leygardagur 31. august 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 166 - 31. august 2002
15
seinni í somu grein:
Ein stórur meinbogi fyri
føroyskum mentunararb-
eiði hevur verið hitt eins-
táttaða partapolitiska stríð-
ið. Tað hevur drigið alt í ein
tógva.
Partapolitikkurin
hevur bygt upp ein virkis-
garð rundan um seg sjálv-
an, og hann hevur hann vart
bæði við svørð og spjóti.
Hann er vaksin til eina
trongskygda sekt, sum er
eina um sannleikan og
koyrir øll við aðrari hugsan
út í hitt svartasta myrkrið.
Einstakir menn hava ver-
ið so stórsinnaðir, at teir
hava vent sær til báðar
handar og fingið samarb-
eiði í lag. Men teir hava
verið fáir, og teir sýnast at
fara og doyggja heilt út.
Ein nykbrandur
Mangt annað kundi verið
vert at tikið fram úr Mar-
tins virki sum blaðmaður
og blaðstjóri. Hann lýsir í
longri ella stytri greinum
Nis Petersen, Petur Mohr
Dam, Mariu Mikkelsen.
Hann ummælir John Bun-
yan, Hestsøgu, Búgvan,
Útiseta. Hann ber saman
bíbliutýðingina hjá Jákupi
Dahl við hana hjá Victor
Danielsen. Hann málber
seg ofta á floygdan og fyn-
dugan hátt, eitt nú tá hann í
einum eftirmæli lýsir Janus
Djurhuus sum »ein glógv-
andi nykbrand«, ella tá
hann, sipandi til menniskj-
ans eksistentiellu støðu í
tilveruni, nevnir »skuldina,
sum vit øll hava til felags -
eingin sakleysur« og heldur
fyri, at »øll eru vit parta-
menn í sama trotabúgvi«.
Kirkjubøur
Ikki øll munnu í dag vita, at
Martin Joensen eisini var
gávuríkur frásøgumaður.
Hann var og fylgdi, tá ið
Jóannes Patursson fór til
gravar. Ivaleyst var stórt
glopp, í uppruna og áskoð-
an, ímillum drongin úr
Sandvík, sum ikki kendi
faðir sín, og bóndan í
Kirkjubø, sum var runnin
úr søguríkasta plássi í Før-
oyum og medvitin sum fáur
um ætt og avkom.
Frásøgnin hjá Martini er
eyðkend av stórsinni, hend-
ingin sjálv, huglagið henda
merkisdag, meðan synir og
næstringar bera kistuna út,
kingosangurin, landslagið,
kirkja og dómkirkja, alt
rennur saman í eina søgu-
dæmda og skaldaborna
heildarsjón. Martin skrivar
m.a.:
Tað er sum henda gamla
kirkjutoftin talar meir og
setir seg fastari í sinni, sum
hon er, enn um hon stóð
fullbygd.
Eins hugsan fer aftur í
tíðina og fram kemur sjón:
Henda forna miðaldar-
leivdin lyftist upp og stend-
ur stór og prúð sum stási-
ligur kirkjubygningur. -
Bispur í bispabúna fer í
kirkjuna úr bispahúsunum
fylgdur av prestum og kór-
dreingjum. - - Ljómandi
sangur ljóðar út gjøgnum
vindeygu.
Norðurlandahúsið
Eitt evni, sum Martin Joen-
sen hevði serliga stóran og
livandi áhuga fyri, var Há-
skúlin. Hann var sjálvur
eina tíð í stýrinum fyri
skúlan. Tá ið ætlan stutt
eftir kríggið kom fram um
at byggja nýggjan skúla,
tók Martin undir við henni
og mælti til, at føringar í
hesum máli stóðu samdir.
Hann bar eisini fram sína
hugmynd av, hvat innihald
ein nýggjur háskúli skuldi
hava. Martin tók soleiðis
til:
Men hesin skúli skuldi
helst ikki bara verið sum
ein vanligur háskúli ...
Hann skuldi verið sum ein
mentunarstovnur. Bygdur í
landsins høvuðsstaði sum
ein miðstøða fyri øllum
andaligum lívi, ið rørist her
á landi. Havt samband við
útheimin og alt tað, ið vaks
har, og so borið tað heim
higar. Verið ein fyrilestrar-
høll fyri góðar menn hiðani
av landi og eisini fyri út-
lendingar, sum vitjaðu Før-
oyar ... verið ein fólksins
mentunarborg sum gav sín
part til og átti sín góða lut í
andaligum lívi og vøkstri.
