leygardagur 31. august 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 166 - 31. august 2002
Nr. 166 - 31. august 2002
13
UTTAN ÚR HEIMI
Franska stjórnin ger
nú tað sama sum tann
amerikanska og krev-
ur, at franskir her-
menn skulu heldur
ikki latast krígsbrots-
mannadómstólinum
til rættarsókn.
KRÍGSBROTSVERK
Árni Joensen:
Seinastu tíðina hevur am-
erikanska stjórnin roynt at
fáa onnur lond at vátta, at
tey fara ikki at lata ný-
skipaða altjóða krígsbrots-
mannadómstólinum ICC í
Haag amerikanskar ríkis-
borgarar. USA hóttir við
tiltøkum, vilja londini ikki
gera
eftir
amerikanska
kravinum, men higartil
hava bara Ísrael, Rumenia
og Eysturtimor slakað fyri
trýstinum úr Washington.
Nú ætlar franska stjórnin
at ganga somu leið. Tað
váttaðu bretski uttanríkis-
ráðharrin, Jack Straw, og
svenski starvsfelagi hans-
ara, Anna Lindh, fyri
Svenska Dagbladet í gjár.
Jack Straw segði, at
franska stjórnin krevur, at
franskir hermenn, sum taka
lut í altjóða friðarverndar-
tiltøkum, skulu ikki latast
dómstólinum í Haag, og at
skipanin skal galda í sjey
ár. Hann helt tó ikki, at tal-
an er um allar teir fronsku
hermenninar.
Tíðindini um franska
kravið koma, júst sum ES-
nevndin hevur endurtikið,
at ES fer ikki at slaka fyri
amerikanska
kravinum.
Bæði Danmark og Svøríki
hava sagt, at tey kunnu ikki
góðtaka
amerikanska
kravið.
Norska stjórnin hevur
eisini fingið áheitan úr
USA um at skriva undir ein
sáttmála um ikki at flýggja
krígsbrotsmannadómstólin
um amerikanskar ríkis-
borgarar, men stjórnin í
Oslo hevur víst áheitanini
aftur.
USA vil ikki samstarva
við ICC og krevur, at am-
erikanarar skulu ikki drag-
ast fyri dómstólin. Amerik-
anska stjórnin ber ótta fyri,
at
amerikanarar
kunnu
verða sendir til Haag av pol-
itiskum
orsøkum,
og
stjórnin hevur hótt við at
taka sínar hermenn úr teim-
um friðarvarðveitandi deild-
unum hjá ST, fær hon ikki
undirtøku fyri hugsan síni.
ST-trygdarráðið
hevur
samtykt, at amerikanskir
ríkisborgarar skulu ikki
dragast fyri ICC tað fyrsta
árið t.v.s. til 1. juli næsta ár,
men stjórnin í Washington
vil hava hetta til eina
varandi skipan. Tí hevur ST
víst aftur.
Nú skulu fransmenn
eisini sleppa undan
rættarsókn í ICC
Statoil boðar frá skerjingum
Oljufelagið hevur ikki
tørv á so nógvum út-
gerðarstøðum longur,
og tað kann kosta
nógv arbeiðspláss.
OLJUVINNA
Árni Joensen:
Leiðslan í stóra norska
oljufelagnum Statoil hevur
boðað frá, at hon hevur
gjørt av at skerja talið á
útgerðarstøðum, samstund-
is sum broytingar skulu
gerast í rakstrinum.
Olav Fjell, sum er aðal-
stjóri í Statoil, sigur, at
leiðslan fer at venda hvørj-
um steini, og at eingin eig-
ur at kenna seg tryggan.
Statoil hevur sum tað ein-
asta norska oljufelagið fýra
rakstrarstøð ymsastaðni í
Noregi umframt fimm út-
gerðarstøð.
Meiri
enn
2.000 fólk arbeiða á rakstr-
arstøðunum og útgerðar-
støðunum, men Olav Fjell
sigur, at talið á rakstrar-
støðum verður í øllum
førum skert tey næstu árini.
Hann dugir ikki at siga,
nær broytingarnar verða
settar í verk, tí tílíkt arbeiði
tekur tíð, sigur hann.
Norski oljumálaráðharr-
in, Einars Steensnæs, segði
við blaðið Aftenposten í
gjár, at tað er ikki nóg mik-
ið einans at nýta fíggjar-
ligar grundgevingar fyri
teimum ætlaðu broytingun-
um hjá Statoil, men at tað
eisini er umráðandi at hava
økismenningina
í
hug-
anum.
– Eg skilji væl, at aðal-
stjórin tosar, sum hann ger.
