Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-08-21, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. august 1982síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

STRA tíðindablaðið Utgevari: p/f sosialurin psialurik Postsmoga 76, 3800 Argir, telefon 11820 Fyritaksstjóri og blaðstjóri: Tórfinn Smith (ábyrgd) Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Miiller Lysingar: Årni Joensen Uppseting : p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981 Suggan hjå Jåkupi Mortensen "7 oddagrein = Í TAÐ LANDSSKULARÅD, sum skuldi verið hægsti fólkavaldi myndugleiki í skúlaspurningum er við sínum borgarliga meiriluta undir leiðslu Jákup Mortensens vorðið ein sugga av borgarligum intrigum — ein leikpallur fyri rossahandlar og privat áhugamál og flokkspolitisk hevndartiltøk. Alt hetta ódámliga myrkaspælid, ið ta fyrstu tíðina lutvíst fór fram í loyndum, gongur nú fyri seg fyri opnum leiktjaldi! FYRST INNSTILLAR borgarligi meirilutin ein umsøkjara til gølu starvið i Eysturoy, sum bert við størstu vælvild kann kallast kvali fiseraður í mun til fleiri aðrar um søkjarar. Hansara høvudskvali- fikatión er henda: hann er góður fólkaflokksmaður, men ta mest týðandi kvalifikatiónina — at hava undirvíst á studentaskúla manglar hann totalt. Henda inn- stilling luktar langt burtur av rossahandli og hevndarhuga. Henda innstilling fér fram uttan nakað slag av málsviðgerð, bert við atkvødugreidslu! SÍÐAN SKÚGVAR sami borgarligi meiriluti eina lógliga og demokra- tiska avgerð hjá Tvøroyrar skúla- ráð til viks og setir nr. trý í deildar- stjórastarv í Trongisvági. Eisini henda setan fór fram uttan nakra málsviðgerð. Hvørjum hon luktar av, troysta vit okkum íkki at nevna. Tó skal verða peikað á, at tann setti umsøkjarin er fyrrver- andi næstformaður í Sambands- flokkinum og kendur sum ein av fremstu og mest hatafullu mót- stødumonnum Javnadarflokksins å Tvøroyri! So vit fara als ikki at úttala okkum um hansara kvali- fikatiónir — tað er ikki neyðugt, alt er upplagt! HVAT IÐ HEILT konkret er farið fram í ráðnum, fara vit at lata liggja her — tað verður høvi til at venda aftur til hetta málið seinni. Tó eigur longu nú at verða peikað á, at tann meiriluti, sum rátt hevur skúgvað tað kommunala sjálv- stýrið til viks í hesum máli, skyldar almenninginum at grundgeva sína starvsetan. Ábyrgdin fyri hesum hvílir fyrst og fremst á formann- inum Jákup Mortensen, skúlalær- ara á Tvøroyri. Fær tað lokala skúlaráðið ikki eina grundgeving, vil illgrunin um valdsmisnýtslu hanga tjúkkur eftir í luftini í mong ár fram eftir og hann fer at for- pesta viðurskiftini millum tann ný setta skúlastjóran, foreldrini og kommunalu myndugleikarnar á staðnum. ATBURÐURIN hjá meirilutanum í landsskúlaráðnum man vera grov- asta dømi um vina- og kenninga- politikk, rossahandlar og ósaklig- heit, sum okkara ættarlið hevur upplivað. Hesin atburður fer íkki at økja um virðingina millum manna fyri skúlamyndugleik- unum. Hesin atburður merkir eisini, at eingin í framtíðini fer at taka avgerðir landsskúlaráðsins í álvara. Hetta ráð, sum kundi havt so stóran týdning fyri okkara skúlaskap er vorðið til fótatraðk hjá tveimum