Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-08-21, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. august 1982síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tað er tungt. Men fleiri slíta eftir Hegna Djurhuus Í 1981 vóru 22 hjúnaskiln- aðir í Feroyum. Hjúna- bondini millum 44 fólk vóru so illa farin, at tey slitnaðu heilt. 44 fólk valdu heldur eina ótrygga framtíð við teimum avleið- ingum, eitt tílíkt slit hevur við sær — Ongin sleppur burtur úr einum hjúnaskilnaði uttan sár. Hverki maður, kona ella bern. Sigur Marjun Sigurðs- dóttir. Hon hevur arbeitt sum sosialráðgevi í 12 ár. Hjúnabandskreppur, skil- naður og trupulleikarnir aftaná eru fyribrigdi, hon javnan hoyrir um. Nú er 22 kanska ikki nakað stórt tal. Tað var ivaleyst sterri, var tað ikki so torfert at bróta úr einum hjúnabandi. Mar- jun Sigurðsdóttir sigur, at tað er torferari at skiljast í Feroyum enn aðrastaðni. Serliga eru ófaklærdar kvinnur við bernum illa fyri. Tær fáa onki arbeiði, onki at búgva í. Oftast verður endin tann, at tær noyðast at fara av land- inum. — Og tað er ein vánalig loysn, sigur Marjun Sigurðsdóttir. Ikki minst fyri bernini, sum missa sambandið við umhvervið i Føroyum, familjuna, vin- fólkini, skúlan. Tað eru tó ikki bert teir Pappirsleyst = fleiri pappír So legið tað ljóðar, so krevur tað sterri stríð — fleiri pappír — tá fólk, sum hava livað saman »pappirsleyst«, skulu frá hverjum eðrum. Tað vil siga, at tey ikki frá fyrsta degi ansa eftir at hava skjøl uppá, hver eigur hvat. Kvinnan hevur ongan rætt til húsini til demis, standa tey í navninum hjá manninum. Sjálvt um hon hevur goldið kanska helvtina av teimum. Tað kann verða eitt stórt stríð at ávísa hetta. Viðvíkjandi bern- unum er hin vegin ongin ivi, tey fær mamman altíð. Tá fólk hava livað saman »pappirsleyst«, hava tey ikki rætt til uppihaldspening frá hinum. fleiri og tora at hjúnaband Fyrr var hjúnabandið ein »økonomisk kontrakt«. Nú er tað ein >romantisk kontrakt« vánaligu arbeiðs- og bú- staðarmeguleikarnir, sum fáa serliga kvinnurnar at blíva verandi í einum mis- eydnaðum hjúnabandi Óttin fyri, hvat onnur, eitt nú familjan, fara at siga og halda, telur eisini Ikki nakað nytt Marjun Sigurðsdóttir heldur, at onki hjúnaband er uttan kreppur. Men hetta er ikki nakað nýtt. Tað er burtur við at siga, at hetta er nakað, sum er komið, eftir at kvinnur fóru at arbeiða úti. — Kvinnur hava altíð arbeitt úti, sigur Marjun Sigurðsdóttir. Og hon vísir á, at heldur ikki fyrr vóru hjúnabond tann bera friðsæla. Tað síggja vit m.a. í søgum hjá Heðini Brú og Martini Joensen. Báðir skriva um tvídrátt millum konu og mann. Men tað er nýtt, at fleiri gera álvara burtur úr at slíta hjúnabandið. Hetta siga hagtelini okkum: árini 1961—65 vóru í miðal 7 hjúnaskilnaðir um árið. Næstu fimm árini kom talið upp á 9. Og árini 1971—75 vóru í miðal 18 hjúnaskilnaðir um árið í Feroyum. Men hví endar tað, sum so lukkuliga byrjaði í kirkjuni, prestagarðinum ella fútaskrivstovuni, í ósemju og sliti? Onnur krøv Marjun Sigurðsdóttir: — Seinastu 100 árini eru krevini, vit