eru teir ógvuliga avvísandi. Landsstýrismaðurin er sannførdur um, at um- strídda orðingin skal broyt- ast, tá ið samráðingar verða aftur til heystar. Hann sigur, at einasti stuðulin í Grønlandi, nú samráðingar vóru har yviri um málið, var umboðið hjá grønlendska reiðarafelagn- um, sum var við til at gera avtaluna. – Hesin sigur, at føroy- ingar tulka avtaluna rætt, sigur Jørgen Niclasen. Fiskaðu kortini Landsstýrismaðurin sigur, at tá ið seinasta avtalan varð gjørd millum Føroyar og Grønland, vildi hann ikki skrivað undir hana, um Føroyar ikki fingu høvi til økta kvotu í Irmingar- havinum. – Tað eydnaðist at fáa hendan møguleikan við í avtaluna, men kortini tók hetta stríðið seg upp, sum nú tykist vera so torført at loysa, leggur hann aftrat. Jørgen Niclasen sigur, at føroyskir myndugleikar í fjør góvu føroyskum skip- um loyvi at fiska kongafisk í altjóða sjógvi – uttanum avtaluna við Grønland, og nú ber hann ótta fyri, at hetta hevur skatt okkara viðurskifti nakað. - Nú royna vit so at fáa forstáilsi fyri okkara søk, og enn havi eg ikki mist mótið um, at tað fer at eydnast, hóast tað ikki sær so bjart út í løtuni. At enda vísir Jørgen Niclasen á, at grønlendski landsstýrisformaðurin, Jon- athan Motzfeldt, er drigin uppí málið, og hann hevur lovað at gera tað, sum ligg- ur í hansara makt fyri at loysa ósemjuna millum Føroyar og Grønland um kongafiskakvotuna í Irm- ingarhavinum. – Í fyrstuni vildi grønlendski fiskimálaráðharrin, Hans Enoksen, slett ikki tosa við okkum um kongafiskin í Irmingarhavinum, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður. Trý fullfermd nóta- skip hava landað á Havsbrún hesa vik- una FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Seinastu dagarnar hevur nógvur svartkjaftur aftur verið at fingið í føroyskum sjógvi. Jákup Oluf Joensen á Havsbrún sigur, at fiski- skapurin hjá nótabátunum annars hevur verið ógvu- liga misjavnur og skiftandi í summar. – Viðhvørt er einki at fáa, og so brenna skipin í hann aftur og fáa nógvan fisk í nakrar dagar. Jákup Oluf sigur, at tá ið veruliga svartkjaftasesong- in er av seint um várið, plagar fiskiskapurin at vera meiri skiftandi – við góð- um fiskiskapi viðhvørt og fiskaloysi viðhvørt. Eitt skifti stendur fiskurin spjaddur, og eitt skifti stendur hann tættari. So- leiðis er tað nú einaferð við svartkjaftinum. – Torført er at siga, hvussu hetta hongur saman, men yvirhøvur eru menn samdir um, at høgætt og kuldi er vánaligt veður til svartkjaft, sigur hann. Fáa nógvan fisk Tróndur í Gøtu landaði á Havsbrún tíðliga í hesi vik- uni. Hendan túrin høvdu teir 2440 tons. Tróndur fór útaftur týskvøldið, og longu dagin eftir høvdu teir 450 tons inni. Krúnborg landaði 2500 tons mikudagin, og teir fóru avstað aftur longu sama kvøldið. Tá ið vit frættu av Havs- brún hósdagin, lá Christian í Grótinum á Klaksvík við 2000 tonsum. Teir skuldu landa í Fuglafirði í hós- kvøldið. Spurdur, um roknast kann við fleiri landingum hesa vikuna, sigur Jákup Oluf Joensen, at verður fiskiskapurin hjá Trónda í Gøtu líka góður alla vik- una, sum hann var tað fyrsta samdøgnið, er hugs- andi, at teir koma innaftur at landa longu sunnuvøldið. – Hini skipini koma so helst innaftur einaferð í komandi viku, leggur hann aftrat. Fáa nógvan svartkjaft í føroyskum sjógvi Tað hevur gingið upp og niður hjá nótabátunum í summar. Nú hava skipini aftur góðan fiskiskap í føroyskum sjógvi. FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Í vikuni hava fleiri trol- arar landað til Fiska- virking í Saltangará. Mánadagin vóru Safir og Smaragd inni. Teir vóru – sum Jason Jo- hannesen tekur til – sprenfullir. Skipini høvdu 250.000 pund av upsa og nakað av øðrum fiski. Vesturvarði, sum landaði í Saltangará seinnapartin mikudagin og hósmorgunin, hevði góð 200.000 pund. Aftrat hesum landaði Jaspis í Saltangará hós- dagin, meðan Ametyst landaði á Toftum. Skip- ini høvdu góð 100.000 pund í part. Úr Sørvági hevur Fiskavirking í Saltang- ará keypt 140.000 pund frá Dragasundi og Akra- nesi, sum eru gomlu Topas og Sardis. Teir seldu um uppboðssøl- una í Sørvági, og upsin varð fluttur í bili út á Skálafjørðin. Jason Johannesen, virkisleiðari, sigur, at hetta hevur verið ein vika við nógvum fiski, og øll, sum starvast á virkinum, hava havt úr at gera. Nógvur fiskur í Saltangará C M Y K 9 8