Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-08-19, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. august 1982síða 4

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ta id kvinnan fekk borgararætt Soleidis kallast ein av teimum 19 fyrilestrun- um á Fróðskaparsetr- inum í vetur. Hendan fyrilestur heldur Karin Skovbjerg, cand. mag. Fyrilestraskråin er fjølbroytt eisini hesa ferð: Joen H. Andreas- sen tosar um E. A Bjørk og arbeiði hansara við føroyskum evnum, Petur Ellefsen um oyrna-, nasa- og hálssjúkur, Jóannes Rasmussen um kola- seguna, Jóannes Enni og Steinbjern B. Jacobsen um Martin Joensen, Dávid Johannesen um dópin sum sakramenti, Bjarni Bech um heil- agu kveldmáltíðina, J. H. W. Poulsen um fer- oyska målrøkt, Andrias Lava Olsen um menningarlond og menningarhjålp, Sól- bjørn Jacobsen og Magnus Danielsen um telematikk, Steðisút- bugvingin greidir frå ymiskum rannséknar- arbeiði og fimm fyri- lestrar verða um Norð- oya sýslu. Seinasta ár vóru eisini 19 fyrilestrar og áhoyrararnir vóru 1475. Fróðskaparsetrið he- vur eisini tríggjar fast- ar fyrilestrar, sum feløg og stovnar uttan fyri Havnina kunnu bí- leggja. Teir eru Fer- oyskir fólkanavnasiðir (J. H. W. Poulsen), Kirkjan i søguni (Lis- beth Michelsen( og Fuglateljingin 1981 (Dorete Bloch Daniel- sen). Almenn kveldskeið vera í føroyskum og feroyskum fyri útlend- ingar, gamlari skrift og ættargransking, ensk- um, urtagarðsrekt og feroyskum hagtelum. Savningarkappingin er endurminningar hjá fólki, fødd fyri 1940. Freistin at senda inn endurminningar er 1. november 1983. hd. Nr. 80 — 19. august 1982 Landsbókasavnið fingið loyvi at selja bøkur Savninum manglar 61.000 kr. til tól. Logtingið segði nei Landsbókasavnið noyðist helst at selja bekur fyri at fáa pengar til eitt tól, savnið hevur keypt. Hetta er eitt tól til at lesa mikro- filmar við. Tað kostaði 86.000 kr. og sekti savnið um játtan á fíggjarlógini. Landsstýrið játtaði. Men Legtingið segði nei. So nú noyðist Lands- bókasavnið sjálvt at út- vega pengarnar. Sverri Egholm, lands- bókaverður, sigur, at hann frá Landsstýrinum hevur fingið heimild til at útvega pengar. M. a. við at selja sokallað tvíeintek. Tað eru bekur, sum savnið hevur fleiri eintek av. Sverri Egholm sigur, at tað er ikki nakað nýtt, at savnið letur burtur av bókum sínum. Fyrr keypti savnið 50 eintek av ellum barnabókum, sum komu út í Feroyum. Síðani fingu hini bókasevnini í land- inum burtur av. Men nú verða nógv færri eintek keypt. 61.000 kr. mangla Landsbókasavnið átti 25.000 kr. til mikrofilmles- aran, ella lesiprentitólið, sum ein slíkur eitur á fer- oyskum. Tað resta tí 61.000 kr. í. Og tær skal savnið so útvega á ein ella annan hátt. At selja bøkur verð- ur í ellum síðsti útvegurin, sigur landsbókaverðurin. Men gerst tað neyðugt at brúka henda útveg, so verður fyrst gjert eitt yvirlit yvir, hverjar bekur, savnið best kann vera fyri uttan. Og í fyrsta umfari sleppa bert onnur sevn at keypa. Annars kundi Lands- bókasavnið lættliga fingið pengarnar inn bert við at selja nakrar fáar bøkur Savnið eigur m.a. fyrstu útgávu av Lucas Debes. Fyri tveimum árum síðani góvu bókasavnarar 18.500 kr. fyri hesa bók. Tað verður tó ikki talan um at selja bekur av land- inum, sigur Sverri Egholm. Ein megulig bókasela hjá Landsbókasavninum skal fyrst og fremst koma bókasevnunum og Feroyum til góðar. hd. Landsbókasavnið heuði brúk fyri lesiprenttólinum og heuði eitt tilboð, sum tað tók av, sigur landsbókavorðurin, sum annars er nogdur við jåttanina til savnid í hesum figgj- arárinum Súlan er góð og Snæbjørn: Fyrst Ísrael so Føroyar Súlan er góð. Soleiðis eitur nýggjasti leikurin hjá svenska leikbólkinum Sprattelgubbarna. Leikurin er gjerdur burtur úr føroyskum segn- um og vísum. Segnin um Snæbjern og søgan um son hansara Jákup eru grundarlagið. Hevundurin Bjørn Søderbáck og tónaskaldið Bert Deivert vóru sein- asta summar í Suður- oynni. Har inspireraðu fólk og fæ og umhvervið teir til at fáa leikin lidnan. Teir vóru á teimum steð- um, sum eru nevnd í segn- ini um Snæbjern. Sprattelgubbarna hava spælt Súlan er góð 80 ferðir í Sveríki og 10 ferðir í Ísrael í vár. Súlan er góð er sangleikur. Hann varar trý korter og er egnaður fyri ell eldri enn fimm ár, sigur leikbólkurin, sum er úr Vármland. Sunnudagin koma Sprattelgubbarna til Fer- oya og vera her hálva- triðju viku. Tey skula Hevundarnir báðir og Kay Cuthbert eru einastu leikarar í Súluni. Leikstjóri er rumenski sjónleikarin Lucien Muscurel spæla leikin um Snæbjern og Jákup í Hvalba, Vági, Húsavík, Havn og á Tver- oyri. Sýningar vera í skúl- unum og fyri almenning- inum. Undirvisa eisini Men Sprattelgubbarna takast eisini við annað enn at skriva og spæla sjón- leik. Tey hava eisini eitt umfatandi undirvísingar- virksemi fyri fólk, sum á ein ella annan hátt arbeiða við barnasjónleiki. Eitt vikuskiftisskeið verður í Havn, har øll, sum hava áhuga fyri barnasjónleiki, kunna vera við. Skeiðið Nógvuur tónleikur er í Havssulan år god verður 4. og 5. september. Nordiska teaterkomité- en og Føreningen Norden lata pengar til Føroyaferd- ina hjá Sprattelgubbarna. Vertir hjá sviunum eru Gríma og Havnar Sjón- leikarfelag. hd.