Tí tað er stórliga fyri neyð-
ini, at vit taka okkum sam-
an, so ikki alt okkara fólka-
lív kódnar í einum trongum
kroppsligum streymi og
eini luft, har bara kenst
andin av streyminum fyri
materiellum virði: mati og
drekka og klæðum.
Hesi orðini komu á prent
tann 24. mai 1947. Eftir
mínum tykki peikar høv-
undurin við hesi sjón fram
ímóti tí mentunarborg, sum
nú hevur staðið uppi í stív
19 ár, og sum eitur Norður-
landahúsið.
Sýni inn í allar rúmdir
Í hesum fyrilestri havi eg
valt at samla meg um Mar-
tins skaldsøguskriving og
blaðstjóravirki. Tættir í
hansara virki, sum hvør
hevði kravt drúgva viðgerð,
havi eg valt á hesum sinni
at loypa um. Hvat viðvíkir
málburði og orðalag, so ber
ørgrynnin av dømum í tí
nýggju
móðurmálsorða-
bókini prógv um, hvussu
sjáldsama væl fyri Martin
var málsliga, og hvussu
fjølbroytt og kimiligt hans-
ara málsliga tilfeingi var.
Eitt annað evni, sum hevði
kravt serliga viðgerð, er
stuttsøguhøvundurin Mar-
tin Joensen. Eg kann kort-
ini ikki bara mær at taka
uppaftur hesa myndina úr
søguni »Elin Maria«, um
gentuna við tí kryplaða
fótinum, sum vann á síni
egnu lagnu:
Himmalin stóð sum ein
blonk skál, og tað sýntist at
vera sýni inn í allar rúmdir.
Ein mynsturbrótari
Móti endanum skal eg stutt
nema við nøkur persónlig
viðurskiftir. Ein av Martins
vinmonnum, Hans Dals-
gaard, yrkti, tá hann var far-
in, hesa yrking:
Kámaðust vitar, og myrktist
leið,
hoknaði hugur og andi.
Nú rívur í yvir Rituskor
og sí, tað lýsir á landi!
Nú hvílir tú, vinur, vit
syrgja teg.
Tær gjørdust tímar tungir,
tó aldri skal gloymast títt
blíða bros,
tá ið vit vóru glaðir og
ungir.
Tey »smáu« øll vilja fylgja
tær heim,
tey tú hevur myndað og
skrivað.
Og verður her ikki
øskukalt,
vil navn títt á vørrum liva.
Hans Dalsgaard sipar í
hesi yrking helst m.a. til, at
Martin Joensen í mong ár
var illa nívdur av sjúku.
Hann hevði á rættiliga
ungum árum havt sponsku
sjúkuna, og hevði - sum
eina avleiðing av hesum -
fingið eitt annað heilsu-
brek, sum var skylt við
Parkinsons sjúku. Menn-
iskjan verður ikki mett eftir
tí mótgangi, hon fær, men
heldur eftir, hvussu hon
megnar at greiða henda
mótburð.
Sálarfrøðingar
skriva í dag upp í leypar av
viðgerðum um, hvørjar av-
leiðingar tað kanna hava
fyri eitt barn at vaksa upp
faðirleyst. Martin Joensen
megnaði hóast andróður og
hóast mótgang, sum í
mongum førum hava ør-
kymlað bæði sjálvsálit og
samleikafatan hjá einum
menniskja, at liva eitt virk-
ið lív sum lærari og lutvís
eisini sum blaðmaður og at
seta sær djúp spor í før-
oyskum mentunarlívi. Tað
er tí ikki av leið, tá sagt
hevur verið um hann, at
hann var ein mynsturbrót-
ari.
Tað lýsir á landi
Móti endanum á hesi við-
gerð fari eg eina ferð enn at
tríva í tann bókmentaliga
táttin. Eru stættaviðurskiftir
frammarlaga í Fiskimonn-
um, leggur Martin Joensen
við tí seinnu skaldsøguni
Tað lýsir á landi á heilt ann-
an bógv.
Kristian Sofus Kristian-
sen reiðari er fallin, og
hansara virki stendur og
ridlar. Símun keypir sær bát
og leggur ætlanir um at
byggja havn og kirkju í síni
heimbygd. Tað eru m.a.
framfýsnið hjá tí einstaka
smámanninum, og møgu-
liga eisini felagsskapinum,
ið her verða lýst.
