leygardagur 31. august 2002síða 15
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 166 - 31. august 2002
GÍ-Hajduk Split 0-8 (0-5):
At gloyma sum skjótast
GÍ fekk av at vita, tá
teir hóskvøldið tóku
ímóti Hajduk Split.
Talan gjørdist um
størsta tap, sum før-
oyskt felag hevur lagt
rygg til á heimavølli í
europeiskum høpi, og
hjá leikarunum ræður
bara um at gloyma
kvøldið sum skjótast
UEFA-CUP
Jákup Mørk
Gøtumenn hava í tíggju ára
longu Europa-Cup søguni
hjá føroyskum fótbólti ferð
eftir verið teir, sum hava
fingið bestu úrslitini, men
hóast hetta, so var greitt, at
uppgávan var meira enn
vanliga torfør, tá teir hós-
kvøldið tóku ímóti Hajduk
Split.
Ikki síðani teir fyri nøkr-
um árum síðani hittu Glas-
gow Rangers, mundu gøtu-
menn hava møtt einum so-
mikið sterkum liði .Hetta
varð sjónligt, tá GÍ fekk eitt
– hóast alt heiðurligt – 3-0
tap við sær úr Kroatia fyri
tveimum vikum síðani, og
tað varð so eisini undir-
strikað á Tórsvølli.
Munurin
Gøtumenn høvdu undan
dystinum boðað frá, at teir
ætlaðu at vera við til at
skapa ein góðan dyst, men
tað var skjótt greitt, at hetta
fór ikki at koma upp á tal.
Partvíst tí mótstøðumenn-
inir sýntust at vera alt ov
sterkir, og partvíst tí hetta
als ikki var ein av bestu
døgunum hjá GÍ.
Tað er nevnliga so, at
munurin millum føroyskan
og útlendskan fótbólt í
nógvum førum er stórur,
men tó hevur aloftast eydn-
ast okkara partvíst at út-
javna hendan munin við at
geva seg fult og heilt út,
samstundis sum mótstøðu-
liðini ótilvitað spara seg
nakað, tí tey við sær sjálv-
um vita, at »at eitt føroyskt
lið eiga vit at vinna«.
Av og á kemur tó fyri, at
stóri munurin, sum í veru-
leikanum altíð er har, kem-
ur týðiliga til sjóndar. Tað
fekk HB at sanna í Tromsø,
eins og B36 fekk av at vita
í Gladsaxe, og hesa ferð var
túrurin so komin til GÍ.
Kroatiska liðið spældi
snøgt sagt gøtumenninar av
vøllinum. Við kvikum sam-
anspæli á miðvøllinum og
djúpum sendingum inn um
bakkarnar fingu teir ferð
eftir ferð tagað GÍ liðið
sundur, og neyvan mundi
tað gera støðuna betri hjá
GÍ, at tað eftir stuttari tíð
fór at regna, so tað gjørdist
enn torførari at standa á
beinunum.
Líktist alla tíðina
skrædlið
Tað gekk galið longu eftir
11 minuttum, men hóast
kroatisku leikararnir eftir
hetta skoraðu mest sum eft-
ir vild, so høvdu teir ongan
hug at seta ferðina niður.
Gøtumenn
vóru
sera
sjáldsamir gestir framman
fyri kroatiska málið, og tað
sigur eisini nakað, at
skuldu ganga 42 minuttir,
áðrenn teir fingu fyrsta
hornasparkið - sum eisini
var hitt einasta hjá teimum.
Hetta gjørdist samstundis
eisini upphavið til bestu
GÍ-royndina í dystinum, tá
Bartal nýtti flogbóltsavsett-
ið hjá sær og sendi ein
knallharðan stútari á tvør-
træið. Spell hjá Bartali, og
mundi ikki bøta um, at
hann á heimferðini úr
álopinum fekk gult kort, tá
hann steðgaði kvikum kro-
atiskum kontraspælið. Heilt
galið gjørrdist tað, tá sami
Bartal bert tveir minuttir
seinni nýtti hondina at
beina hornaspark burtur
við, soleiðis at gøtumenn
máttu spæla við tíggju
monnum í seinna hálvleiki.
Her sá tað eisini heilt
svart út, tá Split eftir bert
einum minutti økti til 6-0,
men so slakaðu teir tíbetur
eitt sindur. Teir hildu fram-
vegis bóltin koyrandi kring
GÍ-brotsteigin, men allar
helst var nú farið at bila við
nærlagninum, og í øllum
førum er greitt, at var
effektiviteturin bara 25%,
tá talan var um góðar mál-
møguleikar, so varð tapið
hjá GÍ nógv størri enn tey
átta málini.
Í gloymibókina
Saman um tikið, so man tað
vera sera ilt at finna nakrar
glottar í avrikinum hjá GÍ
hetta hóskvøldið. Hvørki
úrslit ella spæl líktist nøkr-
um, sum føroyskur fótbólt-
ur kann vera errin av, men
tað skal tó liggja langt ífrá
hugaheiminum hjá gøtu-
monnum at fara niður við
nakkanum av teirri orsøk.
