týsdagur 31. august 1982síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
tíðindablaðið
Útgevari: p/f sosialurin
gsjalurin
tíðindablaðið
Postsmoga 76,
3800 Argir,
telefon 11820
Fyritaksstjóri og blaðstjóri: Térfinn Smith (ábyrgd)
Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Møller
Lýsingar: Árni Joensen
við kaldan dreym
oddagrein
SJÁLVSTÝRISFLOKKURIN — hin
gloymdi flokkurin í landsstyrissam-
gonguni — fekk »pressu« i sidstu
viku. Tad var landsstyrismadur floks
ins, fíggjarmálaráðharrin Torbjørn
Poulsen, sum »barsladi« vid ideolo-
giskum hugsjónum viðvíkjandi al
mennari luttøku í privata vinnulív-
inum. Hesum sigur hann seg at vera
ímóti. Eftir at hava sítið sum landsins
fíggjarmálaráðharri í tvey ár, er hann
vaknaður. Hann hevur nú funnið út av,
at hetta er tann reindyrkaða sosia-
lisma, hann hevur sitið og framt í
landsstýrinum.
TAÐ ER SJALVANDI torført at vera
politiski Dávid millum tveir Goliat-
samstarvsflokkar. Lætt kann tá
henda, at flokkurin púrt verður
gloymdur. Ein tílíkur flokkur noyðist
tá at markera seg av og á fyri at
tryggja sær framtidarmøguleikar
héast hesin sami flokkur ikki er
kendur fyri nakra knivskarpa politiska
linju. Hann er meira kendur sum »kitt-
flokkurina, sum kann brúkast tå einar
tvær atkvødur iresta, tå ein samgonga
skal skipast. Men »kittid« verður
gamalat. Tað harðnar og vandi er fyri
at tað brestur. »Kittflokkurin« hevur
nú sæð sínar stóru samstarvsflokkar
berjast í longri tíð, og tað er væl
skiljandi, at hann vil sleppa upp í part í
orrustuni.
OG HVAT ER so tað, sum Sjálvstýris-
flokkurin harmast um, og sær seg
noyddan til at mótmæla? Sosialiser-
ing og almenn upp í legging í privata
vinnulívið!
SAMI FLOKKUR — væl hjálptur av
målgøgnunum hjá sínum samstarvs-
flokkum í landsstýrinum — er vanur
at taka danska samfelagið fram sum
ræðumynd, nú Danmark er í fíggjar-
ligari kreppu. Ein av orsøkunum til
hesa fíggjarligu kreppu — við methalli
á handilsjavnvágini — er væntandi
ílegur i vinnulívið og úrslitið er stórt
tal av arbeiðsleysum. Ein av stóru
orsøkunum til hesa stødu er, at ein
ovurhondsstórur partur av danska
Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981
Figgjarmålarådharrin vaknadur —
vinnulivinum verður stýrdur av út-
lendskum kapitali — multinationalum
fyritøkum — sum leggja sektina á at
varðveita arbeidsplåss, men bert
síggja profittin sum endamál!
UM NÚ fíggjarmálaráðharrin hevur
fylgt við í sínum høgtelskada sjón-
varpi hjá Jógvan Ásbirni, hevur hann
kanska lagt merki til, hvussu mangar
fyritøkur í Danmark hava snarað lyk
ilin um, og koyrt fólkið til hús. Soleiðis
virkar stórkapitalurin. Soleiðis virkar
privata vinnulívið, tá einki alment
eftirlit/ hjålp/ uppilegging, ella hvat vit
vilja kalla tað, er. Tá er tað bert hin
kaldi og rái kapitalurin sum ræður.
