leygardagur 31. august 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 166 - 31. august 2002
Nr. 166 - 31. august 2002
17
Samgongan ikki meiriluta
Tjóðveldisflokkurin
og Fólkaflokkurin
halda tørn, meðan
smáu samgongu-
flokkarnir missa sína
umboðan á løgtingi,
vísir nýggjasta velj-
arakanningin hjá
Fregnir. Hevði val
verið í dag, hevði
Sambandsflokkurin
verið stóri sigurs-
harrin við 10 tingum-
boðum, meðan einki
dryppar á Javnaðar-
flokkin
VELJARAKANNING
Jón Brian Hvidtfeldt
Heldur ikki hesaferð gevur
mánaðarliga veljarakann-
ingin í Fregnir samgonguni
meiriluta. Sambært kann-
ingini eru tey 17 tingum-
boðini, sum eru grundar-
lagið undir sitandi sam-
gongu, tødnað niður í 15.
Gallup
Føroyar
hevur
hvønn mánað síðan valið
30.apríl gjørt eina veljara-
kanning, har gott og væl
500 føroyingar eru spurdir,
hvønn flokk tey høvdu valt,
var løgtingsval í dag. Úrs-
litið vísir, at samgongan
ongantíð hevur havt meiri-
luta, síðan hon tók við.
Í juni-kanningini fekk
samgongan 16 tingumboð,
meðan bæði juli- og nú eis-
ini august-kanningin bara
gevur samgonguni 15 ting-
umboð. Í juni var tað Tjóð-
veldisflokkurin, sum misti
áttanda mannin, meðan
hinir samgonguflokkarnir
hildu tørn. Síðan hevur
Tjóðveldisflokkurin vunnið
áttanda mannin aftur, men
nú eru tað teir smáu flokk-
arnir, Sjálvstýrisflokkurin
og
Miðflokkurin,
sum
missa sítt tingumboð. Á
løgtingsvalinum 30.apríl
fingu teir ávíkavist 4,4 og
4,2 prosent, men nú stuðla
bara ávíkavist 3,1 og 3,2
prosent av fólkinum hesar
flokkar, sum tískil ikki
røkka upp um tinggáttina.
Sostætt ber til at siga, at
meðan stóru samgongu-
flokkarnir so dánt halda
tørn, báðir hava eina aftur-
gongd uppá 0,6 prosent og
varðveita sama tingmanna-
tal, so høvdu smáu flokkar-
nir, sum í dag tryggja sam-
gonguni meirilutan á løg-
tingi, ikki verið nakar stuð-
ul, hevði val verið í dag.
Úr samgonguni
til Sambandið
Veljarakanningin vísir, at
tað er Sambandsflokkurin,
sum fær allan ágóðan av
minkandi undirtøkan hjá
samgonguflokkunum,
meðan
undirtøkan
fyri
Javnaðarflokkinum er at
kalla tann sama nú, sum á
valinum 30.apríl.
Síðan løgtingsvalið er
undirtøkan hjá Sambands-
flokkinum vaksin úr 26
prosentum upp í 29,3 pro-
sent, og flokkurin hevði
fingið 10 tinglimir, hevði
val verið í dag. Hin and-
støðuflokkurin, Javnaðar-
flokkurin, fær als ongan
ágóða av minkandi undir-
tøkuni hjá samgonguflokk-
unum, og undirtøkan fyri
flokkinum er bara økt 0,3
prosent síðan 30.apríl.
Strandfaraskipið Teistin,
sum hevur ligið til um-
vælingar alla vikuna, fer
nú aftur í sigling. Mána-
kvøldið noyddist Teistin
at avlýsa síðstu túrarnar,
og tað vísti seg at ein tur-
bina var farin. Síðan tá
hevur Sam røkt siglingina
millum Gomlurætt, Sko-
pun og út í Hest.
Deilurin kom til landið
við flogfari fyrrapartin
fríggjadagin, og á Strand-
ferðsluni væntaðu tey, at
Teistin aftur kundi fara í
sigling seint fríggjadagin
ella leygarmorgunin.
Málnevndin
kemur
á
57.sinni við sínum við-
merkingum og vegleið-
ingum til føroyska málið í
málbrævinum Orðafar.
Góð ráð um føroyska
málið, bæði í skrift og
talu, eru at finna í mál-
brævinum Orðafar, sum
málnevndin gevur út.
