Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-08-31, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. august 1982síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 HSF-eykaadalfundurin: Nýggj starvsnevnd vald Eykaaðalfundurin hjá Hondbóltssambandi Føroya samtykti ikki at hækkað luttøkugjøld- int, men aftan á vóru luttakararnir keddir av tí, og nýggja nevndin varð biðin um at kalla til nýggjan eykaaðalfund fyri at hækka gjøldini. Ósemja varð eisini um tað er rætt at Føroyar luttaka í so nógvum uttanlandasam- starvi, tá samstarvid hjá HSF við feløgini ikki er nóg gott. Roknskapurin hjá Hondbóltssambandinum vísti eitt hall upp á 96.000 kr., og er samlaða skuldin pr. 1. juni 1982 163.000 kr. Nú hevur Hondbóltssam- band Feroya aftur fingið starvsnevnd! Tað hendi á eykaaðal- fundi sambandsins, sum hildin var í Havn leygar- dagin. Fundurin var settur í fundarhølunum í nýliga umbygda ÍSF-húsinum leygardagin kl. gott 10, og vardi hann til kl. 13,45. Felegini vóru hesa ferð rættuliga væl umboðaði. Onkur tók skemtandi til áðrenn fundurin var settur, at ein skuldi ikki trúð, at hetta var fundur hjá HSF, so nógv fólk her var mett. Á regluliga aðalfund- inum hjá HSF, sum var 24. apríl í ár vóru bert 7 felog umboðaði. Hesa ferð høvdu 18 feleg sent umboð til fundin. Einans 4 feløg, Fram, Royn, Sumba og Streymur, høvdu eingi umboð. Fyrst var orðstýrari valdur. Fyribils-starvs- nevndin skeyt upp at velja Poul Michelsen til orðstýr- ara, og var hann einmælt valdur. Síðani fekk Heðin Mor- tensen, sum hevur sitið sum formaður í HSF, meðan sambandið hevur verið í »undantaksstødu«, orðið til formansfrágreið- ingina. Hóast tað var bert fyri eitt tíðarskeið upp á umleið 4 mánaðir, so var nógv at greiða frá. Stjórnarloysi Heðin greiddi frá, at á aðalfundi HSF's 24. apríl bóru bæði formaðurin og skrivarin, sum stóðu fyri vali, seg undan at vera afturvaldir. Av tí at eingi onnur uppskot vóru um stjórnarlimir, kom HSF sostatt at liggja í stjórnar- loysi. Hetta hevði við sær, at starvsnevnd ÍSF's noyddist at taka sær av figgjarmålum og eðrum målum uteftir fyri HSF. Hondbóltsdeildin — hjå ÍSF varð í 1980 skipað um til sersamband, sum fekk dagliga arbeiði bæði fíggj- arliga og kappingarliga upp í hendi. Longu fyrsta árið gekk strilti at skipa eina starvsnevnd í HSF, og tað gekk ikki ov væl heldur næsta árið. Og í ár gekk tað als ikki. Tey 22 hondbóltsfelegini = hava sýnt alt ov lítlan áhuga og arbeiðsvilja innan teirra organisatión. Sostatt hevur HSF síðani 24. apríl verið stjórnað av starvsnevnd- ini i ISF, vid ISF-forset- anum sum formanni. Nógvar stórar uppgávur stóðu fyri durum, og tí heitti formaðurin á Jóg- van Arge um hjálp, og tað játtaði hann. Fyrsti fundur uttan- landa var í Keypmanna- havn 8. mai. Marjun setti fundin og greiddi frá steðuna, HSF var komið í. Jógvan var orðstýrari, og á hesum fundi legði Fer- oyar uppskot fram, um at IHF-kongressin 1986 varð hildin í Føroyum. Eisini var á hesum fundi tosað um norðurlanda- kappingina fyri juniorar, sum verður í Feroyum komandi ár, og hava Feroyar eisini bjóða sær fram sum vertir fyri