Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-31, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. august 2002síða 13

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 166 - 31. august 2002 Nr. 166 - 31. august 2002 25 Gyðja mitt í verðini Nina Brockie Gyðja er 10 ára gomul og hevur búð í Birendanagar i Surkhet, Nepal í nærum 3 ár. Vit fingu eitt prát við Gyðju áðrenn hon og fam- ilja hennara flutti heimaftur á Argir at búgva. Avgjørdu at liva í útlegd Fyri nærum 3 árum síðani flutti familjan hjá Gyðju til Nepal. Pápin Tommy Peter- sen, hevði fingið starv hja Danidu og skuldi til Nepal at starvast í eitt ár. Men eitt ár bleiv til fleiri og fyri bert fáum døgum vendi familjan nøsina heimaftur á klettar- nar. Ein sonn gleðilig kol- velting fyri Gyðju, ið bert náddi at ganga eitt ár í Argjaskúla, áðrenn tey fluttu uttanlanda. Spurd um hví tey fluttu svaraði Gyðja, ” Mamma og babba høvdu leingi gingið og tosað um at fara uttanlands eina tíð og áðrenn vit vistu av høvdu tey gjørt álvara burturúr tí”. Var tað torført at flyta? ”Bert eitt sindur, eg helt tað bara verða heilt ørvísið, men spennandi!”. Føroyingur fyrst Gyðja er ein vanlig norður- lendsk genta við ljósum hári og bláum eygum. Tískil er hon ein heldur óvanlig sjón í Nepal. Nepalesarir eru myrkir í dæminum, oftani við brún- um eygum og svørtum hári. So Gyðja er spennandi fyri hesi fólkini. Eisini tí at hon dugir at práta við tey. ”Nógv vita hvussu eg eiti og eg kenni tey als ikki”. Fólk eru als ikki bangin fyri at stara beint at henni, sum at øðr- um útlendingum, ið oftani síggja heilt ørvísi út enn tey. ”Tað skuldi eg veruliga venja meg við fyrst. Eg bleiv eitt sindur illa við, men nú taki eg mær als ikki av tí”, sigur Gyðja smíl- andi. Ein kann undrast, tá ið henda so tiltalandi 10 ára gamla Gyðja prátar sum ein annar nepalesari við vin- konur sínar, hvussu tað ber til? ”Eg helt tað verða eitt sindur ringt fyrst, men eg kendi meg noydda at læra tungumálið Nepali fyri at kunna verða sum hini. ”Væl gongur, tí at Gyðja prátar ikki minni enn fýra fremmandamál, føroyskt og danskt heima við foreldrini og familju, enskt í skúl- anum og í frítíðini nepales- iskt við vinkonurnar. ”Tað er stuttligt at hoyra tey vaksnu práta nepali, tí at tey duga ikki so væl og siga ofta ymiskt skeift, tó royna tey. Men tað gjørdi eg eisini fyrst og nú skal eg skjótt heim aftur at práta føroyskt í gerandisdegnum, tað gleði eg meg til”. Stórar upplivingar í Asien Ì meðan familjan hevur búð í útlegd, hava tey vitja víða. Eitt nú hava tey verið í India, Thailandi og Tibet. Tó best minnist Gyðja tað ferðina tey vóru á fílabaki í Bardia nationalparkini. Gyðja sigur frá: ” Vit høvdu fingið vitjan av familju úr Danmark og vit vildu tískil vísa teimum eitt sindur av tí, sum liggur rundan um Surkhet. Og so avgjørdu vit at fara eina fílabaksferð. Men tað var ikki bara bara, tí at har hittu vit ein illan og villa hann- fíl. Hann vildi sleppa til fílahonirnar. Og vanliga eru bert kvenndjór í einum ferðahópi, tí at tær eru so friðaligar. So hann kom rennandi beint ímóti okk- um. Fílarnir ýldu. Nógv vóru bangin og summi grótu, men so stillaðu teir allar fílarnar í eina rekkju og tá bar til. Førarin gjørdi eitt undarligt mljóð og so vendi fílurin við og fór avstað. Tað situr enn fast í mær”. Eg havi tó verið á fílabaki síðani, so at eg bleiv ikki bangnari enn so!” Ein dagin fekk