týsdagur 24. august 1982síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
RO 22
Nr. 82 — 24. august 1982
tíðindablaðið
1000 tons afturat —
og Nordafar ber seg
Stjórin í Nordafar metir, at tað sær nógu ljósari út nú hjá
virkinum í Føroyingahavnini
Um Nordafar fær eini tús-
und tons afturat árliga, so
kann virkið helst bera seg
fíggjarliga, metir stjórin á
Nordafar, Jørmund Våga-
dal. Hann roknar vid, at
virkið fer at taka millum
2000 tons og 2500 í ár, um
tað gongst væl.
Og tað er júst spurning-
in um at økja ráverutil-
gongdina, ymsir hava
arbeitt við í ár. Tann
nýggi stjórin á Nordafar
roknar við, at hesin spur-
ningurin kann loysast, tí
grenlendingar eru blivnir
nógv meira áhugaðir í at
varðveita Nordafar.
Enn er óvist, hvussu
spurningurin um ekta til-
gongd verður loystur. Ar-
beitt verður við fleiri
meguleikum. Kanska
kann tað koma upp á tal at
fáa onkran KGH-trolara
at avreiða, sum roynt
hevur verið fyrr í ár. Men
spurningurin at útvega
ein trolara, sum grenlend-
ingar skulu eiga, men
feroyingar kanska skulu
manna við yvirmonnum,
er eisini umhugsaður.
Men áðrenn ein slíkur
kann útvegast, skal fiski-
loyvi og kvota fáast. Um
hesin spurningurin kann
loysast, so skuldi trolarin
verið á feskfiskaveiðu á
sumri og saltfiskaveiðu á
vetri.
Tað eru serliga yrkis-
feløgini — bæði fiski-
mannafelagið og arbeið-
arafeløgini — sum eru
áhugað at varðveita
Nordafar, tí hetta gevur
arbeiði, og ymiskt bendir
á, at Nordafar er eitt gott
arbeiðspláss.
Jermund Vágadal upp-
lýsir, at væntandi fær
grønlendska landsstýrið
eina almenna áheitan frá
KNAPP — landsfelagið
hjá fiskimonnunum — og
frá fakfelagnum hjá ar-
beiðsfólkinum um at gera
sítt til at varðveita Norda-
far.
Eitt, sum hevur gjert
útróðrarmenninar meira
áhugaðar í Nordafar, er
m.a. tað, at Nordafar í
summar hevur leigað ein
bát at sigla inn í Godt-
håbsfjørdin, sum jú er
ógvuliga langur, eftir
fiski. Soleiðis eru útróðrar-
menninir slopnir undan at
sigla ein langan tein. Nú
kemur kanska upp á tal at
lata skipið fara aðrar
staðir eftir fiski.
Ein annar meguleiki at
fáa meira av fiski er at fáa
fiskin, sum Godthábs
Fiskeindustri ikki klárar
at arbeiða undan.
Jermund Vágadal sigur,
at Nordafar hevur roynt
at fingið eitt samstarv í
lag, men enn liggur einki
itøkiligt á borðinum.
Stjórin í GFI er væl sinn-
aður, men spurningurin
er, hvussu nógv hann
hevur at skula siga í
hesum sambandi.
Sum heild metir Jør-
mund Vágadal, at fram-
tíðin hjá Nordafar er ljós-
ari. Og hesa metingina
grundar hann á
tiva åhugan, grønlend
ingar hava synt virkinum
i summar.
tann posi-
jo-mo
Halda skeið i Føroyum
Í hesum degum eru tveir
kendir danskir tónleikarar
í Feroyum og hava skeið.
Tað eru teir báðir, Kurt
Larsen og Finn Hagstad,
sum starvast á Danmarks
Lærerhejskole.
Skeiðini eru í rhytmisk-
um sangi og tónleiki. Eitt
nú verður skeið hildið fyri
læraraskúlanæmingum við
tónleiki, sum Kurt Larsen
sjálvur hevur gjert. Orðini
eru so tydd til føroyskt av
Alexander Kristiansen.
