Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-08-26, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. august 1982síða 7

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 83 — 26. august 1982 - - . "9 | skapan må stuðlast bæði lokalt og av ti Er tað rætt, at neund- ir og ráð, sum inn- stilla til = almenn størv, eru valdar og vald politiskt? Um nei, hvussu skulu tær ella tey so veljast? Skulu ingar kunngerast al- ment? innstill- Dan Klein, blaðstjóri: — Eg meti ikki, at nevndir og ráð skulu vera vald politiskt, tí tá kann lættliga henda, at steða til innstillingina verður tikin á skeivum grundarlagi. — Nevndir og ráð skulu vera vald av sakkunnleikanum á ekinum, av yrkisfel- egum o.tl. — Sjálvandi skulu innstillingar vera al- mennar. Ingeborg Vinther, fakfelagsformaður: — Eg haldi ikki, tí tað vísir seg ferð eftir ferð, at fólk verða sett í starv eftir poli- tiskum liti í staðin fyri eftir kvalifikati- ónum. — Ein skúlanevnd — ella skúlaráð — skuldi verið vald mill- um fólk, sum dagliga arbeiða við skúla- spurningum og sum til fulnar kenna sítt arbeiði. — Sjálvandi skal al- menningurin vita, hvat hendir, tá talan er um almenn sterv. almenna Seinasta summar hoyrdu vit dag- liga lýsingar í útvarpinum frá ymiskum flakavirkjum um, at nú tóku tey bara ímóti høgguslokki frá teimum lokalu bátunum, ella at nú fingu tey ikki tikið ímóti vegna frystiorku og plásstrot. Tær kvinnur og menn sum fisk- aðu høgguslokk, høvdu sjálvandi stóran inntekumiss av ikki at sleppa at fiska í bestu veiðutíð. Útróðramenn heittu á sitandi landsstýri um hjálp. Hvussu er so steðan hjá fiska- ídnaðinum í dag, og hvat hevur landsstýrið gjert fyri at ganga fiskimonnum á meti, soleiðis at teir ikki koma aftur í somu steðu sum i fjør, um fiskariid eftir høgguslokki skuldi eydnast eins væl og seinasta summar. Tað blivu seld nekur hundrað tons av høgguslokki til Íslands, og vóru íslendingar so væl nøgdir við hetta keyp, at áhugin er stórur í ár eftir at fáa meir. Tað, sum eftir var á goymslu av føroyskt veiddum høggu- slokki seinasta heyst, var so lítið, at tað bert rakk til egning í einar tveir mánaðir, so stóðu útróðra- mennirnir og línuskipini við ongum. Roynt varð at keypa heggu- slokk frá útlandinum, men leingi gekst áðurenn tað eydnaðist at fáa nakað, og tá tað eydnaðist, mátti gjaldast óhevisliga nógv fyri hann. Hesi viðurskiftir skuldu havt sjónarmið . Idag: Niklas Mikkelsen, maskinmeistari sagt øllum, at her måttu takast ålvarslig stig fyri ikki at koma aftur i somu steðu. Men aftur til trupulleikarnar hjá fiskaidnadinum, sum skulu vera frystiorka og plásstrot. Tað er vist heilt rætt, at fiska- ídnaðurin ikki hevur sterri goymslur enn til slógv og flaka- framleiðslu og smáar negdir av agni. Blívur agngoymslan stór gerst heilt óarbeiðsligt. Loysnin á hesum trupulleikum er sjálvandi tað, sum fiskimenn ynskja: ein ella fleiri agnmið- steðir, sum eisini kundu tikið ímóti = makreli. Hetta vildi tryggja fiskivinnuni agn til rímu- ligan prís. Um eitt borgarligt landsstýri tekur undir við at byggja agn- miðsteðir, har fiskimenn eru sam- egiarar er so ein opin spurningur. At fiskaídnaðurin ikki skal kunna frysta hegguslokk vegna ov lítla frystiorku, má setast eitt stórt spurnartekin við. Veruleikin er tann at umframt at kunna frysta flak í plátufryst- arum, kunnu virkini frysta fleiri hundrað tons av slógvi um sma- døgnid, tá øll virkini vera tikin undir einum. Um nú virkini lótu slógvið til mjelframleiðslu ístaðin fyri at frysta tað, tær fáu ferðir nógvur høgguslokkur er at fáa, skuldi als einki verið til hindurs fyri, at Niklas Mikkelsen vísir í Sjónarmiðnum á, at í fjør fingu menn nógvan høgguslokk, men at virkini ikki kundu taka ímóti, tí kapasiteturin var ikki nóg stórur. Hann metir, at frystikapasiteturin er nóg stórur, men at goymsluviðurskiftini afturímóti eru ov vánalig. Niklas Mik- kelsen skrivar, at við eini stýring kundi hesi vidurskiftini verið bøtt fryst alt tað, sum verður fiska. Sum nevnt eru tað goymslu- viðurskiftini sum eru trupul- leikin. Tað skuldi eisini lenað seg betur hjá virkjunum at fryst hegguslokk enn at frysta slógv. Skal hetta eydnast, má ein sam- skipan til, ella ein stýring, um tú vilt, men tað ringasta, sum teir borgarligu hoyra, er orðið stýr- ing, so tað eru lítlar vónir, um at teir fáa gjert nakað her. Av lokalum ídnaðarvirksemi vil eg líka nevna tvey tiltek innan fiskaídnaðin, sum eru byrjað í Getu fyri kortum — tað er fiska- aling