Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-08-12, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. august 1982síða 7

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 77 — 12. august 1982 Ki 1. Metir tu at tad sum fram er farið í setanini av rektarastarvinum i Eysturoynni er berufsverbot ? 2. Skulu vit hava berufsverbot i Føroyum ? Jógvan við Keldu, býráðsformaður, Klaksvík. Eg kenni onki til málið og kann tí ikki úttala meg um tað. Avgjert ikki. Eitt er at hava tað í Vest- urtýsklandi har politiska stødan er sum hon er, men um- stødurnar i Føroyum eru heilt ødrvisi. Hin- vegin kundi tað verið praktiskt at vit eins og í USa skiftu um- siting tá vit skiftu stýri = soleiðis at hægstu embætis- menninir høvdu sama lit sum tann til eina og hvørja tid sitandi stjórnin. Hergeir Nielsen, lær- ari, Akrar. Í ávísan mun. Landsskúlaráðið hev- ur misbrúkt — sitt starvsøki vid at taka politiskar avgerðir í staðin fyri fakligar og eru hetta ræðandi umsteður fyri alt skúlaverkið. Lands- stýrið hevur góðar umberingar — eisini í eðrum umfari — ikki at fylgja einum so miseydnaðum lands- skúlaráði, har meiri- lutin als ongar fakligar fortreytir hevur. Nei. Sosialurin Neyðugt við ráð- gevandi menningar- stovu og sterri almennari luttøku Vilhelm Johannesen vísir í »sjønarmidnum« á, sjónarmið Í dag: Vilhelm Johannesen, tingsmaður log- at rentabiliteturin í fiskivinnuni er vånaligur, og at í kjalarvorrinum av eini rationali- sering kemur okt arbeiðsloysi. Hann roknar við, at hetta serliga fer at merkjast har tað frammanundan er í minna lagi av arbeiði. Tí metir hann, at tað nú er neyðugt at stovna »menningarstovuna«, sum vídnaðarálitið“ peikaði á, og sum skal ráðgeva, kanna og sam- skipa Tey árini javnaðarflokkurin sat í landsstýrinum og hevði ídnaðar- mål um hendi, vórðu ymisk tiltøk framd frá politiskari síðu. Millum annað fingu vit Menn- ingargrunnin, Idnadargrunnin, lógina um veðhald fyri smærri ídnaðarvirkjum og játtanina til ídnaðarfremjandi endamál. Urslitid varð, at sterri og smærri ídnaðarvirkir av ymiskum slag fingu fótin fastan kring landið. Men tíðin stendur ikki í stað. I dag metir búskaparráðið, at ílog- urnar í ídnaðin fara at minka tey næstu árini. Samstundis hava vit fingið at vita, at eitt ávíst ar- beiðsloysi er millum ungfólk, og at hetta arbeiðsloysi serliga ger seg galdandi uttanfyri hevuðs- staðarekið. Eisini er tað ein sannroynd, at rentabiliteturin hjá fiskivinnuni hevur verið sera vánaligur tey seinastu árini, og at umfatandi rationaliseringstiltok eru neyðug, um fiskivinnan aftur skal hvíla í sær sjálvum. Og tað er somuleiðis ein sannroynd, at í kjalarverrinum av eini rationali- sering í hevuðsvinnuni, má eitt ávíst arbeiðsloyi koma. Alt hetta bendir á, at ílegurnar í idnadin og aðrar alternativar vinnuvegir eiga at verða sterri, heldur enn at tær skulu minka. Og fyri at benda gongdina tann vegin, verður tað neyðugt við ymiskum nýggjum tiltøkum frá politiskari síðu. Í sjeytiárunum varð nevnd sett at gera eitt álit um ídna í Feroy- um. Álitið kom í 1979. Í ídnaðar- álitinum verður m.a. mælt til, at vit stovna eina menningarstovu fyri ídna, handverk og tænastu- fyritøkur og at henda menningar- stova verður løgd undir lands- stýrið á sama hátt sum búskapar- ráðið, fiskivinnuráðið og orku- ráðið. Eftir tilmælinum í ídnaðarálit- inum skal menningarstovan verða ráðgevandi hjá teimum politisku myndugleikunum, teimum játtandi grunnunum og hjá feløgum og einstaklingum, ið reka ídnaðarvirkir ella hava ætl- anir um at fara undir ídna av einum ella eðrum slag. Ein slík menningarstova átti sjálvandi at kanna ymiskar ídn- adarmøguleikar. Ikki bara megu- leikarnar fyri framleiðslu, men eisini meguleikarnar fyri selu á heimamarknaðinum og meguleikarnar fyri framleiðslu til útflutnings. Serstakliga ' átti stovnurin at kanna meguleikarnar fyri ídnaði í teimum pertunum av landinum, har tervur er á arbeiðsskapandi virksemi. Við eini menningarstovu høvdu vit fingið eina neyðuga sam- skipan í lag. Í dag er vandi fyri, at vit kunnu fáa ov nógv virkir í somu ídnaðargreinum, meðan aðrar ídnaðargreinir als ikki verða troyttar, hóast meguleikar- nir fyri bæði framleiðslu og selu eru til staðar. Men ein menningarstova er ikki tað einasta tiltakið, ið tað al- menna eigur at fremja, um ídnaðarútbyggingin skal halda fram. Við tí í