eg eina apu frá mammu og babba. Men eg hevði hana ikki so leingi, tí at hon var so ófriðalig og so var hon farin at bíta, so tá dámdi mær hana ikki so væl. Vit høvdu hana á tekjuni hjá okkum, har sum vit eru von at eta og sóla okkum. Henni dámdi sera væl at spæla í vatni. Tá ið vit um kvøldar- nar fóru inn, klatraði hon í trøunum beint við tekjuna, soleiðis at hon fekk skavað og bankað á gluggarnar. Hon gjørdi sera illa fortreð, men hon var fitt, hóast alt.” Nógvar nýggjar upplivingar Nepal, ið er kendt sum eitt av teimum londum í heim- inum, sum flestir fjakkarar ferðast til, tí at har finnur tú eina fjøltátta og ríka náttúru. Hana hevur Gyðja eisini upplivað. ”Vit hava verið nógva staðni í Nepal hesa tíðina og sað nógv. Teir stórstu býirnar hava vit vitjað. Har- umframt hava vit eisini verið á sokallaðum ”trekk- ingtúrum”. Systur mín Lív var eina- ferð rættuliga langt uppi á Mount Everest við skúlan- um. Tað komi eg nokk ong- antíð.” Skúlin nakað heilt annað. Skúlaskipanin í Nepal er heilt øðrvísi enn í Føroyum. Eitt nú eru nógv fleiri næmingar í hvørjum flokki, heilt upp í 65-70 næmingar. Tó gekk Gyðja í einum enskum skúla, ið var helt ørvísi fyriskipaður. Í nep- alesiskuskúlunum hava børnini frí leygardag, ið verður hildin heilagur, og ganga í skúla sunnudag, tá ið Gyðja hevur frí. ”Tað er keðuligt, at hava frí, tá ið nepalsku vinkon- urnar hjá mær ganga í skúla og hinvegin er tað keðuligt at verða í skúla, tá ið tey halda heiludagar mitt í viku, sum vit ikki halda.” sigur Gyðja. Hvat er tað besta við skúlanum har tú gongur? ” Tað er ein lítil INF-skúli (International Nepali Fellowship), tað vil siga, at hann er stuðlaður úr Bret- landi og tískil fylgja vit tí skipanini. Har ganga bert útlendsk børn. So vit eru bert 3 næmingar nú og tað mesta vit hava verið er 8 næmingar í senn. Eg haldi, at tað er deiligt, tí at tá hev- ur lærarin ordiliga tíð til at hjálpa okkum. Tað er ilt at siga, hvussu tað verður í Adventistaskúlanum, í mun til”, sigur Gyðja umhugs- andi. Men tað gleði eg meg nógv til, smílir Gyðja. Hon byrjaði í 4 flokki í Andvent- istaskúlanum við skúla byrjan. Uttan fyri skúlan býr ein eldri kona í sínum lítla leirhúsi. Har hevur hon eina kúgv gangandi. Hennara starv er at høgga steinar og hava eftirlit við skúlanum. Gyðja fortelur, at hendan konan altíð er blíð og tíð, tá ið børnini møta í skúla. So eigur hon eisini eina dóttir, ið oftani hyggur, at tá ið vit hava ”sport” uttan- fyri. Tað er stuttligt at kunna práta við tey og greiða teimum frá spøl- unum hjá okkum”,heldur Gyðja. Klæðini í Nepal eru nak- að ørvísið. Tey brúka schari ella kustasuluval. ”Tað helt eg fyrst sá stuttligt út, men eg vandi meg skjótti við tey og nú gangi eg sjálv í teim- um. Skræddarin hjá okkum seymar øll klæðini eftir okkara ynski. Vit, mamma mín og eg ganga oftani oman í baz- arin, ið er tann almenni keypsstaðurin. Har fáast alskyns toy. Einaferð fekk eg skrædd- aran at seyma dukkuni hjá mær líka klæði, sum eg sjálv skuldi hava. Tað helt hann verða ringt at seyma, men nakrar dagar seinni vóru vit líka klæddar báðar. Oftani renna hønur og høsnarungar um beinini á skræddarinum ímeðan teir seyma. Tað hevði ein ikki sæð í Føroyum” flennur Gyðja. ”Eg havi eisini fing- ið hol í nøsina, júst sum ein rættur nepalesari. ”Síðani vísur hon errin gullringin í nøsini, ið klæðir henni væl. Liva væl í Nepal Gyðja heldur tað verða eitt hitt stórsta upplivilsi, hon nakrantíð hevur fingið, tað at flyta til Nepal eitt tíðar- skeið. ”Tað hevur verið stuttligt at roynt og eg havi sað lutir, ið eg ongantíð hevði ímynda mær vóru til. Her hava vit bert sólarhita vatn, so um eingin sól er so er heldur einki heitt vatn, eitt sum vit taka fyri givið í Føroyum. Vit hava heldur onga vaskimaskinu. Men ístaðin hava vit eina so- kallaða ”diddi, ið merkir systir” heima, ið hjálpir okkum. Hon vaskar klæði. Vit hava onkuntíð flent, tí at hon kítir seg so, at til tíðir er nærum einki eftir av pløggunum. Hon dugir sera væl” ,sigur Gyðja. Frítíðin í Birendanagar Spurd hvat hon fær frítíðina til at ganga við í Nepal svarar hon: ”Tá ið eg fái frí úr skúla, bíði eg oftani til vinkonurnar hjá mær koma heim. Síðani hava vit nógv at takast við. Vit gera heimaarbeiði saman, spæla dukkur, bólt og onkuntíð syngja og dansa vit. Nepal- esarir hava nógvar góðar sangir og síðani hava teir, sum vit í Føroyum, teirra egna dans. Hann hava vin- konurnar lært meg. Okkum dámar eisini væl at gera mat. Nepalesarir gera nógvan spennadi góðan mat. Summar dagar trekkja tímarnir ikki til!” Venda heimaftur Í juni var sáttmálin hjá Tommy Petersen úti, so tá venda tey øll heim aftur nógv ríkari av uppliving- um. ”Eg eri so glað fyri, at vit hava havt møguleikan at upplivað hetta. Men tað er gott at koma heimaftur. Heim at spæla við vinirnar, heim til húsini hjá okkum og ikki minni heim at upplivað føroyska veðrið aftur” sigur Gyðja at enda. ”Best er at verða í Før- oyum”! Gyðja var bara 7 ára gomul, tá hon saman við foreldrunum fór til Nepal at búgva. Mynd: Nina Brockie Gyðja á rossabaki í nepalsku fjøllunum. Mynd: Nina Brockie Tommy Petersen hevur síðstu trý árini starvast sum ráðgevi hjá almennu fyrisit- ingini í Nepal, sum liður í eini verkætlan hjá felagsskapinum Danida. Uppgáva hansara var serliga at veita góð ráð í arbeið- inum við at miðspj- aða almennu fyrisit- ingina í landinum. Nú eru hann og fam- iljan flutt aftur til Føroya at búgva. Jón Brian Hvidtfeldt Eitt starv fyri fólk við royndum innan almenna umsiting er leyst at søkja í Nepal. Hesi vóru boðini, Tommy Petersen fekk frá Danida, seint á heysti 1998. Hann og konan Maja høvdu tá í útvið 10 ár tosað um, at tey kundu hugsað sær at flutt út í stóru verð at búgva og arbeiða, og eisini høvdu tey verið í samband við Danida og m.a. verið á skeið hjá felagsskapinum. – Tað var ein gamal dreymur, bæði hjá mær og konuni, at sleppa út í stóru verð at búgva og arbeiða nøkur ár. Vit høvdu eina- mest ímyndað okkum at flyta til Suðuramerika ella kanska Afrika, men tá eg fekk boðini, hugsaði eg við mær sjálvum, at nú verði eg 50 næstu ferð, og skal eg avstað, so má tað vera nakað skjótt, sigur Tommy Petersen, sum tá nærum hevði mist vónina um yvirhøvur at sleppa avstað. Hann søkti starvið, og tá svarið varð játtandi, løgdu hann, konan og døturnar Lív og Gyðja, sum tá vóru ávíkavist 7 og 13 ára gaml- ar, á sumri 1999 leiðina til fjarskotna fjallalandið í Asia. – Áðrenn vit fóru avstað, tosaðu vit nógv við døtur- nar um, hvat tær hildu, og báðar vóru tær spentar upp á at sleppa til eitt so fjar- skotið land at búgva. Sjálv- ur sá eg tað sum eina stóra avbjóðing. Eg hevði starv- ast nógv í almennu fyrisit- ingini í Føroyum, og nú skuldi eg vera ráðgevi hjá fakfólki í Nepal, greiðir Tommy Petersen frá. – Vit vóru samd um, at Maja skuldi vera heima- gangandi, í øllum føri fyrstu tíðina, og tað var eisini neyðugt, fyri at fáa gerandisdagin at virka. Seinni fór hon, saman við einum lokalum felagsskapi og við stuðli frá Danida, undir eitt projekt við upp- læring til ymisk handverk fyri ung, deyv fólk. Rættu- liga skjótt gjørdist greitt, at familjan kom at búgva í býnum Birendranagar, um- leið 600 kilometrar vestan- fyri høvuðsstaðin Kath- mandu. Har var eingin skúli til elstu dóttrina, Lív, og tí høvdu vit gjørt av, longu áðrenn vit fóru heimanifrá, at hon skuldi ganga í einum privatskúla í Kathmandu. Hon slapp eisini at búgva har, fyrst hjá eini danskari og síðan eini belgiskari familju, greiðir Tommy Petersen frá. Yngra dótturin kom við foreldrunum til Birendranagar og gekk í einum kristnum skúla, har undirvíst varð á enskum. Uppgávan hjá Tommy Petersen í fátæka, asiatiska fjallalandinum var at ráð- geva myndugleikunum í royndum teirra at mið- spjaða almennu fyrisiting- ina, sum higartil hevur ver- ið savnað í høvuðsstaðnum Kathmandu. Árini framm- anundan hava at kalla allar avgerðir verið tiknar av myndugleikunum í høvuðs- staðnum, meðan myndug- leikarnir í ymsu landspørt- unum í landinum so at siga onga ávirkan hava havt, greiðir Tommy Petersen frá. Men eftir at Nepal í 1990 fekk eina demokrat- iska skipan, hava Danida og felagsskapir úr øðrum londum hjálpt miðfyrisit- ingini í landinum við at flyta avgerðirnar tættari at borgarunum. – Nepal er eitt gamalt kongsveldi og hevur, heilt úr gamlari tíð, verið stýrt úr høvuðsstaðnum. Nú hevur tjóðartingið samtykt lógir, sum geva ymsu økjunum í landinum størri sjálvræði. Mín uppgáva var so at virka sum ráðgevi hjá lokalu myndugleikunum, tað sum eitt nú svarar til amtsráðini í Danmark, í einum ávísum øki í landinum, og at halda skeið fyri starvsfólkum og politikarum, sigur Tommy Petersen. Hann greiðir frá, at hansara útgangsstøði var tann norðurlendska fyrisit- ingin, og hann kundi tí greiða frá, hvussu uppgáv- urnar verða loystar her. Men sjálvandi var tíðum neyðugt at tillaga ráðini til viðurskiftini á staðnum. – Fakliga eru fólkini í al- mennu fyrisitingini í Nepal væl fyri, og sjálvt um tey eru von við eina skipan, har allar avgerðir skulu takast av miðfyrisitingini í Kath- mandu, so eru tey hugtikin av sínum arbeiði. Tey duga handverkið. Tað, sum teim- um kanska av og á manglar, er hugburðurin, har fyrisit- ingin er eitt amboð til at tæna borgarunum. Fólkini í fyrisitingini úti um landið hava heldur ikki verið von við at taka stig til nakað sjálvi, tí tey hava alla tíðina verið noydd at bíða eftir boðum úr høvuðsstaðnum. Her sæst kanska tann stórsta broytingin í dag, í mun til fyri nøkrum árum síðan. At starvsfólk í lokalu myndugleikunum nú í nógv størri mun enn áður eru før fyri at taka avgerðir og seta nakað í verk. Tað kann vera, at tingini við hvørt verða gjørt eitt sindur øðr- vísi har enn á okkara leið- um, men tá alt kemur til alt, hevur fólkið sama tørv á vegleiðing og tænastum sum vit, greiðir Tommy Petersen frá. – Vit mugu hava í huga, at t.d. í Danmark tók tað umleið 150 ár, áðrenn vit fingu eina “service-umsit- ing”, tvs. eina umsiting sum hevur sum fremsta endamál at virka fyri borg- aran. Í Nepal hava tey havt 12 ár at læra tað sama, og longu eru tey komin væl áleiðis. Tað tekur tíð, men tað kemur so ikki at taka 150 ár hjá teimum at læra, leggur hann afturat. Tommy Petersen vísir á, at siðvenj- an hevur verið, at starvs- fólkið í fyrisitingini úti um landið hevur sitið og bíðað eftir boðum frá miðfyrisit- ingini í høvuðsstaðnum og tað hevur elvt til passivitet. Tá eg kom til Nepal, upp- livdi eg tíðum fólk í fyrisit- ingini, sum bara sótu og bíðaðu eftir boðum úr Kathmandu, so tey sluppu til arbeiðis. Hesin hugburð- ur er í stóran mun broyttur, so vit í dag hava eina nógv meira virkna fyrisiting – “systemið” er broytt, greið- ir Tommy Petersen frá, og leggur afturat: – Miðfyrisitingin í Nepal er sum miðfyrisitingin í Danmark og fyri so vítt eisini í Føroyum vóru. Hon er bangin fyri at lata nakað vald frá sær. Men við alla tíðina at royna at yvirtala myndugleikarnar í Kat- mandu og spyrja, hví vit skulu útbúgva fólk í fyri- sitingini, tá tey ikki sleppa til arbeiðis kortini, hevur tað so við og við eydnast at fáa flutt nakrar av avgerð- unum tættari borgarunum. Til dømis hava myndug- leikarnir í einstøku lands- pørtunum nú avgerðarrætt- in av skúla- og heilsuverk- inum í sínum øki. Verkætlanin hjá Danida í Nepal fevndi í fyrsta umfari um tveir landspartar. Men henda verkætlan er nú sam- antvinnað og samskipað við líknandi verkætlanir hjá ST og m.a. enskum og týsk- um felagsskapum, fyri á tann hátt at royna at fáa ein felags leist fyri, hvussu nepalska fyrisitingin fram- yvir kann broytast og miðspjaðast. Sáttmálin hjá Tommy Petersen við Danida var upprunaliga galdandi í tvey ár. Men bæði hann og kon- an samdust skjótt um at tvey ár var í minna lagi. Tískil varð sáttmálin longdur við einum ári, og hann gekk út fyrr í summar. Síðsta hálva árið í Nepal hevur í ávísan mun verið merkt av ófriði, tí uppreistr- armenn hava bjóðað stjórn- ini av. Tó var tað ikki or- søkin til, at hjúnini valdu at koma heimaftur. Eftir trim- um árum mettu tey at tíðin var búgvin at seta kós móti Føroyum. – Eitt av tingunum, vit lærdu har yviri, og sum kanska kom eitt sindur óvart á, er at tað eru fleiri líkheitir enn munir á okk- um og teimum. Í vestur- heiminum hava vit ofta lyndi til at halda, at fólk eystanfyri eru so ymisk frá okkum, men tá tú ert komin at kenna fólkið og samfel- agið, tey liva í, so vísir tað seg, at munirnir eru ikki so stórir kortini. Men sæð uttanifrá eru samfeløgini sera, sera ymist, sigur Tommy Petersen. Hóast hann nú er aftur í Føroyum og hevur fingið starv sum løgfrøðingur á Umhvørvisdeildini í Olju- málaráðnum, so er Tommy Petersen ikki mettaður av upplivingum eftir tey trý árini í Nepal. Um nøkur ár kundu hjúnini hugsað sær at farið út aftur í heim at búgva og arbeiða. Hann sigur, at tey hava ein dreym um kanska einaferð at flyta til Vietnam ella kanska Suðuramerika at búgva og arbeiða eina tíð. Men hann leggur afturat, at í grundini er ikki so týdningarmikið, júst hvagar tú fert – uppliv- ingin er stór óansæð. Hann mælir tí øðrum, sum starv- ast í føroysku umsitingini, at gera tað sama sum hann sjálvur, og nýta nøkur ár úti í stóru verð. Ráðgevi í nepalsku fyrisitingini Tommy Petersen av- myndaður saman við konuni Maju og dóttrini Gyðju, meðan tey enn búðu í Nepal. Tommy Petersen hevði far- loyvi, tey trý árini, hann og familjan vóru í Nepal. Hann starvast í dag sum løgfrøð- ingur á Umhvørvisdeildini í Oljumálaráðnum. Mynd: Finnur Justinussen FAKTABOKS um Nepal: Høvuðsstaður: Kathmandu Areal: 143.000 km2 Íbúgvar (1999): 23,4 mill. Mál: Nepalesisk Religión: Hinduisma, Buddihisma C M Y K 25 24