Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-08-24, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. august 1982síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Íslendskar royndir: Revaskinnini betri pris nú, men minkur- in javnari Íslendskur búr- stjóri á næststersta loðdýragarðinum ræður føroyingum til at taka rev held- ur enn mink, av tí at so vátt er í Fer- oyum. Íslendsku bend- urnir leggja um til rev ella mink, ti ov- framleiðsla er av seyðakjeti og mjólk. Uppi á herðini oman fyri havnina í Sauðárkróki, sum liggur við Skaga- fjørdin Norðlandinum, liggur næststersti ís- lendski loðdýragarðurin P/f Loðfeldur. Tað stóra skinnvirkið P/f Loðskinn, sum virkar seyðaskinn, eigur 48% av partapening- inum. 110 partabrev eru og tey eiga fleiri fólk í býn- um. Tað er býarfólkið, sum soleiðis eigur loðdýra- garðin, sigur Hreinir Olafsson, búrstjóri, sum vit hittu á máli á garð- inum í juli mánað Sauðarkrókur telur 2100 fólk. Fleiri fiskavirki, turrfiskahjallar og 3 stórir trolarar eru á staðnum, men ov lítið kemur upp á land var sagt. P/f Lod- skinn, skinnvirkið, virkar bert seyðaskinn og ger einki við reva- og minka- skinnini. Á virkinum har arbeiða 30 fólk. Minkurin raktur av sjúku P/f Loðfeldur byrjaði í 1971, tá ið teir fingu 1200 minkar úr Noreg, og teir hava bert havt minkar í 10 ár. 4 minkarfarmar eru í landinum. Í fjer framleiddu teir 9000 minkaskinn, men eru nú farnir niður á 6000 til tess at geva pláss fyri rev- inum. Teir hava tí nú 1500 minktíkir og um 6000 minkhvelpar. Tað komu 4 hvelpar í miðal undan í ár og tað er besta úrslitið í 10 ár. Íslendski minkurin er plágaður av virussjúku, sum er til bága fyri av-' komið. Minkfelagið hevur tí talað um at slakta øll dýrini og byrja av nyggj- um við dýrum uttan blóð- sjúku. Hreinir Olafsson sigur, at hann persónliga er fyri at tað verður gjørt, tí tað er ein grund til at ís- lendingar fáa minni fyri skinnini enn danir. Hreinir Olafsson upp- lýsir, at ell minkskinnini verða seld gjøgnum Dansk pelsdyr aktion DPA. Men teir fåa ein pris fyri skinnini, sum er 5% lægri enn tann, sum danir fåa. Hreinir, sum hevur eitt ára útbúgving í minkaling úr Noreg, heldur at grund- in til prísmunin eisini er, at danir rætt og slætt eru dugnaligari enn teir at ala mink. Prísurin fyri mink- skinnini seinasta slaktað varð, var 300 ísl. kr. fyri stk. Revurin góður, men marknaðurin 6- tryggur Tað eru eini 60 revagarðar í Íslandi, men teir flestu eru smáir, eini 40 tíkir í miðal. Men prísurin á revaskinnum hevur verið góður seinastu 5 árini og bendurnir, sum royna at minka um framleiðsluna av seyðakjeti og mjólk, eru av hesum báðum grundum hugaðir at fara undir loðdýraalingina. Japan keypir 70% av øllum revaskinnunum i heiminum. Ti er marknaðurin sera vidbrekin, alt velst um handilin i Japan. Mink- skinn verða keypt víða- hvar og tey hava tí javnari prís og marknaðurin er stinnari, sigur Hreinir Olafsson. Men sum er, eru pengar í skinnum av revi. Prís- urin er yvir 700 kr. stykk- ið. Íslendingar fóru undir revaaling fyri 3 árum síð- ani. Teir fingu revar úr Skotlandi. Slagið er norskt. Tá vóru 4 garðar, nú eru 60. Miðal av hvelpatalið frá trimum árum síðani vóru fimm og ein hálvur undan hverji tík, men nú fáa teir seks og sjey. Hetta metir Hreinir er gott úrslit undan ungum tíkum. Eldri tíkar leggja upp í og meir enn 9 hvelpar. P/f Loðfeldur í Sauðár- króki fekk 98 tíkir í vetur og hava nú 654 hvelpar undan teimum. Revaslag- ið er blárevur og »Shaddow«. > Hvølparnir verða slaktaðir 5—6 mánaðir gamlir. Ætlanin er at hava 200 tíkir á garðinum. Teir selja nógv livdyr til bønd- ur, ið fara undir aling. Meginparturin er ílendskt fóður Fóðrið kemur úr mongum plássum, men meginpart- urin er íslendskt. 