Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-31, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. august 2002síða 16

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 166 - 31. august 2002 31 Skála-NSÍ: Lokaluppgerð millum topp og botn Runavíkingar skulu vinna, um oddasess- urin skal varðveitast, men tað verður neyv- an lætt í grannaupp- gerðini móti stiga- hungrandi skála- monnunum UPPTAKT Jákup Mørk Tað er einki at ivast í, at fót- bóltsfepurin í Runavíkini fær nøkur stig eyka, fyri hvørt umfar, sum gongur. Síðani summarsteðgin hev- ur liðið riggað sum ein væl- smurd maskina, og fyribils er oddasessurin eitt úrslit av hesum. Runavíkingar eru tó greiðir um, at skal odda- sessurin varðveitast, so verður helst neyðugt við einum sigri sunnudagin, og so er av álvara klárt til oddabrakið, tá HB kemur á vitjan í 15. leikumfarinum. Hungra Á Skála er støðan ein heilt onnur. Liðið hevur nú 13 dystir í bestu deildini á baki, men enn vantar teim- um fyrsta sigurin, og einki er at ivast í, at teir leggja nógv fyri, nú grannaupp- gerðin stendur á skránni. Sum uppflytari er lagnan ofta tung, og hjá Skála hev- ur hon neyvan verið lættari av skaðunum, sum hava rakt liðið. Nú røkist tó fyri, at flestu av skaddu monn- unum verða tøkir aftur, og á Skála rokna tey við, at Dán- jal Hansen verður tøkur, eftir at hann annars hevur drigist við drúgvan skaða í fótliðinum. Hartil eru Kári Nielsen og Gheorghe Callo tøkir aftur eftir leikbann, so hópurin er á leið so sterkur, sum tað á nakran hátt er gjørligt. Og tað verður helst eisini neyðugt móti »vespunum« hinumegin fjørðin. Runa- víkingar tykjast ikki hava nakrar ætlanir um at steðga á, og líkt er eisini til, at hópurin nú er styrktur í mun til seinasta vikuskiftið. Tað ferðina vóru hvørki Pól Thorsteinsson ella Helgi L. Petersen við vegna skaða, men ætlandi eru teir báðir við sunnudagin. So verður spurningurin, hvussu hjálp- arvenjarin á landsliðnum finnur pláss til tveir lands- liðsleikarar, men tað má so av sonnum sigast at vera ein luksus-trupulleiki av teimum heilt stóru. Gøtumenn saknað í øllum førum tveir týðandi leikarar, tá teir á Sevmýru skulu vaska eyðmýkingina á Tórsvølli av sær UPPTAKT Jákup Mørk Tað er einki at ivast í, at Gøtumenn eru særdir, tá teir sunnudagin fara til Tvøroyri. Stórtapið fyri Hajduk Split er hitt størsta hjá føroyskum felagi á heimavølli, og fyri æru- kæru GÍ-leikararnar er einki at ivast í, at hetta vilja teir ikki hava sitandi á sær. Tí er einki at ivast í, at tvørámenn møta einum væl tendraðum GÍ liði, men tað kunnu teir sum so ikki taka atlit til. TB hevur nevnliga sítt egna stríð, har tað ræður um at halda skálamenn aft- an fyri seg, og uttan iva vilja teir fegnir fáa munin millum liðini at verða størri, enn tey bæði stigini, sum hann er í dag. Tvey leikbann Og sum skilst á lagnum, so eru vónirnar hjá heimalið- num heldur ikki ongar, nú GÍ kemur á vitjan. Eftir at tað eitt skifti sá heilt svart út hjá TB, hevur liðið spakuliga ment seg seinnu umførini, og tó at talan ikki er vorðin um meira