huga, at arbeiðs- loysi millum ungfólk er sterst í utjadaraøkinum, og at ein rati- onalisering innan høvudsvinnuna vil føra til enn fleiri arbeiðsleys og at hesi helst eisini eru at finna í somu pertum av landinum, sí skuldi tað almenna okt munandi um sína lutteku í vinnulívinum Higartil hevur landskassin sett upp til 20% av partapeninginum i fiskiidnadar- og onnur idnadar virkir kring landid. Hetta er ein politikkur, sum j flokkurin hevur gingið á odda fyri, og sum hevur verið til stórt javnaðar gagn á nógvum plássum í landi- num, neyvan nóg mikið. Frá politiskari síðu eiga vit ikki at læsa okkum nen framyvir verður hetta fastar í ávíst prosenttal. Megu leikarnir fyri ídnaði og tervurin í arbeiðsplássum eiga at verða av gerandi. Tá nú útlit er fyri, at iløgurnar i ídnaðin fara at minka, sam- stundis sum tervurin á nýggjum arbeiðsplássum er vaksandi, so eru boð eftir tí almenna. Nú mugu aftur tilok fremjast frá politiskari síðu. Ella ætla menn bara at siga hendur í favn og lata „sum best ber til< politikkin valda? Hetta kemur tíðin at visa Vit mugu fáa sterri innlit rættvísum, Praktiskur, eisini skiftum. pressu, eina ber ikki til at fáa eina góða st: kritiska viður- reglur at ganga eftir. Tíverri tað finnast tað fleiri almennir vnsleiðarar sum eru og settir at rekja almennar upp í stað almenna«! Nú rektarasetanin Í og ll hevur verið fyri, er prátið mangan fallið á almennar — sum privatar — starvssetanir og um innstillingina til slík sterv. Fleiri ferðir havi eg bitið merki í, at fólk halda tað vera legið, at ein innstilling sum í hesum feri hjá landsskúlaráð- num er komin fram fyri al- menningin. Men tað hevur kortini ikki verið so torfert at venda áskoðanini hjá fólki, soleiðis at tey at enda hava hildið, at sjálvandi skulu allar slíkar innstillingar, og onnur viður- skifti í samband við almennar starvssetanir, fram fyri al- menningin. I ellum førum tå talan er um týðandi størv. Men tíverri eru tað ikki øll sum hava hesa áskoðan. Fleiri = politikkarar hava argast inn á, at so nógv kom fram. Men hetta meti eg vera eitt gott tekin. Eitt tekin um, at alt ikki fer so reiðuliga fram sum tað ska;, og at nú er nakað, sum hevur verið aftur- latið territorium hjá skiftan- di samgongu-politikkarum, við at vera passé Stórliga undraði tað meg to, at Hilmar Kass legði eftir landsstyrismanninum, Eilif Samuelsen, ti hesin var rættuliga opin — kanska ber- søgin ímóti sjålvstyrisflokki- num — uttan ai hann kortini var meira opin, enn hann eigur at vera, ti Hilmar Kass hevur sjálvur áður funnist at, at almenn viðurskifti eru aft- urlatin. Nú vil hann, ella kanska onkur annar, siga, at tað er munur á, tá tað snýr seg um persónar, og tá tað snýr seg um at fáa almennar upplýsingar frá stovnum. Men tað eru ikki meira enn eini tvey-trý ár síðan, at Hilmar Kass ikki fekk nakrar upplýsingar á Gjaldstovuni um hvussu nógv var í onkr- um grunni. Hann fíltist harð- liga at hesum og Sosialurin „bakkaði“ hann upp í tíðinda- grein. M.a., tí hetta er bæði ein prinsipiellur og praktisk- ur spurningur. Prinsipiellur, tí innlit í al- menn viðurskifti er ein treyt fyri demokratiskum, vónandi gravandi pressu, um ikki »taåd almenna« er meira opið Sum blaðmaður fær man mong hegg fyri ikki at gera nakað við hetta og hatta og hví man ikki gravar í hesum og hasum. Eitt er sjálvandi tað, at arbeiðstíðin í foroysku fjølmidlunum er ógvuliga trong, men eitt annað er tað, a ttað er so skjótt, at tú ikki sleppur longur. Hurðarnar eru afturlætnar ! Eg havi áður víst á, at danir hava lóg, sum tryggjar almennum eftirliti í alla fyri siting. Hesa hava vit ikki men henda lógin er neyðug Sjálvandi við teimum av markingum, viðurskiftin einum lítlum samfelag seta Eitt stig fram á hevði verið um almennir stovnsleiðarar. fulltrúar o.a. fingu somu gávur, sum vit øll fíggja og sum vit øll hava rætt at vita alt um men sum ferð eftir ferð nokta at koma við upp- lýsingum, eru tverir, ófólka ligir, óhjálpsamir, ja, dart út halda stovnin vera sína egnu Her skulu ikki nøvn ast. Men tolið hevur i sínar avmarkingar | Spurningurin um ingina til almenn størv — í hesum feri rektarastarvið er ikki ein isoleraður spurn ogn innstill- ingur. Men ein almennur spurningur um rættin hjå fólki at fáa vitar tað, sun fer fram aftan almenni urðarnar tað almenna er jú hvers mans Jóhann Mortensen tiðindamaðu