Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-08-26, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. august 1982síða 6

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 tíðindablaðið Útgevari: p/f sosialurin tíðindablaðið Postsmoga 76. 3800 Argir, telefon 11820 Fyritaksstjóri og blaðstjóri: Térfinn Smith (ábyrgd) Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Miiller Lýsingar: Árni Joensen Uppseting: p/f søsialurin. Prent: pff pressan 1987 Nordafar og samvinnan vid grønlendingar oddagrein TYSDAGIN hevdi Sosialurin eina stutta samrødu við stjóran á virk- inum hjá P. f. Nordafar í Føroy- ingahavnini. Í hesi samrøduni vísti tann nýggi stjórin á, at tað gekst nógv betur hjá virkinum nú, enn tað hevur gingið tey seinastu árini. HETTA ER at fegnast um, tí hvort ár er landsstýrið komið við eini rokning til løgtingid, sum verður biðið um at gjalda hallið. Eftir frå- segnini hjá stjóranum at døma, so eru útlit til, at henda rokningin kanska fer at minka sum frálíður. Ja, stjórin metti, at virkið kanska kann bera seg fíggjarliga, um rá- fiska-grundarlagið verður betrað. SJÁLVANDI kunnu øll fegnast um, at tað fíggjarliga gongst betur. Men tað, sum vit kunnu fegnast upp aftur meira um, er, at grønlendingar tykjast ógvuliga væl sinnaðir, og eru hugaðir fyri, at virkið ikki heldur uppat, men at tað aftur ímóti heldur fram. EIN AV grundgevingunum hjá javnaðarflokkinum, tá málið var fyri á løgtingid í vár, var, at júst virkið hjá Nordafar kundi gerast ein av lutunum í eini tættari sam- vinnu millum føroyingar og grøn- lendingar. Javnaðarflokkurin metti, at tað var ikki rætt at geva skarvin yvir nú, tá samvinnan millum tær norður atlantiska tjóð- irnar stendur á einum nýggjum vegamti og skulu royna nýggjar leiðir. Gongdin seinastu tíðina bendir á, at henda grundgevingin er á góðari leiði NAKRAR reddi ri løgtinginum førdu fram, at Nordafar bert kost- aði landinum, meðan Føroya Fiskasgla fekk góðan vinning burturúr. Hvussu er og ikki, so eru bæði fakfelggini hjá grønlendsku fiskimonnunum og hjá grøn- lendsku arbeiðarunum hugaðir fyri at virkið heldur fram. Eisini er líkt til, at Føroya Løgting er áhugað at halda fram. Tí mátti tað uttan iva borið til at funnið eina loysn, sum allir partar vóru nøgdir við. VÓNANDI kann tí Nordafar saman við grønlendingum — kanska saman við fólkatingslimunum, sum hava gjørt tað, teir kunnu — finna eina loysn, soleiðis at råvørugrundar- lagið verður tryggjað, til ein enda- lig loysn finst í samvinnuspurning- inum millum grønlendingar og føroyingar. Viðmerking til stutt blaðviðtal Aftaná stuttan og greiðan spurning frá Sosialinum um, hvat, ið formaður Fer- oya Kommunufelags hevði til tað, at ein inn- stilling frá eini skúla- nevnd um lærarasetan ikki varð fylgd av teimum hægri myndugleikunum — hvussu við tí kommu- nala sjálvstýrinum? Svarið var nakað soleið- is: »At tað ikki kundi vera til annað enn at tað kommunala sjálvstýrið var SKÚGVAÐ til viks. Sjálvt við tí í huga, Brúdleyp Í dag giftast í Havn Bireta Thomasen úr Vági og Ernst Han- sen úr Nólsoy. Br. adr.: Hotel Haf- nia. at kommunurnar ikki bera útreiðslurnar til lærara- lenirnar. Eisini helt eg blaðmannin biðja um við- merking til tað, at ein inn- stilling ikki verður fylgd — tað er jú tann vanliga. Hartil var svar mítt at persónliga hevði eg einki ímóti at innstilling ikki altíð verður fylgd av teimum hægri myndug- leikunum — samanber undirrætt og yvirrætt, har yvirrætturin ofta tekur aðra steðu enn