seta til hjúna bandið, nógv broytt. Fyrr var hjúnabandið ein fram- leiðslueind. Fólk fram- leiddu til sítt egna húsar hald. Nu er hjúnabandið næstan bara eitt stað, har kenslurnar skula trívast. Men eru umsteðurnar til tað, spyr Marjun Sigurðs- dóttir. Og hon svarar sjálv , at tær eru ikki altid so góðar, umsteðurnar hjá kenslulívinum í hjúna- bandinum. Kona og maður liva hver í sínari verð minst átta tímar um dagin. Tey eru fremmand yvir fyri arbeiðinum hver hjá eðrum. Vita lítið og onki um, hvat hin tekst við um dagin. Tey hava bygt og pen- ingaliga trýstið veksur. Lítil tíð og orka eru eftir til kenslurnar. Og so fer so smátt at rilla. Marjun Sigurðsdóttir sigur, at tað tó ikki bara eru tey hjúnabond, har illa gongst at fáa endarnar at rekka saman, sum koma í kreppu. Fólk, sum ikki noyðast at venda hverjari krónu, eru ofta uppi í so nógvum eðrum, felagslívi til dømis, at lítil tíð er eftir til heimalívið. Um hjún hava bern ella ikki, ger ongan mun. Bæði barnleys og tey, sum hava bern, koma í kreppu. Skjót hjálp Kann onki gerast fyri at bjarga einum hjúnabandi, sum er við at fara fyri 440 Tann 31. desember 1981 vóru 44.070 fólk í Feroyum. Stívliga helvtin, ella 53,2“ vóru ógift. 41,2% vóru gift 0,3% sundurlisin, 0,7 skild og einkjur og einkjumenn 1.t ce, voru Tað vil siga. at Feroyum vóru um ársskiftið 440 (ávíka vist 132 og 308) foik sum hava roynt so ringt sleppa sær ur ti attur Ongi tel eru tey, sum ikki tor: 1 ella 1 vilja slíta skeytið? Marjun Sigurðsdóttir Skal eitt hjúnaband bjargast, má nakað gerast beinan vegin, tað fer at rilla. Skjót hjálp er einasta hjálpin. Tað hjálpir nógv at fáa hjúnafelagarnar at tosa saman um trupulleik- arnar. Er tað hin vegin komið so langt, at maðurin bukar konuna og tveitir hana á dyr aðru hverja nátt, er lítið annað at gera enn at hjálpa teimum at sleppa á so menniskjansligan hátt sum. møguligt burtur úr hjúnabandinum. Tað kostar dýrt, bæði kensluliga og sosialt, at slíta eitt hjúnaband Tað hevur Marjun Sigurðsdóttir oftari enn eina ferð verið vitni til í arbeiði sínum. Var tað ikki fyri tagnarskylduna, kundu hon og aðrir sosial- ráðgevar sagt frá nógvum syrgiligum segum úr veru- leikanum her í Feroyum. I hjúnabandinum eru tað oftast kvinnurnar, sum eru við undirlutan. Ikki minst fysiskt. Tær verða bukaðar. Og hetta vindur upp á seg. Marjun Sigurðsdóttir heldur, at ein orsekin er, at feroyingar drekka eðr- vísi nú enn fyrr. Tað er vorðið vanligari, at fólk hava kenning gerandis- dagar. Ein onnur, ikki so lítil, orsek er tann, at menn eru uppaldir til at loysa trupulleikar vid harð- skapi. Við at sláa. Dreingir fáa rós, tá teir vísa, at teir eru sterkir. Eftir skilnaðin eru tað ofta menninir, sum kensluliga koma illa fyri, finna teir sær ikki eina aðra kvinnu nakað skjótt. Teir geva skarvin yvir og fara at drekka. Marjun Sigurðsdóttir sigur, at kreppur eru í ellum hjúnabondum. Er hjúnabandið tá nakað at varðveita? — Ja, so leingi, vit onki betri hava at seta í staðin. Samstundis, sum familjan setur fólk fest, hevur hon eisini positiva funktión. Leygardagur 21. august 1982 Hálvtannað ár at hugsa seg um Bliva maður og kona samd um at slita hjuna- bandið skulu tey sekja Rikisumbodid um at bliva sundurlisin (separerad) I umsóknini skulu tey tilskila, nær tey eru gift, um bern eru í hjúnaband- inum og hverji krøv eru um uppihaldspening til konuna ella (sjáldsamari) mannin. Tey skulu eisini skriva, hver skal hava íbúðina ella húsini. Eru tey longu tá samd um hetta. Tað næsta, sum so hendir, er, at ein fulltrui í Ríkisumboðnum boðar tey á fund. Á hesum fundi roynir fulltrúin fyrst at faa tey at semjast. Hann roynir, um tey ikki hoast alt hava hug at halda fram í hjúnalagnum. Lukkast tað ikki skrivar hann „mægling for- gæves«. Og so verða tey sundurlisin. Tey skula ikki búgva saman, meðan tey eru sundurlisin. Tá hálvtannað ár er farið og tey framvegis eru samd um at fara hver frá eðrum fáa tey loyvi at skiljast. Tey fáa eitt so- kallað loyvisbræv frá Ríkisumboðnum. Men vil annar hjúnafel- agin ikki, at tey skulu skiljast, skal ganga eitt ár. Tá, ella hálvttriðja ár eftir sundurlesingina, verða tey skild, um bert annar krevur tað. Maður og kona hava ikki økonomiskan felagsskap, meðan tey eru sundurlisin I rættin Tad er ti ikki neydugt vid stórvegis hóvastáki, eru hjúnafelagarnir | samdir um bernini, uppihaldspen- ing og búgvið. Tað kostar heldur onki at blíva sund- urlisin og skildur. Men tað er ikki altíð, skilnaður byrjar og endar í sátt og semju. Í versta feri endar hann í rættinum. Og tå fer tað at kosta. Ti tá er radilig- ast hjá báðum pertum at hava sakferara Fólk sum figgjarliga eru illa fyri. kunnu søkja um fria process. sum tað eitur Tað vil siga, at tå rindar statskassin sakføraran og annan sakarmalskostnad fyri tey Men tað ber eisini til at sleppa undun rættinum Ríkisumboðið kann eftir tilmæli frá barnaverndini avgera, hver skal hava bernini. Í Føroyum er tað ovan ligt, at papin fær rættin til smábern. Tað er van- ligari í Danmark Fæst ikki semja um, hvussi bugvid skal byt- ast, kann Ríkisumboðið biðja Skiftirættin byta tað, tað eitt deyðsbúgv. Í 1981 vóru 22 hjúna- skilnaðir í Feroyum, 19 við loyvisbrævi og 3 við dómi sum var Kunnu giftast aftur Fólk hava ikki loyvi at giftast eðrum í tíðini, tey eru sundurlisin. Maður og kona, sum eru sundurlisin, kunnu flyta saman aftur. Ríkisumboðið ikki við fólki, sum er sundurlisið. Vilja fólk skiljast, mugu tey sjálvi gera vart við seg. Frættir Ríkisumboðið ikki aftur, verður tað bara tikið fyri vist, at hjúnafelagarnir eru fluttir saman aftur. Demi eru um fólk, sum hava verið sundurlisin í 20 ár. Tey hava ikki havt samband við Rikisum- boðið síðani tey blivu sundurlisin. Maður og kona, sum eru skild, kunnu giftast hverjum eðrum aftur. fylgir Loven om ægteskabs indgáelse og oplesning frá 1922 og Loven om ægteskabets retsvirkning frá 1925 við seinni, smærri, broytingum eru lógar- grundarlagið. Í Danmark kom ein nýggj lóg um ægteskabs indgáelse og oplesning í 1969. Hon er fyri nógvum árum síðani farin í Landsstýrið til stoðutakan. Um hon skal setast í gildi í Foroyum. Lógin frá 1969 er linari enn tann frá 1922