Orðafar kom út á fyrsta
sinni í november 1986, og
um dagarnar kom út
57.útgáva av Orðafar.
Føroyska
málnevndin,
sum varð sett á stovn í
1985, er vald fyri fýra ár í
senn og er mannað við
fólki úr Føroyamálsdeild-
ini, Mentamálaráðnum,
Blaðmannafelagnum,
Rithøvundafelagnum og
Móðurmálslærarafelag-
num.
Í reglugerðini fyri mál-
nevndina stendur, at hon
skal »hava eyguni eftir
málspillu, sum er um at
taka seg upp, og royna at
forða fyri, at hon festist«.
Málnevndin skal gera
vart við, tá t.d. tíðinda-
fólk og fjølmiðlafólk
annars nýta skeivan mál-
burð. Eisini skal mál-
nevndin hjálpa til at finna
orð fyri nýggjum hugtøk-
um, t.d. við í málbrævi-
num mæla til at nýta ávís
orð og orðingar.
Í Orðafar nr.57 ber m.a.
til at lesa um herðing,
umframt fleiri dømi eru
um skeivan og rættan
málburð.
Hósdagin kom fyrsta
av fýra japanskum
tunfiskaskipum í før-
oyskan sjógv. Skipini
skulu royna eftir tun-
fiski suður móti
bretska markinum
FISKIVEIÐA
Jón Brian Hvidtfeldt
Fýra japansk skip hava
fingið loyvi at royna eftir
tunfiski í føroyskum sjógvi
í ár. Talan er um royndar-
loyvi, sum bara verða givin
fyri eitt ár í senn. Hósdagin
kom fyrsta japanska skipið
í føroyskan sjógv, og leyg-
ardagin kemur tað næsta.
Hini bæði eru væntandi 8.
og 9. september.
Japansku skipini hava
roynt eftir tunfiski í Norð-
uratlantshavi, og tey fara nú
í føroyskan sjógv at royna.
Vanliga plagar tunfiskurin,
sum ferðast heilt suður í
Miðalhavið, at vera í før-
oyskum sjógvi umleið seks
vikur. Hann ferðast nógv
og flytir seg eftir veðrinum.
Tunfiskur kann viga upp í
200 kilo, men meðalvektin
á fiskinum, sum fæst í før-
oyskum sjógvi, liggur um
80-100 kilo.
Fiskirannsóknarstovan
hevur ein eygleiðara um-
borð á hvørjum av teimum
fýra japansku skipunum, nú
tey fara í føroyskan sjógv at
royna. Síðan verður ein frá-
greiðing gjørd um fiski-
skapin, hvar skipini fáa
tunfiskin, longd og vekt á
honum osv.
Føroysku myndugleikar-
nir hava ikki mett tað vera
ráðiligt at loyva fleiri enn
fýra japanskum bátum at
royna eftir tunfiski í før-
oyskum øki.
Japansk tunfiskaskip aftur í føroyskan sjógv
Málsligar vegleiðingar
Teistin aftur í sigling
Heystið í Føroyahúsinum
Nú summarið fer at halla
byrja tiltøkini av álvara
aftur í Føroyahúsinum í
Keypmannahavn. 7.sep-
tember verður dansur við
Tangz, og 27. verður
kafekvøld við drama,
upplestri og sangi í húsi-
num. Í samband við at
felagið Neystið hevur 15
ár á baki, verður skipað
fyri veitslu í Føroyahúsi-
num leygardagin 5.okto-
ber. Og fríggjakvøldið
11. oktober skipa Føroya-
húsið og Meginfelag Før-
oyska Studenta, MFS,
fyri Mentanarnátt í Før-
oyahúsinum. Av øðrum
tiltøkum í Føroyahúsi-
num í heyst kunnu nevn-
ast teir regluligu týsdags-
døgverðarnir, har borð-
reitt verður við ymsum
føroyskum mati, so sum
knettum, røstum fiski,
kalva og turrum fiski, og
í oktober ætla tey millum
annað at borðreiða við
havhestaungum. Týsdag-
ar verður boðið til borðs í
Føroyahúsinum kl.17.30.
