leygardagur 31. august 2002síða 6
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 166 - 31. august 2002
Nr. 166 - 31. august 2002
11
Verjupolitiska støða Føroya er vorðin eitt kjakevni,
eftir at uttanlandsnevndin hjá løgtinginum samdist
um ikki at geva løgmanni nakað endaligt tilmæli um
ætlaðu útbyggingina á Eiði, fyrr enn fleiri upplýs-
ingar eru fingnir til vega, og eftir eitt aðalorðaskifti
um føroyskan trygdarpolitikk.
Men tíverri fekk kjakið eina løgna slagsíðu, tí uttan-
landsnevndin var ikki samd um tíðindaskrivið, sum
formaðurin sendi út saman við sjálvari niðurstøðuni.
Hetta er at harmast um, tí tað er neyðugt, at føroyingar
hava eitt seriøst orðaskifti um føroyskan verjupolitikk,
tí nú hava vit fyri fyrstu ferð møguleikan at siga okkara
hugsan í samband við eina ætlan hjá NATO.
Í tíðindaskrivinum verður víst til hernaðarsamtyktir-
nar. Tað eru samtyktirnar, sum Løgtingið gjørdi, tá
tingið mótmælti, at støðir vórðu bygdar, og at her-
menn vórðu knýttir at støðnunum á Sornfelli og á
Eiði. Tann seinasta samtyktin er frá 1970, tó at ein
onnur samtykt um Føroyar sum kjarnorkufrítt øki
frá 1984 vísir til tærgomlu samtyktirnar. Í kjalavørr-
inum hava politikkarar nú meldað út, at heimurin er
broyttur og at neðugt er at endurskoða hernaðar-
samtyktirnar.
Talan er um fleiri prinsipiellar spurningar. Vit vórðu
limaðir inn í NATO sum partur í Danmark. Føroy-
ingar vórðu ikki spurdir. Skulu vit krevja, at verða
hoyrd í hesum málin, eins og vit fingu høvi at vera
uttan fyri EEC, tá Danmark fór uppí? Støðirnar
komu uttan at landsstýrið og løgtingið vistu nakað
um tað. Bara løgmenninir vórðu kunnaðir. Skulu vit
góðtaka hesa framferð. Hermenn vórðu knýttir at
støðunum, hóast løgtingið seg nei? Skulu vit góð-
taka, at hermenn verða verandi her?
Um vit góðtaka limaskap, støðir og hermenn, er tað so
ikki okkara skylda, at vit eisini manna støðirnar, heilt
ella partvíst við føroyskum trygdarhermonnum? Ella
skulu vit halda fram at ganga við hondunum fyri eygað,
sum Sambandsflokkurin eftir øllum at døma vil.
Harafturat kemur tannprinsipielli spurningurin:
hvør skal vera avtalupartur, um Eiðis-støðin skal
byggjast út? Føroyar og NATO ella Danmark og
NATO, sum hevur verið tað vanliga.
Her Tjóðveldisflokkurin eina greiða politiska støðu
sambært Útvarpinum. Hann sigur, at um vit skulu binda
okkum til NATO - og verandi SSSB-Far-verkætlan er
ein binding, sigur hann - so skulu Føroyar verða avtalu-
partur. Hetta er ein greið og áhugaverd støða. Anfinn
Kalsberg, løgmaður, var biðin um eina viðmerking,
men hann fór rundan um spurningin.So er spurningur-
in: hvat siga hinir flokkarnir til henda rættiliga prinsipi-
ella spurningin í okkara trygdarpolitikki? Í tí sjálv-
stýristilgongd, vit eru í, er eitt sindur bakvent, at
Danmark skal binda okkum inn í framtíðina.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Skal Danmark binda
okkum verjupolitiskt?
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari: Jústinus
Eidesgaard justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Anja Weihe anja@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Rúnar Reistrup runar@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliassen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Páll H. Johannesen pall@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Finnur Justinussen finnur@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 4449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Rullandi redaktionin:
tel. 220507
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Nú nærkast!
Bill Justinussen,familju- og moralmálaráðharri
Katrin Dahl Jakobsen,
løgtingskvinna
Hin 14. mai í ár gingu
Miðflokkurin
og Tjóð-
veldisflokkurin saman sum
politiskt par. Hetta varð
boðað frá í tíðindaskrivi, at
hesir vildu fylgjast í eina
samgongu. Fólkaflokkurin
og
Sjálvsstýrisflokkurin
høvdu longu framman-
undan givið hvør øðrum ja.
