leygardagur 31. august 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 166 - 31. august 2002
Nr. 166 - 31. august 2002
21
– Vónandi er Ame-
rada Hess fundið í
føroyskum og helst
eisini í bretskum øki
rakstrarverdugt, so-
leiðis at vit í besta
forstáilsi kunnu fara
undir at samstarva
tvørtur um markið
sigur Brian Wilson,
bretski orkumálaráð-
harrin. Fyri bert fá-
um árum síðani, var
markið orsøk til
ósemju millum lond-
ini. Í dag kann mark-
ið verða miðdepil fyri
einum komandi sam-
starvi á oljuøkinum
millum Føroyar og
Bretland
OLJUMESSA
Jan Müller úr Stavanger
Seinastu ferð tveir føroysk-
ir oljumálaráðharrar hittust
á altjóða oljumessu í Sta-
vanger seint í 90-unum var
tað fyri at loysa upp fyri
eini kreppu, ósemju millum
londini,
teirri
óloystu
marknatrætuni. Tá Eyðun
Elttør á oljumessuni ONS í
Stavanger týsdagin hitti
nýggja bretska oljumála-
ráðharran, Brian Wilson,
var tað eisini fyri at tosa um
marknaspurningar,
men
hesaferð var tað ikki mett
sum nøkur kreppa ella
træta. Nú snúði spurningur-
in seg um, hvussu báðir
ráðharrarnir kunnu vera við
til at birta upp undir og
tryggja ein sunnan og fyri
báðar partar skilagóðan út-
vikling nettupp kring mark-
ið millum londini. Hvussu
man skilabest kann útvikla
og framleiða frá einum
felti, sum er bæði í bretsk-
um og føroyskum øki.
Síðani Amerada Hess
gjørdi fyrsta oljufundið
nakrantíð á føroyska land-
grunninum í fjør, hevur
verið frammi, at fundið
helst liggur báðumegin
markið. Hetta ikki óvanligt,
eitt nú í Norðsjónum, har
fleiri felt bæði liggja á
norskum og bretskum øki.
Eftir fundin við Eyðun
Elttør spurdu vit Brian Wil-
son, um marknaspurning-
urin aftur hesaferð var á
skránni!
Samstarv tvørtur
um markið
-Tað var hann, men ikki
sum nakar stríðsspurningur
ella trupulleiki. Vit hava
umrøtt hann sum ein felags
møguleika, tí er eitt fund
gjørt, sum liggur báðumeg-
in markið, so vil hetta vera
ein nýggjur møguleiki hjá
føroyskum vinnulívi eisini.
Og her kunnu royndir og
vitan vit hava koma tykkum
til góðar.
Brian Wilson sær ongar
trupulleikar millum Føroy-
ar og Bretland, um lønandi
fund liggur báðumegin
markið og vísir á, at júst á
oljuráðstevnuni í Stavanger
hevur ein arbeiðsbólkur
lagt fram eina frágreiðing
um, hvussu Bretland og
Noreg á skilagóðan hátt
troyta olju- og gassfund,
sum eru gjørd og liggja
báðumegin markið. –Vit
ætla okkum at leggja upp til
eitt samstarv um markið
(crossborder
relations),
sum skal loysa teir trupul-
leikar, ið annars hava verið
í slíkum høpi fyrr og harvið
fáa framleiðslu í gongd á
feltum, sum enn ikki eru
bygd út nettupp av hesi søk.
Brian Wilson heldur, at eitt
slík loysn í Norðsjónum
kann eisini koma at verða
brúkt sum fyrimynd ella
sum íblástur til eina før-
oysk-bretska »cross bord-
er« loysn. Tað er greitt, at
tað er eisini politikkur í
slíkum máli, tá tveir kapp-
ingarneytar sum Noreg og
Bretland hvør í sínum lag
royna at fáa sum mest burt-
ur úr feltum, sum ganga
tvørtur um mark. Nú eftir-
spurningurin eftir gassi í
Bretlandi er vaksin so nógv,
so eru bretar eisini sinnaðir
til at gera avtalu við norð-
menn um at útvikla felt,
sum hava »ligið í dvala«,
meðan ósemja hevur vald-
að um býtið. Nýggja ætlan-
in, sum er gjørd, skal slóða
fyri eini varandi loysn á
málinum. So fáa vit at
síggja, hvussu ein slík
loysn kann hava positiva
ávirkan á eina komandi
bretsk føroyska semju um
at útvikla eitt nú Amerada
Hess fundið.
Á fundinum millum teir
báðar ráðharrarnar, sum
bert vardi í ein hálvan tíma,
var eisini tosað um møgu-
leikar fyri at menna sam-
starvið millum londini.
Brian Wilson vónar, at tann
sendinevndin, sum í oktob-
er fer úr Aberdeen til Før-
oya, kann vera við til at
betra um samstarvið mill-
um umboð fyri føroyskt og
skotskt vinnulív og mynd-
ugleikar.