70% av fóðrinum er frískt slógv. Kjøtmjøl kemur at Borgarnesi og fiskamjøl av Akranesi. Hvalatvøst verður eisini nýtt. Frá bendunum verður keypt seyðatálg og innvelir. Men stívliga helvtin av kolhydratinum verður inn- flutt. Á goymsluni lá ein blanding av norskum hveiti og havra. Á hesum stóra garð- inum arbeiða 6 mans og teir hava úr at gera. Slógv- ið má ikki gerast gamalt, tí so verður ikki livandi fyri flugu og úrdráttirnir frá bóndunum, sum liggja upp í 100 km. burturfrá, skal frystast. Feroyingar áttu at valt rev Upp á fyrispurning um leið feroyingar skula fara, svarar búr- stjórin, at eftir hansara tykki áttu føroyingar at farið undir rev. Hreinir sigur at minkur tolir illa slavið veðurlag og at is- lendskar royndir eru, at har slíkt veðurlag er, eru minkarnir plågadir av sjúku. Samanborid við hverja Nr. 82 — 24. august 1982 nógv av Íslandi so er okk- ara veðurlag sera slavið og tí var eftir hansara metan rætt at valt rev. Hreinir Olafsson endar prátið við okkum við at minnast á stuttan steðg í Klaksvík, har feroyski dansurin, »langdansurin« hevði hugtikið hann og vónaði hann at vitja aftur hendan vegin. Áðrenn vit fingu orðið á búrstjóran hittu vit annan mann á garðinum. Hann hevði búð trý ár í Feroy- um, siglt við trolara og arbeitt á Skipasmiðjuni í Havn og mintist við gleði hesi árini. Hugtikin av Føroyum — bjóðaði familjuni i summarfri I hesum døgum vitjar Henning Rasmussen, innanrikismålarådharri i Føroyum. Danski rådharrin er tó ikki i starvsørind- um, men tað var hann i fjør, og gjørdist so hug- tikin av náttúru okk- ara, at hann í år bjóðaði familjuna hendavegin í summarfrí. Tað var tí av áhuga fyri Sosialinum og prentsmiðjuni, at Henning Rasmussen við familju vitjaði inn á gólvið, at vita, hvussu vit hevdu innrættað nýggja blaðhúsið. Henning Rasmussen segði okkum, at hann sum innanríkismála- ráðharri m.a. hevði til uppgávu at samskipa ymisk felagsmál, sum tey ymsu stjórnarráð- ini høvdu um hendir. Soleiðis segði Hen- ning Rasmussen okkum, at nevndir eru settar, at viðgera eitt nú umsteðurnar hjá innflytarum, viður- skiftini hjá teimum gomlu, ungdómsmál og narkotikamálið, sum hevur stórar samfel- agsligar við sær. Her arbeiða stjórnarráð saman. T.d. viðvíkjandi inn- flytarum, sum í stórum tali eru komnir til Dan- mark seinastu árini. Her verður arbeitt í mentamálaráðnum, undirvísingarmálaráðn- um og sosialmálaráðn- um. Nevndin fyri inn- flytarum er sett av stjórnini, men arbeiðir annars í gerandisdegn- um við trupulleikum hjá innflytarum úti í samfelagnum, og vita trupulleikar fleiri sostatt, hvar trýstið er mest og hvar trupul- leikarnir eru stórst. Nevndin fyri innflytar- ar gevur tilmæli til stjórnina, og so er tað ein av uppgávunum hjá innanríkismálaráð- harranum, at samskipa arbeiði innan stjórnar- ráðini. Annars ferðast Hen- ning Rasmussen og familjan kring um oyggjarnar og fara tey avstað aftur í næstu viku. Dag.