enn tann eina sigurin, sum liðið vann í fyrsta umfarinum, so hevur tað í fleiri førum ver- ið heilt nær við. Einki leikbann ger seg galdandi hjá TB, har einasta ivamálið hóskvøldið var Bárður Dimon, sum hevur verið smáskaddur, men roknað verður tó við, at hann fær spælt. Hjá GÍ er í øllum førum greitt, at hvørki Bartal Elia- sen ella Magni Jarnskor verða á vøllinum sunnu- dagin. Teir fingu báðir sítt fimta gula kort í ár móti HB, og eru tískil leikbann- aðir. Hartil er eisini ivasamt, um Súni Fríði Johannesen verður á vøllinum. Hann hevur ligið sjúkur hesa vik- una, og hóskvøldið var hann so framvegis ikki komin fyri seg. Og boðini úr GÍ leguni eru greið. Dysturin hós- kvøldið skal gloymast alt fyri eitt, soleiðis at leikarar- nir kunnu leggja fulla orku í landskappingardystin, har tað ikki eru ráð til fleiri mistøk, um GÍ skal halda vøkru hagtølini við europe- iskari luttøku á hvørjum ári, við líka. Landsliðsleikarin, Helgi L. Petersen, hevur drigist við skaða seinastu tíðina, men nú er líkt til, at hann aftur er førur fyri at spæla TB-GÍ: Eyðmýkingin skal gloymast Gøtumenn mugu í øllum førum vera tveir týðandi leikarar fyriuttan, nú teir skulu royna at reisa seg eftir stórtapið í UEFA-Cup kappingini Tølini tala Tó at VB ofta hevur havt hug at arga HB í Gunda- dali, so hevur HB vunnið seks av teimum níggju seinastu uppgerðunum millum liðini. Á Toftum hevur B36 funnið fimm ferðir á rað, eftir at teir annars ongan tíð høvdu vunnið á Svangaskarði fyrr enn í ’97. Gøtumenn hava ofta havt tað sera trupult í Vági, og Klaks- víkingar hava enn fyrsta sigurin á Mølini til góðar. Tað er so í øllum førum nakni sannleikin, sum hagtølini hava at bera um hetta umfarið í fyrstu deild. Veruleikin kann tó gerast ein heilt annar, men talvan niðanfyri sýnir so, hvussu tað hevur gingist, tá mótstøðuliðini sunnu- dagin havt hitst í tilsvar- andi dystunum tíggju tey seinastu kappingarárini. 31 30 Nr. 166 - 31. august 2002 Todi framvegis í bíðirøðini Í Georgia slapp før- oyski álopsmaðurin upp í part síðsta korterið, tá hann staðfesti sigurin, sum ger, at FCK framvegis er við í europeisku kappingini EUROPA CUP Jóannes Hansen Í morgin verður stóri dyst- urin í superliguni, tá FCK fer at spæla í Aalborg. Sjálvandi verður Todi Jóns- son við í FCK ferðalag- num, men tað er langt frá víst, at hann verður ímillum teir fyrstu ellivu. Tað er meiri sannlíkt, at hann verður á beinkinum. Hóskvøldið var FCK í Georgia, har teir við 4–1 sigri staðfestu samlaðan 7–2 sigur á Lokomotiva Tiblisi í UEFA kappingini. Í vikuni hava vit fleiri ferðir nevnt, at tað var rættuliga sannlíkt, at Todi Jónsson fór at fáa møgu- leikan frá fyrsta bríksli í Georgia. Men soleiðis var tað ikki. Hóast Todi Jóns- son skoraði tvey av teimum trimum málunum í dysti- num í Keypmannahavn, so var avgerðin hjá venjara- num, at Zuma og Peter Møller skuldu vera í álopi- num frá fyrsta bríksli. Tá annar hálvleikur var eitt korter gamal, varð Jörgen Petterson skiftur inn fyri Peter Møller, og tá eitt lítið korter var eftir, kom Todi Jónsson á