Oyggjasamstarv
-Eg havi eisini sjálvur eitt
brennandi ynski um at
kunna byggja brýr og
menna samvinnuna millum
oyggjabólkarnar allar fyri
norðan og vestan. Her sipar
ráðharrin til Hebridurnar,
Orknoyggjar og Hetland og
so Føroyar. Hann heldur, at
her liggur nógv vinnuligt
og
menniskjansligt
til-
feingi, sum í eini samvinnu
við Føroyar, kann búnast og
mennast.
-Kona mín er úr Lewis á
Hebridunum, og eg sjálvur
eri úr økinum vestan til í
Skotlandi, so tit skilja, hví
mítt hjarta brennir fyri
oyggjabúgvum. Í sínum
yngru árum arbeiddi Brian
Wilson sum blaðmaður og
stjórnaði eini ávís á He-
bridunum.
Menna alduorku
Á fundinum millum teir
báðar ráðharrarnar varð
eisini tosað um varandi
orkuloysnir, í hesum føri
royndirnar at menna aldu-
Vilja samstarva við føroyingar tvørtur um markið
Hýrurin varð góður á teimum báðum orkumálaráðharrunum, Eyðun Elttør og Brian Wilson, tá teir hittust á oljumessuni í Stavanger
Mynd Jan Müller
Føroysku luttakararnir á
oljumessuni í Stavanger
saman við starvsfólki hjá
Statoil. Á samkomu í Statoil
var greitt frá hvussu
oljufelagið samstarvar við
undirveitarar
Mynd: Jan Müller
Bretski oljumálaráðharrin við Elttør:
– Vóni skotar vinna 1-0 á Føroyum
– men eg havi stóra
virðing fyri føroysk-
um fótbólti, og tí
kann úrslitið gerast
sera javnt sigur Brian
Wilson, føddur í
Skotlandi og nú
bretskur oljumála-
ráðharri
OLJUMESSA
Jan Müller úr Stavanger
Ein týðandi partur av al-
tjóða oljuframsýningini og
ráðstevnuni ONS í Sta-
vanger eru fundir og sam-
røður millum oljufólk og
millum politikarar og em-
bætisfólk teirra. Hetta er
heldur ikki fremmant fyri
teir føroyingar, sum eru á
ONS. Nú Bretland hevur
fingið nýggjan orkumála-
ráðharra síðani seinastu
oljumessu var tað eitt ynski
hjá nýggja ráðharranum at
hitta føroyska starvsbróð-
urin, sum í mun til nógvar
aðrar
oljumálaráðharrar
hevur yvirlivað fleiri olju-
messur: Brian Wilson og
Eyðun Elttør hittust á bási-
num hjá almenna bretska
m a r k n a ð a r s t ov n i n u m
Trade Partners seinnapartin
týsdagin. Og tað marghátt-
liga hendi, tá hesir menn-
inir fyri fyrstu ferð hittust:
at teir fóru at tosa um fót-
bólt og her serstakliga
komandi stórdystin millum
Skotland og Føroyar – hetta
sama hendi fyri nøkrum ár-
um síðani, tá Eyðun Elttør
hitti sín táverandi bretska
starvsbróður, John Battle.
Tá teir brosandi og blíð-
skortaðir byrjaðu samrøð-
una var tað við spurningi-
num, hvørjum enskum lið-
um teir hildu við. Hesa ferð
var tað meira alvorligt sum
so, tí nú ráddi tað um at tala
søk
hjá
landsliðunum
báðum.
-Eg havi stóra virðing
fyri føroyingum, tá hugsað
verður um, hvussu væl tit
hava staðið tykkum í al-
tjóða fótbólti. Eg beri ótta
fyri dystinum millum Skot-
land og Føroyar í næstum.
Vit hava ikki klárað okkum
so væl í seinastuni, so tað
fer uttan iva at vera ein
javnur dystur sigur Brian
Wilson við Sosialin, sum
fekk orð á hann eftir sam-
røðurnar millum hann og
Eyðun Elttør. –Eg tori
næstan ikki at spáa um úr-
slitið, og vil ikki siga hart,
hvat eg hugsi um okkara
lið. Men eg vóni, at Skot-
land megnar at vinna, skulu
vit siga 1-0!
orku. –Eg skilji, at hetta er
nakað, sum hevur áhuga
føroyinga eisini, og í tí
sambandi kann eg upplýsa,
at eg sjálvur havi roynt at
stuðla eini royndarverkætl-
an á Hebridunum, soleiðis
at stjórnin í London nú
hevur gjørt av at fara eitt
stig víðari við at játta
pengar til eina veruliga
alduorkuframleiðslu.
Í næstum fara myndug-
leikarnir tí at kunngera, at
teir vilja gera íløgur í eitt
alduorkuverk
á
oynni
Lewis. –Eg skilji, at hetta
eisini hevur tykkara áhuga,
og tí skulu føroyingar vera
vælkomnir til Lewis, tá
verkið er liðugt og kann
fara undir elframleiðslu.
Brian Wilson sigur, at ætl-
anin er eisini at lata uppaft-
ur skipasmiðjuna í Lewis.