Sum hini bæði lovaðu í
filminum Titanic, tá einki
var til ráða at taka- you
jump, I jump! Soleiðis
fingu vit kristiliga Tjóð-
veldisflokkin og Sjálvsstýr-
isfólkaflokkin at skipa tað,
tey rópa eina sjálvsstýris-
samgongu. Hon kom út
eftir at løgmaður hevði lig-
ið á akkurát ein dag styttri
enn gás.
Motivini fyri at ynskja at
loysa, og tí koma sær upp í
eina sjálvsstýrissamgongu,
eru eftir øllum at døma eins
klokkuklár fyri Miðflokk-
in, og tey eru fyri t.d.
makkaranum Tjóðveldis-
flokkinum, hóast tey kunnu
tykjast ymisk. Fyri viku
síðani sigur familjumála-
ráðharrin Bill Justinussen
við Dimmu eina av orsøk-
unum til, at Miðflokkurin
vil hava fult sjálvsstýri
vera, at rákið úr Danmark
er so negativt. Vit eru ein-
asta norðurlandið, sum ikki
hevur frítt pornografi og
fría fosturtøku, og tí hava
vit færri og færri ting til
felags við danir og sigla
hvør sína kósî. Also, danir
og tað ið rekst inn á okkum
haðani er so vemmiligt. Tí
mugu vit loysa! !
Eina løtu freistast tú at
øvunda ráðharranum at
vera komin inn í eina so
vælsignaða einfalda verð.
Hvør hevði tað ikki verið
gott at verið har?
Hugsi ikki samstarvs-
partnarin hjá Bill, Høgni
Hoydal, hugsaði so einfalt,
tá hann fyri fýra árum síðani
lat seg í sjeymílafull-
veldisstivlarnar (tó skeivt
uppá bein). Ikki hevur hann
óttast danska rákið, tí eingin
hevur verið so dúgligur sum
hann at draga danskar lógir
niðan í tingið, so mikið stórt
virði, sum hann hevur sæð í
teimum. Sjálv havi eg,
vegna Javnaðarflokkin lagt
eitt ríkislógartilmæli fram,
júst um tað, sum Bill
Justinussen gremur seg um.
(løgtingsmál nr. 16/2000).
Uppskotið snúði seg m.a.
um styrktar reglur móti
kynsligum
ágangi
móti
børnum og ungum og um
barnaporno. Føroyar var
einasta land um okkara
leiðir, har barnaporno hevði
frítt slag. Við hesi lógini,
sum varð einmælt samtykt,
er barnaporno nú eisini
bannað í okkara tryggað
landi. So her var myndin hin
øvugta av tí, Billurin sigur
við Dimmu. Eitt danskt rák
ella hugskot, sum tingið
fegnaðist um.
Rák valdast. Í løtuni er
tað høgrarákið sum er um
at kvala okkum úr øllum
heraðshornum. Ikki minst
frá okkara egnu her heima
seinastu fýra árini, og nú
framhaldandi við Bill og
hansara samgongu. Nýggja
ósolidariska
hugtakið
ábyrgd av egna lívið, var
eitt av teirra mongu borgar-
ligu egofostrum. Ein uggi
er, at tá ein tíð (long?) er
fráliðin frá so sterkum ráki
sum hesum, er mótrák
væntandi.
Men tá nú rákið úr Dan-
mark, er so negativt, sum
Bill Justinussen vil vera
við, hvat man hann so
halda um rákið úr Føroy-
um, um tað nú var so, at vit
vóru so mikið stór, at vit
veruliga setti okkara spor
úti í heimi?
Hvat munnu tey halda
um tað, at ein ráðharri sum
Bill Justinussen, sum eg
vænti altíð vil vera sannur
og erligur, at hann vælsign-
ar og stuðlar einum stýri
við oddamonnum, sum ikki
kenna munin á egna og
annara?
Ella um tey samkyntu, at
tey longu nú, áðrenn nakað
mál er komið á borðið, ikki
vita um teirra umstøður
batna ella kanska versna
uppaftur meir?
At kvinnur í 2002 verða
ómynduggjørdar?
Men aftur til romantikk-
in. Vit mugu loyva okkum
at krevja, at tá ið nú Mið-
flokkurin og Tjóðveldis-
flokkurin hava gjørt av at
fylgjast, hava valt hvønn
annan, játtað tykkara trú-
skap og skrivað undir sam-
gonguskjal – at tit so gevast
at keglast um tað, tit samd-
ust um, og ikki støðugt
misbrúka
samkynt
og
kvinnur bara til partapolit-
iska profilering.