Nú ræður bert um hjá teim-
um at leggja hendan dystin
langt aftur um bak, stríðast
fyri at vinna rætt til europe-
iska luttøku komandi ár, og
so sýna øllum, at hetta var
ein veruligur off-day.
Gloymið hóskvøldi GÍ,
og komið sterkt aftur næstu
ferð!
Málini
0-1: Tomislav Ercel, 11
Ante Mise ger sær dælt av leiklutinum sum fríur mað-
ur í verjuni, tá hann rekur alla GÍ hálvuna. Eitt sindur
heppið fær hann bandað seg inn um GÍ verjuna, áðr-
enn hann leggur tvørtur um um Ercel, sum ikki hevur
stórvegis trupulleikar við at skora.
0-2: Tomislav Ercel, 14
Hallur Hansen heilkiksar, tá bólturin skal sparkast út.
Heldur enn at fara niðan á vøllin, fer bólturin til
Zvowimir Deranja, og tá Hallur kemur ímóti, verður
rullað tvørtur um til Ergec, sum hevur alt málið fyri
sær.
0-3: Srdan Andric, 24
Ivica Piric dregur ígjøgnum í vinstra borðið. Í fyrstu
atløgu fáa gøtumenn hálva vegna beint innleggið burt-
ur, men tá bólturin dettur niður, heilfluktar Andric í
kassan av brotsteigarmarkinum.
0-4: Srdan Andric, 33
Hajduk Split sendir hornaspark innfyri. Hallur megnar
ikki at halda bóltinum, og so er Andric skjótur at koma
ímillum og beina bóltin inn.
0-5: Stipe Pletikosa (br.), 45
Bartal Eliasen ger óneyðugt brotsspark – og fær reytt
kort – tá hann nýtir hendurnar í hornasparksstøðu.
Málverjin hjá Hajduk Split kemur upp at taka, og uttan
nakað sum helst roks smekkar hann bóltin upp undir
nettakið.
0-6: Mario Carevic, 46
Fyrsta álop í seinna hálvleiki endar við, at júst inn-
skifti Carevic fær bóltin uttan fyri brotstegin. Úr 20
metrum smekkar hann til, og bólturin smoyggir sær
inn um stólparótina.
0-7: Tomislav Ercel, 80
Gøtumenn fáa í fyrstu atløgu beint hornaspark út
brotsteiginum. Har fangar Gudel bóltin, og tá gøtu-
menn eru ov seinir at trekkja út, kann Ercel úr heilt
stuttari fjarstøðu stýra innlegginum frá Gudel í kassan.
0-8: Mario Carevic, 88
Aftur er talan um hornaspark, sum gøtumenn í fyrstu
atløgu fáa beint útfrá. Hesa ferð fellur bólturin til
Carevic, sum staddur við brotsteigarhornið smekkar til
inn um nærmasta stólpan.
Vandin fyri einum
fullkomnum samanbroti
lúrdi, tá Bartal fekk reyða
kortið beint fyri steðgin, men
tíbetur vóru kroatar ikki eins
nærlagnir eftir steðgin
Mynd: Álvur Haraldsen
Krzystof Popczynski hevði
leiklutin sum einsamallur
álopsmaður, men tað var av-
markað, hvat hann hevði at
arbeiða við, tó at hann ta
einu ferðina hevði ein gyltan
møguleika at skora – men tá
var støðan longu 0-7...
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
28
Nr. 166 - 31. august 2002
29
Dysturin í tølum
GÍ-Hajduk Split 0-8 (0-5)
Tórsvøllur (200 áskoðarar)
0-1: Tomislav Ercel, 11
0-2: Tomislav Ercel, 14
0-3: Srdan Andric, 24
0-4: Srdan Andric, 33
0-5: Stipe Pletikosa (br.), 45
0-6: Mario Carevic, 46
0-7: Tomislav Ercel, 80
0-8: Mario Carevic, 88
GÍ: 1. Hallur Hansen – 2. Bartal Eliasen, 5. Poul Enni-
garð, 4. Leivur Hansen – 14. Hans Pauli Petersen, 7.
Magni Jarnskor (13. Jónred Dalheim, 89), 10. Sámal
Joensen (liðf), 9. Zdzislaw Janik (6., Bárður á Lakjuni,
46.), 3. Súni Olsen (12. Magnus Skoralíð, 77.) – 8.
Krzystof Popczynski
Gul kort: Poul Ennigarð, 3, Bartal Eliasen, 42, Súni
Olsen, 48
Reytt kort: Bartal Eliasen, 44
Á beinkinum uttan at koma inn: 16. Mortan Joensen,
11. Páll Rói Poulsen, 17. Høgni Madsen, 18. Hanus
Jacobsen
Venjari: Johan Nielsen
Hjálparvenjari: Anton Skoradal
Fysioterapeutur: Álvur Hansen
Hjálparfólk: Jørgen Gudmundsson og Janus Rasmus-
sen
Hajduk Split: 1. Stipe Pletikosa – 4. Ivan Radeljic,
22. Ante Mise (liðf.), 23. Mato Nergtljak (24. Hrvatin
Gudel, 66.) – 15. Dario Brglgs, 14. Srdan Andric (7.
