leygardagur 28. august 1982síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
8 000
fr
|
tíðindablaðið
Utgevari: p/f sosialurin
cpsjaurin
VIL
Postsmoga 76,
3800 Argir,
telefon 11820
Fyritaksstjóri og blaðstjóri: Tárfinn Smith (ábyrgd)
Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Miller
Lýsingar: Arni Joensen
Uppseting : p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981
Persónlig útspilling
oddagrein
AV ØLLUM alvi roynir Dimma-
lætting at leggja skrivingina hjá
Sosialinum viðvíkjandi deildarleid-
arasetanini á Tvøroyri út sum út-
spilling av fólki við gori og galli.
SOSIALURIN hevur á ongan hátt
framt nakra persónliga útspilling
ella annað tílíkt. Vit hava als einki
ímóti, at ein sambandsmaður
verður settur í eitt alment starv,
um hesin er eins væl kvalifiserað
ur sum aðrir umsøkjarar. Men vit
hava nógv ímóti, at ein politisk
samgonga setir fólk í starv, bert tí
at »partikortid« hjá viðkomandi er
í lagi. Og ikki minni óhugnaligt er
henda framferð, tá vit vita, at
hetta er ein rossahandil í eini
roynd at doyva tað mikla klandrið
millum núverandi landsstýris-
flokkar.
DIMMALÆTTING harmast um
hesa miklu skriving, og tað skilja
vit væl. Sjálvandi hevði tað verið
meira »behagiligt« fyri Dimmu og
Sambandsflokkin, at tílíkt íkki
kom fram. So kundu teir enn sum
áður spælt hin reini og »peni«
flokkurin, meðan teir róku sín
skitna skýmaskotspolitikk.
AV BERARI
sakligheit hevur
Avtalað politiskt
spæl ella ikki
»Men umboð Fólka-
floksins stillaði inn sam-
an við javnaðar- og tjóð-
veldisumboðunum. So
sosialurin heldur:
Dimmalætting prát við borgar
stjóran á Tvøroyri. | samrøduni
tvinnar blaðið sínar egnu mein
ingar og illgitingar saman við prát-
ið við Sverra Midjord. Men hvat er
tað veruliga sum Sverri Midjord
sigur í prátinum við Dimmu? Júst
tað, at hann og eingin kann taka
undir við, at ein lóglig avgerð hjá
eini demokratiskt valdari skúla-
nevnd so uttan víðari verður
skúgvað til viks. Og hann leggur
aftrat, at hetta man vera eindømi í
foroyskari skúla- og kommunu-
søgu. Hetta sama verður í Dimma-
lætting vent og snara sum eitt
prógv móti Sosialinum.
ANNAÐ prógvitnið hjá Dimmu
móti Sosialinum er Jógvan K.
Mørkøre. Hvat sigur hann? Hann
sigur, at tað kemst ikki uttan um,
at kommunala sjálvstýrið í hesum
føri er skúgvað til síðis. Um lands-
skúlaráðið ikki fylgir tilráðingini
eigur ein grundgeving at vera
givin.
JÚST HETTA sama sum vit hava
funnist at. Dimmalætting kann
fyri okkum skriva sum henni lyst-
ir, men Sosialinum eydnast henni
ikki at geva munnkurv. Ødin í
Dimmu er besta prógvið um, at
her ruggar ikki heilt rætt og vit
bíða spent eftir næstu almennu
starvssetanini. Vit ætla okkum at
fylgja við í framtíðini eins og vit
higartil hava gjørt.
= =
in | i
k 1008
kabalin gongur ikki upp,
um tann illgrunarsami
brukar rektarastarvid i
Eysturoy sum eitt ESS.
Tad er einki dulsmål,
at Sambandsflokkurin i
Tinganesi hvørki ték
undir vid nevnda rekt-
ara, ei heldur i prinsipp-
inum við skúlastjóra-
setanini í Trongisvági. Tí
í báðum førum hevði
»borgarliga alternativ-
iða ynskt sær vinstra-
sosialistiskar kandi-
datar i tey bædi nevndu
skúlaleiðarastervini.