Men her eru onnur áhuga-
mál, sum eisini skulu hav-
ast í huga, segði Einar
Steensnæs.
Norðmenn drekka meiri
Ivi um al-Qaeda
Avsannar hópgravir
Drápsákærdur funnin
Franski forsetin, Jacques
Chirac, og stjórn hansara
krevja nú, at franskir
hermenn skulu sleppa undan
at verða drignir fyri
krígsbrotsmannadómstólin í
Haag næstu sjey árini.
Statoil skal skerja talið á
rakstrar- og útgerðarstøðum,
og tað kann kosta nógv
arbeiðspláss.
Norðmenn hava drukkið
meiri í summar, enn
vanligt
hevur
verið.
Einkarsølan sigur, at í
juli drukku næstan allir
norðmenn meiri, enn
teir plaga at gera. Bara í
Oslo drukku fólk minni.
Tølini
hjá
einkar-
søluni vísa, at yvirhøvur
drukku norðmenn 0,9
prosent meiri í juli í ár
enn í sama mánað í fjør.
Í Aust-Agder var meir-
nýtslan heili 18 prosent
og í Nordland, har tað
hevur verið óvanliga
heitt í summar, drukku
fólk 17 prosent meiri,
enn tey plaga at gera í
juli mánað.
Í Oslo minkaði sølan
harafturímóti 0,2 pro-
sent, sjálvt um summ-
arið eisini hevur verið
ógvuliga gott har.
Amerikanarar eru ikki
nøgdir við eina nýggja
frágreiðing hjá ST, sum
sigur, at yvirgangsfel-
agsskapurin al-Qaeda
virkar væl enn, og hann
framvegis eigur at verða
mettur sum ein verulig
hóttan. ST sigur eisini,
at amerikanska átakið at
steðga øllum penga-
flutningi til al-Qaeda
hevur minni enn so havt
ta ætlaðu ávirkanina.
Talsmenn hjá amerik-
ansku stjórnini halda
ikki, at tann nýggja frá-
greiðingin gevur eina
veruliga
mynd
av
viðurskiftunum.
Í
ST-frágreiðingini
stendur m. a., at limir í
al-Qaeda hava millum
225 milliónir og 2,2
milliardir krónur, men at
tað bara hevur eydnast
at leggja hald á 110
milliónir krónur í ár.
Ein av fremstu sam-
eindu hjá USA í krígn-
um ímóti Taliban-stýr-
inum, krígsharrin Abdul
Rashid Dostum, avsann-
ar tíðindi um, at umleið
1.000 fangar doyðu, tá
Norðursamgongan hjá
Dostum hevði teir í
varðveitslu.
Dostum, sum nú er
varaforseti í Afghanist-
an, viðgongur, at umleið
200
talibanfangar
doyðu, tá teir vóru á veg
í fongsul seinasta heyst,
men hann heldur uppá,
at fangarnir doyðu av
løstum, sum teir høvdu
fingið í bardøgunum í
Kunduz-landspartinum.
Mannarættindafelags-
skapir vilja vera við, at
umleið 1.000 fangar
doyðu, tí teir vóru
stongdir inni í bingjum
og tí ikki fingu luft.
Felagsskapirnir siga, at
fangarnir vórðu jarðaðir
í hópgravum, og ST
hevur játtað, at hópgrav-
ir eru funnar har norðuri
í Afghanistan.
Umhvørvisverndarfelag
sskapurin Greenpeace
hevur nú funnið fyrr-
verandi
nevndarfor-
mannin
í
Union
Carbide,Warren Ander-
son, sum hevur verið
eftirlýstur síðani eina
vanlukku í indiska býn-
um Bhopal í 1984.
Minst
3.000
fólk
doyðu tann 3. desember
í 1984, tá eitrandi gass
lak út á einari verk-
smiðju, sum amerik-
anska felagið Union
Carbide hevði í Bhopal.
Indisku myndugleikar-
nir vilja vera við, at
meiri enn 10.000 fólk
doyðu seinni av gass-
eitran.
Seinastu ellivu árini
hevur indiska løgreglan
leitað eftir Warren And-
erson, sum er skuldsett-
ur fyri dráp í sambandi
við vanlukkuna., men
hann hevur ikki verið at
finna. Nú hevur Green-
peace funnið hann í
Hamptons beint uttan
fyri New York.
Miða móti marknaðarføring
Tekniskir studentar
hava nú møguleika at
læra seg at marknað-
arføra fisk
UNDIRVÍSING
Gunnhild Dahl Niclasen
Klaksvík:
Tá ið næmingarnir á Tekn-
iska Skúla í Klaksvík byrj-
aðu aftur í skúlanum eftir
summarferiuna, sluppu teir
at royna eina nýggja og
spennandi lærugrein – Miðl-
ar og Samskifti kallast hon.