norð- urlandakapping fyri kvinnur á heysti 1984. Noreg bjóðaði sær at halda skeið fyri venjarar og dómarar í Feroyum komandi ár. Fleiri landsdystir Á hesum fundi legði Fer- oyar fram uppskot um fleiri landsdystir, nevni- liga 2 í heyst, 2 í januar, 2 í apríl, 2 í sept. og 2 í des. 1983. Ætlanin er, at hesir dystir skulu verða lið í fyrireikingunum til C-HM í Italia í 1984, men á fundi í Zúrich í juni segdu norð- urlond, at tey ikki fyri tað fyrsta høvdu umstødur at koma til Føroyar, men legði Noreg tá fram uppskot um landsdystir við Feroyar frá 1983 til 1999. Hetta uppskot skuldu londini so seta seg inn í. Í august varð fundur í London, har Jógvan og Heðin luttóku. Á hesum fundi legði HSF fram skriv um fyrireikingar- nevnd til norðurlanda- kappingina fyri kvinnu- unglingar í 1984, sum verður í Ítróttarhellini í eisini tosað við Carl Wang úr Noreg, sum er formaður í dómaranevndini hjá IHF. Hann greiddi har frá, at hann var áhugaður at koma til Feroyar í august 1983 saman við Niels Herzberg at halda venjara og dómaraskeið við upp til 50 luttakarum. Fleiri sponsorar Um arbeiði hjá starvs- nevndini her heima greiddi Heðin frá, at samtykt var at fáa til vega so nógvar sponsorar til landsliðið sum møguligt. Viðv. skuldini hjá HSF, sum pr. 1. juni 1982 var kr. 163.000, varð upplýst, at tosað hevur verið við kreditorarnar um at av- skriva skuldina við 50%. Tað hevur fyri ein part eydnast, og harafturat hevur HSF tikið eitt lán upp á 100.000 at gjalda yvir 3 ár, og við hesum skuldi verið nekunlunda slætt borð. Síðani hevði Jógvan Arge uppískoyti til for- mansfrágreiðingina. Jóg- van helt tað vera óskilj- andi, at av 22 hondbólts- feløgum ikki ber til at manna eina starvsnevnd. Jógvan tosaði annars mest um menningina av foroyska hondbóltinum við uttanlanda samstarvi. Hann ferdi fram, at vit av okkara grannalondum verða mettir at vera óáhugaverdir mótsteðu- — Størsta uppgávan hjá HSF er at útbúguva ven]- arar Vági, Tveroyri og Hvalba. Í hesi nevnd sita Óli Holm, Tórgerð Suðuroy, Marjun Jacobsen, Hans Holm og Mannbjern Mortensen. Í hesum skrivi varð eisini nevnt um Junior- kappingina í 1983. Hon fer fram í ítróttarhallunum á Skála og Kambsdali. Í tí fyrireikingarnevndini sita Andras Danielsen, Jón Rasmussen, Marjun Jacobsen, Hans Holm og Sonja Gregersen. Viðvíkjandi ÍHF-kon- gressini, sum Feroyar hava bjóða sær at vera vertir fyri, komu ymsir trupulleikar fram m.a. um prísin. Avgjert var ikki at avgerða á hesum sinni hvar kongressin í 1986 skal verða. Á hesum fundi varð menn. Vit mega koma burtur úr hesi naggatódn, og ein háttur er at fáa sum mest burtur úr landsdyst- um. Heimameguleikarnir hava ikki verið so góðir, tí vit hava havt so fáar hallir, men um eitt ár hava vit heilar 9 ítróttarhallir. Tá fáa vit uttan iva stóra menning av feroyskum hondbólti, og er tá neyð- ugt, at vit fáa fleiri lands- dystir. HSF hevur verið úti um seg, og hevur fingið hesar dystir á altjóða stigi: Norðurlandakappingin fyri mansunglingar í Feroyum í apríl 1983. Norðurlandakapping fyri kvinnuungdóm (fedd- ar 1965 og seinni) í Fer- oyum í nov. 1984. Feroyskt