Hon plagdi í síni tíð at arb-
eiða fyri oljuvinnuna. Nú
skal hon framleiða útbúnað
til tann nýggja ídnaðin við
varandi orku. Har kundi
samstarv við føroyingar
eisini komið uppá tal vísir
ráðharrin á. Tað er so held-
ur ikki av tilvild, at Brian
Wilson hevur áhuga fyri
júst varandi orku. Longu í
70-unum, áðrenn hann
gjørdist ráðharri, arbeiddi
hann miðvíst fyri at gera
oyggjarnar
óheftar
av
oljuni við at fara undir at
menna varandi orkukeldur.
Hann heldur eisini, at hetta
kann vera ein leið hjá
Føroyum at ganga, tí við at
brúka eitt nú alduorku,
kunnu oyggjabólkar sum
eitt
nú
Føroyar
og
Hebridurnar sleppa undan
at brúka so nógv av diesel-
orku.
Leiting eftir olju
Eitt av høvuðsmálunum á
fundinum millum Elttør og
Wilson var framtíðin á At-
lantsmótinum tvs. møgu-
leikarnir at finna meiri olju
og gass. Brian Wilson við-
gongur, at eingi verulig
fund eru gjørd í økinum í
langa tíð, men hann heldur
samtíðis fyri, at soleingi
oljufeløgini vísa áhuga fyri
økinum og vilja gera stórar
íløgur í leiting, so má tað
vera tí, at tey halda jarð-
frøðiligar møguleikar vera
fyri at finna olju har. –Eg
eri ikki jarðfrøðingur, men
eg seti mítt álit á, at sohvørt
tøknin mennist, so verður
leitað á djúpum vatni, har
tað kunnu goyma seg bæði
olja og gass.
Brian Wilson leggur ann-
ars dent á, at nýggja tøknin
hevur gjørt, at tað loysir
seg at fara undir at byggja
tað risastóra Clairoljufeltið
út. Hetta feltið varð funnið
fyri 25 árum síðani og
goymir fleiri milliardir
tunnur av olju. –Stjórnin
hevur stórar vónir til hesa
útbygging, sum aftur fer at
hava stóran týdning fyri
oyggjabólkarnar
fyri
norðan.
Oljumálaráðharrin fylgir
væl við í fundinum, sum
Amerada Hess gjørdi á før-
oyskum øki í fjør. –Eg
skilji, at boriskipið West
Navion liggur í Stornoway
og leggur upp nakað av tí
tungu útgerðini tað brúkti í
Kanada, og at tað ein av
komandi døgunum kemur á
boristaðið í bretskum øki,
nær tykkara marki. Hetta er
sjálvandi nakað, sum hevur
tykkara og okkara stóra
áhuga í senn og biðja bæði
Elttør og eg til, at her kann
blíva talan um eitt lønandi
fund, sum kann vera við at
vaksa um áhugan aftur fyri
øllum økinum.
Brian
Wilson,
hvørs
hjarta brennir fyri smáum
oyggjasamfeløgum, beyð á
fundinum á ONS-messuni í
Stavanger Eyðuni Elttør at
koma á vitjan í Bretlandi.
Somu innbjóðing fekk Wil-
son frá landsstýrismanni-
num í oljumálum.
Fótbóltslandsdysturin millum Føroyar og Skotland í næstum var tað fyrsta teir báðir ráðharrarnir, Wilson og Elttør tosaðu um.
Mynd Jan Müller
Føroyski básurin á oljuráðstevnuni í Stavanger
Mynd: Jan Müller
West Navion byrjar at bora
OLJUMESSA
Jan Múller úr Stavanger
Risastóra norska boriskipið
West Navion er í hesi løtu
um at koma upp á pláss á
boristaðnum skamt frá før-
oyska merkinum. Gongst
sum ætlað setir borurin á
undirgrundina sunnudagin
ella mánadagin. Boringin
hevur stóran áhuga fyri før-
oyingar og oljufeløgini sum
heild. Talan er um eina so-
kallaða »appraisal-boring«,
tvs. ein avmarkingar- og
metingarbrunn, sum hevur
tilknýti til ooljufundið, sum
Amerada Hess gjørdi á før-
oyska landgrunninum í fjør.
Boringin hevur til enda-
máls at finna fram til, um
hetta fund gongur inn á
bretska øki og møguliga er
lønandi. Eftir ætlan gongur
ein góður mánaðI, til kom-
ið er á mál. Eftir tað er ætl-
anin at fara undir eina
royndarframleiðslu (test-
ing) í brunninum. Henda
testing skal vísa, um talan
er um eitt rakstrarverdugt
oljufelt. Millum oljufólk á
altjóða oljumessuni í Sta-
vanger er eisini stórur
áhugi fyri hesi boring.
Møguliga hava vit eitt úrslit
av boringini einaferð í ok-
tober ella november. Tað
úrslitið kann, um væl vil til,
gerast at Føroyar fáa sítt
fyrsta lønandi oljufund.
C
M
Y
K
21
20