Síðani verður eisini farið
út á skúlarnar at læra
børnini sangirnar. Ætlan-
in er so at savna øll til eina
stóra konsert, sum verður
fríggjadagin.
ítrótt í
Friggjakvøldid og leyg-
ardagin verður annars eitt
skeið hildið fyri limum í
Førova Sanglærarafelag
og eðrum áhugaðum.
Higartil hava alt ov fá
teknað seg til hetta skeið-
ið. Annars er hetta eitt tað
mest vælumtókta skeiðið
á Danmarks Lærerhøj-
skole. Meira enn 100
tekna seg til tað, og bert
20 sleppa framat. Seinasta
freistin at tekna seg ti
skeiðið er mikudagin.
Tað eru Føroya Lærara-
skúli og Feroya Sanglær
arafelag, sum hava fingið
vitjanina í lag.
jan.
S/8a3
Breyt inn
men sovnaði
Fyrst ein lúr við róðrið á einum bili og síðan
nakrar tímar í brummuni. Soleiðis endaði hetta
vikuskiftið hjá einum ungum manni.
Mánamorgunin kl. 6 boðaði ein bileigari poli-
tinum frá, at ein maður hevði knúst ein rút á bil-
inum, sum stóð parkeraður við Posthúsið.
Hann hevði rótað alt runt, men var síðan sovn-
aður á ferarasætinum. Um hann hevði tikið
nakað, visti politiið ikki, tá Sosialurin hevði sam-
band við Politigarðin. Men skuldi málið kannast
nærri, tá maðurin vaknaði.
Ur tikin
n annar innbrotstjóvur fekk kanska eitt sindur
meira burtur úr tí mánanáttina. Sum ikki fyrstu
h] r å urhandilin hjå M. Haasen i
rrisgøtu. Fin rútur varð brotin og nøkur ur
: stolin. 7 sti politiið í hvussu er måna-
morgunin, men tå skuldi uppkláringararbeiði
i fleiri herverk, m.a. á bilar,
x
gjørd i vikuskiftinum
Kvetti alarmileidn-
ingarnar
På vaskikonurnar komu á Tjaldurs Apotek i
Havn sunnumorgunin kl. 10 var innanhýsis-
alarmurin í gongd og í grannalagnum høvdu tær
sæð ein persón, sum kanska kundi verið komin av
apotekinum.
Men hann, sum hevur havt í kvittanum at fara
inn á apotekið, hevur verið so mikið kenur ella
varin, at hann framman undan hevði kvett leidn-
ingarnar til uttandura-alarmin, so hann var ikki
farin í gongd.
Ov illa ruddad
Um politiið sjálvt noyddist at rudda uttan fyri
eina grillbarr og uttan fyri eitt dansiheli leygar-
morgunin, sigur segan einki um.
Men politiið varð á staðnum, tí órudd lá og fleyt
og tað er brot á politiviðtekuna fyri Tórshavn.
Eisini er tað ein treyt fyri at fáa selu- ella dansi-
loyvi, at ekið rundan um verður hildið ruddiligt.
Í hesum feri fáa teir ella tey, sum hava selu og
helst eina átalu. Men politiið hevur
eisini heimild at geva eina bót, um hetta endur-
dansilovvi
tekur seg
Koyrikortid kann ruka
130 kilometrar um timan — ein stør bot og koyri-
kortið er kanska eisini í vanda. Hetta verður
meguliga úrslitið hjá einum av teimum sjey bil-
førarunum, sum politiið skrivaði upp leygardagin,
tá politiið gjørdi ferðslukanningar á Oynni.
Ferðin hjá teimum sjey lá úr 95 km. ferð um
tíman og upp i 130 km. Vanliga fáa bilførarar,
sum koyra ov skjótt, eina bót, sum veksur við
ferðini. Men tá ferðin er blivin so mikið stór, at hn
er 50 km. meira enn loyvda hámarksferðin, er
markið komið, tá Feroya rættur skal taka steðu
til, um bilferarin einki koyrikort skal hava í eitt
ávíst tíðarskeið.
Ferðkanningar eru javnan gjerdar í summar og
politiið er javnan á vegunum, upplýsir vakthav-
andi á Politigarðinum.