Tilverulig skaldsøga
Men sum ein kemur longur
fram í hesi bók, sýnist hon
at snúgva seg um heilt onn-
ur evnir: um menniskjans
støðu og vandamál og av-
bjóðingar, yvir av sínum
næsta, yvir av óndskapi-
num, yvir av sínum skapara
og yvir av sær sjálvum.
Sum episk frásøgn hækk-
ar søgan móti endanum, og
í seinasta kapitli stendur tað
Símuni í boði at beina fyri
óndskapinum, við einari
ógvisligari gerð. Vit kunnu
eisini siga, at hann, sum so
mangur annar bókmenta-
ligur
persónur,
verður
freistaður til at seta seg í
skaparans stað.
So er Fiskimenn ein sam-
felagslig skaldsøga, ber Tað
lýsir á landi á brá at vera
ein tilverulig, næstan religi-
øs skaldsøga, og tað er
neyvan av tilvild, at í bókini
verður beinleiðis sipað til
Pílagrímsferðina eftir John
Bunyan. Her noyðist eg at
skoyta uppí, at í lýsingini
av tí kanska mest áhuga-
verda persóni, sum Martin
Joensen hevur skapt -
Gunnari í Brekkuni - koma
hendingar fyri, sum ikki
tykjast sannførandi uttan
so, at Gunnar verður fatað-
ur sum ein allegoriskur per-
sónur, sum óndskapurin
persóngjørdur.
Kaos og sexualitetur
Við tað at Tað lýsir á landi
er ein fjøltáttað skaldsøga,
er tann persónligi, tilveru-
ligi tvídrátturin bara eitt
evni í henni. Eitt annað
evni er sexualiteturin - sum
positiv megi, sum tilroynd í
tronga, sum tann frumkraft,
ið elvir skipanarloysi.
Í sambandi við hetta evni
síggi eg fyri mær fotomynd,
har teir báðir Poul F. Joen-
sen og Martin Joensen
standa yvir av hvørjum øðr-
um á vegnum á Tvøroyri,
Poul F. kemur kanska úr
fiski, Martin er á veg í ella
úr skúla. Lyndismunurin
kemur týðiliga fram, Poul
F. hvílir í sær sjálvum
frælsur og respektleysur,
Martin er líkasum í verju-
støðu, eitt sindur spentur.
Tú hevur varhugan av, at
hetta er maður, sum ikki fer
út um sámuligt mark,
hvørki í brennivíni ella
holdsins viðurskiftum.
Tað fjøtraða
samfelagið
Tað áhugaverda er, at nakrir
av teimum persónum, hesin
rithøvundur hevur skapt,
viðhvørt fara út um mark,
hugsa forbodnar tankar,
fremja forbodnar gerðir.
Persónarnir, kunnu vit siga,
eru størri enn rithøvundur-
in, tráa longur, eru villari,
droyma longur.
Kanska
kann
lesarin
koma til ta niðurstøðu, at
teir áttu at hildið sær í
skinninum og skikkað sær
betur. Ella hann kann spyrja
seg sjálvan, um ikki sam-
felagið og tess stoypiskeiðir
-
familjan,
hjúnalagið,
kirkjuliðið, bygdin - eru ov
trong og ov stirvin, og
kanska høvdu havt fyri
neyðini at verið víðkað,
mýkt, luftað ella løgd við
litum.
Gunnar í Brekkuni er
lýstur sum spillan í bygdini,
sum umboð fyri ruðuleika,
sum freistarin. Men um
hann ikki var, ella um hann
doyði ella var fyribeindur,
sat Sára, kona Símun, fram-
vegis
eftir
við
sínum
longsli, einum longsli, ið
sjálvsagt lýsir hana, men
eisini sigur lesaranum nak-
að um trongrúmið og fjøtr-
ini í tí samfelag, hon og
Símun hava sett seg niður í.
Ragnhild Dam, Petur Mohr
Dam, Ása og Martin
Martin Joensen saman við
eingilskum hermonnum.
Martini dámdi væl at royna
seg í enskum, og hermenn
plagdu at vitja hann, tá ið
teir komu til Sandvíkar.