samvitskuleysum karrierumakarum og einum útspe- kuleraðum tvískinningi í Fólka- flokkinum! EISINI KANN vísast á, at avgerðin um at seta fyrrverandi næstfor- mann Sambandsflokksins og nú- verandi formann Tvøroyrar Klubba i stjórastarv fram um ein royndan og høgt virdan skúla- mann, er eitt rátt og brutalt spark til tað kommunala skúlademokra- tiið frá hægsta sentrala skúla- myndugleika. BURTUR ÚR hesari borgarligu suggu Jákup Mortensens av rossahandlum, vina- og kenninga- politikki, hevndaratgerðum og ósakligheit er bert eitt gott komið, og tað er, at teir alternativu nú hava kastað gekkaskortarnar, og vit síggja, at teir allir eru líka. Tað finnast eftir hetta ikki penir borg- arligir = miðalhampamenn gðru megin og Breckmann hinu megin í borgarligu fylkingini. GEKKASKORTARNIR eru fallnir og aftan fyri teir sæst eitt politiskt andlit so ljótt at vit ikki hava loyvi at nevna tað við navni! Løggan „in action« vera triggir bilar eftirlyst ir. M.a. ein blåur Mazda nummar eitt ella annad. Tað var ein beistagerð at stjala sparikistilin hjá Sclerosufelagnum uppi í SMS. Ongin ivi um tað. Vónandi verða tjóvarnir tiknir og fáa uppiborna revsing. Sambært bleð og út- varpi meta menn, at tað vóru millum 30—40.000 krónur í kistlinum og er hetta ikki so heilt lítið. Ein tílík beistagerð eigur ikki at forsvarast á nakran hátt. Men tá man so hugsar um tað miklu umtalu av hesum máli, gevur tað orsek til undran hóast alt. Fyrst blødini vid rúgvusmiklari umtalu og myndum og síðani út- varpið bæði í tíðindum og aktuellum. Politiið hevur sett tríggjar kriminalpoli- tistar á uppgávuna. Í dramatiskum vendingum Bert 11 av hesum slag seldir í Føroyum. Sæddur við SMS um ta tíðina kistilin varð stolin. Koyrdi fimm ferðir við fullari ferð til SMS inngongdina (við hvínandi dekkum)??? Hinir báðir bilarnir hava eisini helst sæð ógvuliga misteinkiligir út. Fyri at gera tað heila enn meira spennandi er vaktarmaðurin eisini tikin inn í myndina. Hann var staddur heilt í hinum end- anum av SMS um sama mundi, grulvandi undir einari hurð eftir einum lykli, sum trý fólk í »spølni« høvdu mist. Løg- reglan uggar okkum tó við, at hesi fólk hava verið til forhoyr og einki bendir ENN á at hesi trý lykla- 4 non 4 august 1982 AT leysu fólkini høvdu nakað við stuldurin at gera Men álíkavæi. Hetta kundi vera ein »avleidings- manøvra«??? Og nú sita fólk i anda- leysum spenningi og snara frá hverji tíðindasending fyri at fáa at vita hverji spor politiid nú hevur funnið. Fantastiska spennandi. Og so nátúr- ligt. Hetta er sum at vera sjálvur við í einum krimi- nalfilmi. Sum sagt vóni eg at tit finna tjóvarnar, — men ikki fyrr enn um nakrar dagar. Hendan segan er alt ov spennandi til longu nú at fáa ein enda. PS. Góð ráð til tey sum hava í hyggju at seta fram pengar til alment besku- ilsi. Tjórið teir eitt sindur frægari. Spentur krimi-lurtari Aftursvar. Ikki Brá(ð) neyðugt Fyri nekrum árum síðani fekst ein rithevundur við at ummæla ummæli. Var misnøgdur, ti fólk ikki hildu tað sama um bekur hansara sum hann sjálvur Nú er hann farin. Men ummæli av ummæli er ikki farið. Rógvi Thomsen sindur (i Sosialinum nr. 72 — 31. juli). Um tað, eg skrivaði