So Sambandsflokk-
urin hevur heldur ikki
spælt síni kort higartil,
sum vildu teir bakkað
eitt innstillað evni hjá
Sjálvstýrisflokkinum
upp«.
(Brot úr hugleiðingum
hjá Ó. B. í Dagblaðnum
27.8.82.).
Skulu vit halda okkum til í ill
grunaseminum framvegis, so
ber kanska til at siga, at Sam-
bandsflokkurin hevur spælt
kortspælið so taktiskt, at
sjálvt hin næsadjarvi eygleið
arin, Ó. B., íkki hevur sæð
fram um sína egnu nos.
Eilif Samuelsen hevur verið
formaður i Føroya Lærarafel-
ag. Sum formaður vardi hann
åhugamål limanna og bloke-
raði m.a. setan av størvum
Hann kundi ti í síni tíð ikki
gera annað enn atkveða fyri
Hans J. Debes — tí best kvali-
fiseraða eftir upplýsingunum
at døma. Tað var ikki torført
at rokna ut, at Hans J. Debes
for ikki at verda settur. Ti
kundi Eilif jú halda upp á hann
og visa til krøvini i starvslýs-
ingini!!!
Enn ber á tað borðið, at
kabalan fer at ganga upp.
Nú varð innstillað til sjón-
varpsstjóran. Sjálvur formað-
urin í sjonvarpsnevndini, G. L.
Samuelsen, farbróðir Eilífs,
gongur heitt innfyri Jógvani
Asbjørn Skaale, sum er kandi-
datur Sjálvstýrisfloksins til
stjórastarvið.
So mikið »samband« man
helst vera millum Eilif og
Georg, at teir vita, hvat hvor
ger, ella???
D. P. Danielsen er við í
meiriluta tilrådingini. Hetta
fólkafloksumboðið fekk Arna
Gregersen — hvers ætt hoyrir
til fólkafloks-bastiónina í
Gøtu.
Men, sum leysasøgurnar
vilja vera vid, at fekk D. P.
Danielsen ikki Arna upp í til-
rådingina, " vildi hann hava
Jógvan Asbjørn uppá, og
hann var so komin upp á sum
nr. 2 í meirilutatilrådingini ! ! !
Spurningurin er ti, um alt er
so tilforgeviligt, sum »penna-
svingari« Folkafloksins vil vera
vid.
Jógvan Sundstein:
Nr. 84 — 28. august 1982
— Eingin sosialiser-
ing — Torbjørn helst
meira keddur av
samgonguarbeiðnum
Sjálvstýrisflokkurin hevur í mongum førum verið ímóti at veita
stuðul til skip og virkir. M.a. til Sjúrðarklett, upplýsir Jógvan
Sundstein. Hann metir annars, at stersti vansin í hesi samgong-
uni er, at hon fær ov lítið av skafti
»Av sitandi
kundi ein vænta, at fordur
varð ein borgarligur poli-
tikkur. men ongatíð man
ein slík socialisering verða
farin fram í okkara samfel-
ag sum júst hetta hálut-
samgongu
annað árið, henda sam-
gonga hevur sitid. Ja, í so
stóran mun, at andstødan
er målleys«.
Hetta skoðsmálið um
borgarligu landsstýris-
samgonguna hevur Tor-
bjørn Poulsen, lands-
stýrismaður, í Tingakrossi
í gjár.
M.a. vísir hann á, at ferð
eftir ferð er Sjálvstýris-
flokkurin komin í minni-
luta, tá landsstýrið hevur
skula tikið steðu til mál
um pening — t.d. kreppu-
veðhald — til skip og virk-
ir. Hann sigur, at hesi eru
framd, tí andsteðan hevur
tikið undir við hinum
landsstýrisflokkunum.
Í endanum av greinini
sigur landsstýrismaðurin
hjá Sjálvstýrisflokkinum,
at antin má flokkurin fara
at nýta hitt illavorðna
uppískoyti í samgongu-
skjalinum (paragraff 13-
ventilurin, blaðm.), ella má
flokkurin fara úr sam-
gonguni.