OG HVAT verður so av teimum fólk-
um, sum sami kapitalur hevur koyrt út
í vinnuloysi. Jú, tá verða tey víst til
»statin«. Sosialkontórið. Tá er staturin
góður nokk. Er tað logið, at eitt sam-
felag, sum soleiðis er skipað — so lítið
sosialiserað — kemur í fíggjarligar
trupulleikar. Hví taka teir borgarligu
flokkarnir seg ikki saman um at fáa
bøtt um støduna, sum teir siga seg
vilja? Just tí, at teir vita, hvor orsøkin
til kreppuna er, og eru als ikki sinnaðir
at broyta hesa gongd. Bert spell, at
okkara fíggjarmálaráðharri er so eiða-
sørur, at hann ikki hevur skilt eitt
einasta vet um tað målsøki, hann
hevur lagt undir seg í landsstýrinum.
VIT META, at skílabetri er, at hin
menniskjansligi faktorurin fær sess á
fremri rók. Soleiðis at landið — tað al-
menna — vit øll — hjálpa til fyri at
hava framleiðslutólini gangandi. Hetta
hevur verið gjørt mongu seinastu
árini, og er hetta ein stór orsøk til, at
vit ikki hava rent okkum fastan fyri
langari tíð síðani.
HVAR VÓRU okkara flakavirkir í dag.
Hvar vóru okkara skip í dag og hvar
vóru onnur av okkara virkjum i dag,
um alt skuldi verið latið upp til privat-
kapitalin — uttan alment eftirlit
uttan almenna hjálp?
TÁ KUNDU vit eins og danir sitið
heima í stovuni og hugt eftir sjónvarp-
inum og har sæð virki eftir virki farið
av knóranum, tí tað var í fíggjarligari
kreppu ta lotuna og at almenn hjálp
var bannlýst!
Hvar er tubbakslóggávan blivin
av
Fyrispurningur til Páll Vang, landsstýrismann
Tað er meira enn ár síðan ikki orð frætt
fekk teimum.
aftur frá teir vilja hava
broytt,
at landsstýrið
uppskot um eina tubbaks-
lóggávu frá tubbaks-
nevndini, ið var sett av
legtinginum, men enn er
Eru teir ikki negdir við
uppskotið, so er at senda
tað aftur til nevndina við
upplýsingum um, hvat
ístaðin fyri at lata tað fara
í eina skuffu í Tinganesi.
Ein áhugaður
Nr. 85 — 31. august 1982
Signar Hansen: rættleiðing til Jákup Mortensen:
Arbeiðsgongdin hevur ti-
verri verið alt annað enn
saklig
Bert nekur orð um tær
viðmerkingar Jákup Mor-
tensen ger í Dimmalætt-
ing tann 24. august um ta
frásegn, undirritaði hevur
givið í Sosialinum í sam-
band við setanina av
deildarleiðara við nýggja
skúla í Trongisvági.
Jákup Mortensen er
farin at leggja serligan
stóran dent á orðið tagnar-
skyldu, nú deildarleiðari
er settur við skúlan í Tron-
gisvági, og rektari við
Eysturoyar Studenta- og
HF-skúla. Hetta undrar
meg ikki, tí so legin hevur
mannagongdin verið á
teimum fundum, har
nevndu mál vóru til við
gerðar, at best var fyri
hann. at elmenningurin
einki fekk at vita um hesar
viðgerðarhættir Hann
leggur undirritaða undir
at hava brotið tagnar-
skylduna, í samband við
setanini av deildarleiðara í
Trongisvági. Til tað sum
eg havi sagt við Sosialin
er at siga, at eg meti tað
ikki at vera brot á nakra
tagnarskyldu, tá sagt
verður frá, hvussu manna-
gongdin á fundinum var
Jákup finst somuleiðis at,
at eg havi sagt, hvat hver
hevur atkvett. Til hetta er
at siga, at eg havi loyvt at
siga, hvussu eg sjálvur
havi atkvett. Og haraftrat
hevði umboð javnaðar-
floksins einki ímóti. um
sagt varð, hvussu hann
hevði atkvett. Tá ið al-
menningurin veit, hvussu
umboð Javnaðarfloksins
og Tjóðveldisfloksins
hava atkvett, nýtist ikki
tann hægra matematikkin
fyri at finna útav, hvussu
hinir tríggir limirnir hava
atkvøtt.