vøllin fyri Zuma. Harvið kundi enn eina ferð staðfestast, at Todi Jónsson varð roknaður sum fjórði maðurin til tey bæði álops- plássini hjá FCK. – Eg dugdi einki at meta um møguleikarnar, hvør fór at vera í álopinum. Tað var ikki fyrrenn í Georgia, at venjarin segði okkum liðið. Á hesum støðinum nyttar einki at vera vónbrotin. Tað ræður um at vera klárur og at gera sítt besta, tá tú fært møguleikan og so at vóna, at tað er nóg mikið at sann- føra venjaran um, at tú eig- ur fyrsta rætt, heldur Todi Jónsson. Hóskvøldið varð Todi settur á vøllin fyri Zuma, tá eitt lítið korter var eftir. Tá var støðan 3–1 til FCK, og Todi gjørdi tað, sum ein álopsspælari skal gera. Hann skoraði til 4–1, tá níggju minuttir vóru eftir. – Eg elti eina langa send- ing. Málverjin og aftasti verjumaðurin misskiltu hvønn annan. Bólturin fór framvið málverjanum. Eg var fyrri á honum enn verjuspælarin, og hóast vinkulin var ógvuliga spískur, so eydnaðist tað at fáa bóltin í málið, sigur Todi Jónsson. Jörgen Petterson kom á vøllin fyri Peter Möller, tá ein tími var farin. Tá var støðan 1–1. Tað var skjótt, at svenski álopsmaðurin hevði skorað tvey mál – hann brúkti sjey minuttir til tað – og harvið styrkti hann um sína støðu undan dysti- num í Aalborg. Bæði mál- ini hjá Jörgen Petterson komu eftir smáspæl í brots- teiginum hjá mótstøðulið- num. FCK menninir gjørdust annars ikki so lítið skakkir, tá heimaliðið longu eftir níggju minuttir legði seg á odda 1–0. Harvið var saml- aða støðan 3–2 til FCK, men heimaliðið hevði skor- að eina ferð á útivølli, og harvið skuldu teir bara skora eina ferð afturat, so vóru tað teir, ið fóru at halda fram í kappingini. So var tað, at Zuma í 24. minutti javnaði til 1–1 og harvið hvarv spenningurin. Eftir gott uppspæl kom Zuma einsamallur ímóti málverjanum, og tá er hann sera tryggur. Í 2. hálvleiki nýtti FCK venjarin møguleikan at seta tveir hvíldar og góðar álopsspælarar á vøllin, og teir avgjørdu. At Jörgen Petterson skoraði tvey mál ber ivaleyst í sær, at hann er favorittur til annað plássið í FCK álopinum í Aalborg í morgin. Zuma er sjálv- skrivaður til hitt álopspláss- ið. Spurningurin er so, um tað verður Todi Jónsson ella Peter Møller, sum fer at fáa møguleikan sum fyrsti skiftisspælari. Hóast hann fleiri staðni kann lesa, at hann átti at talst millum teir fyrstu ellivu hjá FCK, so má Todi í løtuni lata sær lynda leiklutin sum skiftisleikari Dystir um vikuskiftið 1. deild menn 01.09 TB–GÍ Birgir Sondum 01.09 B68-B36 Jens Petur Brattalíð 01.09 HB-VB Niklas á Líðarenda 01.09 Skála-NSÍ Páll Augustinussen 02.09 EB/S-KÍ Petur Skarðenni 2. deild menn 31.08 B71-ÍF Petur Skarðenni 31.08 B36-VB Eiler Rasmussen 31.08 Sumba-KÍ Regin Egholm 31.08 LÍF-HB Jón Kári Frederiksen 31.08 NSÍ-FSV Tummas Pauli Olsen 3. deild menn 01.09 AB-B71 Ransin N. Djurhuus 01.09 TB-GÍ Eyðun Kjærbo 01.09 B68-B36 Edvard Højgaard 01.09 HB-ÍF Kristoffur Vidtfeldt 01.09 Royn-FSV Marlon Kjærbo 1. deild kvinnur 01.09 B36-KÍ Kristoffur Vidtfeldt 01.09 Skála-B68 Dan Højgaard 01.09 GÍ-HB Jan Gardar C M Y K 30