leygardagur 31. august 2002síða 12
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 166 - 31. august 2002
Nr. 166 - 31. august 2002
23
Seinnapartin
hósdagin vórðu
dyrnar hjá ALV í
Smiðjugerði latnar
upp
STOVNUR
Orð: Ingrid Bjarnastein
Myndir: Jens Kr. Vang
Seinnapartin hósdagin var
móttøka í nýggju hølunum
hjá ALV í Smiðjugerði.
1. september verður byrjað
við virkseminum hjá ALV.
Tá verður farið undir við
Vinnuskeiði og Verkstaði.
Heilt fitt av fólki var
samankomið til móttøkuna.
Fyrst bjóðaði Bartal Kass,
formaður í stýrinum fyri
ALV vælkomin, og síðani
helt landsstýrismaðurin í
almannamálum,
Páll
á
Reynatúgvu eina røðu. Í
røðu sínari kom landsstýr-
ismaðurin inn á, at Føroyar
skulu eisini verða land
teirra brekaðu, og tað skal
betri kunning og meira til-
vitan um tey brekaðu til her
á landi.
– Eg vil heita á arbeiðs-
marknaðin um at skapa rúm
fyri teimum, sum vegna
eina ella aðra orsøk hava
verið noydd til at fara av
arbeiðsmarknaðinum ella á
ein ella annan hátt ongantíð
er komin á arbeiðsmarkn-
aðin, segði Páll á Reyna-
túgvu millum annað.
Væl nøgd
Kristina Larsen, sum er
fyristøðukvinna í ALV, sig-
ur, at tey eru væl nøgd við
hølini.
– Vit byrja so smátt 1.
september, og so aftaná ein
mánað, so skuldi virksemið
av álvara verið byrjað, sigur
Kristina Larsen.
Tá
verður
byrjað
við
Vinnuskeiði og Verkstaði.
Vinnuskeiðið
umfatar
tvey verkstøð. Hetta vinnu-
skeiðið er fyri arbeiðstarn-
að, sum eiga at klára seg úti
á arbeiðsmarknaðinum.
Hesi bæði verkstøðini
verða margfaldsstovan og
køkur.
Á hesi sonevndu marg-
faldsstovu verður skipað
fyri arbeiði, sum umfatar
teldur, kopimaskinur og
øðrum hesum líknandi.
Fólk kunnu so koma innar
og bíleggja kopi, tekstir,
uppseting av sangum og so
framvegis. Her koma tey
arbeiðandi at læra at fáast
við teldu, taka ímóti bílegg-
ingum og øðrum sum hoyr-
ir hesum arbeiði til.
Hin verkstaðurin verður
ein køkur. Her koma fólkini
at fáast við matgerð. Ætlan-
in er at gera matpakkar og
lættari máltíðir, sum síðani
skulu út av húsinum. Har-
afturat verður undirvíst í
mat og kostvegleiðing.
Hitt virksemi, sum byrjað
verður við á ALV, er
klædna- og sniðverkstað-
urin. Hetta er fyri fólk, sum
ein ikki væntar klára seg á
arbeiðsmarknaðinum. Tað
verið seg avlamispension-
istar og fólk, sum ikki hava
útlit til at klára seg – rørslu-
tarnað ella lættari sálarliga
sjúk.
Seinni í heyst ella í vetur
verður
eisini
avlamis-
arbeiði fyri pensjionistar á
ALV. Hetta er fyri fólk, ið
eru verri fyri, og talan er
meira um hugna og lættari
handverk.
Í fyrsta umfari er pláss
fyri umleið 20 fólkum á
ALV, og seinni verða fleiri
tikin inn.
Hølini í Smiðjugerði eru
ógvuliga snotulig. Ljós og
rúmlig. So tað er ikki so
løgið, at sjálvsognarstovn-
urin ALV er nøgdur við
nýggju umstøðurnar.
Land teirra brekaðu
Páll á Reynatúgvu,
landsstýrismaður í
almannamálum, helt røðu
hósdagin í sambandi við, at
sjálvsognarstovnurin ALV, lat
upp nýggj hølir í Smiðjugerði
Kristina Larsen, fyristøðukvinna, avmyndað inni í seymistovuni
Jákup Lindenskov, fyrrverandi formaður í stýrinum fyri ALV
Inni í nýggju hølunum hjá ALV er alt gjørt handicap-vinarligt. Ein sleppur lættliga framat við
rullustóli um tað skal vera
Bartal Kass, formaður í stýrinum fyri ALV, saman við Páll á Reynatúgvu
Doris Hansen, fyrrverandi formaður í MBF
Tavan í Leirvík er
farin undir nakað
slóðbrótandi innan
føroyska fiskivinnu.
Einaferð um vikuna
kemur nevniliga ein
vøddamýkjari á
virkið, sum mýkir
vøddarnar á arbeiðs-
fólkunum
FISKIVINNA
Ingrid Bjarnastein
Leirvík:
Einaferð
um
vikuna fær Tavan í Leirvík
vitjan av Una Rasmussen í
Søldafirði. Uni er fyri
stuttum útbúgvin fysio-
terapeut, og ein av fyrstu
uppgávum hansara er at
gera arbeiðslívið lættari hjá
arbeiðsfólkunum á Tavuni.
– Hetta hjálpir ótrúliga
væl, og arbeiðsfólkini eru
ógvuliga væl nøgd við
hetta tiltakið, sigur Sólmai
Johannesen,
arbeiðsfor-
maður á Tavuni.
Hesin
nýggi
tátturin
hevur verið á skránni í eina
tíð nú, og tað vísir seg, at
nógv á virkinum eru fús til
at nýta møguleikan.
– Fiskaarbeiði er hart
arbeiði. Ein lyftir, ber og
stendur nógv, so herðar,
lendar og vøddarnir verða
nógv útsettir, greiðir Sól-
mai frá.
Hon sigur, at tað eru
eisini fleiri konur, ið ganga
til vøddamýkjara, og hetta
fer ofta við nógvari ar-
beiðstíð, tí tá noyðast tær at
koyra aftur og fram til
Runavíkar.
– Á henda hátt spara tær
tíð, og tað telur nógv hjá
einum, sum er tímaløntur,
greiðir Sólmai frá.
Hósdagar vitjar vødda-
mýkjarin, Uni Rasmussen.
Arbeiðsfólkini skiftast um
at fara upp til hansara, har
hann brúkar umleið ein
hálvan tíma uppá hvørt
arbeiðsfólk.
– Eg hopi, at onnur virkir
fara at taka táttin upp eftir
okkum, tí hetta riggar væl,
og fólkini eru glað fyri
hetta, sigur Sólmai Jo-
hannesen at enda.
Vøddamýkjari til
arbeiðsfólkið
Á Tavuni í Leirvík vitjar ein vøddamýkjari einaferð um vikuna fyri at mýkja vøddarnar hjá
arbeiðsfólkunum
Savnsmynd
LIST
Ingrid Bjarnastein
Í dag letur upp fram-
sýning í Gallrí Ribarhúsi í
Fuglafirði. Tað eru teir
tríggir, Frits Johannesen,
Øssur Mohr og Heðin
Kambsdal, ið sýna fram.
Framsýningin er opin til
12. september. Opið er
gerandisdagar frá 15 –
17.30 og leygardagar frá
11-13.
Frits, Øssur og Heðin í
Ribarhúsi
C
M
Y
K
23
22