Samstundis sum Jåkup
ger atfinningar at mær,
sigur hann frå, at Signar
Hansen mótmælti at at-
kvøtt varð við seðlum.
Hver brýtur nú tagnar-
skylduna, Jákup? Men
Jákup letur verða við at
siga hví eg mótmælti, og
tað av góðum grundum,
men skal tað verða sagt
her. Tá ið tilráðingin til
rektarastarvið í Eystur-
oynni var fyri, skeyt eg
upp. at ráðið innstillaði 3
av teimum 7 umsekj-
arunum og at limirnir í
ráðnum kundu tala saman
og finna fram til hesar
uttan nakra atkveðu-
greiðslu. Hesum noktaði
meirilutin, tað skuldi at-
kvødast við seðlum uttan
nakað orðaskifti. Síðani
varð atkvett, men at-
kvødugreidslurnar, ið vóru
tvær, vístu at limir høvdu
ikki atkvøtt eftir síni
sannfering. Hetta varð
víst á, tá ið deildarleiðari
skuldi setast við skúlan í
Trongisvági, og tí mót-
mælti eg. at atkvett varð
við seðlum
Tað sum er serliga legið,
tá ið tilráðingar ella
setanar verða gjerdar í
ráðnum er, at limirnir fyri
meirilutan nokta fyri at
geva eina frágreiðing, tá
teir hava eina aðra stødu
enn hana skúlaneyndin
hevur, sum td. tå ið
deildarleiðarin varð
settur. Biðið varð um eina
breiða viðgerð, men hetta
varð noktað, so tað er ikki
rætt sum Jákup Mor-
tensen sigur við Dimma-
lætting. Arbeidsgongdin
hevur tíverri verið alt
annað enn saklig.
Tað er annars sera
áhugavert at lesa, at
Jákup Mortensen biður
Tveroyrar Skulanevnd
grundgeva sina innstilling
til starvid i Trongisvågi
og um hvi ein nybyrjari
innan lærarastarvið varð
tikin sum nummar 2 fram
um ein við longri starvs-
tíð. Jákup Mortensen
sigur hetta lukta av poli-
tiskum óreiðileika, so tað
forslær.
Tað hevði verið sera for-
vitnisligt at fingið at vita
frá Jákup Mortensen, hví
ein nýbyrjari innan HF-
lærarastarvið varð tikin
sum nummar I til rektara-
starvið fram um 6 aðrar
við nógv longri starvstíð?
Kanska Jákup kundi sagt
okkum, hvat hetta luktar
av?
Signar Hansen,
Fuglafjerður
Kein alkohol im Strassenverkehr
Nú um dagarnar kom ein
av hesum brevunum úr
Týsklandi um hvussu
ríkur tú kanst verða, um
tú vinnur í lottarínum.
Men tað sum hesaferð
gjørdi meg forvitnan var
frimerki uttanå bræva-
bjálvanum. Har stóð vid
stórum stavum — ALKO-
HOL og teksturin er:
einki alkohol í ferðsluni.
Hevði tað ikki verið eitt
hugskot hjá okkara post-
verki eisini at brúkt frí-
merki til at ávara á líkn-
andi hátt?
Lesari
NYT HÁB
I hesum degum verður
gingið í hús við tíðarrit-
inum >Nyt háb< at savna
inn pening til Tongul
familjuna, t.e. Sun Myang
Moon við konu og 10
syndafríum bernum. Vilt
tú sjálvur gerast synda-
fríur, skalt tú í 3 ár búgva
i kollektivum hjá
familjuni og har í ellum
tæna og lýða Sun Myang
Moon. So fáa vit paradís á
jørdini. Vilt tú sleppa at
giftast, skal tað vera í hóp-
brúdleypi í Seul í Korea og
við loyvi frá Sun Myang
Moon. Tey eru anti-
kommunistisk og fús at
fara í hernað móti Sovjet
til tess at skapa frið á jorð.
Hvussu nógvir góðvarnir
føroyingar lata seg hesa
ferð lokka at styðja »idea-
listiskt< tiltak?