og veiða eftir gággu til matna. Royndir við fiskaaling hava nú í fleiri ár verið gjerdar í Skála- firði, Við Áir, við Streymin, í Funningsfirði og aðrastaðir við. Tað er eydnast at vinna á nógv- um byrjunartrupulleikum, soleiðis at hetta kann blíva ein lenandi vinna. Hesa roynd tók undanfarna landsstýri dyggiliga undir við, stuðlaði so munagott, at fiska- aling her heima kann gerast tíð- andi táttur í landshúsarhald- inum. Tá talan er um at fiska gággu til matna, standa vit yvir fyri nekr- um heilt nýggjum, og ivamálini eru nógv um hetta tiltakið. Her mugu gerast nógvar royndir, hvussu gágga kann fiskast á so rationellan hátt sum gjerligt, um tilvirkan á landi og marknaðar- fering Hjá honum, sum skal leggja rygg til royndirnar, er hetta kost- naðarmikið. Hendan roynd eigur tí at vera stuðlað á besta hátt av teimum, sum sita á teimum al- mennu peningakassunum, so- leiðis at hetta tiltak kann gerast ein lenandi vinna. Enn er henda roynd komin stutt áleiðis. Harafturímóti er tað greitt, at veiðan eftir einum eðrum skelja- fiski, Jákupskel, hevur havt eina javna framgongd, so nú verður bygt eitt nútímans skeljavirki á Oyri. Tað er ein royndur lutur, at í felag kunnu vera tikin tek, og uppgávur loystar, sum einstak- lingurin ikki evnar. Skal nekur nýskapan vera framd, má tað al- menna taka undir og stuðla. Tað má á hverjum ári nýtast nakað av peningi, sum lítið sæst aftur til í fyrstu syftu, men sum í fleiri ferum stimbrar, soleiðis at úr royndunum skapast lenandi vinna. Fisking eftir gággu til matna er ein tílíkur táttur í fiskaídnað- inum, sum eigur at fáa fullan stuðul bæði lokalt og frá tí al- menna. Livst so spyrst. split, sum Tverámaður Vit hava ov lítið av honum Um politiska reportasju Ein journalistiskur arbeiðs- háttur — ella journalistisk sjangra — sum ikki er serliga vanligur í føroysku fjelmiðl- unum, er tann politiska reportasjan. Eftir ferimuni havi eg tó roynt hann onkuntíð tey síðstu árini. Tað hevur m.a. verið í samband við samráð- ingar um samgongur, týð- andi avgerðir, samgongu- kreppur og -6semjur. Beinagrindin i politisku reportasjuni eru ofta bein- leidis uttalilsi, stuttar frå- sagnir frá gongdini, hóm- ingar og í ferum gitingar. Tí- verri. Men hesin arbeiðshátturin byggir sanniliga eisini á drúgvar kanningar, nógvar samtalur og tol. Talan kann eisini vera um lekar, men ofta kann onkur endi spinnast burtur úr einum orði ella ábending um eitt ella annað. Tí kann hesin journalis- tikkurin tykjast veikur og hava lítið virði. Men hann kann vera tiltrongdur. Og kann verða betur undirbygd- ur, um ymsu partarnir vildu úttala seg meira — ella bara vildu váttað ella avnoktað. Og um samfelagið var meira opið. Demi um politiska repor- tasju eru greinirnar um rekt- arainnstillingina og -seta- nina. Sjálvur helt eg tað vera eitt spennandi journalistiskt arbeiði, sum eg arbeiddi við í álvara. Í einum slíkum máli verða persónar — ofta partamenn — settir upp móti hverjum eðrum, uttan at tað er enda- málið. Soleiðis vilja Eilif Samuelsen, landsstýris- maður, sum ikki góðtekur innstillingina til rektara- setanina hjá landsskúlaráðn- um, og Jákup Mortensen, for- maður í landsskúlaráðnum, vera settir upp móti hverjum eðrum. Tá royndarsteðin í síni tíð var fyri í legtingi og lands- stýri, var Hákun Djurhuus, fíggjarnevndarformaður, ein partur og partamaðurin D. P. Danielsen, landsstýrismaður, ein annar partur. Journalistiska endamálið kann ongatíð vera at sáa skrivar í lesarbrævi í Dimmu týsdagin: >Til tín jo-mo vil eg siga, halt uppat við hasari skrivingini, tú sáar bert split millum íbúgvar á Tver- oyri...« Undirritadi ella Sosialurin kundi latið vera við at skriva um innstilling og setan av rektara ella um innstilling og setan av deildarleiðara. — Hóast hesi mál vórðu at- vold til politiskar tvídráttir, og avdúkaðu, at alt ruggar ikki sum tað skal í okkara há- lovaða demokratiið. Skriv- ingin hevur eisini víst tað, at innstilling hjá fólkavaldari skúlanevnd kann skúgvast til viks av politiskum valdum skúlaráði! Ogvuliga demo- kratiskt !!! At hesin journalistikkur hevur til endamåls at såa split, må eg bara visa aftur. Ti florerar korruptiónin. Og tað sleppur hon framvegis at gera, so leingi almenningurin ikki fær sterri innlit í alla fyrisiting Er tað ikki júst henda steðan, sum skapar >russisk- ar ella polskar tilstandir«, sum ein maður sipaði til nú ein dagin? Jóhann Mortensen tíðindamaður KJARTAN DALSGAARD UMBOÐS A HOYDALEYEGUR 4 TLF 15222