Vitjanartænasta til eldri
føroyingar í Keypmanna-
havn
Føroyahúsið arbeiðir
við at fáa í lag eina vitj-
anartænastu. Tvær kvinn-
ur hava játtað at taka sær
av at vísa á eldri, einligar
føroyingar í danska høv-
uðsstaðnum, sum kunnu
hugsast at vilja hava vitj-
an. Í september-blaðnum
hjá
Føroyahúsinum
stendur at lesa, at størsti
trupulleikin hevur verið
at finna fram til tey, sum
tænastan er ætlað til.
Fyrireikarnir hava spurt
seg fyri, m.a. á ellisheim-
um og hava eisini lýst í
føroysku bløðunum, men
sera fá hava gjørt vart við
seg, siga tey í Føroya-
húsinum. Tey ivast tó ikki
í, at fleiri eldri føroyingar
búgva á Keypmanna-
havnar-leiðini,
sum
høvdu verið fegin um at
fingið vitjan. Fyrireikar-
arnir sóknast nú eftir
fólki, sum hava hug at
gerast partur av vitjanar-
tænastuni – bæði fólk,
sum kunnu fara út at
vitja, og fólk, sum kundu
ynskt sær vitjan. Áhugað
kunnu siga frá í Føroya-
húsinum.
Um ein tosar um
grensur og mørk,
kanska serliga landa-
mørk, so er altíð okk-
urt at tosa um. Og um
ein blandar hetta við
tónleik, so er enn
meir at tosa um. Ein
ungur argentinskur
gittaristur hevur ver-
ið á vitjan í Føroyum
Jóhann Jacobsen
Sum tíðirnar eru í dag, so
flytur menniskjan seg eisini
meiri og meiri. Tónleikur,
sum t.d. á eini fløgu, flytir
seg nógv meiri enn vit gera.
Fløgur, sum eru kendar og
eisini
minnið
kendar,
kunnu fáast í øllum verðins
hornum. Eitt nú var ein vin-
maður mín á veg heim við
flogfari úr Sri Lanka. Har
umborð kundi hann við
CD-boksini í flogsetrinum,
sum øll onnur ferðandi á
hesum flogfarinum eisini
kundu, velja at lurta eftir
Eivør
Pállsdøttir-fløguni
ímillum 9 aðrar fløgur.
Hetta er eitt dømi um, at
føroyskur tónleikur eisini
sleppur uppí part og er
hetta, eftir ondini, vorðið
sjálvsagt.
Tónleikarar flyta seg eis-
ini nógv og fleiri gera eitt
legg hendanvegin. Og á
hesum
sumrinum
hava
fleiri gestatónleikarar verið
á konsertum, festivalum og
stevnum.
Argentinskur
gittaristur
Ein teirra var argentinskur
gittaristur. Hann hevur ta
síðstu tíðina verið í Føroy-
um á vitjan í einar 3 vikur.
Um Ólavsøkuleitið fekk eg
eitt lítið prát við hendan
ferðandi tónleikaran. Hann
fortelur, at hann hevur havt
ein sera góðan túr og hevur
fingið nógvan íblástur.
Valentin Cora er frá lítla
býnum San Martin De Los
Andes. Býurin, sum hevur
einar 25.000 íbúgvar, liggur
tætt við markið til Chile.
Her hevur hann búð tey
síðstu 4 árini.
»I have to travel«
Valentin livir av tónleiki,
hetta hevur við sær, at hann
er noyddur at vera uppá
fartin meginpartin av tíðini.
Hetta er neyvan nakað
luksuslív, men, sum hann
sigur tað, »I have to travel«.
Og hann greiðir víðari frá,
at tónleikur altíð hevur ver-
ið ein stórur partur av hans-
ara lívi og av hesi orsøk
kemur tann nógva flytingin.
Tá so summartíð er í stór-
býnum Brasilia ella Buenos
Aires, so spælir Blues
Valentin Band har.
Blues Valentin Band er
hansara bólkur, men mann-
ingin er ongantíð tann
sama, hon skiftir, sum
spælistaðið er ymiskt frá
mánaði til mánað. Hann
dámar væl broytingar, og
sum tónleikari, og menn-
iskja, heldur hann hetta
vera mennandi:
»Changes
are
good,
healthy – they keep you
sharp«.