Randi í Jógvanstovu
Ja, nú nærkast tíðin, har av-
gerðin fellur. Avgerðin,
sum fer at mynda framtíð
okkara, sum búgva her, og
eisini tey, sum ætla sær at
koma higar.
Verður her livandi eins og
her hevur verið higartil, ella
verða vit enn einaferð offrað
fyri útbyggingini av før-
oyska samferðslukervinum?
Tað fasta sambandið um
Leirvíksfjørð merkir, at
bundið verður fast millum
næststørsta bý í Føroyum
og restina av landinum. Alt
gott um tað. MEN her
skulu vit hugsa um, at vit,
ið liva her í dag, eru púra
einki vita um ta nøgd av
ferðslu, vit fara at uppliva,
tá ið koyrandi verður um
fjørðin. Tað nyttar einki at
tosa um, at í Havn eru so og
so nógvir bilar um sam-
døgrið í onkrari rundkoyr-
ing. Vit kunnu als ikki fyri-
halda okkum til tað og taka
eisini hjartaliga synd í
teimum, sum noyðast at
liva í hesum gangi dag og
dagliga.
Tey, sum ung eru í dag og
hava bygt sær hús í Leirvík,
eru kedd og kenna seg
ótrygg. Tey hava bygt beint
har tey hava bygt, júst tí at
tey kendu á sær, at har er
friðarligt og gott at vera.
Vit ynskja, at her eisini
framyvir skal verða gott at
vera.
Tað kunnu tit hjálpa okk-
um til, tit ið skulu taka av-
gerð, ta avgerð, sum avgerð
framtíð okkara, framtíð
okkara sum ein bygd, har
framhaldandi er gott at
vera.
VIÐMERKINGAR
Jóannes Eidesgaard
Unga Tjóðveldið boðaði í
tíðindaskrivi frá, at nú var
meira
neyðugt
enn
nakrantíð áður, at politiska
skipanin ikki slapp at dusa
sær
í
heimastýrinum.
Somuleiðis ávaraði eisini
Kjartan Hoydal í røðu á
fólkafundi á Doktaragrund
ímóti, at hin "gamli hugna-
ligi løgtingspolitikkurin"
aftur fekk valdið. Men líkt
er til, at ávaringarnar frá
bæði ungum og tilkomnum
ikki vinna frama hesaferð.
Tí ongantíð so nógv sum
júst nú dusa vit okkum í
heimastýrinum, og sanni-
liga kann løgtingspolitikk-
urin ikki sigast annað enn,
at hann er stakhugnaligur -
trý mál í fýra mánaðir.
Vanligt er, at tá nýggj
stjórn tekur við í londunum
rundan um okkum, so fáa
nýggju ráðharrarnir frið í
100 dagar, áðrenn eitt nú
fjølmiðlar og andstøða fara
at seta fram spurningar og
annars at ganga teimum eitt
sindur nærri. Hetta er sjálv-
andi fyri, at nýggja stjórnir
í verki hava havt møgu-
leikan at vísa á ein politikk,
sum tær ætla at reka, og
soleiðis at nýggju ráðharr-
arnir hava havt møguleikan
at seta seg væl inn í ar-
beiðið.
Eins vanligt er tað, at
nýggjar stjórnir, sum veru-
liga vilja nakað, og tað vilja
tær flestu, longu innan 100
dagar stinga nýggju polit-
isku kósina út. Hetta sóu vit
týðiliga við stjórnini hjá
Tony Blair og eisini við
nýggju stjórnini hjá Anders
Fogh. Tá 100 dagar vóru
gingnir, var leiðin greið.
Og hvussu er so vorðið
her hjá okkum - vit hava jú
havt løgtingsval. Vit høvdu
løgtingsval 30. apríl - í gjár
vóru fýra mánaðir ella 120
dagar síðani - og sama sam-
gonga hevur jú sitið bæði
undan og eftir vali, tó við tí
lítlu broyting, at Miðflokk-
urin er komin við. Trý mál í
120 dagar. Og um vit so eru
eitt sindur "large" og siga,
at landsstýrið fyrst var
skipað 6. juni, tá eisini trý
nýggj landsstýrisfólk vóru
vald, so eru tað hóast alt 87
dagar síðani.
Tey trý málini, ið eru
komin frá landsstýrinum til
dagin í dag, eru:
1. Løgmansrøðan á ólav-
søku - hon skal haldast
sambært stýrisskipanarlóg-
ina.
2. Áseting av fiskidøgum
- teir skulu ásetast innan
18. august
3. Ein eykajáttanrlóg -
landsstýrið tørvaði pening.