Tað, sum miðlar og sam-
skifti í høvuðsheitum snýr
seg um, er at læra næmingar
at lýsa og marknaðarføra
eina vøru, har teir skulu
royna at røkka einum mál-
bólki við einum boðskapi,
og hetta skal gera mun, so at
meira verður selt av vøruni.
Miðlar og samskifti er ein
lærugrein, sum eisini er at fáa
á HTX skúlunum í Danmørk,
og tá ætlanin var, at Tekniski
Skúlin í Klaksvík - eisini
kallaður Tekniski Studenta-
skúlin - skuldi bjóða sínum
næmingum hesa vallæru-
greinina, hava lærararnir
Linjón Jacobsen og Pól
Laksafoss verið á vitjan á
trimum skúlum í Danmark.
Skúlin, sum teir valdu at sam-
starva við, var HTX í Odense,
tí undirvísingin har líktist
mest undirvísingini, sum
ætlanirnar vóru, at føroysku
næmingarnir skulu fáa.
Fyri at fáa lærugreinina at
hóska inn í okkara samfelag
eru lærararnir í samstarvi við
Adrian Dalsá, sum er stjóri á
Kósini, komnir ásamt um at
knýta ein part av undirvís-
ingini til fiskivinnuna, sum er
okkara høvuðsvinna. Neyð-
ugt er við fólki, ið dugir at
selja fiskin til marknaðin í
Evropa, og tá kemur sam-
skifti inn í myndina. Tí er
gott, at tekniski studentaskúl-
in leggur lunnar undir at fáa
føroyska ungdómin áhug-
aðan í at duga at marknaðar-
føra fiskin, ið verður góðsk-
aður í Føroyum, tí tað nyttar
onki at duga hetta væl, um
ongin veit, at vit duga væl at
góðska fisk, sigur Pól Laksa-
foss.
Tekniski Skúlin í Klaksvík
er einasti skúli í landinum,
sum er farin undir at bjóða
næmingum hesa lærugrein,
tó hava aðrir skúlar í Føroy-
um onkra líknandi grein,
men ongin av teimum er líka
málrættað ella hevur líka
nógvar undirvísingartímar
um vikuna í hesi lærugrein
sum Tekniski Skúlin í Klaks-
vík. Eitt annað, sum eisini
ger, at lærugreinin ikki líkist
øðrum, er, at hon er meira
tøknilig, við tað at næming-
arnir sjálvir sleppa at royna
hesi ymisku evnini, teir læra
um, ígjøgnum verkætlanir.
Miðlar og samskifti kem-
ur undir lærugreinina tøkni,
sum fyllir ein stóran part av
tímatalvuni hjá tekniskum
studentum. Í tøkni verða
fleiri verkætlanir gjørdar
um árið. Tá ið gingið verð-
ur á seinasta ári, vanliga
kallað HT-3, er tøknilæru-
greinin komin upp á A-stig,
og tá skulu næmingarnir
velja eina deild, har teir
skulu húsast ellivu tímar
um vikuna. Áðrenn miðlar
og samskifti eisini gjørdist
ein valmøguleiki, vóru fýra
deildar at velja í, og tær
vóru timbur, el, maskin og
prosess.
Lærugreinin er ætlað bæði
nýggju og eldru næmingun-
um á skúlanum. HT-1 næm-
ingar kunnu velja at hava
lærugreinina á C-stigi, HT-2
næmingar hava ikki nakra
ávísa deild, men kunnu ístað-
in velja at gera verkætlanir á
deildini miðlar og samskifti
ella á einum av hinum áður-
nevndu fýra deildunum.
Ársætlan gjørd
Ein ársætlan er gjørd fyri árið
hjá HT-3 næmingunum, sum
hava miðlar og samskifti. Í
hesi ársætlan er nógv spenn-
andi á skránni, teir skulu m.a.
gera fýra verkætlanir, ið
skulu snúgva seg um prent-
aðar miðlar, margmiðlar
(multimedia), loftmiðlar, og
síðst í skúlaárinum skal ein
próvtøkuverkætlan gerast.
Eisini skulu næmingarnir
royna seg við lýsingum.
Í løtuni snýr undirvísing-
in seg mest um at læra at
nýta tey ymisku teldufor-
ritini, nevnast kunnu illu-
strator, photoshop, quark
og 3D, sum seinni verða
hent at duga, tá farið verður
at gera verkætlanir.
Hølið, sum undirvíst
verður í, er í Gamla Tekn-
iska Skúla, ið er settur í
stand bæði uttan og innan.