um Brá, er eitt ummæli. Ein journalistisk frágreiðing. Ella eitt les- arabræv. Skal eg sjálvur geva tí oyramark, so verður tað nakað sum ein stutt, kritisk frágreiðing um eina nýggja tíðarrita- utgavu. Eg gjørdi hana stutta, so eisini tey, sum ikki sita við einari bók allan dagin. hættaðu sær undir hana. Hetta avmarkaði sjálv- andi. ivast eitt Rós Hví eg haldi, Jógvan Isak- sen rósar Karsteni Hoydal? At rósa einum er at siga, at tað er nakað gott, viðkomandi hevur sagt ella gjort. Og tað er júst tað Jógvan ger í fød- ingardagsheilsanini til Karsten Hví eg ikki Sig um greinarnar hjá Hanusi Andreassen, Eyðuni And- John Gustav- reassen og sen? Ti eg haldi, tær hvørki eru einastandandi góðar istandandi ringar Men eg haldi. tað er einastandandi vánaligt í einum tíðarriti, sum hevur verið so leingi í gerð, at siga, at »mangt hevði verið annarleiðis, um hetta upprunaliga var skrivað sum bladgrein« Ein traditionell, keðilig uppseting er m.a. tann, sum er í Brá. Ein gjegn- umførdur uppsetingarstil- ur, har tann handskrivadi teksturin er stilbrot. Ein g6d, spennandi og liðilig uppseting? Eg kann nevna danska eitid Side- gaden. Og á tíðarritahill- unum á Býarbókasavn- inum eru eisini nekur dømi. Nutidin Orsaka. Men eg skilji framvegis ikki, hvussi út- sjóndin og formurin á Brá er ein karmur, sum betur hóskar nútíðini. Ja, nútíðin og fortíðin. Tann, sum hevur valdið yvir søguni, hevur eisini valdið yvir samfelagnum. Hetta er ikki nakað nýtt. Í Føroyum eru tað altso pengamenninir, sum hava valdið yvir seguni. Reið- arar og baptistar. togvi sigur, at tað átti at borið til at savna saman eitt lid av fólki, sum kundu bygt upp eina traditión fyri ummælum. Gamaní. Tað átti at borið til. Men tað ber illa til. Tí sjålvt »kvalifiserad« ummæli eru viðhvert illa dámd. Rógvi átti at vita, at tað er ikki so at siga sína meining, eg endur- taki, sína meining alment her i Føroyum. Tvey lesarabrøv hava eisini verið um tað, eg skrivaði um Brá. Men har var dulnevni undir. So teimum tími eg ikki at svara. Hegni Djurhuus sosialurin heldur: Hevur Fólkaflokk- urin fingið alsk til fakfeløg? »— Tá Pauli Ellefsen heitir å meg um at goyma henda spurning- in burtur, kann eg bert upplysa, at tå eitt fakfel- ag biður landsstýrið um at yvirtaka tað, so er tað skylda at leggja málið fyri landsstýrið. Og tað verður eisini gjørt, sigur Páll Vang at (Samreða við styrismannin i blaðnum 18.8.82.) enda. lands- Dag- Samgonguflokkarnir Sam- bandsflokkurin og Fólka- flokkurin hava nú aftur funnið sær nýtt klandurs- mål. Tað er, um løgreglan skal yvirtakast ella ikki. Í Dimmalætting heitir Pauli Ellefsen á Páll Vang um at goyma henda spurn- ing til næstu ferð, Fólka- flokkurin fer til samgongu- samráðingar. Hesum er fólkafloks-- landsstýrismaðurin Páll VAng ikki samdur við løg- manni í. Íkki skulu vit í hesum umfari leggja okkum út í nakað tjak, um tað er beint ella skeivt at yvirtaka hetta mál, men bert undrast á, hvenn ómetaligan alsk Fólkaflokkurin knappliga hevur fingið til fakfeløg. Tað er ikki honum líkt, men kann nú brúkast sum veitt kiandur« afturat í ti frammanundan klandurs- sama landsstýri, sum hesir báðir flokkar eru limir av.