Eingin Sosialisering
Jógvan Sundstein, for-
maður Fólkafloksins á løg-
tingi, hevur ikki somu
áskoðan.
Sosialurin: — Heldur tú,
at ein sosialisering er farin
fram, sum Torbjørn Poul-
sen skrivar i Krossi?
Torbjørn Poulsen: — Sam-
felagid er smittad av al-
mennari uppilegging
Jógvan Sundstein: —
Eg meti i og fyri seg ikki,
at nøkur sosialisering er
farin fram. Likaleidis sum
eg ikki meti, at nøkur
sosialisering fór fram
undir hinum landsstýr-
inum. Men afturat hesum
kann eg leggja, at størsti
vansin við hesi samgong-
uni er, at alt ov lítið kemur
burturúr.
— Hugsar tú um nakað
itøkiligt?
— Bergholsgerðirnar,
helekoptaraflúgvingina og
millumlandasiglingina —
mål sum fólkaflokkurin
umsitur i landsstyrinum,
men sum tíverri verða
tarnað av hinum báðum
flokkunum.
Ímóti almennari
uppílegging (stuðli)
— Torbjern Poulsen sigur,
at samfelagið er smittað
av almennari uppílegging.
Hann hugsar um stuðul til
skip og virkir sum eru
komin í trongsteðu. Er
Sjálvstýrisflokkurin ímóti
at tað almenna leggur
uppí?
— Ja, hann er ímóti tí.
— Er Fólkaflokkurin
ímóti?
— Nei, tað er hann ikki.
Bæði Fólkaflokkurin og
Sambandsflokkurin hava
gingið inn fyri, at skip og
virkir skulu fáa hjálp í
rættuliga stóran mun. Og
tað hava hinir flokkarnir
— í hvussu er javnaðar-
flokkurin verið fyri. Hes-
um er Sjálvstýrisflokk-
urin í mongum førum
ímóti.
Sjúrðarklettur fekk
ikki hjálp
— I Krossi sigur Torbjørn
Poulsen m.a., at uttan
mun til, um virkið/skipið
hevur nakran meguleika
at bera seg og uttan mun
til tilráðing sakkunnleik-
ans, so skal tað almenna
traðka til og rokningin
sendast skattaborg-
arunum. Tað skuldi líka
verið um skipið var skrá-
sett á Tveroyri, at undan-
teka varð gjerd frá hesi
Jógvan Sundstein: — Ar-
beiðslíkindini í samgong-
uni eru ikki alt ov góð
meginreglu. Hvat meinar
hann við?
— Eg hugsi, at hann
meinar við Sjúrðarklett,
sum ikki fekk kreppulán
og fór á »tvang«. Eg meti
ikki, at Torbjørn hevur
rætt í hesum, tí tað er
meira enn tað eina skipið
av Tvøroyri, sum ikki
hava fingið kreppuhjálp.
Orion (rækjuskip av Toft-
um, blaðm.) fór eisini á
»tvang«.
Sjónvarpsstjórin
— Kann tað hugsast, at
Torbjørn Poulsen reisir
fjarðar, tí hann — Sjálv-
stýrisflokkurin — vil hava
sjónvarpsstjóran?
— Eg veit ikki. Tad sær
meira út til, at Torbjern er
keddur av samgonguar-
beiðnum.
— Benda úttalilsini hjá
Paula Ellefsen í Dimma-
lætting fyri stuttum og
skrivingin hjá Torbirni
Poulsen á, at samgongan
framvegis er í vanda?
— —> Uttalilsini hjá
teimum báðum benda á, at
arbeiðslíkindini innan
samgonguna ikki eru alt
ov góð. Men um samgong-
an fór til verka og arbeiddi
fyri eini loysn av teimum
ymisku málunum, heldur
enn at nýta taktiskan
politikk, kundi hon sak-
tans virka valskeiðið út,
endar Jógvan Sundstein.
jo-mo
EN