So ikki kann sigast annað
enn, at politiska skipanin
dusar sær og hugnar sær.
Tó skal sigast til Mið-
floksins rós, sjálvt um eg
ikki er samdur í øllum, sum
teir koma við, so er tað hes-
in lítli flokkur, sum hevur
verið mest frammi. Uttan
hann hevði verið tunnligt
hjá følmiðlunum.
Rættiliga løgið kortini, at
eitt landsstýri, sum hevur
bjóðað seg fram at stjórna
landinum komandi fýra
árini, kann vísa so stórt
atgerðarloysi. Tað mátti tó
verið okkurt at trivið í, ella
kann tað hugsast, at skuld-
setingarnar, settar vóru
fram í summar, fullkomi-
liga hava lammað bæði løg-
mann og landstýrismenn.
Vit løgtingsmenn fáa
sanniliga okkara løn fyri
lætt í hesum døgum. Ikki
kann sigast annað enn, at
landsstýrið dusa sær.
Áki Andreasen
Tað er ikki eiti á sum tað
leikar á hjá andstøðuni –
afturhaldinum á Føroya
Løgtingi. Fyrst var tað
skipanin sum var galið við
– tað var burtur í vón og viti
at hava tað stýrðisskipan –
sum ikki er seriga gomul –
sum vit hava. Alt sum hevði
nakað við demokrati at gera
var farið fyri bakka við hesi
skipanini; krop á kroppi
komu javnaðar og sam-
bandsfólk fram og hildu
fyri at nú var galið í Før-
oyum – nú var alt rent fast
Skipanin svartiper
Eg haldi tað vera sjálvsamt
og eisini markháttligt at
framstandandi politikarar
sum Jóannes Eidesgaard og
Lisbeth Petersen rópa um
geilar og tún at hetta ber
ikki til at sitandi samgonga
kundi halda fram, tí fólks-
ins dómur var fallin o.s.fr.
Grundgevingin var tann at
løgmaður við stýrisskipan-
ini í hondini kundi halda
fram – stuðlaður av Tjóð-
veldisflokkinum; bert fyri
at vera sitandi við valdið.
Tað hvørki sømir seg ella
er borgan fyri sunnun polit-
ikki at geva skipanini
skyldina fyri eitt valúrslit
sum ikki kundi undirbyggja
og tíðansheldur føra til
samgonguskift.
Tað minni ikki sørt um
barnagarðsmoral
–
har
børnini halda alt vera gott
meðan tað er teimum til
vildar, men melur tað so
hinvegin so er galið.
Tað er eftirhondini alment
kent
at
ætlanin
hjá
Sambands og Javnaðar-
flokkinum eftir valið var at
skipa samgongu saman við
Miðflokkinum – við 16 ting-
limum, Jóannes Eidesgaard
skuldi so verða Løgmaður
og afturfyri bleiv Edmund
Joensen Løgtingsformaður –
og verið vís í at tá hevði
einki verið galið, tá hevði
skipanin verið bæði góð og
tíðarhóskandi, men tíbetur
bleiv henda ætlan av ongum.
Skal politikkur í Føroy-
um vinna virðing millum
manna og aðrastaðni við,
má hasin fornermisligi pol-
itikkurin leggjast á hyllina.
Hvat halda hini???
Tá samgongan var skipað
og summarið var í hæddini
bleiv eitt sindur av rumbli –
eftir at ein ávís grein hevði
staði í bløðunum.
Andstøðan raknaði sjálv-
andi við og viðmerkingar
um sakarmál, samgonguslit
og persónreinskan blivu
mald aftur og aftur - eitt
kjak í sær sjálvum er bara
sunt; men so kundi and-
støðan ikki halda sær
meira; “Hetta eru óheppin
siginal
at
senda
til
útheimin” segði afturhaldið
í ein munn.
Javnaðarflokkurin
og
Sambandsflokkurin hava
alt seinasta valskeið sent so
óheppin siginal til útheimin
sum nakar politiskur flokk-
ur kann gera. Teir hava ferð
eftir ferð illtonkt lands-
stýrið, og heldur tikið við-
merkingar frá donskum
politikarum til sín. Givi
umheiminum fatan av at í
Føroyum býr eitt fólk sum
ikki vil frælsi, teir royndu
av øllum alvi at fáa polit-
iska leikpalin at líkjast
einum klandursgarið.
Um tað er teirra fatan at
umheimurin
heldur
at
fáfongd og politiskt ófrælsi
eru virðilig siginal, so er
okkurt sum má endurskoð-
ast ikki bara hjá Javnaðar-
flokkinum.