undirrætt- urin, tá ið haldgóðar grundir eru fyri slíkari avgerð. Tá hetta stutta blaðvið- tal kom á prent í Sosi- alinum var orðið SJÚGV- AÐ komið ístaðin fyri orðið SKUGVAD og harímillum er sum vituligt alstórur munur. Helt eg tað tí vera lættast at rætta misstakið við at ringja beinleiðis til Jákup Mortensen, ístaðin fyri at fara aftur til blaðið. Eg meti, at starvsnevnd Føroya Kommunufelags, er fús at viðgera tann kommunalpolitiska partin í einum slíkum máli, men aðrar partar kann komm- unufelagið ikki viðgera. Jógvan K. Mørkøre Setið peningin Í FØROYA SPARIKASSA Jól sins paringastorn eftirlit politisk viðmerk- ing Eftir lógini um skúlafyrisit- ing frá 1978 hevur lands- skúlaráðið fingið litið upp í hendurnar týðandi tættir av skúlafyrisitingini og hevur sostatt stórt vald og stóra ávirkan á gongdina innan skúlaverkið og á skúlaskapin sum heild. Av uppgávum ráðsins kunnu nevnast at ráðið hevur eftirlit við galdandi reglum í skúlanum, ráðið staðfestir skúlaætlanir og undirvís- ingarætlanir, setir og loysir lærarar í og úr starvi o.m.a. Tað er givið, at hetta, at so nógv vald er latið einum stovni, ið er uttan demokra- tiskt eftirlit, krevur serstak- ar kvalifikatiónir av teimum, sum verða valdir í hetta ráð. Tað, sum er hent í ráðnum í summar, bendir á, at ikki allir ráðslimir lúka tey kvalitets- krøv, ið samfelag og almenn- ingur hava rætt til at vænta og krevja av hesum limum. Millum tey fremstu av hesum krevum er hetta, at bert sak- lig og kvalitativ sjónarmið verða legd sum grund undir avgerðum um at seta fólk í sterv innan feroyska skúla- verkið. Mannagongdin í rektara- málinum og í viðgerðini av deildarstjórastarvinum i Trongisvågi bendir å, at meirilutin i rådnum ikki hevur virkad ut frå hesum grundsjónarmiði. Tað seinna málið er kanska ikki heilt endað enn, so tað skal sleppa at liggja fyri fyrst, men rektaramálið eigur at verða tikið fram sum dømi um eina ógvuliga ódámliga mannagongd. Alt, sum er komið fram um hetta mál, bendir á, at meiri- lutin í ráðnum ikki hevur roynt at finna fram til tann best egnaða umsekjaran, men heldur hevur verið samd- ur um, at ein ávísur umsekj- ari ikki skuldi kunna gerast rektari í Eysturoy. Sostatt varð hesin ávísi umsekjari settur soleiðis, at hann ongan meguleika hevði fyri at vera Nr. 83 — 26. august 1982 ímillum teir tríggjar, sum skuldu innstillast. Við hesum varð landsstýrið avskorið frá. at seta henda umsekjara, sum av einihverjari orsek var rektari av óynsktur sum meirilutanum og teimum bólkum, sum meirilutin umboðar. Tann avgerandi spurning- urin er so hví hann var óynsktur og hví meirilutin so brennandi ynskti tann, sum at enda fekk starvið. Her mugu vit líta at kvali- fikatiónunum. Tann umsekj- ari, sum varð settur afturum, hevur allar hugsandi kvali- fikatiónir: hann hevur ansiennitet — nakað sum ráðsformaðurin samb. Dimmalætting í dag leggur alla vekt á — hann hevur um- sitingarroyndir við báðum skúlaformum, hann hevur undirvísingarroyndir við báð- um skúlaformum t.v.s. bæði studentaskúla og HF. Um- framt hesar royndir hevur hann verið uppi í nógvum nevndararbeiði viðvíkjandi hægra skúlaskapinum. Hin umsekjarin, tann sum fekk allan stuðulin frá ráðs- meirilutanum og gjerdist rektari, hevur skúlaembætis- prógv, sum kravt, men hann hevur bert tvey ára ansienni- tet hjá HF, hevur ongar royndir frá studentaskúla og kann av góðum grundum ongar umsitingarroyndir hava. (Her skal verað undir- strikað, at undirritaði als einki persónligt hevur ímóti hesum manni). Tað