Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-08-31, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. august 1982síða 1

allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

55. árg. * kr. 4,- Nr. 85 + týsdagur 31. august 1982 frælsi javnaður brødralag Pauli Ellefsen, logmaður, um sosialiseringina: Umleid 75 arbeidsplåss i Sundalagnum! Nyggja skeljavirkid å Oyri fer i gongd A Oyri hava tey bygt eitt nýtt skeljavirki. Tað er nú liðugt og fer í gongd í vikuni Nýggja virkið verður helst stersta arbeiðs- plássið har um leiðir. Til- samans 75 fólk faa arbeiði á virkinum. Rá- veran er jákupskel, sum bátarnir: Norðheim, Sil- verspray og Plankton skulu avreiða til virkið hesi Síða 3 — Eg helt at Torbjørn skemtadi Pauli Ellefsen metir ikki, tað almenna hjálpir sosialisering, tá at tað er monnum og virkjum at reka eina vinnu. Hetta heldur Torbjorn Poulsen uttan iva, tá hann skrivar um sosialiseringina hjá landsstýrinum í seinasta Tingakrossi. Logmaður heldur, at landsstýrið hevur forðað fyri sosialisering — Tá eg læs tað, sum Tor- bjørn Poulsen skrivaði i Tingakrossi um sosialiser- ing, trúði eg, at hann skemtaði. Soleiðis sigur Pauli Ellefsen m.a. í eini við- merking til tað, Torbjern Poulsen, landsstýrismað- ur, skrivaði í Tingakrossi seinasta fríggjadag. Torbjørn Poulsen skriv- aði m.a., at ongatíð man ein slik sosialisering vera farin fram sum hetta sein- asta hálvtannað árið, borgarliga landsstýrið hevur sitið. Legmaður er ikki samdur við landsstýris- mann sín: — Viðvíkjandi lisering eri eg samdur við allar tær fakbekur, eg havi havt fatur á — o,, tær eru nógvar at sosialisering merkir, at tað almenna eigur framleiðslutólini. - Eitt mál, Sjálvstýris- flokkurin hevur gjert nógv burturúr, er málið um Gullfinn. Í samband við hann vóru tríggir meguleikar at velja: antin skuldu vit hjálpa fel agnum, sum átti hann, ella lata hann fara á »tvang«. Um hann fór á tvang, vóru tveir meguleikar: antin varð hann keyptur til Noregs ella mátti lands- kassin keypa hann. Tað vil sosia- eg kalla sosialisering. — Ti meti eg, at vit í hesum føri hava fordad fyri eini sosialisering. Tað sama haldi eg meg kunna siga um Sjúrðarklett, Orion og Svalbard fyri at nevna teir, sum eru farnir á húsagang. — Tað hava verið reddir frammi um, at lands- kassin skuldi keypa teir. Men vit eru í móti tí fyri at sleppa undan sosialiser- ing. Vit meta ikki, at tað er sosialisering, tá vit hjálpa privatum persón- um ella fyritøkum at reka eina vinnu. Tað er tað mótsetta. — Haraftur ímóti er tað sosialisering, tá tað al- menna fer at keypa skip, virkir o.a. — Tá undanfarna lands- stýri sat, ferdi tú fleiri ferðir fram, at landsstýrið gjerdi eina umfevnandi sosialisering. Minnist meg rætt, keypti tað lands- stýrið bara eitt skip, hverja sosialisering hugsaði tú tá um? — Tað landsstýrið var sinnað fyri at gera eina al- menna agn- og innfryst- ingarmiðsteð og -goymslu inni á Skålafjørdinum Men í hesum fingu vit tað gevi eg Sambands- flokkinum æruna fyri forðað einum almennum fyritakssemi. — Tá tað almenna ikki fer upp um 20 pst., so er tað tí, at vit hava ávarað ímóti, at tað verður sosia- lisering, um tað almenna fær ov stóran part a partapeninginum, tí tá fer tað almenna at dominera partafelagnum og so er tað sosialisering jo-mo Pauli Ellefsen: — Vit hava fingið ov litið — men tað rætta av skafti. A síðu 12 Signar Hansen, limur í Landsskúlaráðnum: Best fyri Jakup um almenningurin einki visti Signar Hansen, limur í landsskúlaráðnum, und- rast íkki yvir at formaðurin í ráðnum, Jákup Mortensen, er farin at leggja so stóran dent á tagnarskyldu í samband við setanina av deildar- leiðara við skúlan í Tron- gisvági. — Tí, so legin hevur mannagongdin verið á teimum fundum, har nevndu mál vóru til við- gerðar, at best var fyri hann, at almenningurin einki fekk at vita um hesar viðgerðarhættir. Soleiðis tekur Signar Hansen, fyrrverandi leg- tingsmaður, til í eini rætt- leiðing til tað, sum Jákup Mortensen sigur í samrødu við Dimma- lætting seinasta týsdag. Onga frágreiðing Um viðgerðirnar í Lands- skúlaráðnum, tá tilráð- ingar ella setanar eru fyri, sigur Signar Hansen m.a., at tað, sum er serliga legið, er, at limirnir fyri meirlutan nokta fyri at geva eina frágreiðing, tá teir hava eina aðra stødu enn hana skulanevndin hevur, sum td. tá ið deildarleiðarin varð sett- ur. — Biðið varð um eina breiða viðgerð, men hetta varð noktað, so tað er ikki rætt sum Jákup Morten- sen sigur við Dimmalætt- ing. Arbeiðsgongdin hev- ur tíverri verið alt annað enn saklig, skrivar Signar Hansen. Grundgeving og starvstíð At enda skrivar umboðið hjá Tjóðveldisflokkinum í rættleiðing síni: — Tað er sera áhugavert at lesa at Jákup Mortensen biður Tver- oyrar Skúlanevnd grund- geva sína innstilling til starvið í Trongisvági og um hví ein nýbyrjari innan lærarastarvið varð tikin sum nummar tvey fram um ein við longri starvstíð. Jákup Mor- tensen sigur hetta lukta av politiskum óreiðileika, so tað forslær. Tað hevði verið sera forvitnisligt at fingið at vita frá Jákupi Mor- tensen, hví ein nýbyrjari innan HF-lærarastarvid varð tikin sum nummar eitt til rektarastarvið fram um seks aðrar við nógv longri starvstíð? Kanska Jákup kundi sagt okkum, hvat hetta luktar av? jo-mo Rættleiðingin hjá Signari Hansen er á síðu 6. Sjónvarpsstjórin ikki settur í gjár Sjónvarpsstjórin varð ikki settur á landsstýrisfundinum í gjár. Setanin bleiv útsett, tí Lands- stýrið fyrst skal gjøgnumganga til- farið í málinum. Um allar 25 umsóknir skulu viðgerast, ella bara seks ella tríggjar, vita vit ikki. Tað eydnaðist okkum ikki at fáa fatur á Torbjørn Poulsen, lands- styrismann prentingar. , áðrenn blaðið for til hd. Meira um sjónvarpsstjóran á síðu 5 Turisman verður nú kannað Arbeiðsbólkur og umbodsnevnd hava fund fríggjadagin Síða 3