Børnini eru Regin og Ása
15
14
Nr. 166 - 31. august 2002
Átrúni, mentan, bókmentir, ást
Hanus Kamban
Nú skal verða roynt - út frá
tí tilfari, sum hevur verið
mær tøkt, einamest Martins
virki sum blaðmaður - at
siga eitt sindur meira um
Martin Joensen sum polit-
iskt,
samfelagsliga
og
mentunarliga hugsandi og
virkandi menniskja. Eins
og í øðrum parti av hesum
fyrilestri byggir mín við-
gerð á ta meting, at ávísar
greinir við ongum navni
undir, sum eru komnar á
prent í Martins blaðstjóra-
skeiði á Føroya Sosial-
Demokrati, eru skrivaðar
av blaðstjóranum.
Her heftir ein seg fyrst
við, at tað er á Háskúla-
num, tað brestur fyri nevi
hjá hesum unglingi, at bæði
Símun av Skarði og Ras-
mus Rasmussen vóru med-
vitnir menn tjóðskaparliga,
og at hin seinni, kanska ser-
liga, var vinstrahallur mað-
ur.
Ein annar maður, sum
tíðliga í tíðini til tað fær
týdning fyri Martin, er Pet-
ur Mohr Dam, eldhugaður
sosialistur og gávuríkur
hugsjónarmaður. Vinskap-
urin við Petur Mohr Dam
hevði við sær, at Martin
longu í fyrru helvt av tríati-
árunum fór at lata søgur til
Føroya Sosial-Demokrat.
Forvitni og
burturhugur
Samanumtikið tykist tað,
sum Martin Joensen búnað-
ist sum menniskja við sosi-
alum medviti, eini saman-
hangandi samfelagsligari
lívssjón, og samstundis
sum maður við ansi fyri og
tosta eftir tí fagurfrøðiliga í
tilveruni. Andaliga forvitin
sum hann var helt hann út-
lendsk bløð, eitt nú - eftir
kríggið - Information, høv-
uðsblaðið hjá donskum in-
tellektuellum tá, og tíðarrit-
ið Vindrose.
Heimakráka sum Martin
var, tráaði hann burtur, eftir
vitan og innblástri uttanífrá.
Hann var tí tvær ferðir á
ársskeiði
á
Danmarkar
Læraraháskúla, ta fyrru
ferðina 1938-39, og aftur
árini 1960-61. Á hesi fyrru
danmarkarferðini
hevði
Martin høvi til at hitta før-
oysk andsmenni. Christian
Matras og onnur plagdu í
árunum undan krígnum at
hava samkomur ella lesifel-
øg, har mentafólk komu
saman at skifta orð, fólk
sum Tróndur Olsen, Maria
Mikkelsen, Regin Dahl og -
Martin Joensen, sum ikki
gjørdi nógvan háva, men
ivaleyst hevur sitið undir
hvørjum orði, ið sagt var.
P.M. Dam og Janus
Eftir at Martin var fluttur til
Tvøroyrar, bleiv samskiftið
við vinmannin Petur Mohr
Dam størri, so stórt, at hús-
ini bæði - hjá Martini og
P.M. Dam - vóru at kalla
sum eitt hús. Hetta sama ár-
ið flytur ein annar merkis-
maður úr Svínoy til Tvør-
oyrar, nevniliga skaldið
J.H.O. Djurhuus. Janus
hugdi ofta inn á gólvið hjá
Martini, viðhvørt saman
við Rigmor, og tað var
Martini ein sonn og ómeta-
lig gleði at vera saman við
hesum neistrandi flogviti.
Virðing og víðskygni
Sum fyrr nevnt var Martin
Joensen blaðstjóri á Føroya
Sosial-Demokrati í meira
enn hálvfjórða ár, frá januar
1946 til seinast í august
1949. Føroysk bløð hava til
fyri o.u. tíggju árum síðani
í long tíðarskeið verið tætt
tengd at politiskum flokk-
um - og av tí sama ofta ver-
ið trong og einoygd, smá-
sint og brigslut.
Frá fyrstu løtu víðkar
Martin Joensen rásarúm og
skoðan í sínum blað, skriv-
ingin
verður
hóvligari,
virðingin fyri mótmonnum
størri, bøkur verða um-
mældar, mentunarligir, pol-
itiskir, átrúnaðarligir og
málsligir spurningar verða
tiknir upp, í viðgerðum, har
sjónarmið verða mett og
vigað, viðhvørt hvassliga,
altíð greidliga, ofta sakliga
og ópolemiskt.
