týsdagur 31. august 1982síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
=
4
Nr. 85 — 31. august 1982
ITROTTUR
Ísafjarðarsúlan: HB—ÍF,
1. deild, 2—1 (2—1):
ENN
EINAFERÐ
5. árið á rað vann HB finaluna í kappingini um
Ísafjarðarsúluna. Dysturin sýndi stak vánaligt
spæl, og kundi lætt enda við ðrum úrsliti
Sunnudagin varð finalan í
kappingini um Ísafjarðar-
súluna leikt á vellinum í
Gundadali.
Veðrið var ikki nakað
serligt. Tað sirmaði, og
móti endanum av dysti-
num fór rættuliga at
regna.
Men hóast tað, høvdu
rættuliga nógvir áskoð-
arar leita sær niðan í
Gundadal hendan dagin.
Bæði havnarfólk og nakað
væl av fuglfirðingum.
Dysturin var ímillum
HB og ÍF, og endaði hann
6
7
5
4
4
2
2
2
0 0 a NN
við 2—1 sigri til HB, og
komu øll málini í fyrra
hálvleiki.
Dysturin var javnur og
ikki nakað serliga væl
leiktur. Spælið var hart,
og var tað fyri tað mesta
orsaka av einum alt ov lin-
um dómara.
Í fyrra hálvleiki hevði
ÍF fleiri vandamikil álop,
men tað kom tó ikki so
nógv burtur úr hjá teim-
um. Tað eydnaðist í flestu
forum HB at fáa bóltin
vekk aftur.
HB hevði eisini fleiri á-
OO RNHN HÓ
lop, men fyrsta hálva tím-
an av dystinum eydnaðist
tað ÍF at halda málið
reint. Men tá 30 min. vóru
leiktir, fekk HB brots-
spark. Tað var Helgi, ið
var >skumpaður<, meðan
hann var staddur inni í
brotsteiginum hjá ÍF.
Hóast fleiri av áskoðaru-
num ivaðust um tað
skuldi verið brotsspark,
ivaðist dómarin ikki. Jó-
annes Jakobsen varð sett-
ur at skjóta, og setti hann
bóltin í netið til 1—0.
9 minuttir seinni sat
2. deild:
bólturin aftur í ÍF-máli-
num. Hesa ferð hevði ein
HB-ari bóltin nakað langt
úti í vinstru síðu. Hann
avleverar væl innfyri, og
har stendur Regin Nolsee
og setur bóltin í netið til
2—0 til HB.
Men hóast tað fullu
fuglfirðingar ikki í fátt.
Bert ein minutt seinni
kemur Birgir fríur ímóti
HB-málinum, tá hann
verður fýrdur av einum
HB-ara, sum síðani koyrir
bóltin út til horna. Hóast
hetta var upplagt brots-
spark, avgerð dómarin í
samráð við linjuverjan at
dema hornaspark. Birgir
skjýtur hornasparkið inn-
fyri, og har eydnast tað
Sveinbjørn Dånjalsson at
seta hevdið undir bóltin,
so hann endar í netinum
til 1—2.
Í seinna hálvleiki hevði
ÍF tað sterra trýstið teir
fyrstu minuttirnar. Men
tá 10 minuttir eru leiktir,
fær Bjarni Jakobsen úr
HB bóltin nær við ÍF-mál-
ið í vinstru síðu. Hann
kemur fram við einum
verjuleikara hjá ÍF, men
tá hann skjýtur móti máli-
num, rakar hann beint á
Ova. Ovi fær tó ikki hildið
bóltinum, men tað eydn-
ast tó verjuni at fáa bóltin
vekk frá málinum.
Bert ein minutt seinni
kemur Ernst leysur við
bóltinum eisini í vinstru
síðu. Hann og ein ÍF-ari
] 1 > > ON > CO
renna inn ímóti baklinj
uni, men áðrenn hann fær
skotið innfyri, fær hann
eitt skump, so hann missir
javnvágina, og bólturin
fer út til málspark.
15 minuttir vóru leiktir,
tá Bjarni aftur kemur
fram ímóti málinum, hann
fer uttan um ein ÍF-ara,
men enn einaferð eydnast
tað verjuni hjá ÍF at forða
fyri, at bólturin fer í netið
Tá hálvur tími var leikt-
ur av seinna hálvleiki er
ÍF í ålopi. Meinhard Dal-
bú hevur bóltin frammi i
hegru síðu og sendir hann
væl innfyri, men Birgir er
ov stuttur og rakar ikki
bóltin, sum fer út til mál-
spark
Tá 43 minuttir eru leikt-
ir hevur IF eitt frispark
nakað uttan fyri brotsteig-
in í vinstru síðu. Bólturin
verður skotin ímóti máli-
num, men rakar á yvir-
leggjaran og fer so út til
málspark. Hetta var sein-
asti meguleiki hjá IF i
hesum dystinum, og HB
hevði heldur ongan veru-
ligan málmeguleika eftir
hetta.
Dysturin endaði altso
2—1 til HB, sum sostatt
5. árið á rað hevur vunnið
finaluna í kappingini um
Ísafjarðarsúluna. — Ein
vánaligur dystur, ið lætt
kundi fingið annað úrslit.
Kappriding
Kappriding var i Markna-
gili leygardagin.
54 ross luttóku og varð
kappast í tveimum bólk-
um, í 500 m tvíspor og 250
m renning.
Vinnari í 250 m renning
varð Lotus, við Leivi Næs
Joensen á baki við tíðini
34,4 sek. Næstur varð
Eyrarós við Inga Næs
Rasmussen á baki. Hann
nýtti 35,0 sek um teinin,
meðan nummar trý, Perla
við Rudolfi Joensen á
baki, nýtti 36,5 sek. um
teir 250 metrarnar.
Í 500 m tvíspor fyri ung
gjørdist Hanna við Guð-
(FR 9 en on
N N DO mm KALA
6 NN
run Holm á baki nummar
eitt við 37,0 sek. Nummar
tvey varð Bello við Poul J.
Falkvard á baki, ið eisini
nýtti 37,0 sek. um teinin.
Nummar trý gjerdist
Grettur við Tóri Andreas-
sen á baki. Hansara tíð
varð 37,3 sek.
I 500 m tvíspor fyri
vaksin vann Rønd við
Hjalmari Petersen á baki
við tíðini 34,3 sek. Numm-
ar tvey varð Stormur við
Skylv Hartvig Hansen á
baki, 34,4 sek., meðan
Hvirla við Robbie Brockie
á baki varð nummar trý
við tíðini 34,5 sek.