Hvar er tað virðiliga í at
lata ein part at valdinum
liggja aðrastaðni enn hjá
Føroya Løgtingi??
Hvar er tað virðiliga at hava
umsitingina av dómsvaldi
og
Løgreglu
í
øðrum
landi???
Hvar er tað virðiliga í at
lata donsku stjørnina um-
boða almennu Føroyar fyri
umheiminum og teimum
viðurskiftum
sum
har
eru???
Hvar er tað virðiliga í at
verða í einum felagsskapið
har eini parturin hevur
nógv meiri vald enn hin, og
enntá gjalda við sínum
egna
sjálvstýrði
og
frælsi???
Nei tað eru siginal sum
eru so óvirðilig og niður-
gerandi – at umheimurin
stendur
fullkomuliga
óskiljandi fyri tí sambands-
politikki sum Javnaðar og
Sambandflokkurin standa
fyri.
So lati verða við at gera
eitt innanhýsis samfelags-
mál í Føroyum til nakað
sum tað als ikki er!!!!!
Tjóðveldisflokkurin
og samgongan
Í eina longri tíð hevur
Sosialurin og Dimmalætt-
ing gjørt ógvuliga nógv við
at kanna hvussu skili er
innanhýsis í Tjóðveldis-
flokkinum. Enntá hava hesi
bløð ditta sær at bólka
Tjóðveldisflokkin
upp:
“hovligi vongurin”, “víð-
gongdi vongurin”, “sosial-
istiski vongurin”, “borgar-
ligi vongurin” o.s.fr Hetta
er so blivi knýtt saman við
samgonguna sum Tjóð-
veldisflokkurin er partur av,
og at tað er ein ella annar
formur fyri ósemju í flokk-
inum. Tað telur líkasum
ikki við at bæði formað-
urin í Tjóðveldisflokkinum
og formaðurin í tingbólk-
inum hava sagt og skrivað
at Tjóðveldisflokkurin er
partur av samgonguni og
stuðlar henni flut og heilt.
Men tað er eitt ella annað
sum ger at tað er ørvisi tá
talan er um Tjóðveldis-
flokkin, analysur og viðing
er alt fyri eitt á skránni,
oddagreinar á rað viðgera
Tjóðveldisflokkin, tað sum
tjóðveldisfólk hava sagt og
skrivað fáa eina heilt aðra
demisjón enn tá eitt nú Jó-
annes Eidesgaard setur
spurnaðartekin við stýris-
skipanina í Føroyum, ella tá
formaðurin í Samband-
flokkinum leggur eitt heilt
landsstýrið undir at siga
hálvgum ósatt – tað kom
fleiri ferðir fyri tá samráð-
ingar vóru millum stjørnina
og landsstýrið.
Í
seinastu
samgongu
bleiv
Tjóðveldirflokurin
lagdur undir at hugsað full-
veldið, fullveldið og aftur
fullveldið; hóast tað var ein
pástandur meir enn nakað
annað, men nú er so eitt
nýtt samgonguskjal undir-
skrivað, sum leggur dent á
trivnaðarmál; og mín sann
um tað ikki eisini er galið,
eg veit ikki hvat ikki bleiv
sagt um Tjóðveldisflokkin
tá undirskrivingin var veru-
leiki. Tá veit afturhaldi væl
at henda samgonga hevur
stórar og viðfevnandi fyri-
reikingar í gongd at yvir-
takað nøkur stórmál, men
tað velur man sjálvandi at
síggja burtur frá.
Tjóðveldisflokkurin
hevur enn einaferð prógva
at hann er ein ábyrgdar-
flokkur, sum stendur fyri
frælsi og samfelagsábyrgd.
Endaliga vil eg bara gera
afturhaldinum
greitt
at
Tjóðveldisflokkurin er ein-
asta borganin fyri fram-
haldandi frælsisstríði og tá
komið er á mál vita vit at
eisini tit fegnast saman við
okkum!!!
Nú dusa teir sær rættiliga í heimastýrinum.
Andstøðan – Tjóðveldisflokkurin og samgongan
C
M
Y
K
11
10
SMS – Tel. 319697 · Saltangará – Tel. 449697 · Klaksvík – Tel. 479697
Tónleikatilboð
Tónleikatilboð
Trummusett við øllum tilhoyri,
bekkarum, stóli og pinnum
Fæst í ymsum litum
Trummusett við øllum tilhoyri,
bekkarum, stóli og pinnum
Fæst í ymsum litum
Vanligur prísur
6.490,-
4.990,-
4.990,-
Nú
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo