Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-31, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. august 2002síða 14

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 166 - 31. august 2002 27 B36-B68: Hvørki B68 ella B36 tola at tapa B68, sum fer at hava superveteranin Kjart- an Nesá í málinum, hevur ikki vunnið á heimavølli ímóti meistaraliðnum síðstu fimm ferðirnar UPPTAKT Jóannes Hansen Árstalsfeløgini B68 og B36 fara at hittast á Svanga- skarði í morgin. Bæði liðini vilja ógvuliga fegin vera við, har sum tað gongur fyri seg. Bæði liðini eru eitt sindur undir avgjørdu oddaliðnum. Tí kann einki annað enn sigur og harvið trý stig ikki brúkast – hvørki hjá B68 ella hjá B36. Nógvu tey fyrstu árini, tá B68 var í bestu deildini, høvdu teir sera gott tak á, tá B36 vitjaði á Toftum. Í 1997 vann B36 fyrsta FM heitið í 35 ár. Tað gjørdu teir, tí teir eitt nú vunnu á Svangaskarði. Síðani hava teir vunnið hvørja ferð á Toftum. Síðsti B68 heima- sigurin á B36 var í 1996. Á B68 liðnum er pól- verski málverjin leikbann- aður, eftir at hann sá reytt í Klaksvík. Ta ferðina loysti Kjartan Nesá hann av, og tað verður eisini supervete- ranurin, sum skal verja B68 málið í morgin. Messias Perreira og Mar- lon Jorge vóru leikbannaðir í Klaksvík. Teir eru báðir tøkir aftur. Tølini siga, at tað hevur roynst sera illa hjá B68 fleiri tær síðstu ferðirnar. B68 hevur ikki vunnið síð- ani teir í níggjunda umfari- num fóru av Skála við 2–1 sigri. Síðani tá hava teir í fýra landskappingardystum tilsaman fingið tvey stig. Á Svangaskarði hava teir arbeitt við at fáa skuggan frá vánaligu gongdini burt- ur, soleiðis at teir so at siga kunnu byrja av nýggjum ímóti B36. Hvussu tað hev- ur hilnast fæst at síggja í morgin. Fróði ikki við Tá B36 sunnudagin í Gundadali vann tepran sig- ur á TB, sótu tríggir av føstu monnunum leikbann- aðir uttanfyri. Teir vóru Arnbjørn Danielsen, Jákup á Borg og Julian Florescu. Teir eru allir tøkir aftur og vera við á Svangaskarði. B36 hevur verið nógv skaðaplágað, men nú eru allir – fyri fyrstu ferð í hes- um kappingarárinum – førir fyri at spæla. Einasti av spælarunum, sum hava verið nógv við í ár, og sum ikki verður við í morgin, er fyrrverandi B68 spælarin Fróði Clementsen. Hann hevur ikki vant í hesi vikuni. B36 hevur vunnið tríggj- ar tær síðstu ferðirnar, og tað tykist sum um tað er komið flog yvir aftur avrik- ini, eftir at Jens Kristian Hansen og Julian Johnsson eru komnir aftur á liðið. EB/Streyma venjarin ætlar at hansara skulu spæla fótbólt, og KÍ venjarin vónar, at góða avrikið í Buda- pest ikki verður koddi, men heldur nýggjur íblástur hjá hansara monnum UPPTAKT Jóannes Hansen Europa Cup ferðin hjá KÍ hevur við sær, at dysturin hjá teimum ímóti EB/- Streymi er útsettur inntil mánakvøldið. Á heimaliðnum eru allir teir tøkir, sum spældu við í Runavík, og hjá KÍ eru allir teir tøkir, sum vóru við í Ungarn. Allan Joensen var ikki við í Budapest, og hann er leikbannaður hesa ferð. Sjálvandi er tað munur á at spæla í summarveðri á stórum stadion í ungverska høvuðsstaðnum og so at spæla í heystarveðri á Møl- ini á Eiði. Tað kundi kanska hugsast, at mánakvøldið verður eingin luft eftir í ferðatroyttu klaksvíkingun- um: – Tað vóni eg sanniliga ikki. Vit hava ikki gjørt so nógv burturúr servenjing- unum undan Europa Cup, sum vit hava gjørt onnur ár. Vit hava nýtt høvið at fáa samanhaldið og innanhýsis fatanina uppaftur betur, og tað hevur eydnast væl. Har- afturat vísti dysturin hós- kvøldið, at vit hava fleiri møguleikar. Bæði í spæl- skipan og tá tað snýr seg um at seta liðið saman. Tað er positivt, heldur Kurt Mørkøre, sum framvegis staðiliga undirstrikar, at teir ikki hugsa um meiri enn næsta dystin. – Nú hugsa vit bara um dystin mánakvøldið. Um vit ikki vinna hann, so eru allir møguleikar fyri heið- ursmerkjum og Europa Cup langt burtur. Spæla fótbólt Trygvi Mortensen, venjarin hjá EB/Streymi, hevur virð- ing fyri KÍ liðnum, men hann hevur ongar ætlanir um, at heimaliðið skal grava seg niður á Mølini: – Tað er ikki okkara stíl- ur. Síðsta sunnudag vóru vit í Runavík og royndu at spæla fótbólt. Tað hava vit gjørt ímóti øllum teimum stóru, og tað ætla vit aftur at gera mánakvøldið. Trygvi Mortensen ásann- ar, at á liðnum hjá honum eru spælararnir ikki so til- komnir og royndir, sum teir eru á fleiri av hinum liðun- um: – Tað er harmuligt, at vit hava mist so royndar spæl- arar sum Knút Vesturtún, Alfred Jacobsen, Esmar Eiðisgarð, Halltór Joensen og Dia Dahl. Onkrir eru skaddir, onkrir eru farnir til skips, og onkrir eru bara givnir. Tá royndir spælarar fella frá í so lítlum felag, so er smeiturin serliga meinur, sigur Trygvi Mortensen, sum heldur, at ungu menn- inir á liðnum hjá honum eru betri egnaðir at spæla fótbólt heldur enn at vera partur av liði, sum bara verjir og sparkar burtur. Meðan gull-hungr- andi vertirnir eru mest sum fullmann- aðir, stendur heilt illa til við fólki hjá VB undan dystinum í Havn UPPTAKT Jákup Mørk Við sigrinum á GÍ fyri viku siðani gav HB greiðar ábendingar um, at teir so sanniliga ikki eru dotnir ímillum í gulldystinum, hó- ast liðið undan hesum hevði tapt tríggjar dystir á rað. Eitt stig er tó framvegis upp til runavíkingarnar, og skal hesin munur ikki vaksa, áðrenn stóra brakið í Runavík, er kravið heilt einfalt, at HB skal hava trý stig sunnudagin. Misjavnt við fólki Og í HB tykjast fyritreytir- nar at vinna stig sunnudag- in at vera heilt góðar. Í øll- um førum tykist tað so, at allir mans eru tøkir. Jón Rói Jacobsen og Nocko Jokovic fingu báðir onkran smáveg- is snudd undir venjing hós- kvøldið, men teir verða væntandi báðir tøkir, so tað kann neyvan roknast við, at stórvegis broytingar verða framdar í mun til liðið, sum tryggjaði liðnum sigurin í Gøtu. Hjá VB er støðan við- víkjandi fólki nakað væl øðrvísi. Framman undan er hópurin hjá vágbingum ikki av teimum breiðastu, og tá so fráfallið er stórt, gerst støðan ikki sørt óhugalig. Tórður Holm fekk reytt kort í dystinum móti Skála seinasta vikuskiftið, og hevur tískil leikbann hetta vikuskiftið. Tað hevur Bobo eisini, eftir at hann fekk enn eitt gult kort inn á kontna seinast. Hartil dragast bæði Pred- rag Zivkovic og Robert Cieslewicz við skaðar og verða neyvan tøkir til dyst- in, og endaliga er Gisli Sveinbjørnsson burtur- staddur, eftir at hann annars tykist vera komin fyri seg eftir skaðan, sum hann fekk í dystinum ímóti júst HB í fyrru hálvu. Tað ger, at vágbingar mugu leita sær niður á næstbesta liðið eftir avloys- arum, men heldur ikki har er ov nógv at geva av, nú liðið er um at sleppa úr niðurflytingarvandanum. Vágbingar hava annars góð hagtøl at vísa á, tá spælt hevur verið í Gunda- dali móti HB, men sum støðan er í løtuni, so er einki at siga til, um vág- bingar eru fegnir, bara teir sleppa so nøkunlunda snikkaleysir úr Havnini. Hvørki av árstalsfeløgunum hava ráð at missa nakað fet, nú endaspurturin í landskappingini veruliga fer í gongd EB/Streymur-KÍ: Úr Budapest og á Mølina Tað verður nakað øðrvísi hjá Klaksvíkingum, nú teir skulu skifta summarið í Budapest út við heystarveðrið á Mølini á Eiði HB-VB: Tunnir vágbingar til Havnar Hóast teir mangan hava fingið góð úrslit í Havn, so man tað vera so sum so við vónunum hjá vágbingum, nú teir mansskerdir fara til Havnar sunnudagin 27 Nr. 166 • leygardagur • 31. august 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Hjalgrím Elttør iðrar seg um, at stútarin hjá honum í síðstu løtu endaði á stólpa- num og ikki í máli- num, sum klaksvík- ingar síðstu løtuna høvdu orku at leggja trýst á EUROPA CUP Jóannes Hansen Á middegi í gjár lendi stóra ferðalagið úr Klaksvík aftur í Vágum. Einki var at siga til, at tey umleið hálvt hundrað ferðafólkini og tey 27 í KÍ manningini vóru í góðum hýri. Tá tey fóru niður til Budapest týsdagin lúrdi vandin fyri, at teir bláu og hvítu rættuliga skuldu bráðna í nógva hita- num suðuri og eysturi í Eu- ropa, har KÍ á fyrstu vitjan- ini fyri fimm árum síðani legði rygg til 6–0 tap. Men klaksvíkingar komu aftur úr Bukarest við røtt- um ryggi. Úrslitið var 1–0 til Újpesti. Heimaliðið fekk einasta málið í 37. minutti. Eftir gott uppspæl í vinstru og innlegg stóðst eitt sindur av misskiljing í KÍ verjuni, og so varð bólturin beindur í málið við handara stólpan. – Tá tú ert venjari, so eig- ur tú ongantíð at vera nøgd- ur við at tapa. Og eg haldi, at vit við góðum rætti kunnu iðra okkum um, at tað ikki eydnaðist okkum at javna til 1–1. Uppleggið hjá okkum hevði við sær, at teir høvdu bóltin væl meiri enn vit. Men hugsa vit um býtið av uppløgdum málmøgu- leikum, so vóru vit nærri at fáa mál, enn teir vóru. At okkara síðsta korterið megnaðu at leggja trýst á mótstøðumálið, tá hitin var so nógvur, sum hann var, sigur mær, at KÍ spælarar- nir eru heilt væl fyri. Hetta sigur Kurt Mørk- øre, KÍ venjarin, sum helt seg á beinkinum allar 90 minuttirnar og staðiliga undirstrikar, at góða avrikið fyrst og fremst var eitt lið- avrik, har allir stríddust fyri allar. Tá KÍ venjarin tosar um KÍ møguleikarnar, sipar hann eitt nú til tað, sum gekk fyri seg í brotsteigi- num há Újpesti síðstu fimm minuttirnar. Hjalgrím Elttør, sum hesa ferð var einsamallur í fremstu KÍ ketuni, greiðir soleiðis frá: – Eftir hornaspark stútaði eg fyrst í stólpan. Ove Ny- sted var fyrstur á returbólti- num, men tíverri megnaðu teir akkurát at bjarga á strikuni. Tá vóru bara einir fýra minuttir eftir. Kontraspæl KÍ var í 4–5–1 uppstilling. Hjalgrím Elttør var einsa- mallur á toppinum, og í borðunum vóru Allan Mørkøre og Heðin á Lakj- uni. – Hinir royndu at senda rennibóltar til mín og so Heðin á Lakjuni. Onkra ferðina var um reppið, at vit komu leysir, men tað eydn- aðist ikki at fáa mál. Í 1. hálvleiki, tá støðan fram- vegis var 0–0, var um repp- ið, at eg fekk mál. Símun Joensen stútaði frísparks- innlegg upp á tvørs til mín, men eg var akkurát ov stutt- ur, og so fór bólturin út til málspark, greiðir Hjalgrím Elttør frá. Fyrsta hálva tíman var trýstið stórt á KÍ málið, og fyrstu løtuna eftir steðgin sást tað væl, at teir á heima- liðnum høvdu fingið ein orduligan vals í steðginum. Tá løgdu teir aftur trýst á. Meinhardt Joensen var ein brandur í málinum. Tríggjar ferðir bjargaði hann sera væl, og hann var góður úti í brotsteiginum. Tá trýstið linkaði, komu klaksvíkingar, sum alla tíð- ina vóru væl skipaðir í verjupartinum, væl við í spælið. – Í 1. hálvleiki royndu vit at spæla skjótt fram til Hjalgrím og Heðin. Tá sendingarnar eru so langar, so er ikki so lætt at fáa tær nóg neyvar. Tí mistu vit ofta bóltin skjótt í 1. hálv- leiki. Eftir steðgin royndu vit at varðveita bóltin, og miðvallararnir og miðverj- ararnir megnaðu heilt væl at koma burtur úr trongum og at spæla út í borðini. Hetta hevði við sær, at tað ikki var so orkukrevjandi, sum tað hevði verið í 1. hálvleiki. Ferðin var ongan- tíð lág, men ordrarnir til okkara vóru, at tá tað bar til, so skuldu teir liggja og harvið vóru umstøðurnar góðar at drekka vatnið, sum tað er so neyðugt at gera undir sovornum umstøðum, sigur Kurt Mørkøre. Fagnaðu KÍ Heimaáskoðararnir høvdu roknað við øðrum enn spenningi um úrslitið. Tað var kanska ikki so undar- ligt, tá havt verður í huga, at Újpesti í 1997 vann 6–0 á heimavølli ímóti KÍ. Tá dysturin var liðugur skundaðu heimamenninir sær undir tak. Tað varð bríkslað eftir teimum. KÍ spælararnir fóru yvir ímóti mælsku føroysku áskoðar- unum at takka fyri stuðulin. Tá teir runnu av vøllinum, vórðu teir fagnaðir av heimaáskoðarunum. Á tíðindafundinum eftir dystin ásannaði Kurt Mørk- øre, at umstøðurnar hjá honum og hansara monn- um, sum komu úr plássi við færri enn fimm túsund íbúgvum, ikki kundu sam- metast við tær í ungverska høvuðsstaðnum. Venjarin hjá ungverska liðnum fekk nógvar næskar spurningar, og tað var heilt sjónskt, at miðlarnir hildu ikki, at av- rikið hevði verið nóg gott, sjálvt um Újpesti við neyð og deyð megnaði at halda fram í kappingini. KÍ liðið sá soleiðis út: Meinhardt Joensen – Atli Danielsen, Ove Nysted, Aleksander Djordjevic, Rúni Elttør – Allan Mørk- øre (Harley Bertholdsen, 70.), Jan Andreasen, Jan Joensen, Símun Joensen (Bjarte Vettelstad, 72.), Heðin á Lakjuni (Erling Fles, 73.) – Hjalgrím Elttør Gult kort fingu Alek- sander Djordjevic, Jan Andreasen og Hjalgrím Elt- tør. Ujpest-KÍ 1-0 (1-0): KÍ úr Budapest við røttum ryggi – Eftir hornaspark stútaði eg fyrst í stólpan. Ove Nysted var fyrstur á returbóltinum, men tíverri megnaðu teir akkurát at bjarga á strikuni, segði Hjalgrím Elttør um møguleikan, sum hann hevði til at geva KÍ javnleik C M Y K 26