»Tað mystiska
í tilveruni«
Eg fari nú at nema stutt við
nakrar av teimum spurning-
um, Martin tekur upp í sín-
um blað. Fyrst nøkur orð
um átrúna. Martin Joensen
var, er mær sagt, kirkjufólk
av tí gamla slagnum. Hetta
tykist eisini greitt, um ein
lesur kapitlið í Tað lýsir á
landi, har sagt verður frá, at
Elspa fer til altars, ein lýs-
ing av tí bæði upplivaða og
ósigiliga, av reinskan og av
ugga móti lívsins sáru sløg-
um.
Nú er at nevna tað áhuga-
verda, at hesin maður eisini
var eitt leitandi og ódog-
matiskt menniskja, og at
hann eitt nú, tá hann var
staddur í Havn, ofta fór til
katólska
gudstænastu.
Hetta kann síggjast í sam-
bandi við, at Martin Joen-
sen onkuntíð hevur ført
fram, at kristnihugsanin úti
á bygd at kalla fram at
hansara døgum í mongum
lutum var meira katólsk
enn luthersk.
Eg skal enda hesa stuttu
umrøðu við at taka uppaftur
brot úr einum ummæli, sum
á mangan hátt er positivt,
av savninum Millum heims
og heljar eftir Poul F. Joen-
sen. Martin skrivar:
Einki er at ivast í, at lívið
hevði gjørst kalt, grátt og
materialistiskt, um skald og
listarmenn fóru med alla at
køva burtur hina religiøsu
trúnna og hin religiøsa
longsulin í menniskjuni, og
at bannlýsa tað mystiska,
sum býr í sálini og trúnna
uppá tað óskiljandi í tilver-
anini.
Mentunargrunnurin
Fara vit frá átrúnaðarligum
spurningum til mentanina
ella, kundi ein sagt, eitt nú-
tíðar mentunarhugtak, so
vildi tað so til, at fyrsti spír-
in til tann mentunarpoli-
tikk, sum frá 1994 hevur
verið í fyrireikaður og sett-
ur í verk í Føroyum, kom
upp úr moldini í tí tíðar-
skeiði, tá Martin Joensen
var blaðstjóri á Føroya
Sosial-Demokrati. Í 1946
tók Føroya Løgting sær um
reiggj og setti á stovn ein
mentunargrunn. Martin tók
heilhugaður undir við hesi
ætlan, og hann skrivar tann
11. mai 1946 soleiðis um
málið:
Tí ikki minst í okkara tíð,
nú hetta verkliga snildið
hevur gjørt slík framstig, er
so mikið fyri neyðini, at hin
andaliga síðan av manna-
lívinum eisini fær sín part.
Tey gomlu, ríku orðini:
Menniskjan livir ikki av
breyði eina, eiga so sanni-
liga at verða flutt fram stór
og glógvandi fyri hetta
støðuleysa maskinmenn-
iskja, sum í okkara tíð legg-
ur jørðina undir seg.
Vælferð
skapar mentan
Bæði á tingi og í bløðunum
vóru røddir, sum talaðu
ímóti hesi ætlan. Martin
talaði hvassliga ímóti hes-
um røddum. Í síni skriving
andøvdi hann eisini ímóti tí
hugsan, sum var vanlig tá
og hevur verið tað upp í
okkara tíð, at mentan bara
kundi blóma, har tær
handaligu og peningaligu
umstøðurnar vóru berligar
og kargar. Tann 5. juni 1948
skrivar hann um hetta:
Søgan sýnir okkum, at
har menniskjan lættliga
vann sær til matna og
klædna, skaptist mentun og
siðmenning.
Í
teimum
handilsríku italiensku bý-
unum var tað, at bókmentir
og listarverk blómaðu av
nýggjum og greindu seg út
um Europa. Ríkir handils-
høvdingar har høvdu ein
ring av listarmonnum og
bókmentamonnum rundan
um seg, og teir tóku sær til
heiðurs og æru at vala um
alla andsmentan.
So vælkend ein slík
hugsan er í dag, var hon tá
ikki vanlig í Føroyum, og
eisini í dag kann hon sigast
at goyma í sær eitt víð-
skygni, sum kundi latið
eyguni upp á einstøkum
fyriskiparum í oljusamtøk-
um og bankum. Sipandi til
mentunarstuðul og mentun-
arspurningar sum heild og
til føroyskt flokspolitiskt
smásinni, skrivar Martin
Martin Joensen
Um Martin Joensen, nakrir tættir í hansara
virki sum rithøvundur og blaðmaður. Triði og
seinasti partur
Martin úti í náttúruni
C
M
Y
K
14