Hrvoje Vejic, 46.), 20. Dean Rachwica, 3. Ivivca Piric
– 11. Zvowimir Deranja, 18. Dario Srna (10. Mario
Carevic, 46.), 9. Tomislav Ercel
Gult kort: Dario Brglgs, 43, Ivan Radeljic, 86
Á beinkinum uttan at koma inn: 19. Hrvoje Sunara, 6.
Vlatko Dolonga, 17. Hrvoje Ukkovic, 21. Dario Kila-
din
Venjari: Zoran Vulic
Hjálparvenjari: Mladen Pralica
Ítróttarstjóri: Iva Surjah
Lækni: Fabian Cuken
Fysioterapeutur: Domenko Sizgored
Dómari úr Ukraina: Yarmenchuk
Hóast stóra styrkis-
munin, sum var
eyðsýndur á Tórs-
vølli hóskvøldið, so
metti landsliðsvenj-
arin seg kortini fáa
okkurt burtur úr at
hyggja
FÓTBÓLTSPRÁT
Jákup Mørk
Ein av áskðarunum á
Tórsvølli hóskvøldið var
landsliðsvenjarin, Henrik
Larsen, og tó at tað helst
mundi vera avmarkað,
hvat hann fekk burtur úr
dystinum, so hevði hann
sína greiðu ætlan við vitj-
anini.
- Tað røður fyrst og
fremst um hjá mær at
síggja, hvussu Súni Olsen
og Sámal Joensen eru
fyri. Tað kann væl vera, at
teir ikki fáa gjørt so nógv
við heildina, tá munurin á
liðunum er somikið stór-
ur, men so fái eg í øllum
førum sæð teir spælt und-
ir stórum trýsti, eins og
eg kann meta, hvussu teir
standa seg í støðum, ein
ímóti einum.
Um sjálvan dystin helt
venjarin annars í hálv-
leikinum, at her var nokk
ikki tað stóra at tosa um.
- Nei. Støðan sigur jú
tað mesta. Har er ein sera
stórur styrkismunur mill-
um liðini, men hóast
hetta, so eru tað slíkir
dystir, sum geva leikar-
unum »hár á bringuna«,
so tað átti kortini at verið
nakað, sum kann verða
partur í teirra menning,
helt Henrik Larsen at
enda.
Fríggjadagin fór Hen-
rik Larsen aftur til Dan-
markar,
og
týsdagin
gongur leiðin so aftur upp
á klettarnar, tá fyrireik-
ingarnar til landsdystin
móti skotum av álvara
fara ígongd.
Ikki tómhentur
Hóast styrkismunin,
hetta, so eru tað slíkir
dystir, sum geva
leikarunum »hár á
bringuna«, helt Henrik
Larsen í hálvleikinum
hóskvøldið
1. deild menn
v
t
d
v - j - t
mál
mál
+/-
stig
1
NSÍ
13
8 - 3 - 2
25
13
12
27
2
HB
13
8 - 2 - 3
37
17
20
26
3
KÍ
13
8 - 2 - 3
30
16
14
26
4
B36
13
7 - 2 - 4
39
20
19
23
5
GÍ
13
7 - 1 - 5
23
22
1
22
6
B68
13
5 - 5 - 3
19
18
1
20
7
VB
13
4 - 4 - 5
10
9
1
16
8
EB/Streymur
13
3 - 2 - 8
16
30
-14
11
9
TB
13
1 - 3 - 9
13
47
-34
6
10 Skála
13
0 - 4 - 9
9
29
-20
4
2. deild menn
v
t
d
v - j - t
mál
mál
+/-
stig
1
FS V
13
9 - 3 - 1
41
9
32
30
2
KÍ
13
5 - 4 - 4
21
18
3
19
3
B36
13
5 - 4 - 4
18
21
-3
19
4
B71
13
5 - 3 - 5
22
14
8
18
5
Sumba
13
5 - 3 - 5
17
25
-8
18
6
ÍF
13
5 - 2 - 6
29
27
2
17
7
NSÍ
13
5 - 1 - 7
13
23
-10
16
8
VB
13
5 - 1 - 7
16
35
-19
16
9
LÍF
13
4 - 3 - 6
21
23
-2
15
10 HB
13
4 - 2 - 7
19
22
-3
14
1. deild kvinnur
v
t
d
v - j - t
mál
mál
+/-
stig
KÍ
5
5 - 0 - 0
31
5
26
18
B36
5
4 - 0 - 1
12
7
5
14
HB
5
2 - 0 - 3
11
9
2
6
GÍ
4
2 - 0 - 2
6
17
-11
6
B68
4
1 - 0 - 3
7
10
-3
4
Skála
5
0 - 0 - 5
6
25
-19
0
Einki er at siga til, um
kroatiski málverjin var
kaldur. At standa
arbeiðsleysur í stuttermaðaru
blusu á Tórsvølli, nú heystið
tykist nærkast, man í øllum
førum ikki vera nøkur
lokkandi tilvera
Mynd: Álvur Haraldsen
29