ungdóms- landslið — upp til 21 ár — Richard Johansen, ný- valdur starvsnevndar- limur í HSF: — Vit eiga ikki at bakka út, men heldur leika landsdyst- irnar kann fara til millumtjóða kapping í Luxembourg í okt. 1983, og til norður- landakapping í Íslandi í nov. í ár. Feroyska A-landsliðið kann fara til 6-landa kapp- ing í Hálandi í okt. í ár. Frakland er boði at koma til Feroya at leika tveir landsdystir 26. og 28. nov. í ár. Póland er boði at koma til Føroya at spæla fyrst í januar 1983. Algeriet er huga at taka ímóti føroyskum lands- liði. Kuwait er sinnað at taka ímóti feroyska ung- lingalandsliðnum í febr. 1983. Sveríki kemur til Før- oya at spæla tveir lands- dystir í nov. 1983. Keypmannahavnar Bý- lið er sinnað at koma hendan vegin næsta ár. Skulu taka av Skulu vit menna hondbólt- in, so eiga vit at taka av allarflestu av hesum møguleikum. Gera vit ikki tad, er vandi fyri, at vit ikki verða mettir sum seri- est arbeiðandi hondbólts- tjóð ímillum hinar, segði Jógvan Arge m.a. Rættuliga drúgt og lív- ligt orðaskifti tók seg upp um hesar frágreiðingar. Niels Nattestad tók undir við Jógvani Arge. — Eg taki undir við, at vit taka lut í teimum kappingum, vit hava meguleika at luttaka í. Men eg sakni, at tá talan er um landslið, verður venjaraspurningurin næst- Nr. 85 — 31. august 1982 an ikki tikin upp á tal. Stórsti feilurin er, at HSF ongantíð roynir at fáa venjarar til vegar, tí sjálv- ir eiga vit ongar, sum hava luttikið á skeiði. Stersta uppgávan hjá HSF er at fáa útbúgvi venjarar. Har- afturat má ein ætlan leggj- ast um útbúgving. Ég veit, at vit fáa hjálp úr Noreg og aðrastaðni at leggja hesa ætlan og fremja hana, segði Niels Nattestad. Knøpp tíð Hans Holm segði, at hann vildi fráráða, at vit luttaka í oktober. — Fyri tað fyrsta er tíðin ov knepp, og fyri tað næsta skulu Kyndil og VÍF leika í Europa-Cup kappingini tá. Tað, ið okkum mest tervar, er ein langtíðarætlan. Haraftur- at hava vit ov fá fólk; tað eru tey somu, ið luttaka allastaðni, segði Hans Holm. Jógvan Arge segði, at fara vit nú'aftur at bera okkum undan, so er eingin vón fyri, at vit gerast áhugaverdir | mótsteðu- menn fyri grannalondini. Jógvan tók eisini aftur í aftur, at næsta ár verður »kombinerad« dómara- og venjaraskeið. Tað er ikki avgjørt, um hetta skeið verður grundskeið ella á hægri stigi. Verður hetta grundskeið, so verða fleiri framhaldandi skeið seinni. Eisini eru ætlanir um landsliðsvenjaraskeið ann- að hvert ár í framtíðini. Jógvan segði eisini, at Europa-Cup verður i Før- oyum frá 10. til 24. okt., meðan kappingin í Hå- landi er frá 24. til 30. okt. Hans Holm viðmerkti til tað, ið Jógvan segði, at hann hevði ikki sagt, at vit einki uttanlanda sam- starv skuldu hava, men hann vildi fráráða at vit fóru til kappingina í okt., tí skotbráði var ov stutt. Kári Mortensen (VÍF) fráráddi eisini, at vit luttaka í kappingini í okt. Hann hevði somu grund- gevingar sum Hans,um- framt at hann førdi fram, at tad var ikki rætt, at HSF legði tilikar ætlanir uttan nakad samstarv vid feløgini. Figgjarligur spurningur Sverri Midjord visti å, at hetta avgjørt eisini var ein