er sostatt álvarsamur illgruni um, at tann best kvalificeraði umsekjarin var óynsktur av flokkspolitisk- um grundum. Henda innstillingarmanna- gongd kann ikki góðtakast, og hon kann ikki verjast við sakligum grundum og er hon sostatt besta prógvið fyri, at ráðsmeirilutin, Jákup Mor- tensen, Lasse Klein og Edmund í Garði, ikki hevur moralskan og politiskan rygg til at sita við so stórari ábyrgd og so stórum valdi, sum nú. Her má tí broyting koma í! At fáa teir út úr ráðnum er neyvan nekur vón um; so djúpt vil borgarliga alterna- tivið ikki eyðmýkja sínar egnu. Tað hevði heldur ikki Landsskúlaráðið má undir verið góðtikin av seytjanda manninum í samgonguni, sum jú alment hevur skrivað, at uppgávan hjá borgarligum álitismonnum er at halda eðrvísi hugsandi burtur frá almennum størvum — ein uppgáva, sum ráðmeirilutin tykist at taka heilt bókstavi- liga! So er bert eitt at gera og tað er at fáa landsskúlaráðið undir demokratiskt eftirlit og tað kann gerast í hvussu so er fyri ein part við einari starvsreglugerð, ið setir mark fyri tí, sum valdfýsnir ráðslimir kunnu finna uppá. Sum lógin er nú, kann ráðið sjálvt gera sína egnu reglu- gerð, men hetta kunnu vit ikki líta meirilutanum til eftir tað, vit hava upplivað í sein- astuni — tað hevði verið sum at latið revar goyma at gásum! Sostatt má sjálv lógin um skúlafyrisiting broytast so- leiðis, at tað verður tað demo- kratiskt valda legtingið, ið setir ráðnum so frægt av regl- um at virka eftir, at ráðs- meirilutin ikki í framtíðini ótálmaður sleppur at prakti- sera nakað sum í vanlukku- mát minnir um berufsverbot. Tá tingið kemur saman aftur verður hevi til at kannað hetta mál nærri við ta, at uppskot kemur um at broyta lógina um skúlafyri- siting og í samband við um- reðuna av almennum starvs- setanum. Undir hesum við- gerðum eigur Landsskúla- ráðið at verað kallað inn fyri løgtingsins skulanevnd fyri at greiða nærri frá øllum tí legna, sum er farið fram í seinastuni. Kanska verður tá hvei til at fáa kannað, um alt ruggar rætt við hesum báðum starvssetanum. Skulu vit ganga eftir tí næstan hysterisku reakti- ónini hjá ráðsformanninum í Dimmalætting í dag, so sær ikki mætari út enn, at hann sjálvur letur okkum prógvini: tær fáu og fløktu grundir hann gevur fyri at seta um- sekjara nr. 3 fram um nr. 1 í Trongisvági passa í ongum føri upp á tann, sum hansara meiriluti innstillaði til rektor í Eysturoynni! Jóannes Dalsgaard Hver hevur hongt Tveroyri út? At tykur borgarligu troysta tykkum at skriva um at Sosialurin hongir Tveroyri út! Hver er tað, sum tey seinastu árini hevur ligið og fóðrar Dagblaðið og Dimmalætting við ellum søgunum um Tvøroyri? Tað eru tykur — borgar- skapið á Tveroyri! Og hver er tað sum strýkur um bygdina og spillir ell nýggj og góð tiltek á Tveroyri út? Sama kompaníið! Men hver er fyrstur at fáa sær allar fordeilirnar við tí nýggja, sum javn- aðarmenn skaffa til bygd- ina og oynna ??? Jú, sama borgarliga kompaníið! Hver flenti meira at ellisheimi, flakavirki, HF, trolarunum, havnabygg- ingini og nú skúla og ítróttarmiðsteðini í Tron- gisvági enn borgarligu undangongufólkini - kvinnur sum menn? Men hver hevur verið grammari eftir øllum fyri- mununum við hesum til- tekum enn júst hesi somu borgarligu undangongu- fólk? Tit skuldu tagt um út- honging — tað kundi hent at onkur av ogum misti tolið og loysti ordiliga frá posanum, so skuldi onkur av tykkum, sum nú liggja og míla tygum í Dimmu og Dagblaðnum blikna um skallan! Arbeiðarar á Tveroyri