Í januar var Valentin í
San Rafael, norðan fyri San
Martin. Í Februar var hann
aftur í San Martin og seinni
í Baryloche. Tað var annars
her hann møtti Kristiani
Blak og Brandi Jacobsen,
sum fingu ferðina til Før-
oyar í lag. Í apríl aftur í San
Rafael. Og í juni mánaðin-
um Buenos Aires og Brasi-
lia. Tað eru so serliga í hes-
um býum, at Blues Valentin
Band er nógv umbiðið.
Hetta er ein strang skrá.
Manningin,
sum
hann
spælir saman við í San
Martin er oftast tann sama.
Ein 50 ára gamal trummu-
spælari, sum rekur egnan
handil og hevur familju, og
ein 25 ára gamal professio-
nellur keyboardspælari. Í
Buenos Aires hevur hann
oftast ein trummuspælara
og ein bassspælara afturat
sær.
Valentin Cora er tónleik-
ari og fer óiva altíð, at hava
okkurt við tónleik at gera.
Hann fortelur, at hann altíð
hevur verið umringaður av
tónleiki. Vinir og kenningar
hava allir havt okkurt við
tónleik at gera. Blokkfloyta
var hansara fyrsta instru-
ment, men tá hann var 15
ár, sá hann, fyri fyrstu ferð
eitt blues band spæla.
»Wow! This´s what I
want to do«
Hetta var í brasilska býnum
San Salvador, á einum
staði, ið kallaðist »Atelier«.
Hetta hevur nokk verið ein
stór løta í hansara lívi.
Bluestónleikurin er tað,
hann mest leggur seg eftir
og hann fortelur frá hesi
løtuni í »Ateliere« sum
nakað heilt stórt. »Wow!
This´s what I want to do«,
minnist hann seg hugsa.
Í San Salvado fór hann
so, tá hann var 15 ára gam-
al, at ganga til gittaraundir-
vísning innanfyri blues-
sjangruna. Her hevði hann
ein lærara, ið hann kom at
kenna sera væl og her fekk
hann eisini ein, fyri hann,
sera týdningarmiklan lær-
dóm. »How to learn« ella
hvussu at læra allatíðina,
altíð. Og innanfyri sama
evni, vil Valentin vera við,
at meðan teknikkur, innan-
fyri tónleikaspæl, hevur
nógv at siga, so hevur ein
annar partur minst líka
nógv at siga. Tann parturin
er tað, sum hann kallar, »at
liva«. Man má seta hesar
báðar partar saman og læra
allatíðina. Gjøgnum tón-
leikin kann man deila við
øðrum og vaksa saman við
øðrum, men tað er meiri
enn bara tónleikur í lívin-
um. Her viðmerkir Valentin
heilhjarta, at hann hevur
møtt eina rúgvu av eina-
standandi menniskjum og
at hendan vitjanin hevur
verið sera sera góð.
Politikkur og
tónleikur...
Spurdur um hvat Valentin
Cora heldur um, at blanda
politikk uppí tónleik, svarar
hann, at tónleikur handlar
um »expressing and com-
munication« ella tað at tala
út og samskifti. »Politics is
nothingelse but solving
problems« og um øll hava
eina rødd, tá kunnu øll vera
nøgd. Sjálvur hevur hann
verið aktivur í ungmanna-
politikki í Brasil, tá hann
búði í San Salvador.
»Politics is
nothingelse but
solving problems«
Í samband við tónleik, so
eru ikki so nógv mørk, sum
heild. T.d. er tann tjóðskap-
arligi politiski boðskapurin
sterkur og veldigur, men
hann hevur fleiri mørk,
landamørk o.fl.. Politikkur
hevur nakað við skipan at
gera, millum menniskjur og
natúruna, men natúran er
ikki gjørd av mørkum,
»...even the sky is not the
limit.«
Annars leggur Valentin,
eitt sindur burturfrá tí filo-
sofiska prátinum, afturat, at
hann ikki er vanur við, at
vera staddur á oyggjum
mitt úti í havinum.
»...even the sky is not
the limit.«
San Martin liggur inni í
landinum og har er veður-
lagið als ikki líka skiftandi,
sum tað er her. Hetta dámar
honum væl og hann vónar
at koma aftur skjótt.
Valentin Cora
Ferðandi tónleikari
Sjálvur hevur Valentin Cora verið aktivur í ungmannapolitikki í Brasil, tá hann búði í San Salvador
C
M
Y
K
17
16