Skúlastovan er ljós, rúmlig
og høgt er til loftið. Teldur-
nar og borðini, ið arbeitt
verður á, er nýtt, borðini
eru gjørd á skúlanum til
sama endamál (hesi hava
skúlavørðirnir Theodor og
Sørmund gjørt), so sigast
kann ikki annað, enn at um-
støðurnar at undirvísa í
nýggju lærugreinini eru
avbera góðar.
Elin Højgaard og Ulrik í
Hjøllum, sum eru HT-3
næmingar, hava valt at hava
miðlar og samskifti á A-stigi,
og tey væl nøgd við und-
irvísingina, sum tey higartil
hava fingið, og mest gleða
tey seg til at gera lýsingar. Alt
hetta er enn nýtt fyri báðar
næmingarnar, og tí vita tey
ikki rættiliga, hvat tað fer at
føra til, men bæði meina, at
undirvísinigin tykist frí og
spennandi.
Enn er so stutt fráliðið, so
næmingarnir vita ikki heilt,
hvat tey vænta, men tey
gleða seg til at sleppa í gongd
við verkætlanararbeiði
Í lítlari móttøku hós-
dagin, handaði Glunt-
an vegna Tróndheim-
ar kommunu bæði tí
politisku og umsit-
ingarligu síðunum av
Klaksvíkar kommunu
gávu. Móttøkan var
ikki almenn, og var
tað helst orsøkin til,
at bert heilt fá fólk
vóru til staðar
MÓTTØKA
Solby A. Eliasen
Klaksvík:
Steinbjørn Jacobsen, borg-
arstjóri í Klaksvík og Jórun
Høgnesen,
formaður
í
Mentanarnevnd Klaksvíkar
Býráðs, tóku ímóti gávun-
um
frá
Tróndheimar
kommunu. Tað var kera-
mikkur frá eini gamlari
keramikkfabrik í Trónd-
heimi, sum eitur Anne´s
Keramik., fabrikkin byrjaði
í 1797.
Gluntan kom til Klaksvík-
ar klokkan eitt við Dúgvuni
og løgdu teir leiðina beint
niðan í býráðshøllina, har
fyrst Jórun Høgnesen beyð
teimum at verða vælkomn-
um, síðani Christian Olsen,
kunningarstjóri, segði teim-
um eitt sindur frá søguni um
Klaksvík. Síðani segði Stein-
bjørn Jacobsen eisini nøkur
orð, áðrenn ein av limunum í
Gluntan tók orðið.
Hann segði millum ann-
að, at nú hava Gluntan ver-
ið nakrar ferðir í Føroyum,
men at tað altíð er hugaligt
at koma aftur.
Hann segði eisini hvørjir
limirnir eru í Gluntan og
greiddi stutt frá gongdini
hjá bólkinum, síðani hann
bleiv stovnaður í 1965.
Síðani tosaði hann eisini
um, hvat er hent í Trónd-
heimi, síðani Gluntan var í
Føroyum
seinast.
Har
nevndi hann millum annað
1.000 ára haldið í 1997,
Heimsmeistarakappingina í
skíð og prinsessubrúdleyp-
ið. Hann helt, at samanum-
tikið kundi sigast, at tað er
hent nógv positivt bæði í
Klaksvík og í Tróndheimi,
síðani tað.
At enda tók hann skemt-
andi til, at Gluntan eru at
meta sum næstbestu um-
boðsmenn fyri Tróndheim.
Næstir eftir Rosenborg,
sum enn einaferð er komið
víðari í Champions League.
Síðani handaði hann bý-
ráðsformanninum og for-
manninum fyri mentanar-
nevndini
gávurnar
frá
Tróndheimar kommunu.
Aftaná framførdu Gluntan
so nakrar av teimum væl-
umtóktu
sangunun
hjá
bólkinum. Talan var um eina
heldur avmarkaða fram-
førslu.
Har
var
ongin
mikrofon og onki tummusett.
Men tað komu teir kortini
sera væl frá. Trummu-
spælarin gjørdi ikki mætari
enn at spæla upp á ein tóman
guitarkassa og eina tóma
karamellueskju.
Síðani var farið at fáa sær
okkurt smávegis til matna
og at sløkkja tostan. Jákup
Ziskason hevði borðreitt
við pinnamati.
Gluntan skal hava tvær
konsertir, meðan teir eru í
Føroyum. Eina í Trongis-
vági og eina á Kambsdali.
Gluntan handaði Klaksvíkar Kommunu gávu
Jórun Høgnesen, formaður í mentanarnevndini í Klaksvíkar Býráð tekur her ímóti gávu, sum limir úr Gluntan handaðu vegna
Tróndheimar kommunu
C
M
Y
K
13
12